Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mars 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 63 - 30. mars 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 63 - 30. mars 2000 Leygarkvøldið spælir COCKTAIL v/manning úr Bacon KLUBBADANSUR Sosialurin - 311820 Kaggin HJARNAR HJARNAR Kaggin Kaggin Kaggin www.kaggin.fo spæla Sosialurin - 311820 Fríggjakvøldið 31/3 og leygarkvøldið 1/4 Køkurin er opin fríggja- og leygarkvøld kl. 18.00-22.00 Klaksvíkar Klubbi Klubbin hevur: POOLBORÐ BILLARDBORÐ ENSKAN FÓTBÓLT Á SKY Dansur verður leygarkvøldið 1. apríl "MARTIN" vendir plátum Sosialurin - 311820 AUTO - Dag sum nátt - - skjótt og gott - Skalt tú bil hýra - so er tað 311234 BENZIN DIESEL KIOSK - ALT DØGNIÐ - AUTO 311234 AUTO NÁTT- BUSSURIN v/ Øssur Christiansen Leygarkvøldið: • Úr Vestmanna kl. 24 • Úr Tórshavn kl. 01 • Úr Vestmanna kl. 04 • Úr Tórshavn kl. 05 (Koyrt verður um Kvívík og Kollafjørð, tá fráboð- an fyriliggur) Onnur kvøld kann koyrast eftir avtalu Tlf. 424254 Bussarnir: Tlf. 287752 • 286254 Streymoy SKAR‹HAMAR´S BUSSKOYRING v/ He›in Skar›hamar, Sleipnisgøta 13. B, FO–100 Tórshavn TAXA MINI BUSS TIL 10 FER‹ANDI 288888 FR • VISA • EUROCARD • MASTERCARD • JCBCARD Vilja tygum vi› í Í b‡in - hvønn hósdag Ynskja tygum at l‡sa í teiginum í b‡in, so fylli› út henda lepan og sendi› hann til Sosialin, box 76, 110 Tórshavn – ella fax 314720 Tekstur * * * Staðið har vit hittast * * * sosialin Halt Opið er: Mán.– Hós. kl. 19. 00 – 23. 30 Fríggjadag kl. 17.00 – 03.30 Leygardag kl. 19.00 – 03.30 Sunnudag kl. 17.00 – 23.30 Long drinks Café Við gongugøtuna Streymoy/Eysturoy Nor›oyggjar Su›uroy Vágs Bóltfelag DANSUR VIÐ KLAUS & SERVANTS Kostnaður kr. 130,- í høllini í Vági fríggjakvøldið 31/3 Sosialurin - 311820 Lesið ð Nor›urlandahúsi› í Føroyum Sí SVF tekstvarp s. 650 Mat- seðilin Hósdagin 30. mars: Karbonadir Fríggjadagin 31. mars: Nakkakotelettir Leygardagin 1. apríl: Oksasteik Mánadagin 3. apríl: Gjørd hara Týsdagin 4. apríl: Stoktan fisk Mikudagin 5. apríl: Stokt flesk Kostnaður 30,- kr. *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 14,95 Maxiburgari ella Búffsandwich 19,95 Matstovan í Hoyvík Fríggjakvøldi› 31. mars í Badmintonhøllini í Tórshavn Leygarkvøldi› 1. apríl í Ítróttarhøllini í Runavík Tey kendu hittini hjá Moirae, Terja og Føstufressum, Frændum, Ey›un Nolsøe Band og Ey›un & Terja ver›a spæld. Kl. 23.00-03.45 • Kr. 100,- Terji Rasmussen og Ey›un Nolsøe Sosialurin - 311820 HITT KONSERT OG DANSUR JAN MÜLLER Tað skuldu ikki færri enn tríggjar flogferðir til Før- oya, fyrr enn tað eydnaðist „Føroyabólkinum“ hjá ein- um av heimsins størstu olju- feløgum, BP Amoco, at fáa fast undir fótum á klettun- um úti í Atlantshavi. Tvær ferðir hevur eitt stórt ferða- lag frá BP Amoco roynt at lent í Føroyum við bretsk- um leiguflogfari. Báðar ferðir vórðu oljufólkini noydd til at venda aftur vegna vánaligum veðurlík- indum. Ikki fyrr enn triðju ferð, tá oljufólkini valdu heldur at fara við rutuflog- farinum hjá Atlantsflog bar til. BP-fólkini máttu sanna tað, sum eisini er lagt upp til við oljuvirkseminum í Føroyum, at føroyskar vør- ur og tænastur eiga at verða brúktar, um hesar eru kapp- ingarførar. Brian Mitche- ner, leitingarstjóri í BP Amoco fyri Føroyaøkið er heldur ikki í iva longur. Orsøkin til at teir komu til Føroya sum ætlað var tann, at teir brúktu føroyska flogfarið. Klárir Ikki færri enn níggju fólk frá bretska oljufelagnum hava júst verið í Føroyum sum partur av fyrireiking- unum til 1. útbjóðing. Ov- asta leiðslan í hesum risa- stóra oljufelagnum hevur givið sínum „Føroyaser- frøðingum“ grønt ljós fyri at lata upp fyri komandi leitingini eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum. Og BP Amoco er heldur eingin ársungi um okkara leiðir. Felagið hevur gjørt kanningar á Føroyaøkinum í umleið 10 ár og hava tær kostað helst væl omanfyri tær 100 mill. kr. Hvussu nógvar hundrað milliónir kr. felagið hevur lagt í sínar kanningar á Føroya økinum vil Brian Mitchener ikki siga, bert at talan er um stórar upphæddir. Og hóast bíðitíðin til 1. útbjóðing hevur verið long, so halda BP fólkini ikki, at hon hevur verið til fánýtis. Tí BP Amoco er nú liðugt við sínar fyrstu kanningar av Føroyaøkinum og fyri- reikar í hesi løtu eina um- sókn til føroysku myndug- leikarnar. Felagið sigur seg vera uppaftur meira áhugað fyri Føroyaøkinum, nú teir eru lidnir við kanningarnar, ið geva eitt nógv betri bílæt av undirgrundini enn tey modell teir hava brúkt higartil. -Vit hava greitt oljumynd- ugleikunum frá úrslitinum av okkara kanningum og hvørjar vónir og ynski vit hava til komandi útbjóðing. Vit hava vitjað stovnar, feløg og virki, sum vit koma at hava eitthvørt tilknýti til í sambandi við útbjóðingina sigur Brian Mitchener, sum heldur føroyskir myndug- leikar hava dugað væl at lagt til rættis komandi út- bjóðing. Hann er eisini nøgdur við treytirnar fyri útbjóðingini, sum hann heldur fara at koma før- oyska samfelagnum væl við. Hóast treytirnar eru harðari enn fyri bretska økið, so ber heilt væl til at liva við teimum. Nógva vitan BP Amoco, sum rekur tey bæði oljufeltini vestan fyri Hetland, Foinaven og Schiehallion, ið liggja stutt frá markinum, metir seg hava góð kort á hondini til komandi útbjóðing, tí teir hava so nógvar royndir og vitan frá einum oljuøki, sum helst kemur at líkjast tí føroyska nógv. Tað er als eingin ivi um longur, at oljuførandi løgini bretsku megin markið eisini eru til steðar inni á føroysk- um øki. -Vit meta møgu- leikan fyri at finna olju við Føroyar at vera góðan, og at feltini, sum fara at verða funnin, helst fara at verða á stødd við Foinaven og Schiehallion. Teir hava ikki serliga góðar vónir um at finna elefantar, tvs. risastór oljufelt í tí økinum, sum er við í 1. útbjóðing. Men hvat kann goyma seg undir ba- saltinum tess longur vestur man kemur er so ein annar spurningur. Hóast BP Amoco metir útbodna økið kunna goyma kanska einar 3-5 milliardir tunnur av olju, sum ikki er nøkur stór nøgd, so kann hetta kortini verða byrjanin til nakað størri. Tað fer so at krevja betri tøkni til at síggja, hvat er undir tjúkku basaltfláunum tess longur vestur vit koma. Men mest umráðandi er skjótast til ber at fáa staðfest, at oljufelt eru á føroyskum øki. Tá tað er gjørt, so verður støðan ein heilt onnur. Hóast Brian Mitchener er bjartskygdur heldur hann, at vit eiga eisini at vera varin og ikki yvirmeta møguleik- arnar at gera stór fund, tí økið, sum í løtuni serstakur áhugi er fyri tætt upp at markinum, er ikki so øgiliga stórt. Tí vil hann heldur ikki siga, hvussu nógv oljufeløg ella bólkar pláss er fyri har. Mett verður, at tað helst verða einir seks bólkar, sum fara at vera við í 1. útbjóðing. BP Amoco prioriterar Føroyaøkið rættiliga høgt í heimshøpi. Felagið, sum sigur seg hava eina sokall- aða „successrate“ uppá 1 av 2 tvs. at tað finnur olju fyri eina boring út av teimum, ætlar sær eisini at røkka hesum úrsliti við Føroyar. Brian Mitchener váttar annars, at teir eru áhugaðir í fleiri prospektum á Før- oyaøkinum, tvs. avmarkað- um økjum í undirgrundini, sum vísa seg at kunna goyma olju. Einsamallir BP Amoco ætlar sær ikki at taka onnur oljufeløg við í umsóknina. -Vit vilja vera BP Amoco 100% við Før- oyar, tí økið, sum er boðið út, er ikki so stórt, umleið 6000 kvkm. Økini, sum felagið hevur stóran áhuga fyri, eru sera meinlík olju- feltunum Foinaven og Schiehallion, og so væl ber til at lesa undirgrundina av, at teir longu nú kunnu byrja at tilrættaleggja komandi brunnarnar við Føroyar við tí í hyggju at byrja at bora í triðja ársfjórðingi næsta ár. Teimum nýtist so í hvussu er eitt ár til at tilrættaleggja brunnar á djúpum vatni. BP Amoco hevur longu eyguni eftir fleiri møgu- ligum boripallum at arbeiða í føroyska økinum. Tá og um olja verður funnin, so verða helst somu loysnir brúktar við Føroyar sum á verandi feltum á breskum øki. Tvs. at talan verður at brúka FPSO-skip av sama slag sum tey, ið liggja á Foinaven og Schiehallion- feltunum. Um tað eydnast at finna olju við Føroyar skjótt hesi næstu árini so rokna teir við framleiðslu ár 2007. Hjá BP Amoco rokna teir við, at framtíðar olju- prísurin fer at liggja um einar 18 dollarar. Fyri at tað skal loysa seg at útvinna olju á føroyska økinum er neyðugt við einum prísi BP Amoco, eitt av heimsins størstu oljufeløgum, letur upp skrivstovu 18. apríl: Sær stórar møguleikar á føroyska landgrunninum uppá 11 dollarar, so við ver- andi prísi uppá 25 til 30 dollarar kann føroysk olju- framleiðsla gerast ein sera góð forrætning fyri olju- feløg og føroyska statin. BP Amoco hevur eisini stórar ætlanir á bretkum øki. Eitt stórt arbeiðsprogramm er gjørt fyri økini nær ver- andi feltunum, og har fara at verða boraðir fleiri brunnar komandi árini. Møgulig nýggj felt vilja tá verða bundin uppí verandi feltini á Atlantsmótinum. Eisini risaoljufelagið Clair er aftur á skránni. Tað varð funnið í 1978, men higartil hevur tað verið torført at fáa oljuna upp. Nú verður so farið undir eina ætlan við tí fyri eygað at fara undir framleiðsluni einaferð í næstu framtíð. Lata upp skrivstovu 18. apríl BP Amoco letur upp skriv- stovu í Havn 18. apríl. Fel- agið hevur gjørt sáttmála við Kristian á Neystabø um leigu av einum parti av ogn- ini á Skansavegnum nær bygninginum hjá Trygging- arfelagnum á Kongabrúnni. Tvey fólk vera á skriv- stovuni í byrjanini, um- boðsmaðurin Hjarnar Djur- huus og ein skrivari. Annars rokna BP Amocofólk við at vitja javnan á skrivstovuni. Tá skrivstovan verður tikin í brúk alment kemur hjálp- arskipið, Grampian Fron- tier, sum hevur fast arbeiði kring Foinaven feltið, til Føroya fyri at skifta mann- ing út. -Møguleikar eru góðir fyri at finna oljufelt við Føroyar, sum eru á stødd við Foinaven og Schiehall- ion, og BP Amoco heldur seg hava bæði neyðugu royndirnar og vitan- ina til at finna slík felt sigur leit- ingarstjórin hjá felagnum, Brian Mitchener, sum júst hevur verið í Føroyum saman við 8 øðrum fólk- um frá felagnum at gera neyðugu fyrireikingarnar til 1. útbjóðing Ætlanin er at bjóða bæði løgmanni, oljumálaráðharr- anum og øðrum almennum umboðum til hátíðarhaldið í apríl. Tá fara bretar so eisini at avdúka, hvat brunn- urin nevndur Conival, stutt frá føroyska markinum, goymir. Tað eru fimm ár síðani, at BP boraði Coni- val og tá bóru bretsk bløð tíðindini um, at BP hevði gjørt eitt stóra fund skamt frá føroyska markinum, eitt fund, sum møguliga eisini gekk inn á føroyska økið. Brian Mitchener, leitingarstjóri hjá BP Amoco á Atlantsmótinum og eisini fyri Føroyaøkinum her saman við føroyska umboðsmanninum hjá felagnum, Hjarnar Djurhuus. Aftanfyri teir báðar sæst bygningurin, har BP Amoco letur upp skrivstovu 18. apríl. Mynd Jan