fríggjadagur 3. mai 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 83 - 3. mai 2002
Nr. 83 - 3. mai 2002
9
–Vit royndu at fáa
fólk um at brúka
høvdið meiri enn
hjartað og tað gav
úrslit, sigur Johan
Dahl, nyvaldur
tingmaður fyri
sambandsflokkin
LØGTINGSVALIÐ
Áki Bertholdsen
– Eg fari at brúka tingsessin
til at arbeiða fyri Suður-
oynni – og til at arbeiða fyri
Føroyum sum heild.
Nývaldi tingmaðurin hjá
sambandsflokkinum
í
Suðuroynni, Johan Dahl, er
ómetaliga væl nøgdur við
valið.
Hann hevur ikki sitið á
tingið fyrr, men við 300
persónligum atkvøðum, var
tingsessiurin hesuferð bæði
tryggur og sannførandi. So-
statt fekk Johan Dahl væl
meiri enn tvær ferðir so
nógvar atkvøður sum næsti
maður á listanum, sum var
Finnleif Guttesen, borgar-
stjóri á Tvøroyri, sum fekk
114 atkvøður.
At Johan Dahl bleiv
nýggja stjørnuskotið hjá
sambandinum í Suðuroy,
fekst ein ábending um
longu á fólkatingsvalinum,
tí hóast tað var fyrstu ferð,
hann stillaði upp yvirhøvur,
fekk hann yvir hálvtannað-
hundrað atkvøður.
– Sjálvsagt hevði eg vón-
að at vit fingu eitt gott væl,
men at eg skuldi fáa 300 at-
kvøður, hevði eg ikki
droymt um, sigur hann.
Sjálvur hevði hann vænt-
að, at sambandsflokkurin
fekk eitt gott val, men hann
sigur, at tað góða úrslitið er
sanniliga ikki komið av sær
sjálvum.
– Vit hava arbeitt hart
uppundir valið. Vit hava
tosað nógv við fólk, vit
hava skrivað nógv og vit
hava rikið dúgliga. Vit hava
roynt at føra okkara mál
fram og fyrst og fremst
hava vit heitt á fólk um at
brúka høvdu ístaðin fyri at
lata seg stýra av hjartanum.
Sjálvsagt skal hjarta vera
við, men politikkur er ikki
bara ein spurningur um
kenslur, tað er eisini ein
spurningur um vit og skil
og tað hevur veljarin tikið
at sær.
Menna Suðuroynna
Vit spurdu síðani Johan
Dahl, hvat hann ætlar at
brúka núvunna tingsessin
til.
– Eg vóni sanniliga, at vit
koma í samgongu, so at vit
fáa ávirkan og har fari eg at
brúka tingsessin til at ar-
beiða á ein hátt, sum gagn-
ar
samnfelagnum
best
møguligt. Men eg fari eis-
ini at brúka tingsessin til at
arbeiða fyri Suðuroynni.
Johan Dahl sigur, at í
Suðuroynni er tað nøkur
mál, sum tað hevur stóran
týdning at fáa upp á pláss.
– Fyrst og fremst er tað
tunnilin ímillum Øravík og
Hov, sum vit mugu arbeiða
fyri.
Annars hevur Johan Dahl
róð framundir, at politikar-
ar í Suðuroy skulu seta seg
saman at gera eina suður-
oyarætlan, har teir stinga út
í kortið, hvussu teir vilja
hava oynna at síggja út um
20-30 ár, heilt úre Sandvík,
suður til Sumbiar.
– Nú valið er av, stendur
hann framvegis við, at tann
ætlanin skal gerast.
– Vit skulu gera ein
áhugabólk fyri oynna við
teimum politikarum, sum
eru valdir fyri oynna, um-
framt umboðum fyri øðrum
áhugabólkum, og í tí bólki-
num skulu vit leggja eina
framtíðarætlan fyri, hvussu
Suðuroyggin skal mennast
og byggjast út tey næstu
20-30 árini.
Hann sigur, at eitt er sam-
ferðsla, men tað eru eisini
onnur viðurskifti, eitt nú
verður tað alneyðugt at út-
vega fleiri arbeiðspláss í
oynni til fólk við útbúgv-
ingum, eitt nú at seta al-
menn størv á stovn í Suður-
oynni, heldur enn í Havn-
ini.
Í hesum sambandi hugsar
hann ikki so nógv um størv,
sum longu eru, men um
nýggj størv.
Hann heldur, at teir
politikarar, sum eru valdir
fyri Suðuroynna, Jóannes
Eidesgaard, Hergeir Niel-
sen, Henrik Old og hann
sjálvur, skuldi havt góðar
fortreytir fyri at arbeitt
saman um eina slíka ætlan.
Er ikki í vanda
Annars er tað onkur ið hev-
ur stúrt fyri, at kemur ein
nýggj samgonga til, fer hon
at raðfesta útbyggingarnar
kring um í landinum øðr-
vísi enn hendan samgongan
hevur gjørt og at tað kann
seta
útbyggingar,
sum
ætlanin er at fara undir í
Suðuroy tey næstu árini, í
vanda, eitt nú bergholið
ímillum Øravík og Hov,
miðnámsskúlan í Vági,
djúphavnina í Vági og sam-
ferðsluhavnina í Vági.
Men tí stúrir Johan Dahl
ikki fyri.
Sjálvur metir hann, at
tunnilin ímillum Øravík og
Hov hevur størstan týdning
og hann sigur at kemur
sambandsflokkurin til val-
ið, verður tunnilin gjørdur í
næsta valskeiði, tí hann er
neyðugur fyri at fáa sam-
ferðsluna í oynni at hanga
saman.
Han vísir eisini á, at sam-
ferðsluhavnin á Tvøroyri er
heilt einfalt neyðug at gera,
men hann dugir heldur ikki
at síggja, at ein samgonga
við sambandsflokkinum,
fer at raðfesta Suðuroynna
aftari enn tann, sum nú hev-
ur sitið.
Nýggjur tingmaður ovfarin av úrslitinum
– Ein samgonga við sambandsflokkinum, fer ikki at raðfesta
Suðuroynna aftari enn samgongan í farna valskeiði, hevur
gjørt, sigur Johan Dahl, nývaldur tingmaður fyri Suðuroynna.
Karsten Hansen er
fegin um undirtøku-
na, hann sjálvur fekk
á valinum, hóast
hann ikki slapp inn
LØGTINGSVALIÐ
Áki Bertholdsen
–Eg haldi avgjørt, at sam-
gongan eigur at halda fram,
tí verður kósin, sum er
stungin út í kortið, slept,
hevði tað verið stórt spell.
Karsten Hansen, lands-
stýrismaður í fíggjarmálum
var ein av trimum lands-
stýrismonnum, sum ikki
vórðu valdir inn á ting á
løgtingsvalinum mánadag-
in.
Saman við teimum báð-
um sjálvstýrismonnunum,
Eyðuni Elttør og Sámal
Peturi í Grund, varð hann
ov stuttur at røkka Løg-
tinginum hesuferð.
Sjálvur fekk hann 283 at-
kvøður og tað eru tvær
ferðir so nógvar sum á sein-
asta vali í 1998. Í Klaksvík
var hann toppskorðari hjá
tjóðveldisflokkinum
við
241 atkvøðum, 18 atkvøður
fleiri enn Heini O. Heine-
sen, sum fekk 223 atkvøður
í Klaksvík og sum annars
varð valdur við 329 atkvøð-
um tilsamans.
Karsten Hansen er heldur
ikki at tjóðveldisflokkurin
fekk so gott val, sum hann
hevði ætlað.
Men hann er sera væl
nøgdur við sítt egna at-
kvøðutal
– Sjálvur eri eg sera væl
nøgdur við valið, tí eg havi
tvífaldað atkvøðutalið frá
seinasta vali. Ikki minst er
hann nøgdur, tí hann hevur
ikki havt tær bestu um-
støðurnar at føra valstríð.
– Eg havi verið upptikin
av sáttmálasamráðingum
ein stóran part av tíðini
ímeðan hini valevnini hava
ført valstríð. Men tað gjørdi
eg, tí eg raðfesti samráðing-
arnar hægri enn valstríðið,
og tað iðri eg meg ikki um í
dag, hóast eg ikki var vald-
ur.
Karsten Hansen heldur
avgjørt ikki, at verkfallið
hevur gjørt honum fortreð í
valstríðnum. At eg tvífald-
aði atkvøðutalið bendir ikki
á, at verkfallið hevur verið
ein meinbogi.
Eigur at halda fram
Karsten Hansen heldur av-
gjørt, at samgongan eigur
at halda fram.
– Tað veldst fyri ein stór-
an part um, hvat løgmaður
ger, men eg haldi avgjørt, at
samgongan hevur møgu-
leika at halda fram.
– Tað kundi so verið sam-
an við Miðflokkinum, sum
hevur samtykt á aðalfundi,
at hann tekur undir við full-
veldinum. So saman við
Miðflokkinum er meiriluti
fyri sjálvstýristilgongdini.
So er spurningurin um tað
fæst semja við Miðflokkin
um onnur mál, eitt nú
blokkniðurskurðin og onur
mál við.
Men so er tað eisini ein
møguleiki at fáa javnaðar-
flokkin upp í samgonguna.
Og hann leggur afturat, at
skuldi boð verið eftir hon-
um at vera við at manna
landsstýrið eitt skeið aftur-
at, er hann til dystin fús.
Eg taki fegin eitt tørn afturat
Hóast vánaligar umstøður at føra valstríð,
fekk eg tvær ferðir so nógvar atkvøður sum
á seinasta vali, so eg kann ikki annað enn
vera væl nøgdur, sigur Karsten Hansen.
– Arbeiðið, sum skal
gerast fyri at fáa
virkið at lúka krøvini,
eru rættiliga umfat-
andi, men eigararnir
vóna, at tað verður
liðugt fyri summar-
frítíðina
ARBEIÐI
Áki Bertholdsen
Hvalba: Tað verður ikki
fyrrenn einaferð í summar,
at arbeiðið verður aftur á
flakavirkinum í Hvalba.
Í løtuni verður arbeitt
uppá at gera ábøtur á virkið
og at broyta tað, so at tað
lýkur øll krøv frá myndug-
leikunum til at tað kann
farast undir virksemið.
Men Johan Páll Joensen í
Klaksvík, sum er ein av
høvuðsmonnunum
aftan
fyri nýggja virkið, sigur, at
hetta arbeiðið er so mikið
umfatandi, at tað helst fer
at taka einar tveir mánaðir
afturat, áðrenn virkið verð-
ur liðugt og endaliga góð-
kent.
–Tað gongur sína gongd
og høvdu vit kunna byrjað
at virka fisk fyri summar-
frítíðina, hevði tað ikki
verið so galið, men tað er
ikki vist, sigur hann.
Verður sum áður
Johan Páll Joensen sigur, at
tá ið virkið letur uppaftur,
verður tað helst við grund-
arlagið í tí fiskivinnu, sum
er í Hvalba frammanundan.
Tvs, at virkið fer enn sum
áður, at taka ímóti fiskinum
frá djúpvatnstrolarunum.
Hann sigur, at bátarnir
fiska eini 5.000 tons um
árið og hevði nýggja virkið
í Hvalba kunna fingið
bróðurpartin av tí, hevði
tað ikki verið so galið.
Nú er virkið í Hvalba
frammanundan
farið
á
heysin tvær ferðir, men tit
høvdu neyvan farið undir
tað aftur, høvdu tit ikki
vónir um, at tað fór at bera
til?
– Nei, tað høvdu vit ikki.
Vit hava vónir um at tað
skal bera til, ikki minst tí at
virkið í Hvalba verður ein
partur av einum samtaki,
sum frammanundan telur
eitt virki í Klaksvík, eitt á
Eiði og eitt í Sørvági og so
nú, eitt virki í Hvalba
afturat.
– At tað eru fleiri virki í
samtakinum, gevur tað
okkum nógvar fyrimunir,
sum gera raksturin bíligari.
–Eitt nú kunnu vit keypa
fisk og vørur og tilfar í
felag, vit kunnu hava felags
sølu o.s.fr. Hann sigur, at
nú fleiri virki eru, er tað
eisini lættari at keypa heilar
lastir og so at føra fiskin
ímillum virkini at virka, so
at hvørt virkið verður
spesialiserað til virka ávís
fiskasløg.
Klaksvíkingar og
hvalbingar
Tað er eitt sølufelag í
Klaksvík hjá Johan páll
Joensen, sum eigur helvtina
av virkinum í Hvalba. Hina
helvtina eiga hvalbingar,
við teimum báðum trolar-
unum Steintór og Niels
Paula, Arbeiðsmannafelag-
num og Arbeiðskvinnu-
felagnum, á odda.
Í sambandi við flaka-
virkið í Hvalba er eitt felag
stovnað, sum eigur bygn-
ingarnar og eitt annað fe-
lag, sum skal standa fyri
sjálvum rakstrinum.
Hvalbingar og Klaksvík-
ingar eiga hvør sína helvt
av hvørjum felag.
– Hetta er eitt virksemi,
sum er bygt uppá álit ímil-
lum partaeigararnar, sigur
Johan Páll Joensen.
Hann sigur, at virkið
kostaði tríggjar milliónir at
keypa, men partapening-
urin í feløgunum, sum eiga
og skulu reka tað, er seks
milliónir.
– Sostatt verður lítil og
ongin skuld í tí, tá ið vit
byrjað og tað er ein fyri-
munur.
Tá
ið
flakavirkið
í
Hvalba einaferð letur upp,
verður tað undir navninum
Suðurís.
– Tað er útfrá tí, at í
hesum samtakinum, hava
vit longu frammanundan
Norðís á Eiði, Eysturís í
Klaksvík og Vestís í Vág-
um, sigur Johan Páll Joen-
sen.
Arbeiðið aftur á
flakavirkinum í
Hvalba í summar
– Tá ið flakavirkið í Hvalba letur upp aftur einaferð í summar, verður tað undir navninum
Suðurís
C
M
Y
K
9
8
In
ter
S
k
y
k
y
k
y
L
i
n
e
4.995,-
Sky digital
SERTILBOÐ
uml. 3 vikur bíðitíð
Kort og móttakari, alt fæst
nú á einum stað.
Hevur hetta tín áhuga,
eru vit at hitta á
tlf. 421411
ella 215328
Kortsáttmála beinleiðis við Sky Digital.
Sjálvandi tann tryggasta loysnin. Hví noyðast við nakrar fáar rásir
tá tú kanst síggja tær flestu.
Tað eru umleið 200 rásir at velja ímillum
Nøkur dømi:
Sky One
Sky Sports 1-2-3-4
UK Gold
BBC 8 ymiskar
Channel 4 og 5
Discovery 14 ymiskar rásir
MTV 4 rásir
God Channel 2 rásir
Sky Movie 10 rásir
Disney Children 4 rásir
Cartoon Network 2 rásir
CNN News
FTV news
ITV sport