hósdagur 30. mars 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 63 - 30. mars 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 63 - 30. mars 2000
FØROYA HANDILSSKÚLI
Tórshavn
FHS:
Virkisbúskapur á C-stigi (8 t/v),
týskt á stigi E/C (7 t/v), fiskivinna
(6 t/v), samfelagslæru (8 t/v),
støddfrøði D/C (12 t/v),
dekoratión (3-6 t/v) og føroyskt
(12 t/v).
HH:
Marknaðaføring (4 t/v),
støddfrøði (8 t/v), samtíðarsøga
(8 t/v), uttanríkishandil (6 t/v),
vinnulívsrættur (6 t/v), danskt (4
t/v), samfelagsbúskap (3 t/v) og
týskt (8 t/v).
Kambsdali
Føroyskt stig C/A (24 tímar),
danskt B (5 t.),enskt C/B/A (27
t.), info. C/B (10 t.),
samfelagslæra C (12 t.),
roknskaparlæra/virkisbúskapur
B/A (9,5 t.), marknaðarførsla
C/B/A (20 t.), týskt G/C/B (16,5
t.), støddfrøði G/C/B (12,5 t.),
spanskt G/C (8 t.),
G (3 t.), fyriskipan A (4 t.),
sálarfrøði C (4 t.), samtíðarsøgu
C (8 t.), samfelagslæru B (3 t.),
uttanríkishandil V (3 t.),
vinnulívs-rættur C (6 t.).
Hava tygum røttu útbúgvingina
og røttu lærugreinasaman-
seting kann talan vera um fast
starv.
LÆ R A R U M og T Í M A LÆ R A R U M
Føroya Handilsskúli søkir eftir
frá 1. august 2000 ella eftir nærri avtalu. Hevur umsøkjari
útbúgving í lærugreinum, sum nøkta tørv skúlans, kann talan verða
um fast starv.
Førleikakrøv:
Prógv frá handilsháskúla, lærdum háskúla, handilsfaklæraraprógv ella
onnur við øðrum fortreytum. Umsøkjarar við vinnuroyndum hava
fyrimun.
Setanarkor til fast starv:
Fyrstu 2 árini verða roknað sum royndartíð, har tann, sum verður
settur í fast starv, má vera til reiðar skjótast gjørligt at taka ta
eftirútbúgving - tað veri seg pedagogiska/undirvísingarliga ella aðra
førleikagevandi útbúgving - sum er neyðug fyri at verða sett/-ur í
fast starv. Eisini mugu viðkomandi rokna við í ávísan mun at skula
undirvísa á fleiri stigum og partvís um kvøldið um neyðugt.
Løn:
Í lønarrensli 13/21/24, 18/26/29, 16/21/29/31 hjá HL ella eftir avtalu.
Leyst at søkja:
27. mars 2000. Galdandi til 11. apríl 2000.
Umsóknin skal sendast skúlanum, sum ætlanin er at starvast á.
Umsókn fast starv:
Umsókn við ljósprentum av próvskjølum o.ø., skulu stílast til Føroya
Handilsskúla, stýrið og sendast antin til Føroya Handilsskúla í
Tórshavn, Marknagilsvegur 77, Postsmoga 177 ella Føroya
Handilsskúla á Kambsdali 530 Fuglafjørður og verða skúlanum í hendi
11. apríl 2000.
Umsóknarblað fæst á skúlanum.
Umsókn tímalærari:
Umsókn við ljósprentum av próvskjølum o.ø., skulu stílast til Føroya
Handilsskúla, stýrið og sendast antin til Føroya Handilsskúla í
Tórshavn, Marknagilsvegur 77, Postsmoga 177 ella Føroya
Handilsskúla á Kambsdali 530 Fuglafjørður og verða skúlanum í hendi
11. apríl 2000.
Umsóknarblað fæst á skúlanum.
Á Føroya Handilsskúla fevnir frálæran um FHS-støðisár, FHS 2.part, hægri
handilsskúla, stakroyndir, merkonom, Datanom, teldustøðingaútbúgving,
HD 1. part, peningastovnaskúli og útboðin/umbiðin skeið.
Kann taka tíð
við frumatkvøðu
Mótmæltu á Falka-
vegi og í Tinganesi
Í gjár gjørdu næmingar úr framhaldsdeildum aftur vart
við sína ónøgd, nú sáttmálasettu lærararnir hava verið
raktir av arbeiðssteðgi í nærum 3 vikur
Í gjár blokeraðu næmingar deildina hjá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum við
Falkaveg í Havn. Eisini høvdu næmingarnir verið í Tinganesi árla á morgni. Tá Finnbogi
Arge kom til arbeiðis, møtti honum skelti, ið boðaði frá, at frí gevur 03
- do -
Myndir: Jens Kristian Vang
Tá Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið finna
semju, skal semjan til frumatkvøðu millum allar limir fel-
agsins. Hetta kann taka eina viku
DAGFINN OLSEN
Eftir at samráðingarnar
millum Føroya Lærarafelag
og Fíggjarmálastýrið slitn-
aðu á kvøldið tann 7. mars,
hevur samband ikki verið
millum partarnar.
Hesa vikuna hava sem-
ingsmenninir Allan Skaal-
um og Rúni Heinesen tó aft-
ur roynt seg.
Ikki heilt rætt
Tað frættist í gjár, at Føroya
Lærarafelag segði seg vera
til reiðar at fara aftur til
samráðingarborðið.
Elsa Birgitta Petersen,
forkvinna í Lærarafelag-
num, segði seinnapartin í
gjár, at hetta er ikki heilt
rætt.
– Vit hava sagt ja til, at
semingsmenninir koma við
einum
samráðingarupp-
leggi, sigur Elsa Birgita Pet-
ersen, sum væntaði at hoyra
nærri frá semingsmonnu-
num í dag.
Frumatkvøða
Fæst semja millum partar-
nar, so kann ganga nakað
av tíð, áðrenn lærarar aftur
fara til verka. Ein semja skal
til frumatkvøðu millum lim-
ir Føroya Lærarafelags.
– Alt fer til frumatkvøðu
millum limirnar. Vit hava
gjørt alt klárt, men tað tekur
tíð, tí tað skal út um alt land-
ið. Ein vika gongur við tí,
sigur Elsa Birgitta Petersen
Fyrsta føroyska
symfoniin
Fríggjakvøldið verður Oceanic Days framførd. Tað verð-
ur Íslendska Symfoniorkestrið, ið leikar fyrstu føroysku
symfoniina. Eykakonsert verður leygardagin
Báran eydnuhjól
Sigrun í Lista-
skálanum
Sigrun
Gunnarsdóttir
Niclasen er fødd 1950 á
Eiði.
Útbúgving: Tekniskúli
hjá Askou Jensen á
Glyptotekinum í Keyp-
mannahavn
1971–72,
Málara- og grafikkskúlin
á kunstakademinum í
Keypmannahavn (Vil-
helm Freddie, Dan Ste-
rup Hansen, Freddie A.
Lerche og Sven Dals-
gaard) 1973–80.
Síðan miðskeiðis í
1970-árunum
hevur
Sigrun sýnt fram á Eiði
og í Havn, m.a. á Ólav-
Framsýningin letur upp leygardag-
in 1. apríl kl. 16.00. Tórshavnar
Kamarkór syngur
søkuframsýningini
1975–98 og Várframsý-
ningini 1992–99 hevur
givið stóran listarligan
íblástur, og í fjør hevði
hon serframsýningar í
Tasiilaq, Grønlandi, á
Eiði og í Havn.
Hetta er fyrsta stóra
serframsýning Sigrunar í
Listaskálanum.
Framsýningin er opin
til 24. apríl 2000. Týs-
dag-fríggjadag kl. 14–
17. Leygardag-sunnudag
kl. 14–18. Mánadag er
ikki opið. Páskadag er
framsýningin ikki opin.
Í samband við at Báran
skipar fyri stórum eydnu-
hjóli norðuri á Fossánesi
nú leygarkvøldið frá kl.
20, verður nógv gott at
vinna, eitt nú Playstation,
lomb, stereoanlegg, før.
kjøt, fartelefonir og jau,
jau ferðir frá Atlantic
Airways til Íslands.
Í samband við tiltaki
verður eisini ein lutaseðil
seldur, ið kostar einans 5
kr, á lutaseðlinum verð-
ur 10 vinningar, harav
verður eitt lamb, og ein
jau, jau ferð frá Atlantic
Airways til Íslands, seð-
ilin verður drigin, tá
eydnuhjólið endar leyg-
arkvøldið
kl.
24.00.
Nevndin í Báruni hevur
samtykt, at partur av yv-
irskotinum skal fara til
børnini í Ukraina sum
koma til Føroyar á vitjan
í summar, nevndin held-
ur at hetta er eitt gott til-
tak, sum nakrir føroying-
ar gera fyri hesi børn og
hevur tí samtykt at stuðla
teimum.
DAGFINN OLSEN
Stórur áhugi er, nú Sunleif
Rasmussen hevur skrivað
sína fyrstu symfoni. Hetta
er samstundis fyrsta før-
oyska symfoniin, ið nevnist
Symfoni nr 1 - Oceanic
Days.
Sunleif hevur leitað sær
íblástur í føroyskum um-
hvørvið
og
føroyskum
mentanararvi. Havið og lív-
ið í havinum hava leiklut.
Eisini hevur gamli føroyski
tónleikurin, ella sangurin,
leiklut, tí tónasmiðurin hev-
ur leitað aftur til kvæðini og
sálmarnar. Soleiðis liggja
eitt kvæðalag og eitt sálma-
lag, sum fjaldir hornasteinar
undir symfoniini.
Sunleif greiðir frá: Tón-
leikur er ljóð, sum ferðast í
tíð. Við hesi symfoni havi
eg roynt at lagt eina rúm-
dimensión afturat tónleiki-
num. Heta havi eg gjørt við
at seta tveir percussionistar
og hátalararnar til annan
synthesizaran aftan fyri á-
hoyrararnar. Sostatt verða
áhoyrararnir umgyrdir av
tónleiki. Har afturi í salinum
virkar tónleikurin fyri tað
mesta sum eitt ekkó av tí,
sum fyriferst á pallinum. Eg
havi roynt at instrumentera
soleiðis, at tónleikurin alla
tíðina flytir seg í orkestrin-
um millum orkestrið og
tónleikararnar aftan fyri á-
hoyrararnar.
Í kompositiónsprosessini
er melodiurin í sentrum. Í
byrjanini av symfoniini
hoyrist nakað ógvuliga sen-
tralt í mínum tónleiki. Út frá
einum melodii í klarinettini
verður tað, sum eg kalli
skuggaharmonikkur, sett í
gongd. Síðani kemur ein
melodiur í aðruviolinunum,
sum fær træblásararnar at
fara upp og niður eftir tóna-
stiganum. Ella seinni í fyrsta
satsi har ein klarinettsolo
setir glissandi ígongd o.s.fr.
Tann lítli tónastigin, sum
vibrafonin og klokkuspælið
hava í byrjanini av symfoni-
ini, er eitt slag av ritornell,
sum kemur aftur í øllum
trimum satsunum í ymisk-
um variantum. Fyrsti satsur
er ógvuliga organiskt upp-
bygdur. Hann aldar aftur og
fram millum kamarmusik-
alskar passasjur og orkest-
urpassasjur. Her hava ein
klarinettsolo, tvær solovio-
linir og ein solotrompet stór-
an leiklut.
Annar satsur, sum verður
spældur
attacca,
byrjar
ógvuliga stillisliga. Men
sum frá líður verður tónleik-
urin alt meira lívligur til
hann at enda gerast ógvis-
ligur. Við øðrum orðum
formar satsurin seg eins og
ein alda sum reisist frá dýp-
inum og upp har til, at hon
er um at bróta. Í byrjanini
av øðrum satsi hava ein
solocello og ein solofagott
ein týðandi leiklut.
Í fyrsta parti av triðja satsi
var tað ógvuliga umráðandi
hjá mær við tónleiki at
royna at lýsa heimsins elsta
og mest monumentala anda-
drátt, nevniliga havsins
andadrátt. Fyrst ein harmon-
iskur andadráttur millum
teir ymisku strúkararnar og
teir báðar synthesizararnar
við smáum innsløgum av
blásarum í hækkandi tónum.
Hetta breiðir seg út til ein
størri part av orkestrinum,
meðan tey soloinstrument,
sum higartil hava verið pre-
senterað, spæla ein resiter-
andi melodi, spjaddan út yv-
ir tríggjar oktavar. Eftir hetta
stendur alt orkestrið og and-
ar í einum stórum harmon-
iskum spektri, fylgt av ein-
um stórum klokkuklangi
bæði framman og aftan fyri
áhoyrararnar. Meðan hesar
rørklokkur ringja av fullari
megi, tónar ein stillur melo-
diur fram. Hesin melodiur
verður spældur og sungin
samstundis
í
ymiskum
tempi av violinum og
bratsjum.
Eftir
hetta
introduseri eg tað seinasta
soloinstrumentið – tubuna.
Hendan risan millum mess-
ingblásarar lati eg upptraðka
eins og bláhval, sum spælir
sær í sólskygdum bylgjum.
Triði satsur hevur stórt sæð
sama bygnað sum annar
satsur: Ein risastór alda, ið
reisist upp úr ongum. Eftir
tað síðsta stóra orkestur-
klimaksið siga teir sjey sol-
istarnir: klarinett, trompet,
tvær violinir, fagott, cello og
tuba stillisliga farvæl.
SÓLRUN H. OLSEN
Í STARVSVENJING Á
SOSIALINUM
Hvør er tú?
Tóra Frígerð Nolsøe, 16 ár,
Dalur.
Hví valdi tú Løgreglustøð-
ina?
Eg havið hugsað um eina
útbúgving sum løgreglu-
kvinna, so at eg fái innilit í,
hvat man kann vænta sær í
framtíðini.
Eftir at hava verið har
nakrar dagar, heldur tú at
hetta er eitt starv fyri teg?
Ja. Spenningur og gátur
hevur mín størsta áhuga.
Hvat krevst av einum per-
sóni til hetta arbeiðið?
Hann skal hava sterka
psyku, halda høvdið kalt,
gott tol, í sera góðari venj-
ing, hjálparsamur, tí hetta
er seinasti skansi hjá fólki,
tey koma ikki altíð fyrst til
ein løgreglumann/kvinnu at
biðja um hjálp.
Hvussu er umhvørvið
har?
Tað er sera gótt, øll halda
saman.
Er hetta nakað tú vil mæla
øðrum til at royna?
Ja, tað haldi eg. Tey skulu
bara verða klár yvir, at
myndin man hevur sett sær
er als ikki tann sama, ið ein
hevði væntað.
Hvat heldur tú um tíðar-
skeiðið tú er í starvsvenjing
(tvær vikur)?
Kanska ov stutt, nei eg
veit ikki, tað er nokk passa-
ligt. Tað er ongantíð, at tú
sleppur at royna alt her kort-
ini. Løgreglan kann jú ikki
seta eina klokkutíð á, nær
eitt innbrot ella okkurt ann-
að brot á lóðina, verður
framt.
Tú hevur jú tagnarskyldu,
men sleppur tú at royna
nógv, so tú ikki situr fyri
einki?
Ja, alt møguligt. Eg eri al-
tíð uppá fartin, eg havi ikki
tíð at keða meg.
Eru tað ofta næmingar í
starvsvenjing á Løgreglu-
støðini?
Ja, umleið 10 um árið, og
næmingarnir eru einans úr
10 fl.
Hvussu leingi tekur tað at
læra
til
løgreglumann/
kvinnu?
Royndartíðin er 3 ár frá tí
tú byrjar í skúlanum til tú
hevur fast arbeiði.
Hvat krevst fyri at sleppa
inn á skúlan?
Peran skal verða so at siga
í lagi (verður rópt aftan fyri
Tóru, frá onkrum løgreglu-
manni, og látur er at hoyra).
Hvussu nógvir løgreglu-
menn/kvinnur eru í Føroy-
um?
Runt allar Føroyar eru
uml. 90-95 løgreglufólk.
Hvat fer tú at gera aftan á
10 fl.?
Eg havi søkt inn á máls-
ligu deild á studentaskúla-
num í Hoydølum. So er
meiningin, um tað vil so
verða, at fara niður at læra.
Í starvsvenjing hjá løgregluni
ÓLAVUR Í BEITI
– Hevur landsstýrismaðurin
nakrar ætlanir um at bøta
um bústaðarmøguleikarnar
hjá teimum sosialt veikastu
borgarunum? Kann lands-
stýrismaðurin vísandi til
lóggávu siga, hvør hevur
skyldu til og ábyrgd av, at
eisini hesum borgarum
verður tryggjað mannsømi-
lig kor? spyr Heðin Mort-
ensen, og at enda spyr hann,
um
landsstýrismaðurin
heldur, tað vera rímiligt, at
ein privatur felagsskapur
sum t.d. Frelsunarherurin á-
tekur sær hesa samfelags-
ligu uppgávu, uttan at fíggj-
arliga
grundarlagið
er
tryggjað við lóggávu.
Frelsunarherurin við
Í
viðmerkingunum
til
spurningarnar, sigur Heðin
Mortensen, at serliga í Tórs-
havnar kommunu er tað ein
trupulleiki við vaksandi tali-
num av borgarum, sum ikki
sjálvir eru førir fyri at út-
vega sær bústað. Frelsunar-
herurin hevur gjørt og ger
framvegis eitt stórt sosialt
arbeiði. Í 1998 læt Frelsun-
arherurin í Tórshavn upp
eitt herberg, har tey, ið ong-
astaðni høvdu at vera um
náttina, fingu boðið eina
song.
– Av ársfrágreiðingini fyri
1999 framgongur, at talið á
teimum, ið gista á her-
Brúka forhøllina á Lands-
sjúkrahúsinum at sova í
berginum, er støðugt vaks-
andi, men samstundis verð-
ur víst á, hvussu hugstoytt
og trupult tað er serliga
køldu árstíðina at senda tey
út aftur á gøtuna um dagin.
– Eisini frættist, at fólk,
sum ongan bústað hava, m.
a. brúka forhøllina á Lands-
sjúkrahúsinum til gisting,
sigur Heðin Mortensen í
viðmerkingunum til fyri-
spurning hann hevur sett
Helenu Dam á Neystabø.
Talið á teimum, sum ongastaðni hava at sova, er bara
vaksandi í Havn, sigur Heðin Mortensen í viðmerkingu-
num til fyrispurning
Tóra F. Nolsøe úr Dali er í starvsvenjing á Politistøðini í Havn
Mynd: Jens Kristian Vang