hósdagur 30. mars 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 63 - 30. mars 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 63 - 30. mars 2000
Gomul virði í hásæti aftur
– Føroyingar eiga at staðfesta, at kynslig misnýtsla av børnum eisini fer fram her, eins og í øllum øðrum londum, og
eiga tí at bróta upp ermar fyri at gera nakað við tað. Ráðstevnan hjá Barnabata er eitt stig á rættari leið, men tað er
langt eftir á mál, sigur Lotte Wenstrup, sum m. a. hevur verið formaður fyri Red Barnet í Danmark
SVEINUR TRÓNDARSON
Tær báðar, Lotte Wenstrup
og Anne Pontoppidan, sum
báðar eru sálarfrøðingar,
hava havt úr at gera hesar
dagarnar tær hava verið í
Føroyum.
Fyrilestrar og arbeiðs-
bólkar, har fundarmálið
hevur verið føroyskt, er ikki
hvønndagskostur
fyri
donsku kvinnurnar.
Kortini eru tær serstakliga
fegnar um at hava verið
partur av ráðstevnuni hjá
Barnabata, tí, sum Lotte
Wenstrup sigur, tað er eitt
stig á rættari leið.
Men nógv er um at fara
og tað skal farast so varis-
liga fram í hesum føri. Mál-
ið er so viðkvæmt, at verður
ikki rætt farið fram, so kann
tað gera størri skaða enn
gagn.
– Tað hevur sera stóran
týdning, at seta hol á eitt
evni, sum annars ikki verð-
ur viðgjørt, sigur Lotte
Wenstrup.
– Hetta er eitt evni, sum
vit eru serstakliga varin, at
nerta við, tí tað fær tað at
venda sær í fólki, sigur
Lotte Wenstrup.
Tí leggja tær báðar sera
stóran dent á, at greiða fólki
frá, at tað er eitt mál, sum
skal viðgerast sera álvars-
liga, bæði av viðgerarunum
sjálvum og eisini av fjøl-
miðlunum, eitt nú, tá slík
mál koma fyri rættin.
Gamlar dygdir
Tað kemur neyvan sum eitt
sjokk tá vit staðfesta, at tíð-
irnar eru nógv broyttar. Utt-
an at staðfesta, at tíðarbroyt-
ingin er einasta orsøkin til,
at tað nú verða skrásettir
fleiri tilburðir av kynsligari
misnýtslu, so halda tær báð-
ar, Anne Pontoppidan og
Lotte Wenstrup, at tað hevur
ávirkan.
– Vit seta ikki somu
mørk, sum vit gjørdu fyri
nøkrum árum síðani, og tað
spælir uttan iva inn. Eg
meini, at í gomlum døgum
var tað mestsum óhugsandi,
at eitt barn slapp at nerta
við kynslutirnar uttan á
klæðunum hjá mammuni,
pápanum ella onkrum sum
ansaði tí, men tað er broytt.
Og tað hevur kanska verið
við til at flyta mørkiini hjá
børnunum soleiðis, at tey
halda, at tá ein vaksin kyns-
liga fer at pilka við tey, so
er tað í lagið. Tað er tað bara
ikki, og tað er tað sit skulu
læra tey, sigur Anne Pon-
toppidan.
Hon leggur dent á sein-
asta setningin og sigur, at
tíðarinnar tonn, hevur spælt
okkum eitt puss, sum børn-
ini fáa skaða av.
– Tað er gjørt í vælvild,
soleiðis at børnini gerast
meira fræls, men tað er ikki
einasta úrslitið, og tí eiga
vit at fara aftur til tær gomlu
dygdirnar, har vit seta
børnunum greið mørk, sigur
Anne Pontoppidan.
Men er tað ikki at ganga
øvugtan veg, at fara aftur
til tað gamla?
– Tað, sum liggur í hesum
er ikki, at vit skulu fara aftur
til gamlar tíðir, men aftur
til gamlar dygdir, sigur
Anne Pontoppidan.
– Og tað er stórur munur
á, leggur hon afturat.
Umsorganin manglar
Hóast tað javnar hendir, at
børn eru fyri kynsligari mis-
nýtslu, og hóast slík børn
eisini senda boð til øll onn-
ur, at tey verða misnýtt, so
er tað ikki bara sum at siga
tað, at fanga boðini.
– Tað er ofta tí, at vit ikki
vita hvat tað snýr seg um.
Boðini kunnu lættliga vera
tvískyld, við tað, at eitt
barn, sum er misnýtt kyns-
liga, oftast eisini líður av
tørvandi umsorgan. Tað er
sjáldan misnýtsla einsa-
møll, og tí skal hyggjast
varisliga eftir »boðunum«,
sum barnið sendur, sigur
Lotte.
Hennara fata er, at tað við
at fara afturum familjuna,
kann staðfestast, hvør er í
vandabólkinum og hvør
ikki er.
Sum dømi nevnir hon, at
fær hon eitt barn til sín, har
t. d. pornografi er »partur«
av gerandisdegnum, so
gerst hon meira varin, enn
hon annars hevði verið.
– Tað er ikki tí, at tað er
vandamikið í sær sjálvum,
men tað vísir hugburðin hjá
teimum vaksnu, um børn og
vaksin hyggja at tílíkum í
sjónvarpinum saman, sigur
Lotte Wenstrup.
– Og heldur tú kanska, at
foreldur okkara, tann tíð tað
var, settust undir liðini á
okkum, og hugdu at sovorn-
um. Tað hevði verið heilt
óhugsandi, sigur Lotte og
hon fær stuðul frá Anne,
sum leggur afturat, at tað er
tí, vit skulu aftur til gamlar
dygdir og gomul mørk.
Skulu læra
at seta mørk
Men tað, at seta mørk, er
ikki nakað, sum kemur av
sær sjálvum, og tað er
nakað, sum vit eiga at gera
meira við.
– Eg haldi, at vit eiga at
læra børnini - og eisini
okkum sjálvi - at tey ikki
sleppa at nerta við okkara
kynslutir, hvørki uttaná
klæðunum, ella tá vit eru í
ongum klæðum. Tá seta vit
teimum eitt mark, sum kann
læra tey, at tey skulu siga
frá, um onkur annar ger tað
við tey, og tað má vera
vegurin, sum vit skulu fara,
greiðir Anne Pontoppidan.
Tær eru báðar greiðar um,
at tað ikki er nakað, sum fær
kynsliga
misnýtslu
at
hvørva, men ein hjálp fyri
at koma henni til lívs.
– Tað eru børnini, sum
líða undir tí, og tað eru tey,
sum skulu hava hjálp. Vit
skulu byrja onkustaðni og
vit halda, at tað er eitt gott
stað at byrja, at læra børn
okkara at seta mørk, siga
tær.
Tær fílast t. d. eisini á,
tað frælsa lyndi, sum við-
hvørt fer ov langt. Børn á
stovnum, sum ganga nakin
og spæla onkustaðni, ofta
uttan at vaksin eru við, og
tað eiga tey greitt at fáa at
vita, at tað ger mann ikki.
– Men tað er ein onnur
síða av somu søk, tí tað hev-
ur eisini við tað at seta mørk
at gera, siga tær.
Fjølmiðlarnir
ofta til skaða
Sum vera mann, sleppa fjøl-
miðlarnir ikki undan einari
skolu tá slík mál eru
frammi. Her heima hava vit
kanska ikki sæð so nógv av
tí, men í Danmark verða slík
mál ofta blást upp til stórar
forsíðusøgur, og tað heldur
Lotte er vamlisligt.
– Hugsa tær. Í nógvum
førum enda slíkar søgur
sum forsíðusøgur, har fyrst
tann eini vinkulin verður
tikin fram, so ein annar, so
ein triði, til søgan er er tað
reina vatn. Og harafturat
verða málini uppkallað eftir
barninum og tað ger, at fam-
iljan ikki kann flýggja frá
tí. Líkamikið hvagar tey
fara, so er altíð vandi fyri,
at søgan kemur undan kavi
aftur. Tí er tað so ræðuligt.
– Í slíkum førum er tað
barni, sum líður mest undir
tí, hóast eg sum so einki
havi ímóti tí, tá fólk, sum
fremur kynsligan ágang,
verður nevnt í bløðunum, tí
tað tey gera, kann ikki fyri-
gevast, sigur Lotte Wen-
strup.
Hon greiðir frá einum
dømi úr Afrika, har ein mis-
nýtari, beinleiðis var hongd-
ur út í bløðunum við mynd
av sær sjálvum og av hús-
unum hann búði í.
Tí halda tær báðar, at fjøl-
miðlarnir hava skyldu til at
viðgera málið sakliga og
virðiliga heldur enn sum
eina sensatión.
Altjóða trupulleiki
Sum nevnt aðrastaðni, so
leggja tær báðar dent á, at
tað hevur sera stóran týdn-
ing fyri allar partar, at stað-
festa beinanvegin, at trup-
ulleikin er ikki eitt serfør-
oyskt fyribrigdið.
Allur heimurin er fongdur
við ógerðini, sum eitur,
kynslig misnýtsla av børn-
um. Tí hevur tað so ótrúliga
stóran týdning, at nakað
verður gjørt við málið her á
landi.
– Men tað skal ikki gerast
soleiðis, at tað verður bara
arbeitt inneftir. Føroyingar
mugu eisini hyggja úteftir,
fyri at síggja, um tað er nak-
að, sum tit kunnu læra av
øðrum, ella um tað eru hug-
skot, tit kunnu geva øðrum,
siga tær báðar.
– Hetta er eitt mál, sum
hevur verið tabu í alt ov
langa tíð, og tí skal tað tabu
brótast. Men tað er ikki nak-
að, sum hendir í eini hand-
avend, og so avgjørt ikki
nakað, sum kemur av sær
sjálvum. Tað skal arbeiðast
hart fyri tíð, og tað skal eis-
ini arbeiðast saman, skal
røkkast á mál. Tí hevur ar-
beiðsætlanin, sum tosað var
um á ráðstevnuni, so sera
stóran týdning, siga Lotte
Wenstrup og Anne Pontop-
pidan at enda.
– Vit skulu læra børnini at
seta mørk, soleiðis at tey
sjálvi eru før fyri at døma
um hvat er skeivt og rætt.
Tað kunnu tey ikki, tá
mørkini eru flótandi, sigur
Lotte Wenstrup m. a.
Aftanfyri hana situr Anne
Pontoppidan
Mynd: Álvur Haraldsen
Ráðstevnan hjá Barnabata:
Tabuevni skulu
burturbeinast
– Endamálið við ráðstevnuni er, at taka upp evni, sum alt
ov leingi hava ligið órørd, sigur Marna Olsen, formaður í
Barnabati Føroyar. – Men fyri at koma víðari skal ein ætl-
an leggjast og tað er tað vit í fyrsta umfari fara at arbeiða
við, leggur hon afturat
SVEINUR TRÓNDARSON
Mánadagin og týsdagin
skipaði Barnabati Føroyar
fyri ráðstevnu um kynsliga
misnýtslu av børnum uppi
á Hotel Føroyum.
Ikki færri enn 170 fólk
vóru við og tað var, sum
nevnt í blaðnum í gjár,
nógva ferðir meira enn tað,
sum nevndin í felagnum
hevði roknað við.
Ráðstevnan var skipað
við fyrilestrum og »work-
shops« og fyrilestrarhaldar-
arnir vóru bæði úr Føroyum
og úr Danmark.
Tá ráðstevnan var liðug,
fingu vit orð á formannin í
Barnabata
í
Føroyum,
Marnu Olsen og teimum
báðum donsku fyrilestrar-
haldarunum, Onnu Pontop-
pidan og Lotte Wenstrup,
sum báðar eru sálarfrøðing-
ar.
Dirvið krevst
Tað, sum donsku fyrilestr-
arhaldararnir serliga vóru
fegnar um var, at Barnabati
hevði víst tað dirvi, sum
krevst, til at taka eitt slíkt
mál upp á eini ráðstevnu.
Lotte Wenstrup vísir á, at
tað er neyðugt at viðgera
kynsliga misnýtslu av børn-
um, tí verður tað tagt burtur
eru tað børnini, sum eru
stóru tapararnir.
Hon vísti eisini á, at talan
er um ein alheims trupul-
leika og tí skal hann eisini
viðgerast sum ein slíkur.
– Tað fyrsta vit mugu
staðfesta er, at trupulleikin
ikki avmarkar seg til Dan-
mark ella til Føroyar, tí aðr-
astaðni hava tey júst somu
trupulleikar at dragast við.
Tí mugu vit venda eygunum
tann vegin har tað hendir,
og við tí senda vit eini boð
um, at vit ikki vilja góðtaka
slíkan ólevna, sigur hon.
Samstundis vístu tær
tríggjar á, at evni er so ótrú-
liga viðkvæmt at viðgera, at
tað skal gerast varisliga.
– Vit eiga ikki og kunnu
ikki blása málið upp til nak-
að stórt, tí tað einasta vit fáa
burtur úr er, at vit skaða tey,
– Við rástevnuni hava vit sett hol á eitt mál, sum hevur stóran áhuga millum fólk. Men
fyri at koma víðari hiðani, er neyðugt, at vit gera eina arbeiðsætlan, sigur Marna
Olsen, formaður í Barnabata, sum mánadagin og týsdagin skipaði fyri ráðstevnu um
kynsliga misnýtslu av børnum
Mynd: Álvur Haraldsen
sum hava verið úti fyri slík-
um, sigur Lotte Wenstrup.
Og tað er ikki meiningin
við hjálpini til børnini, sum
kunnu fáa stóran skaða.
Ikki nýtt fyribrigdið
Tað, sum allar tríggjar
leggja dent á, er, at hetta við
kynsligari misnýtslu, er ikki
nakað nýtt fyribrigdið.
– Tað er nakað, sum er
komið fyri í nógv, nógv
harrans ár. Eisini her hjá
okkum, sigur Marna, – Men
tey seinnu árini, ella serliga
seinastu tíðina, eru nógv
mál komin undan kavi í
rættinum. Tí verður meira
tosað um tey nú.
Og tað er spurningurin
um, hvussu tey, sum hava
verið úti fyri kynsligari mis-
nýtslu, kunnu hjálpast, sum
skal svarast, samstundis,
sum ein vælvirkandi fyri-
byrging, skal setast í verk.
Men tað er so avgjørt lættari
sagt enn gjørt, skilst.
– Niðurstøðan á ráðstevn-
uni var, at ein arbeiðsætlan
skal gerast, sum sigur,
hvussu farast skal fram, og
hóast tað fer at krevja eitt
stórt arbeiði av nógvum, so
fara vit at royna at seta hetta
saman, sigur Marna.
– Tað hava børnini fyri
neyðini, sigur hon.
Spurd, hvussu ein ar-
beiðsætlan skal gerast, sigur
Marna, at tað er hon ikki
greið yvir í løtuni, men tað
fer felagsskapurin í holt við
nú.
– Vit hava fingið sam-
band við nógv fólk um hesa
ráðstevnuna, og tað eiga vit
at fáa gagn av, tí ráðstevnan
hevur víst okkum, at tað er
sera stórur áhugi fyri mál-
inum, sigur Marna Olsen.
Stór framgongd hjá Lívstryggingini
Roknskapurin hjá Føroya Lívstrygging fyri 1999 vísti eitt
avlop upp á góðar tríggjar milliónir, og tað er ein meira
enn árið frammanundan. Lív hevði eitt sera gott ár í fjør
og m. a. øktust tryggingargjøldini við meiri enn 50 pros-
entum úr 67,8 til 104,6 milliónir krónur
Tað grør um gangandi fót,
hjá Føroya Lívstrygging
og Tummas Elisen, stjóri
kann saktans vera fegin.
Úrslitið í fjør var eitt av-
lop upp á góðar tríggjar
milliónir, men tað, sum
uttan iva hevur minst líka
stóran áhuga er, at trygg-
ingargjøldini øktust við
meiri enn 50 prosentum
savnsmynd
SVEINUR TRÓNDARSON
Roknskapurin hjá Føroya
Lívstrygging fyri 1999 er
liðugur og rakstrarúrslitið
hjá stovninum, sum eftir
øllum at døma gerst eitt
partafelag, var eitt rakstrar-
avlop upp á knappar 31
milliónir áðrenn bonus var
latið.
Rakstrarúrslitið sambært
roknskapinum er knappar
3,1 millión og tær verða
settar í tiltaksgrunn, sum nú
er komin upp á knappar 52
milliónir.
Tryggingargjøldini
nógv hækkað
Úrslitið hjá Føroya Lívs-
trygging er ávirkað av, at
tryggingargjøldini í 1999
vóru nógv hægri enn tey
nakrantíð hava verið.
Góðar
104
milliónir
vórðu í 1999 goldnar í
tryggingargjøldum og tað er
góð 50 prosent meira enn
árið frammanundan.
Orsøkin til vøksturin
stavar í høvuðsheitum frá
teimum arbeiðsmarknaðar-
og virkiseftirlønarskipan-
um, sum felagið hevur gjørt
avtalur um við fakfeløg og
virkir árini frammanundan,
umframt at tað í 1999 vóru
lutfalsliga nógv innskot
goldin til tryggingarskipan-
ir, verður sagt í ársfrágreið-
ingini.
Samstundis sum trygging-
argjøldini hækkaðu lækkaðu
tryggingarveitingarnar og
tað munar sjálvsagt væl á
niðastu linju. Góðar 31 mill-
iónir vóru goldnar í trygg-
ingarveitingum og tað er 7,6
milliónir minni enn árið fyri.
Ognin ein milliard
Tá talan er um lívstrygg-
ingar er talan um eina sera
stóra konsentratión av pen-
ingi.
Soleiðis er eisini í hesum
førinum og í 1999 fór ognin
í Lívstrygging upp um eina
milliard.
Peningurin er settur í
lánsbrøv, virðisbrøv og út-
lán, meðan ein lítil partur
stendur á bók.
Hóast Lívstryggingin ikki
skal seta peningin í ivasam-
ar íløgur, so er marknaðurin
soleiðis háttaður, at kursur
og renta sveiggjar eitt sind-
ur og kursfall á lánsbrøvum
hevði í fjør við sær ein av-
markaðan miss. Hinvegin
hevði stovnurin vinning av
partbrøvum.
Vit fara, at gera meira við
roknskapin hjá Lívstrygg-
ing í onkrum seinni blaði.