Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mars 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 63 - 30. mars 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 63 - 30. mars 2000 Nú verður tað SÓLRUN H. OLSEN Fiskavirkið í Skálavík, Lido Seafood, ið fregnast hevur verið nógv eftir, verður nú eftir øllum at døma latið upp fyrsta dagin. Striltið hevur verið við peningarligari fíggjan, og tí hevur arbeiðið ligið stilt eitt langt tíðarskeið, men tað skuldi alt verið fingið á rætta kós. Arbeitt verður nú við full- ari ferð, fyri at virkið skal standa klárt skjótast gjør- ligt, so fólk kann koma til arbeiðis, og farið verður undir at framleiða spenn- andi og annaðleiðis fiska- vørur. Tað verður sostætt ikki leingi, fyrr enn eksotisku fiskavørurnar úr Skálavík verða at síggja á marknaði- num. Hetta er triðja fiska- ella flakavirkið í Sandoynni, so tað gongur framá. Fyri nøkrum fáum árum síðani, sá tað sera svart út við ar- beiðsplássum í oynni, og fólkið mátti leita sær arbeiði aðrastaðni, og tí minkaði fólkatalið í Sandoynni sera nógv. Um stutta tíð letur nýtt fiskavirki upp í Skálavík Í hesum nýggja bygningi letur upp nýggja fiskavirkið, Lido Seafodd, um stutta tíð Mynd: Jens Kristian Vang ÓLAVUR Í BEITI Týsdagin boðaði formað- urin frá fyrispurningi frá Lisbeth L. Petersen, sum hevur sett Helenu Dam á Neystabø tveir spurning- ar. Fyrst vil Lisbeth L. Pet- ersen hava at vita, um stig eru tikin til at seta nevnd at viðgera spurningin um harðskap móti kvinnum? Og í seinna spurninginum verður spurt, um ikki, ætl- ar landsstýrismaðurin so at gera nakað við spurn- ingin fyri at fáa gongd á málið? Løgtingið samtykt Í viðmerkingunum til fyr- ispurningin vísur Lisbeth L. Petersen á ársfund Út- norðurráðsins í Íslandi í august 1999, har 8 rekom- mandatiónir vóru gjørdar og samtyktar. Og nummar 5 sigur, at »der nedsættes et arbejdsudvalg, som skal fremlægge forslag om fælles initiativer til at bekæmpe vold mod kvin- der i de vestnordiske lan- de. Her tænkes først og fremmest på initiativer s.s. finansiering og ind- samling af oplysninger, forskning omkring vold, markedsføring af kvind- egrupper som krisecenter, kvinderådgivning og in- cestcenter, samt samar- bejde om behandlingstil- bud mellem landene«. – Grundarlagið undir samtyktini var lagt á ráð- stevnuni »Kvinnupoliti- skur Verkstaður«, ið varð hildin í Føroyum á sumri 1999. Á ráðstevnuni lut- tóku fakfólk úr Føroyum, Grønlandi og Íslandi. Ráðstevnan varð hildin eftir tilmæli frá politika- rum í Útnorðurráðnum, sigur Lisbeth L. Petersen. At enda verður eisini nevnt í viðmerkingunum, at í november mánaði samtykti Løgtingið allar 8 rekommandatiónirnar, og ábyrgdina av rekomm- andatión nr. 5 hevur Al- manna- og heilsumála- stýrið, og tí setir Lisbeth L. Petersen hesar spurn- ingar til Helenu Dam á Neystabø. Nevnd at viðgera harðskap Lisbeth L. Petersen hevur spurt Helenu Dam á Neystabø, hvussu gongst við nevnd- ini, sum skal setast at viðgera spurningin um harðskap móti kvinnum Vit hittast hj‡... Hoyv’ksvegur 63 - FO-100 T—rshavn ¥ Tel. 313666 - Fax 310866 www.ivan.fo ’ F¿royum Sosialurin - 311820 ò R M ® LI NGURIN ER N ò U M S êÜU R K O MI N Xsara TIL F¯ROYAR Skírir landsstýrið lygnara Landsstýrið hevur sambært formanninum í Føroya Fiskimannafelag ikki rokn- að inflatión uppí, tá tað hevur kunnað føroyingar um vøksturin í BTÚ sein- astu árini dag á og skýrir tølini, lands- stýrið hevur kunnað bæði føroyingar og danir um, at vera beinleiðis lygn. Blaðið vísir á, at lands- stýrið hevur kunnað um ein búskaparvøkstur, ið næstan er tann tvífaldi av teimum 5 prosentunum, talan í veru- leikanum er um. Landsstýr- ið hevur nevniliga kunnað um ein vøkstur á 9,8 prosent seinastu seks árini. Orsøkin til, at landsstýrið hevur fingið so mikið høg tøl, sigur FF-Blaðið vera, at búskaparfrøðingarnir hjá landsstýrinum ikki hava drigið inflatiónina í búskap- inum frá, tá BTÚ er stað- fest. FF-Blaðið sigur, at tá tosað verður um vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni sein- astu seks árini, má hetta vera fyri árini 1993 til 1999. Og nevniliga tí, at 1993 og 1994 vóru ringastu kreppu- árini, meðan 1998 og 1999 vóru góð ár, dugir blaðið ikki at skilja, hvussu roknast kann við slíkum vøkstri frameftir. Bruttotjóðarúrtøkan er seinastu seks árini vaksin 6,9 prosent í miðal, tá blaðið roknar einstaku tølini frá 1994 til 1999 saman. Men samstundis vísir blaðið á, at hetta ikki er talið, sum kann nýtast at lýsa ein bú- skaparvøkstur. FF-Blaðið vísir á, at BTÚ skal vísa ta veruligu fram- leiðsluøkingina uttan infla- tión, og tá prístalsvøkstur eisini er roknaður upp í nevndu tøl, skal hesin eisini dragast frá, fyri at tað skal bera til at koma fram til rætta talið. Tá reelli pístalsvøksturin í fleiri ár hevur verið rokn- aður til at vera 2 prosent, fær blaðið hetta til umleið 5 prosent. Blaðið hjá Fiskimanna- felagnum vísir eisini á, at landsstýrið hevur meldað út, at tað fyri ár 2000 væntar ein vøkstur í BTÚ á 8 milli- ardir krónur, sum er tað sama sum 9 prosent. Men hongur sambært blaðnum ikki saman. Víst verður á, at 2 prosent skulu dragast frá, og kemur talið so niður á umleið 7 prosent. Blaðið vísir eisini á, rokn- stykkið hjá landsstýrinum um, hvussu vit kunnu skipa eina skiftistíð, ikki hongur saman. Magnus á Dalbø til minnis Tað fækkast í vinaskara, nú var tað so Magnus, ið átti tørn, ein- ans 59 ára gamal. I k k i vardi tað meg á nak- ran hátt, at so skuldi vera, tá vit h ó s d a g i n stóðu og p r á t a ð u saman um mangt og hvat. Tú hevði góðar framtíðarvónir, nú skuldu tit bara halda frí og slappa av eitt ár frá gistingarhúsinum »Á Bakkanum« aftan á, at tú og Ingrid høvdu havt eina strævna tíð við at fáa alt at koyra og alt nú gekk nógv betur. Men mongum brestir ætlan. Altíð var tað stuttligt at tosa við teg, tú hevði altíð onkra skemtisøgu at siga og dugdi væl at siga frá. Vit hava ikki sæst so nógv hesi seinastu árini, ið tit hava verið í Vági, men altíð var tað sum um eingin tíð var gingin, tá vit hittust, tú var tann sami sum altíð. Pápi og Magnus vóru góðir vinir og tað besta, ið pápa dámdi var at fara inn á gólvið at vitja Ingrid og Magnus, drekka kaffi, telva, práta um fótbólt. Har kendi hann seg heima og av tí sama havi eg altíð sæð Magnus sum ein góðan vin, vit hava sitið saman í nevndini hjá MB, skotið harur saman og tað vinar- lagið hevur smittað yvir á Suna, son Magnusar. Eg kenni meg sum heima, tá eg siti inni hjá Suna og Anne á sama hátt sum pápi kendi seg heima hjá Magnus og Ingrid. Í ‘74 tá eg var nýútlærdur snikkari, arbeiddu eg og pápi Magnus, Absalon, saman í meira enn 1 ár og kom eg tá til at kenna henda heiðursmann væl. Absalon hevði sama blíða, men bestemta sinna- lag sum Magnus, har var eingin slingur í valsinum, tað, ið teir høvdu at siga, varð sagt og harvið var tað. Har var eingin dupultmoralur. Magnus hevur roynt nógv í sinum alt ov stutta lívi. Hann hevur starvast á Skála Skipasmiðju, sum smiður og sveisari í smiðj- uni hjá J. K. Joensen í nógv ár, seinni hevur hann eisini starvast sum timburmaður, havt pylsuvogn í Miðvági og nú tey seinastu árini sum hotelvertur og væl lá eftir hjá honum, hvat hann enn tókst við. Eg minnist henda hósdagin, at hann tosaði um hvussu glaður hann var, at tað gekst børnunum væl her í lívinum. Tað verður ein stórur saknur hjá tykk- um, nú Magnus ikki er her meira. Mátti Harrin styrkt tykkum, ið sita eftir við minnunum. Mátti Hann lagt ein kappa útyvir skelkin, óttan og máttloysið, so ein- ans gleðin, ið var og minnini sita eftir. Orð eru so fátøk, tá lagnan slær beinini undan einum og ein kennir hvussu stokkut tíðin veruliga er. Kom til hugs eina yrking, ið dóttir mín Jónley hevur skrivað: Blóman Nú kennir lítla blóman kuldan, heystarkuldin harður er, hon stendur millum túsund aðrar, tó einsamalla kennir seg. Hugsar bert um betri tíðir, saknar heita summarið, kennir hvussu tíðin flýgur, hugsar um øll minnini. Minnist tá alt fór at spíra, minnist hvussu ung hon var, síðan tó alt stóð í blóma, so vakra tá hon kendi seg. Nú er lítla blóman viknað, høvur tungt at bera er, skjótt man blóman finna friðin, av mold hon komin, at mold hon fer. Í djúpastu virðing og samkenslu við tykkum, ið mist hava tykkara elskaða mann, pápa, verpápa, abba, son og beiggja. Friður verið við minninum um Magnus á Dalbø. Valdemar Tjaldrið rak bátar til hús Sambært kunngerð frá 1996 er ikki loyvt smábátum at fiska sunnudag. Kortini kemur tað fyri, at onkur flotar sunnudagar. Seinasta sunnudag var Tjaldrið ein túr norðan- og vestanfyri og rak til hús aftur EDVARD JOENSEN Vaktarskipið Tjaldrið var sunnudagin norðan fyri og rak bátar, sum vóru á veg til útróðrar, heimaftur. Nakrir fáir bátar, sum vóru á veg norður um, vórðu bidnir um at venda aftur. Tað gjørdu teir so eis- ini, verður sagt av Fiski- veiðieftirlitinum. Tjaldrið fekk fráboðan um eitt skip, sum lá vestan fyri við maskinskaða, og farið varð tí at sleipa. Í Vágahavinum kom Tjaldrið fram á nakrar smá- ar snellubátar, sum eisini fingu boð um at fara inn- aftur. Tó var ein, sum umframt boðini frá Tjaldrinum kann vænta sær eina heilsu frá fútanum. Hesin báturin hevði fisk- að, og mett varð, at hann hevði eini 500-600 pund inni, siga tey á Fiskiveiði- eftirlitinum. Eigarin segði, at hann kendi væl til kunn- gerðina. Tað var ikki tí, hann var farin til utróðrar ein sunnudag. Men hann skyldaði uppá, at veðrið hevði verið so ólagaligt í vár, at hann kendi seg noyddan at brúka ta løtuna, Tjaldrið skal eisini ansa eftir, at smábátar ikki fiska sunnudag sum var, hendan góða sunnumorgun vestanfyri. Men tað kann koma at kosta honum meira, enn hann verður glaður fyri, verður sagt av Fiskiveiði- eftirlitinum. Tað er ein kunngerð frá 1996, sum ásetir, at ikki er loyvt fiskiførum undir 15 bruttotons at fiska sunnu- og halgidagar. JOHN JOHANNESSEN – Veruligi búskaparvøkstur- in seinastu seks árini hevur verið 5 prosent. Hetta vísir FF-Blaðið í