Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mai 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 83 - 3. mai 2002 Nr. 83 - 3. mai 2002 5 Nú seinastu upptøku- royndirnar í Føroyum til Politiskúlan í Keypmannahavn eru av, er greitt, at tríggjar kvinnur og ein maður eru slopp- in inn. – Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at kvinnurnar hava havt greiðan meiri- luta, sigur Uni Vestur- eið, politiinspektørur ÚTBÚGVING Vilmund Jacobsen Tað má sigast at vera »in« hjá kvinnum í hesum tíðum at læra til løgreglumann. Seinastu upptøkuroynd- irnar í Føroyum til Politi- skúlan í Keypmannahavn eru nú av, og greitt er, at av fýra upptiknum næming- um, eru tríggjar kvinnur og ein maður. Uni Vestureið, politi- inspektørur, sigur, at hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at kvinnur hava havt greiðan meiriluta av teimum, sum fara til Danmarkar at út- búgva seg til løgreglumann. – Gongst hesum næm- ingum sum ætlað, verða teir við á føroyska politista- liðnum um eini trý ár, tá ið útbúgvingin í Danmark er lokin. Tveir av næmingunum byrjaðu 1. apríl og tveir byrja 1. august í ár. 15 undir útbúgving Uni sigur, at samlaða talið av føroyskum næmingum, sum útbúgva seg til løg- reglumenn, nú er komið uppá 15, og tá eru næming- arnir íroknaðir, sum skulu byrja í august. – Men áðrenn hesi gerast virkin í Føroyum, eru aðrir løgreglumenn farnir frá vegna aldur. So, talan er tó ikki um somu øking á før- oyska politistaliðnum, sigur hann. Tey, sum hava áhuga fyri starvinum sum løgreglu- menn, kunnu altíð søkja, tí til ber nevniliga at søkja um upptøku alt árið. – Næstu upptøkuroynd- irnar verða stutt eftir summarfrítíðina, og tá skal aftur finnast fram til fýra føroyingar, sum vilja taka avbjóðingina uppá seg, sig- ur Uni Vestureið. Politiinspektørurin sigur, at fleiri ungar kvinnur og ungir menn ynskja at gerast løgreglumenn, enn pláss er fyri. – So, tað er ikki trupult at fáa næmingar á Politiskúl- an, leggur hann aftrat. Kvinnur vilja vera løgreglumenn Av fýra næmingum, sum byrja á Politiskúlanum í Keypmannahavn í ár, eru tríggjar kvinnur. – Og tað er ongantíð hent áður, sigur Uni Vestureið, politiinspektørur Mikudagin viðgjørdi Føroya Rættur eitt mál um ein 18 ára gamlan drong, sum ákærdur fyri at gera eina roynd at bróta inn í eina teldu hjá løgregluni. Rættar- málið vardi í fimm tímar TELDULÓGARBROT Stefan í Skorini Drongurin vil ikki játta seg sekan í at hava hakkað seg inn á telduna hjá løgregl- uni, men hann viðgongur, at hann hevur verið á inter- netinum í tí tíðarskeiðnum, sum lógarbrotið skal hava verið framt. Dómur verður sagdur í málinum komandi mikudag. Málið hevur verið sera drúgt, tí lógarbrotini, sum drongurin er ákærdur fyri, vórðu framd í oktober mánað í 1999, tá hann var 15 ára gamal. Talan var um, at ákæru- valdið fór at leggja ákær- urnar móti dronginum til viks, men tá hann ikki vildi játta seg sekan, endaði málið í rættinum. Drongurin skal hava gjørt tvær royndir sama dag at bróta inn í telduna, sum tó ikki var á innanhýsis netin- um hjá løgregluni. Tí kundi drongurin ikki fáa hendur á týðandi ella loyniligum málum. Drongurin hevur ikki hakkað gjøgnum heima- síðuna hjá løgregluni í Før- oyum, tí hon var als ikki á internetinum tá. Løgreglan hevði hinvegin internet- samband, sum mest varð nýtt til at senda teldupost. Drongurin hevur ikki fingið hendur á nøkrum upplýsingum gjøgnum telduna, tí hon hevði eina trygdarskipan, sum forðaði hesum. Um tað hevði eydnast, so hevði hann kunnað lisið teldupost mill- um løgregluna og borgarar, og hann hevði eisini kunn- að fingið fatur á loyniorð- um. Í desember varð ein maður dømdur fyri stuldur, tá hann hakkaði seg inn á eina teldur og tók loyni- orðið til internetsambandið hjá viðkomandi. Soleiðis kundi hann fara á internetið uttan at gjalda. Maðurin fekk ein tvey ára treytaðan dóm, sum merkir, at um hann ger slíkt lógarbrot næstu tvey árini, so skal hann inn at sita. Harumframt skuldi mað- urin rinda 1.200 krónur í bót. FRAMSÝNING Stefan í Skorini Leygardagin 4. mai letur ein nýggj listaframsýning upp í Riberhúsi í Fuglafirði. Framsýningin letur upp klokkan 16, og tað er Eivør Pálsdóttir, ið eigur málningarnar. Umframt at hyggja eftir málningunum verður eisini livandi tónleikur at hoyra. Áskoðararnir fáa eisini kaffi og køkur afturvið. Eivør er serliga kend innan tónleikin í Føroyum, men nú roynir hon seg eisini sum listamálara. M-DAGUR Stefan í Skorini Leygardagin 4. mai klokkan 11 letur markn- aður upp í Sjónleikar- húsinum. Hesin dagurin verður nevdur M-dag- urin. Tá verða dyrnar latnar upp til landsins størsta marknaðardag. Tað er Havnar Sjón- leikarfelag, sum skipar fyri tiltakinum fyri at savna pening inn til felagið. Sjónleikarfelagið sig- ur, at tey hava fingið eins nógvar lutir inn í ár sum undanfarin ár. Tey siga eisini, at tey ongantíð hava fingið so fáar lutir, sum ikki kunnu brúkast. Tey leggja seg altíð eftir at hava eina ávísa góðsku á marknaðardegnum. Nógvir áhugaverdir lutir vera at fáa til keyps hesuferð. Nevnast kunnu sjónvørp, stereoanlegg, kikararar og lutir, sum savnarar møguliga hava áhuga í. Harumframt er innbúgv, klæðir, leikur, køksamboð, teppi, gard- inir og mangt annað eis- ini at fáa. Granskingarráðið hevur fingið nýggj- an stjóra. Talan er um Rúnu Hildu- berg, sum nú tekur við starvinum GRANSKINGARRÁÐ Stefan í Skorini Høvuðsuppgávan hjá Granskingarráði Føroya er at ráðgeva løgtingi og landsstýri í granskingar- málum og at virka sum millumlið millum før- oyskt vinnulív og før- oyskar myndugleikar. Ráðið hevur tvey um- boð frá Føroya Arbeiðs- gevarafelag og eitt um- boð frá Fiskimálastýr- inum, Vinnumálastýrin- um, Heilsumálastýrinum og Mentamálastýrinum, sum eisini velur for- mannin. Uppgávurnar hjá ráð- num eru at játta og um- sita peningaligan stuðul til føroyska gransking, at leggja ætlanir fyri granskingartiltøk, at taka stig til og stuðla týdn- ingarmiklum gransking- artiltøkum og at standa fyri og umsita gransking- arætlanir hjá aðalstýrum og øðum. Rúna Hilduberg fær ábyrgdina av nýggju umsitingini. Hon er út- búgvin í Danmark, Før- oyum og USA sum verk- frøðingur, og hon hevur masterútbúgving (MMT) í ídnaðarleiðslu, fyriskip- an og menning. Hon hevur áður arbeitt í privatari vinnu innan ídnað, handverk og byggivinnu í Føroyum og uttanlands. Eisini hevur hon arbeitt hjá tí almenna sum deildarstjóri fyri vinnu- og miðnáms- skúladeildina í Menta- málastýrinum og sum lærari á Føroya Stu- dentaskúla og HF-skeiði. Eivør hevur listaframsýning Marknaðardagur í Sjónleikarhúsinum Rúna Hilduberg stjóri í Granskingar- ráðnum RÚSEVNI Stefan í Skorini Ein 37 ára gamal føroyskur maður varð mikudagin dømdur seks mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri keyp av rúsevnum. Maðurin játtaði seg sekan, men hann fer at hugsa seg um, áðrenn hann tekur við dóminum. Maðurin varð dømdur fyri at hava keypt 860 gramm av hassji, 28 gramm av amfetamini og 20 gramm av kokaini. Hesin handil er farin fram yvir fleiri ár, og alt hevur verið til egið brúk. Maðurin játtaði, at hann hevur keypt størsta partin av rúsevnunum frá einum manni, sum framvegis situr í varðhaldinum hjá løgregluni í stóra rúsevnismálinum. Treytaður dómur Ein 21 ára gamal maður varð eisini dømdur í Føroya Rætti mikudagin fyri brot á lógina um euforiserandi evni. Maðurin fekk 74 dagar treytaða fongsulsrevsing. 60 dagar vóru fyri keyp av rúsevnum, og 14 dagar vóru fyri brot á ferðslu- lógina. Hann er dømdur fyri at hava keypt 60 gramm av amfetamini, og hann seldi 20 gramm víðari við einum vinningi á 1.000 krónur. Eisini hevur hann keypt 15 ecstacy pillarar til sín sjálvs og vinir. Lógarbrotini eru framd í Danmark, men av tí at talan er um eitt ájáttanarmál, kundi rættarfundurin vera í Føroyum. Drúgt rættarmál um teldusník 6 mánaðir handan rimar C M Y K 5 4