hósdagur 30. mars 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 63 - 30. mars 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 63 - 30. mars 2000
ÁKI BERTHOLDSEN
Næstu ferð tað fer at kava,
kann tað væl henda, at alt
landið verður lagt lamið.
Tí tá er tað ikki vist, at
nakrir vegir fara at verða
grivnir, og tað kann skjótt
fara at leggja alla bilaferðsl-
una lamna.
Orsøkin til tað er, at ó-
semja hevur tikið seg upp
ímillum Landsverkfrøðing-
in og Føroya arbeiðarafelag
um lønina hjá teimum, sum
rudda kava.
Og nú hóttir Føroya Ar-
beiðarafelag við at blokera
alla kavaruddingina.
Tað vil siga, at næstu ferð,
tað fer at kava, er tað ikki
vist, at vegirnir grivnir og
tað fer at fáa álvarsligar
avleiðingar fyri alla ferðslu
á landi í Føroyum.
Á aðalfundinum í Føroya
Arbeiðarafelag upplýsti for-
maðurin, Ingeborg Vinther,
at tað er nakað síðani, at
hendan ósemjan tók seg
upp.
– Málið tók seg upp tá ið
vit fingu at vita, at Lands-
verkfrøðingurin hevði sent
Havnar Arbeiðsmannafelag
eitt uppskot um, hvussu til-
kallivaktirnar skuldu vera
fyri arbeiðsmenn um alt
landið, tvs, eisini fyri
limirnar í Føroya Arbeið-
arafelag.
– Vit tóku upp fund við
Landsverkfrøðingin har vit
átalaðu, at stovnurin hevði
sent Havnar Arbeiðsmanna-
felag eitt uppskot um,
hvussu tilkallivaktir hjá lim-
unum í Føroya Arbeiðara-
felag skuldi lønast, uttan at
siga okkum frá, segði Inge-
borg Vinther.
Hon sigur, at Landsverk-
frøðingurin er sinnaður at
betala monnunum løn fyri
tilkallivakt frá klokkan
fimm til klokkan átta um
morgunin.
Men hann vil ikki uttan
víðari gjalda tilkallivaktfyri
at hava menninar tøkar um
kvøldið um kvøldið.
Lønin fyri tilkallivakt er
14 krónur um tíman ger-
andisdegar. Hinvegin eru
viðurskiftini viðvíkjandi til-
kallivakt um vikuskiftið eru
fingin í rættlag.
Men verða menninir boð-
sendir til arbeiðis, fáa teir
løn eftir sáttmálanum og tá
fellur 14 krónurs-gjaldið
fyri tilkallivaktina burtur, tí
hetta gjaldið er bara fyri at
vera tøkur.
Ingeborg Vinther sigur, at
Føroya Arbeiðarafelag hev-
ur kravt, at menninir fáa løn
fyri tilkallivakt frá klokkan
fimm til klokkan átta um
morgunin og frá klokkan
fimm um kvøldið, tá ið
veðrið talar fyri tí.
Men
fyribils
hevur
Landsverkfrøðingurin ikki
viljað góðtikið tað.
Ingeborg Vinther sigur, at
fæst hetta ikki í rættlag heilt
skjótt, verður avleiðingin, at
Føroya Arbeiðarafelag fer
at kalla allar menninar, sum
grivið kava til fundar.
Og har fer at verða av-
gjørt, at teir fara ikki aftur
at grava kava, fyrrenn
stovnurin er sinnaður at be-
tala ta løn, sum tilkallivakt-
irnar, sum hann eigur
Formaðurin í Føroya Ar-
beiðarafelag
sigur,
at
Landsverkfrøðingurin hev-
ur fingið hesi boðini, men
enn eru viðurskiftini ikki
fingin í rættlag.
Eitt nýtt útspæl er komið
frá landsverkfrøðinginum,
men tað er ikki endaliga
viðgjørt í Føroya Arbeið-
arafelag enn.
Men Ingebortg Vinther
leggur dent á, at tí er tolið
við at verða uppi.
Føroya Arbeiðarafelag setir nú hart ímóti hørðum:
Hótta við at leggja
landið lamið næstu
ferð tað fer at kava
Landsverkfrøðingurin og Føroya Arbeiðarafelag eru ósamd um, hvussu nógv
teir, sum rudda kava, skulu hava fyri tilkallivakt. Og nú er tolið við at vera uppi
ÁKI BERTHOLDSEN
Foreldrafelagið í Hoyvík-
ar hevur aftur havt fund
um støðuna í fólkaskúl-
anum, nú lærararnir hava
lagt arbeiðið niður.
Fundurin týskvøldið
var fyri øll foreldur at
børnum í skúla í Hoyvík
og mesta prátið snúði seg
um tað óskipaðu skúla-
gongdina, sum hevur ver-
ið í kjalarvørrinum á lær-
araverkfallinum. Og ikki
minst varð tosað um tað
ótryggu støðuna, sum
børnini eru komin í eftir,
at teir sáttmálasettu lær-
arnir fóru í verkfall.
Verkfallið ger, at børn-
ini hava rættiliga nógvar
frítímar inn ímillum og
hesar
millumtímarnar
ganga tey fyri vág og vind
tí lærararnir, sum eru til
arbeiðis, hava ikki um-
støður at ansa eftir børn-
unum.
Og tað dámar foreldr-
unum í Hoyvík lítið, tí
skúlin liggur ein høvuðs-
veg við nógvari ferðslu,
sum hartil gongur skjótt.
Endamálið við fundin-
um var at lýsa støðuna og,
hvørjar avleiðingar hetta
hevur fyri børnini, bæði
viðvíkjandi undirvísing
og tryggleikanum.
Bæði Undirvísingar- og
Mentamálastýrið, Fíggj-
armálastýrið, Lærarafel-
agið,
Skúlaráðið
og
Barnaverndin í Havn
vóru boðin við á fundin,
men bara Skúlaráðið
møtti. Lærarafelagið gav
avboð, tí tað lá ikki fyri.
Á fundinum upplýsti
foreldrafelagið, at Undir-
vísingar og Mentamála-
stýrið hevði ikki enn svar-
að áheitanini, sum felagið
sendi 13. mars. Í áheitan-
ini varð stýrið mint á, at
tað hevði yvirumsjónina
við skúlanum og heitt
varð á tað um at ansa eftir,
at galdandi reglar verða
hildnar.
– At stýrið ikki hevur
svarað má tulkast sum
líkasæla og vit mugu
spyrja, hvat fólkaskúla-
lógin er verd tá ið mynd-
ugleikarnir ikki taka hana
í álvara, sigur foreldra-
felagið.
Felagið sigur, at við
verkfallinum er rættiligt
óskil komið á undirvís-
ingina.
Men mist undirvísing
kemur ikki aftur, hug-
burðurin hjá børnunum
mótvegis skúlanum verð-
ur niðurbrotin, uppmøt-
ingin versnar og sostatt
eisini áhugin og næming-
arnir ganga fyri vág og
vind í millumtímunum.
Foreldrini heita tí staði-
liga á myndugleikarnar
um at greiða ósemjuna, so
at undirvísingin kemur í
rættlag aftur.
Tey siga eisini, at trygd-
in hjá børnum er fremst í
huganum og tey flestu
foreldrini halda tí, at tað
er frægast at hava tey
smæstu børnini heima,
sum støðan er.
Frægast at hava
tey smáu heima
Mynd av
skúla
børnum
ÁKI BERTHOLDSEN
Almennir stovnar eru blivn-
ir herviligir at bróta sátt-
málan við Føroya Arbeið-
arafelag.
Á aðalfundinum í Føroya
Arbeiðarafelag um viku-
skiftið segði formaðurin,
Ingeborg Vinther, at tað var
ein alsamt vaksandi trup-
ulleiki, at almennir stovnar
bróta sáttmálan, tí tað
kemur oftari og oftari fyri.
Hon heldur, at almennir
stovnar skuldu heldur ging-
ið undan sum góð fyridømi
á fakfelagsøkinum og gjørt
sítt ítarsta fyri at havt skipað
viðurskifti á arbeiðsmarkn-
aðinum.
Men tað gera teir ikki. Tí
tvørtur ímóti taka mál seg
javnan upp um almennir
stovnar, sum bróta sáttmál-
an á ymsum økjum.
Ungir leiðarar verri
Ingeborg Vinther sigur, at
hetta er ein nýggjur trup-
ulleiki hjá Føroya Arbeið-
arafelag, tí fyrr kom tað
næstan ikki fyri almennir
stovnar brutu sáttmálan.
Hon sigur, at hon dugir
ikki rættiliga at siga.
–Møguliga hevur tað
samband við politisku sam-
gonguna sum situr, tí tað
skerst ikki burtur, at trup-
ulleikarnir eru nógv versn-
aðir tey seinastu árini.
Men hon heldur eisini, at
hetta hevur samband við
ættarliðsskiftið í almennum
leiðarastørvum.
Tað tykist sum um teir
yngru, væl útbúnu leiðar-
arnir, sum eru komnir beint
av skúlabonki í útlondum,
og sum í dag yvirhøvur
Almennir stovnar halda ikki sáttmálan
mynda teir almennu stovn-
arnir, eru nógv harðrendari
at fáast við, enn teir gomlu,
sigur Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at tað tykist
sum um teir sita hvør á sín-
um pávaveldið og stýra, utt-
an atlitið fyri teimum sátt-
málum, sum eru galdandi á
arbeiðsmarknaðinum.
Formaðurin í Føroya Ar-
beiðarafelag sigur, at tað eru
øll sløg av trupulleikum,
sum taka seg upp ímillum
almennar stovnar og Føroya
Arbeiðarafelag.
– Eitt nú gongur tað strilti
at fáa summar almennar
stovnar at gjalda yvirtíð,
eins og gjaldið til eftirløn
og lívstrygging er ein trup-
ulleiki.
Ingeborg Vinther heldur
at tað er nógv fyri, at al-
mennir stovnar betala upp í
8% til eftirløn og lívstrygg-
ing til summar bólkar í sam-
felagnum, men at teir sam-
stundis ikki unna vaskikon-
um 3% til somu endamál.
Hetta er m.a. støðan hjá
Toll- og Skatt í Vágum
– Samstundis ætla polit-
ikararnir at hækka sína egnu
løn heili 70% í summum
førum,
sigur
Ingeborg
Vinther.
Hon heldur, at tað er ov
galið, at tey skulu vera
noydd til at stevna og leggja
arbeiða niður fyri at al-
mennir stovnar skulu geva
verkafólki síni rættindi.
Hon leggur dent á, at tað
er sera týdningarmikið, at
fólk fylgja væl við at tey
fáa síni rættindi og siga frá,
tá ið almennir stovnar, eins-
væl og privatir arbeiðs-
gevarar ikki vilja halda
sáttmálan.
Føroya Arbeiðarafelag hevur eitt dagligt stríð fyri at fáa almennar stovnar at geva
verkafólki tey rættindi, tey eiga eftir sáttmálanum. Ingeborg Vinther heldur, at teir skuldu
heldur gingið undan sum eitt gott fyridømi. Her er formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag
avmyndað á aðalfundinum um vikuskiftið, har hon greiðir fakfelagsfólki frá onkrum
Savnsmynd úr Hoyvíkar Skúla
Námsfrøðiligir fundir
Arbeiðs- og útbúgvingarviðurskifti broytast so skjótt, sum ongantíð áður. Fyrr var ikki óvanligt, at børnini nýttu somu bøkur,
sum foreldrini høvdu brúkt. Nú er hetta heilt broytt. Ferð eftir ferð hoyrir tú sum lærari, at næmingarnir gremja seg um, at
foreldurini duga ikki at hjálpa teimum. Á ein hátt eru lærarar í somu skóm. Teir fáa nýggjar og øðrvísi bøkur - bøkur við
innihaldi, sum partrvís er ókent. Alt hetta krevur, at lærarar mugu fylgja við, um teir ikki skulu "sovna".
Viðmerking frá Føroya Lærarafelag:
Eftir áheitan frá Føroya Lærara-
felag endurprenta vit greinar,
sum hava staðið í Skúlablaðnum,
sum herfyri varð sent í hvørt hús
í landinum
Námsfrøði er føroyska orð-
ið fyri pædagogik, sum
merkir læran um uppaling;
men vanliga hugsa vit um
uppaling og undirvísing. Tá
ið vit hugsa um námsfrøði-
ligar fundir, meina vit við
allar teir fundir, sum inni-
haldsliga eru so, at næming-
ar/lærar mennast betur. Sagt
við øðrum orðum: Fundirnir
hava til endamáls, at næm-
ingarnir skulu
· trívast betur
· hava lættari við at ogna sær
nýggja vitan
· hava lættari við at læra.
Lærarar skulu fylgja við í
· nýggjum fakligum inni-
haldi
· nýggjum tólum
· nýggjum frálæruhættum,
so eisini teir trívast betur.
Ein farin tíð
Onkur kann spyrja, er hetta
nú neyðugt? Fyrr var einki
sovorðið fjas við fundum av
øllum handa slag, og næm-
ingarnir dugdu minst líka
væl, sum teir gera nú - ja,
helst dugdu teir betur!
Innast inni - hjá summum
ógvuliga langt inni - vita
helst øll vaksin, at ikki er
rætt at sammeta skúlan í dag
við realskúlaskipanina. Tá
sluppu bara tey dugnalig-
astu í realskúla, og hini
noyddust so úr skúlanum.
Fleiri vóru tey, ið gleddu seg
til síðsta skúladag, bert
fjúrtan ára gomul. Men
framtíðarmøguleikarnir tá
vóru helst betur uttan fyri
skúlan. Skipini høvdu altíð
brúk fyri einum ungum
røskum dreingi, og gentur-
nar fóru út at tæna, í handil
ella arbeiða í fisk.
Hetta er alt ein farin tíð.
Skipini sigla næstan mann-
leys. Krøvini til fiskaarbeiði
av øllum slag eru sera
strong. Heimini standa tóm
- børnini fáa eina professi-
onella røkt uttan fyri heim-
ið.
Mugu fylgja við
Arbeiðs- og útbúgvingar-
viðurskifti
broytast
so
skjótt, sum ongantíð áður.
Fyrr var ikki óvanligt, at
børnini nýttu somu bøkur,
sum foreldrini høvdu brúkt.
Nú er hetta heilt broytt. Ferð
eftir ferð hoyrir tú sum lær-
ari, at næmingarnir gremja
seg um, at foreldrini duga
ikki at hjálpa teimum. Tey
siga børnumum, at hetta og
hatta hava tey ikki lært, ella
siga tey, at tey lærdu alt øðr-
vísi tá.
Á ein hátt eru lærarar í
somu skóm. Teir fáa nýggj-
ar og øðrvísi bøkur - bøkur
við innihaldi, sum partrvís
er ókent. Nýggj fólkaskúla-
lóg og broyttar kunngerðir.
Alt hetta krevur, at lærar-
ar mugu fylgja við, um teir
ikki skulu "sovna".
Fyri at fylgja við er neyðugt
við fundum, styttri skeiðum
og tilfari at seta seg inn í.
Hesir fundir liggja altíð eftir
skúlatíð, so tað eykaar-
beiðið, ið stendst av hesum,
er ikki so lítið. Men hetta er
neyðugt, skal skúlin - og
harvið alt samfelagið fylgja
við í tí menning, sum er um
meginpartin av knøttinum.
Toymi og
verkætlanararbeiði
Nýggj evni ínnan skúlan er
m. a. toymi og verkætlan-
ararbeiði.
Toymi meinast við, at
tveir/tríggir lærarar, ið hava
ein flokk, regluliga hava
fundir og ráðleggja undir-
vísingarinnihald og -gongd,
bæði fyri alt árið, men eisini
meira í smálutir einar tríggj-
ar mánaðir fram.
Verkætlanararbeiði
er
tvungin setningur frá næsta
skúlaári. Tá skulu næming-
arnir gera eina uppgávu,
sum er hóskandi í vavi. Hon
er ikki partur av einari áv-
ísari lærugrein, men skulu
so nógvar "lærugreinar"
sum møguligt takast við í
uppgávuna. Álagt verður
lærarum at ganga til hjálpar
og leggja næmingunum lag
á, meðan uppgávan verður
gjørd. Á hendan hátt verða
teir lærdir at byggja upp og
gera eina uppgávu. Teir
verða ikki kastaðir út í nak-
að, sum teir so mugu klára
sum best - tað kenna vit frá
miðnámsskúlum.
Alt hetta krevur, at lærarar
seta seg inn í arbeiðið við
at gera verkætlan, og tað
verður sjálvandi gjørt eftir
skúlatíð.
Starvsfólkapolitikkur
Landið gongur undan við-
víkjandi starvsfólkapoli-
tikki. Í dag er bert ein spurn-
ingur um, nær skúlarnir fáa
ein. Kommunuskúlin hevur
í longri tíð arbeitt við at
orða ein starvsfólkapolitikk,
og hevur tað kravt eitt ótal
av fundum, og nógv hevur
verið at sett seg inn í. Júst
nú verður arbeitt við "sorg-
arpolitikki", sum verður ein
partur av starvsfólkapoli-
tikkinum, tá ið hetta evnið
er liðugt viðgjørt.
Einki er at ivast í, at for-
eldrasamarbeiðið og fund-
arvirksemið veksur, tá ið
skúlaráð verða sett á stovn
sambært nýggju skúlalóg-
ini.
Torgerð gevst
við Áarvegin
Eftir at hava selt sjálvgjørdar prýislutir úr silvuri á
Áarvegnum í Havn í 10 ár pakkar Torgerð Suðuroy
saman 1. apríl
JOHN JOHANNESSEN
Kendi føroyski silvursmiðj-
urin og skemtarin, Torgerð
Suðuroy, letur nú aftur
handil sín við Áarvegin í
Havn.
Men Torgerð sigur tó, at
hetta hvørki er orsakað av,
at hon ikki orkar meira ella
tí tað ikki gongst væl at selja
lutirnar. Torgerð er upp-
søgd, tí húsini við Áarvegin
skulu seljast.
Tískil æltar silvursmiðj-
urin í Vági at halda fram at
selja føroyskar gávulutir,
prýði til føroyska búnan og
annað føroyskt prýði í
høvuðsstaðnum.
Hetta
verður í handlinum Sirri í
Vágsbotni, har Suðuroyar
Ullvirki selur føroyskar
troyggjur í serligum nýmót-
ans sniði.
Torgerð Suðuroy sigur, at
nú handilin við Áarvegin í
Havn letur aftur, fær hon
betur stundir at klæða sutt-
ur, barnaskógvar og aðrar
minniligar lutir fyri fólk.
Hetta, sigur hon, hevur víkt
fyri handlinum við á Áar-
vegin.
Ikki javnbjóðissettir
Stutt fyri jól stóð eitt svar
ella ein viðmerking til eina
grein av mær í Oyggjatíð-
indi 1. desember 1999.
Tað var endurgáva av
fyrstu av 6 smástyttum og
smávegisbroyttum grein-
um, sum staðið hava í
Dagblaðnum frá februar/
mars 1995 og framhald-
andi, 28 íalt, í Oyggjatíð-
indum til fyri tveimum ár-
um síðani.
Trúgvi F. Guttesen sig-
ur, at eg eri yrkymlaður
um ríkisfelagsskapsmálið
sum hann væl skilir, legg-
ur hann aftrat, og at eg vil
hava sambandskar, dansk
sinnaðar føroyingar at
flyta niður aftaná eitt full-
veldi. Hetta seinasta ivist
eg í er vent til mín, møgu-
liga tjóðveldispolitikkarar.
Eg helt annars, at ongin
grund var til at ivast í at
skrivarin er á loysingar-
síðu. Eg haldi meg ikki
hava sagt nakrastaðni í
greinunum, at sambandsk-
ir føroyingar skulu flyta
niður aftaná fullveldi,
heldur ikki lagt upp til tað.
Her skal eg leggja aftrat,
at sjálvandi hava føroying-
ar, sum hava føroyskan bú-
staðarrætt somu rættindi,
tí statsborgararætturin, ein
skal til at tosa um, er
danskur enn. Ongin ser-
stakur føroyskur statur er.
Trúgvi
F.
Guttesen
nevnir so eitt uppskot um
samríki við Danmark í
sama viðfangi, sum tosið
um ørkymlanina um ríkis-
rættarligu viðurskiftini, so
hann kemur næstan at
siga, at eg skuldi kunnað
tikið undir við tí. Tað geri
eg ikki. Í uppskotinum,
Sambandsflokkurin
ar-
beiðir við nú, um Samríki,
er onki nýtt hent frá støð-
uni frammanundan eins og
í ríkisfelagsskapsuppskot-
inum hjá J. Eidesgaard fyri
Javnaðarflokkin
undir
navninum
Sjálvstýri.
Hvørki brýtur við ríkisfel-
agsskapin, sum hann hig-
artil er kendur. Hetta er
eisini trupult, tí gera tey
tað, skal sambandsflokk-
urin næstan til at upploysa
seg sjálvan. Javnaðar-
flokkurin skal til at taka
frástøðu frá fyrru søgu
síni, tí undir krígnum, ser-
liga í 1946 og stovna
flokkin á nýggjum grund-
arlagi.
Eisini sigur Trúgvi F.
Guttesen, skilt við hetta,
at eg skal hava skrivað í
greinunum, at summir
føroyingar síggja niður á
aðrar orsakað av polit-
iskari støðutakan á hvør
sínari síðu í loysingarmál-
inum. Tað ljóðar sum um
tað er í tí smáa í daglig-
degnum, sum eg ikki
minnist meg hava sagt, og
er egnað til at láturliggera
trupulleikan. Eg nevni
hetta helst í samband við
starvseting í tí almenna og
alment líknandi størvum,
har so nógv er goldið úr
Danmark, so støðan til tað
landið illa er undan-
komandi at hava týdning.
Tað er ikki so nógv at
síggja niður á sum at vit
ikki eru javnbjóðissettir
har. Skúlin er í flestu før-
um í Keypmannahavn ella
Áarósa og øðrum býum
niðri. Samskiftið har endar
fyrr ella seinni hjá døunum
í danska statinum, um lag-
að skal verða fyri starvi.
Nú haldi eg, at eg eftir
minni havi viðmerkt tað
mest ella alt av tí, ið stóð í
stutta stubbanum í Dimm-
alætting stutt inn í des-
ember síðsta ár, endurtikið
á síðu 2 í Sosialinum fáar
dagar seinni.
Keypmannahavn
27. mars 2000
Mannbjørn J. Jacobsen