fríggjadagur 3. mai 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 83 - 3. mai 2002
Nr. 83 - 3. mai 2002
7
Orku- og umhvørvis-
ráðstevnan, sum
Føroya Náttúru- og
Umhvørvisverndarfel
ag skipar fyri, varð
sett í Norðurlanda-
húsinum hósmorg-
unin. Stevnan er sett
at vara í tveir dagar
og hevur ein fjøl-
broytta skrá við fyri-
lestrahaldarum bæði
úr Føroyum og uttan-
eftir
RÁÐSTEVNA
Edvard Joensen
Tórshavn: Umhvørvisráð-
stevnan varð sett av Eyðuni
Elttør, landstýrismanni við
orku-
umhvørvismálum.
Síðan varð farið beinleiðis
til fyrirlestrarnar, sum eru
nógvir og fjølbroyttir.
Rættiliga passandi fyri
eina umhvørvisráðstevnu i
Føroyum, nevndi tónleika-
bólkurin, sum spældi, tá
stevnan varð sett, seg
Tjaldur. Og aftan á Tjaldr-
inum kom Eyðun Elttør og
setti stevnuna.
Landstýrismaðurin tosaði
um orku. Um hvussu nógva
orku vit í veruleikanum
brúka, uttan at hugsa um
tað. Tá vit gera hetta ella
hitt. Líkamikið hvat vit taka
okkum fyri, brúka vit orku.
Um hvussu vit eiga at
hugsa okkum um, tosaði
hann, og hugleiddi víða. Já,
sjálvt tað hann stóð heima í
køkinum og vaskaði upp,
vísti hann á, varð eisini
brúkt orka.
Eyðun Elttør, landsstýris-
maður vónaði, at orku- og
umhvørvisráðstevnan, sum
nú var sett, fór at kasta ljós
á viðurskifti, sum vit føroy-
ingar eiga at taka upp og
kjakast um.
Fyrilestrahaldarar
eru
komnir uttan úr heimi at
greiða frá ymsum verkætl-
anum og royndum við
ymiskum orkukeldum. Tað
verið seg vind, ljós ella hav-
streymar.
Eisini er ein íslendingur,
Jón Bjørn Skúlason, komin
at greiða frá íslendskari
verkætlan við millum ann-
að at reka eitt skip við
brintorku.
Av øðrum útlendskum
fyrilestrahaldarum
kann
millum aðrar nevnast fyrr-
verandi danski umhvørvis-
málaráðharrin,
Sven
Auken, sum seinnapartin í
dag fer at halda fyrilestur
um orku- og umhvørvis-
politikk í Danmark.
Eftir at Eyðun Elttør,
landsstýrismaður,
hevði
sett stevnuna í gjár, helt
Kári Thomsen, formaður í
Føroya Náttúru- og Um-
hvørvisverndarfelag, fyri-
lestur, har hann millum
annað tók eitt sindur aftur í
søgu felagsins.
Hann nevndi millum ann-
að, at felagið varð stovnað á
grækarismessu 1980, og
nevndi í hesum sambandi
stovnaran og eldsálina,
Tormóð Dahl.
Eisini kom Kári Thom-
sen inn á veðurlagsbroyt-
ingar, sum verið hava, síðan
farið varð undir at máta
veðrið. Hann nevndi mill-
um annað, at í bara í
«okkara tíð« er hitalagið
broytt, soleiðis at tað nu á
norðaru hálvu er meira enn
hálvt stig heitari, enn tað
var fyri góðari øld síðan.
Sum vera man, verður
eisini tosað um el-orku á
slíkari ráðstevnu, og fara
fleiri av útlendsku fyri-
lestrahaldarunum at gera
tað.
Men eisini føroyingar
vita eitt sindur um el-orku,
og tí greiddi Klæmint
Weihe, stjóri í SEV, frá í
fyrilestri, hann helt beint
eftir, at Kári Thomsen
hevði hildið sín fyrilestur.
Seinni út á dagin skuldu
millum aðrar Knud Simon-
sen, havfrøðingur, og Sign-
ar Heinesen, verkfrøðingur,
halda fyrilestrar um ávika-
vist veðurlagsbroytingar og
um
vindmátingar,
sum
gjørdar eru.
Fyrilestrarnir, sum hildn-
ir fara at verða um miðja
stevnuna, vera í stóran mun
rímiliga tekniskir. Talan
verður um fakfólk, sum
fara at greiða frá verkætl-
anum og royndum, tey hava
gjørt í ymsum londum.
Móti endanum av stevn-
uni, seinnapartin í dag, fer
Håvard Turesen úr Noreg at
halda fyrilestur, sum hann
nevnir Norðurlendskt um-
hvørvisarbeiði.
Síðan kemur Sven Auken
við sínum fyrilestri um
danskan
umhvørvispoli-
tikk, og at enda á skránni,
klokkan 16.00 í dag, fer
Katrin Dahl Jacobsen, løg-
tingslimur, at halda fyrilest-
ur, sum hon nevnir: Skrá
fyri framtíðar orku- og um-
hvørvispolitikk.
Leggja nógva orku í ráðstevnuna
Eyðun Elttør, landsstýrismaður við orku- og umhvørvis-
málum, setti stevnuna við at minna á, at eisini tá vit vaska
upp heima, brúka vit nógva orku
Mynd: Jens Kristian Vang
Tónleikabólkurin Tjaldur spældi, tá Orku- og umhvørvisráðstevnan varð sett í
Norðurlandahúsinum
Mynd: Jens Kristian Vang
SEV stjórin veit eisini okkurt at siga um orkunýtslu í Føroyum
Mynd: Jens Kristian Vang
– Tað vil vera at ganga
ímóti fólkaviljanum,
um flokkar, sum
ganga inn fyri ríkis-
felagsskapinum, ikki
koma at vera við til at
mynda komandi sam-
gongu, sigur Edmund
Joensen, sum fekk eitt
rimmar val í Eystur-
oynni
VAL OG SAMGONGU-
MØGULEIKAR
Jan Müller
Tað var ein ovurfegin
Edmund Joensen, fyrrver-
andi formaður Sambands-
floksins og fyrrverandi løg-
maður, sum fylgdi val-
úrslitinum týskvøldið, tí tá
avtornaði fekk hann eina
dygga álitisváttan frá velj-
arunum og varð afturvaldur
við einum tí besta úrslitin-
um hann hevur havt øll
árini í politikki við undan-
taki av valinum í 1990, har
hann setti met sum um-
dømisvaldur í Eysturoynni
við 501 atkvøðum. Hesa-
ferð fekk hann 430 atkvøð-
ur, og tað heldur Edmund
Joensen sjálvur er eitt frá-
líkt úrslit, tá hugsað verður
um, hvussu sterk uppstill-
ingin varð í oynni og
hvussu lítil lokali skansin á
Oyrabakki er. Edmund kom
á ting í 1988 og hevur so-
statt verið tingmaður í 14
ár. Hann hevur eisini røkt
formanssessin hjá flokkin-
um, hevur verið løgmaður
og sitið á fólkatingi. Í dag
er hann formaður í ting-
bólkinum.
Edmund Joensen er sera
fegin um úrslitið hjá Sam-
bandinum, men verri var,
at tað »skrekkscenario«
hann hevði ímyndað sær
undan valinum, gjørdist
veruleiki: nevniliga at tað
kom at standa á jøvnum,
og teir smáu flokkarnir
gjørdust tungan á vágskál-
ini. Hann heldur, at løgting-
ið, áðrenn tað fór til hús,
átti at sett landsstýrinum
eitt misálit fyri at sleppa
undan at koma í hesa støð-
una. Undirtøka varð tó ikki
fyri tí. Varð hetta gjørt, so
varð eingin í landsstýrinum
í løtuni.
Leggja frá sær
Edmund Joensen heldur, at
samgongan eigur at leggja
frá sær og roynt eigur so at
verða at finna ein nýggjan
meiriluta. Møguleikarnir
eru nógvir viðgongur hann.
Uppá fyrispurning um tað
ikki er vandi fyri, at Sam-
bandsflokkurin hóast hann
gjørdist vinnari á valinum
kemur at verða settur uttan
fyri eina samgongu, sigur
Edmund Joensen, at tað vil
hann sanniliga ikki vóna.
Tað vil so verða móti fólka-
viljanum. Tað eru tey ríkis-
felagsskapssinnaðu, sum
hava vunnið valið. Og út frá
tí skal Sambandsflokkurin í
eina samgongu.
Fyrrverandi
formaður
Sambandsfloksins heldur
tað eisini verða sera áhuga-
vert at merkja sær, at tað
var meira hóvligi sjálvstýr-
isvongurin – ella sum
onkur hevur kallað hann,
sambandsvongurin,
í
Fólkaflokkinum, sum vann
valið í størsta valdøminum,
og tað heldur hann vera eitt
áhugavert signal til leiðsl-
una
í
Fólkaflokkinum.
Sjálvur heldur hann, at vit
finna sama tendens í Javn-
aðarflokkinum og vísir til
nýggja tingmann floksins í
Sandoynni. Hann heldur
sum heild, at tað var meira
sambandssinnaði vongurin
í Javnaðarflokkinum, sum
kom best frá valinum eisini.
Út frá hesum sannroyndum
heldur Edmund Joensen, at
tað átti at verið ein stórur
meiriluti
millum
stóru
flokkarnar,
Sambands-
flokkin, Fólkaflokkin og
Javnaðarflokkin fyri eini
samgongu millum teir.
Fýra flokkar
Men Edmund Joensen vil
kortini ikki útiloka nakrar
møguleikar. Hann heldur
tað eisini vera ein góðan
møguleika við eini sam-
gongu millum Sambands-
flokkin, Javnaðarflokkin,
Sjálvstýrisflokkin og Mið-
flokkin, tvs. eina B,C,D,H
samgongu. – Tað vil kanska
altíð vera ein viðbrekin
samgonga við báðum teim-
um smáu, men hinvegin, tá
tú hevur gjørt eina við 17
tingmonnum og ein leypir
frá, so fæst hon ikki frá
aftur, uttan at tú hevur 17
ímóti. Tvs. at ein fær ikki
spælt hund við hinum. So-
leiðis kann man siga, at hon
er minni viðbrekin enn ein
líknandi fyrr við 17 ting-
monnum.
Samanumtikið
heldur
Edmund Joensen, at valið
er ein sigur fyri tey, sum
velja ríkisfelagsskapin, og
leggur hann serstakan dent
á, at hetta er eisini ein
ósigur
fyri
víðgongdu
kreftirnar í Fólkaflokkin-
um.
Ein fegin Edmund Joensen, sum heldur tað vera at ganga móti
fólkaviljanum, um flokkar, ið ganga inn fyri
ríkisfelagsskapinum ikki koma í samgongu
Mynd Jan
Besta samgonguboð hjá fyrrv. løgmanni og formanni Sambandsfloksins:
ABC ella BCDH
Edmund Joensen fekk dygga
álitisváttan frá veljarunum í
Eysturoynni. Her er hann
saman við einum av sínum
dyggu stuðlum, konuni
Edfríð uttan fyri heimið á
Oyrabakka
Mynd Jan
C
M
Y
K
7
6