fríggjadagur 3. mai 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 83 - 3. mai 2002
Nr. 83 - 3. mai 2002
11
Heri Eysturlíð
Í
valsendingini
í
ÚF
fríggjakvøldið vísti Jó-
annes Eidesgaard seg - sum
ikki einaferð - frá síni
noblu síðu, tá ið hann
samanbar samgonguna við
tær kreftir, sum virkaðu í
Týsklandi fyri sjeyti árum
síðani. Eisini kom fram, at
hann helt tað vera í fínasta
lagi, at hann fyri ári síðani
hevði
samanborið
eina
semju í samgonguni við ta
tiltiknu Krystallnáttina -
náttina, sum var byrjanin til
jødatýningina.
Nakrir av Eidesgaardsa
lærusveinum hava tikið
hesi meistarans orð til sín
og endurtikið tey í bløðun-
um. Onkrir av vatnberar-
unum í flokkinum halda
enntá teir føroyingar, ið
ikki góðtaka slíkan vitleys-
an málburð, vera fullar í
sjúkligum hatri.
Veri teir glaðir fyri, at
Jóannes Eidesgaard ikki er
politikari í Tðsklandi.
Eftir øllum at døma eru
týskarar meira hatskir enn
føroyingar, tí í Týsklandi
hevði Jóannes Eidesgaard
verið revsaður fyri slík
úttalilsir. Í Týsklandi er
bannað við lóg at triviali-
sera jødatýningina, nakað
sum Jóannes Eidesgaard so
sanniliga hevur gjørt seg
sekan í, annaðhvørt tað nú
er medvitið ella í blektað-
um bðttiskapi og fákunnu.
So mætir menn sum Chur-
chill og Jeltsin hava sann-
að, at ringt er at tosa beint
frá livrini, tá ið hon liggur í
spritti.
Fleiri EU-lond umhugsa
at samtykkja líknandi lóg
sum ta týsku viðvíkjandi
jødatýningini.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Tað er eingin loyna, at Sambandsflokkurin gjørdist
stóri vinnarin á valinum – og Tjóðveldisflokkurin veru-
ligi taparin, hóast hann bleiv næststørstur. Formaður
floksins gjørdi púra greitt undan valinum, at hetta var
at meta sum ein fólkatkvøða fyri fullveldi ella sam-
bandi. Úrslitið bleiv, at samgongan misti meirilutan og
fekk minni enn 50% av atkvøðunum. Við øðrum orð-
um endaði hasardpolitikkurin hjá Tjóðveldisflokkinum
við einum stórum bakkasti. Meiriluti av veljarunum
vrakaði hann. Hóast hesa sannroynd roynir formaðurin
kortini at vísa aftur, at fullveldið tapti, tí tað stendur á
jøvnum millum andstøðu og samgongu í tingmanna-
tali. Hetta er at sleppa sær undan veruleikanum, tí tað
eru atkvøðuprosentini vit skulu hyggja eftir í hesum
føri. Og tey tala sítt greiða mál.
Vit hava fleiri ferðir gjørt vart við, at víðgongda
fullveldiskósin hjá tjóðveldisleiðsluni fór hvørki at
gagna flokkinum ella sjálvstýrissøkini uppá longri sikt.
Vit hava ávarað móti hesum og lagt upp til, at flokkurin
heldur enn at koyra við 180 km. ferð setti ferðina niður
og fór undir eina hóvligari gongd saman við øðrum
flokkum, sum eisini vilja vinna Føroyum meira
stjálvstýri. Men tjóðveldisleiðslan vildi ikki lurta eftir
øðrum. Heldur ikki eftir hóvligu kreftunum í sínum
egna flokki, ið heldur ynsktu konsensus tvs. semju-
søkjandi politikk heldur enn solospælið og harvið
konfrontatiónina. Ístaðin fyri at lodda dýpið í fólkinum
og øðrum flokkum valdi leiðslan beint tvørturímóti at
gera hetta valið til eina fólkaatkvøðu millum loysing
og samband. Ístaðin fyri at lurta eftir signalunum frá
hinum samgonguflokkunum fór Tjóðveldisflokkurin
undir eitt valstríð, har lagt varð upp til eina øsing móti
øllum øðrum flokkum, sum bara vildu tøma landskassa
og borðreiða við lívslygnum. Leiðslan fór so langt
sum at ganga frá løgtingssamtyktini um sjálvstýri
Føroya til at framskunda gongdina og legði upp til, at
Føroyar longu kundu gerast fullveldi í komandi skeiði.
Hvat fekk sama politiska leiðslan so burtur úr! Meira
enn 50% av fólkinum segði nei. Men ikki nokk við tí.
Onnur 25% av veljarunum, teir flestu hjá Fólkaflokk-
inum og Sjálvstýrisflokkinum søgdu eisini nei til
víðgongdu fullveldiskósina hjá Tjóðveldisflokkinum.
Meira hóvligu kreftirnar í hesum flokkum, eitt nú í
fólkafloksháborgini í Havn, vunnu ein greiðan sigur,
kreftir, sum Tjóðveldisflokkurin hevur skýrt ramasta
samband og annað verri. Og úrslitið gjørdist eisini, at
sjálvstýrisveljararnir vrakaðu fullveldissinnaða partin
av flokkinum og valdu inn tingmann, ið gongur inn fyri
eini hóvligari sjálvstýristilgongd. Leggja vit alt hetta
saman og seta hetta í sambandi við tær útmeldingar
sum løgmaður er komin við og sum als ikki eru í tráð
við valstríð Tjóðveldisfloksins, so er tað ein nógv vikn-
aður og uppaftur meira isoleraður Tjóðveldisflokkur
vit síggja eftir valið. Men hvør veit, kanska valúrslitið
fer at fáa Tjóðveldisflokkin til at taka í egnan barm og
vilja semjast við aðrar flokkar um eina meira hóvliga
sjálvstýristilgongd. Tá eigur flokkurin avgjørt at verða
áhugaverdur fyri aðrar at samstarva við. Spurningurin
tá er um tað er ov seint, og um tað kann hugast, at
løgmaður og flokkur hansara út frá óhepna sam-
starvinum fara at venda Tjóðveldisflokkinum bakið og
venda sær til hinar stóru andstøðuflokkarnar.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Hóvliga gongdin vann
VIÐMERKINGAR
Útiløgufrensur
Nú valið er farið
og einki fekst svarið
um hvør nú skal landinum ráða
so ymiskt tey meta
men øll vilja seta
seg sjálvan í sessin tann háa
Nú øll hava vunnið
og frens hava funnið
sum skal hesar pástandir prógva
í loftmiðlastøðum
eins væl sum í bløðum
grundgevingar fáa vit nógvar
Alt landið jú visti
at samgongan misti
sín meir'luta - skeiðið er runnið -
tað burtur má tigast
tó vil Zacharias
nú halda at hon hevur vunnið
edvard
Í Týsklandi hevði
hann verðið revsaður
Ingi Kirke
Hvat er hetta fyri nakað?
Jú tað snýr seg um okkara
sjúkrakassa.
Føroya Løgting tvingar øll
sum búgva í Føroyum at vera
limir í sjúkrakassanum!
Eg helt vit høvdu so mikið
av fríheit í Føroyum, at vit
kundu velja at vera limir í tí vit
vildu vera limir í! Men nei!
Nær fer Løgtingi at tvinga
meg inn í ein ølklubb, eina
losju, ella kanska fara tær at
tvangsinnleggja meg á psyki-
atriskudeild.
Hví?
Hvat er endmálið?
Hví tvinga fólk til nakað tey
ikki vilja vera ein partur av?
Eg nokti at gjalda mínar
rokningar frá sjúkrakassanum,
og hvat hendir so? Jú, tað
verður tikið frá mær við lóg,
gjøgnum skattin! Stuttligt ha?
Og ikki nokk við at teir stjala
mínar pengar, teir skulu enntá
hava ómaksløn fyri at stjala
teir! Mær vitandi í minsta lagi
Kr. 300,00.
Er tað dýrt?
Er tað dýrt at vera tvangslimur
í sjúkrakassanum? Ja, tað er!
Og tað besta er, at teir av-
gera sjálvir hvussu nógv vit
skulu gjalda, tí vit mugu
gjalda! Tað er samtykt við lóg!
Tað næsta verður sikkurt, at
teir samtykkja, at gjaldið skal
enn longur upp! Jubbi!
Frælsið?
Hvar bleiv frælsið av?
Higartil havi eg ímynda mær
eitt Føroyar í frælsið, har hin
einstaki kann velja hvat hann
vil hava við at gera!
Men Føroya Løgting hevur
samtykt við lóg, at RÆNA
okkara frælsið!
Eg sum "fríur" føroyingur,
MÁ vera limur í sjúkrakassan-
um, eg sleppi ikki burturúr!
Mítt frælsið er stolið av Før-
oya Løgtingi! Tað er samtykt
við lóg, at eingin av okkum
kann vera frælsur! Er tað ikki
deiligt? Kanska er tað tí, at
eingin av okkum hevur nakað
millum oyruni sum er brúki-
ligt! Halda teir!
Kann nakar hjálpa mær?
Er tað nakar politikkari sum
vil arbeiða fyri, at eg kann fáa
mítt frælsið aftur?
Lovar tú mær tað, so er mín
stemma tín - næstu ferð!
Hvat er trupulleikin?
Tú undrar teg kanska yvir hvat
tað er sum er so ræðuligt við at
vera limur í sjúkrakassanum.
Tað er ikki ræðuligt at vera
limur í sjúkrakassanum. Tað er
frælsið sum er tikið frá mær!
Eg vil út, men eg sleppi ikki!
Tað vil í veruleikanum siga, at
um gjaldi ferð upp á Kr.
20.000 um mánaðin, so má og
skal eg gjalda! Tað er samtykt!
Eg veit ikki hvussu tú hevur
tað, men tá eg ikki kann sleppa
burturúr nøkrum sum eg ikki
vil vera ein partur av, tá síggji
eg tað, sum at mítt frælsið er
tikið frá mær, og er frælsið
fyrst tikið frá mær við lóg, so
er ikki nakað sum er ómøgu-
ligt at fremja, við eini samtykt
í Føroya Løgtingi!
Kom hetta mál nakrantíð út
til fólkaatkvøðu?
Nokk fyri hesuferð!
Eg skrivi nokk aftur tá teir
hava stjolið mínar pengar!
Og minnist til ómaks-
lønina!!!!!!!!!!
Eg vil ikki vera ein partur av tí, men tað er
samtykt at eg má!
Mikukvøldið
eydnaðist tað 7. flokki
í Vági at sleppa
norðureftir. Hetta er
fyrsta stig á longi
ætlaðari námsferð til
Danmarkar og
Noregs, men sum
verkfallið nærum
setti eina bremsu fyri
FERÐSLA
Dagfinn Olsen
Verkfallið hevur avbyrgt
Suðuroynna í meira enn 14
dagar, tá tað viðvíkur van-
ligum ferðafólkaflutningi.
Hetta hevur m.a. 7. flokkur
í Vági merkt, tí til tað síðsta
hevur verið ivi um, hvørt
tey sluppu á námsferðina,
sum tey hava fyrireikað síð-
ani tey gingu í 4. flokki.
Útvarp Føroya segði søg-
una um skúlaflokkin í Vági,
tá ÚF vitjaði í Vági týsdag-
in í samband við løgtings-
valið. Eftir hetta fekk
flokkurin nøkur tilboð um
flutning um Suðuroyar-
fjørð, men tá var ætlan løgd
um at fara við Roc Ama-
dour, sum kom aftur úr Ís-
landi mikudagin.
Roc Amadour hevur ve-
rið og selt í Íslandi eftir
góðan túr, men hevði ringt
veður á heimleiðini, so
hann var nakað seinkaður.
Eisini bíðaðu teir nakað,
áðrenn teir sluppu úr
Íslandi fyri ódnarveður.
Men mikudagin kom Roc
Amadour á Vág og klokkan
20 mikukvøldið fóru næm-
ingar og lærarar til Havnar
við Roc Amadour. Har skal
báturin gera nakrar umvæl-
ingar, áðrenn hann hós-
kvøldið aftur kemur á Vág,
fyri síðani at fara beinleiðis
aftur á fiskileið.
Missa dagar
Foreldur og onnur veitraðu
farvæl á bryggjuni í Vági
klokkan 20 mikukvøldið. Í
Havn skuldi flokkurin gista
á Skansanum, fyri síðani at
fara um Vestmannasund við
Silju seinnapartin hósdag.
Ætlandi skuldi flokkurin
flúgva mikudagin, men
fekk flogferðina útsetta til
hóskvøld. Ferðin er longd
við einum degi, men tó er
tað so, at tey missa ein dag
av námsferðini, orsakað av
verkfallinum.
Í Vági hava røddir verið
heldur ivasamar um, at
undantak hevur verið givið
at flyta aðrar bólkar um
eittnú Vestmannasund við tí
grundgeving, at ferðin hev-
ur verið fyrireikað leingi.
Neyvan øvundar nakar
nøkrum nakað, men tað
skerst ikki burtur, at ferðin
hjá 7. flokki í Vági hevur
verið fyrireikað í áravís, og
hevði tað ikki verið fyri
fiskiskipini, so var einki
samband um Suðuroyar-
fjørð og flokkurin úr Vági
slapp ikki av oynni og enn
minni út um landoddarnar á
námsferð.
Á námsferðini skal 7.
flokkur í Vágs Skúla vitja í
Danmark og í Noreg.
So sluppu skúlanæming-
arnir í Vági avstað
Klokkan 20 mikukvøldið sluppu næmingarnir í 7. flokki í Vágs Skúla við Roc Amadour til Havnar og hetta var fyrsta stig á leingi
fyrireikaðu námsferðini til Danmarkar og Noregs, sum verkfallið nærum setti eina bremsu fyri
Mynd: D.Olsen
Hans Birgir
Hansen
Eg vil alment heita á
fólkavaldu politikarar
um at fáa endurskoða og
dagført rúsdekkalógina
og skerpa alt eftirliti við
rúsdrekkasølu og út-
skeinkjan sum skjótast!
Eg vil alment heita á
fólkavaldu politikarar
um at endurskoða og
dagføra tubbakslógina
og skerpa eftirliti við
blaðkioskum, matstov-
um, ølklubbum í Føroy-
um!
Eg vil hava tykkum at
seta teimum forboð at
selja øl og sigarettir til
børn, ungdómar undir
18 ára aldursmark, so
slepst
undan
øllum
skaðum og viðgerðum!
Eg vil hava tykkum at
endurskoða og dagføra
politiviðtøku fyri Tórs-
havn, ið er meira enn
100 ára gomul, og fáa
ein standard politivið-
tøku fyri alt landið!
Eg vil hava tykkum at
fáa Fútaskrivstovuna og
politistøðina at hond-
hevja áðurnevndu lógir
og eftirlit, so vit sleppa
undan teimum keðiligu
avleiðingunum!
Tað skal setast øllum
forboð at ferðast við
Bygdaleiðir/Strandfaras
kipum
tá
fólk
eru
sjónliga ávirkaði og tá
hesi smakka sær á, á
øllum farleiðum!
Tað
skal
sleppast
vanlig ferðandi undan
slíkum ólevnaði á øllum
farleiðum og á Farstøð-
ini í Havn!
Slíkt vil spara samfel-
agið/húsarhaldið
100
tals mió. kr. hvørt ár og
sleppa okkum undan at
familjur upploysast og
hjún sundurlisin, ið rak-
ar børnini ein sær!
Eg eri offur fyri eini
røð av kensludrápum og
samansvørjan
við
tí
skipa terror/telefonterr-
or ein líður undir í eini
fremmanda og ómynd-
uggeran í Havn!
Tað er ein andstygd at
børn, ungdómar, tilkom-
in, eldri fólk í Havnini/-
Suðurstreymoy ið eru so
ófólkaliga skikkaði og
óuppdrigin heiman í frá,
ið øll sýna mær!
Tað er hugstoyt at
síggja hesi gerast sam-
felagstaparar, ið fingið
hava niðursett heila-
aktivitet við rúsdrekka
og teldum og kunningar
og samskiftistøkni!
Sigrun Samuelsen
Fyri einum góðum ári
síðan
boðaðu
tvey
arbeiðarafeløg okkum í
verkfall, nú skuldi tíma-
lønin verða tíðarhósk-
andi fyri limir teirra.
Ingeborg
og
Vígdis
fingu ein hampuliga
góðan
lønarsáttmála
ígjøgnum,
vit
vóru
nøgdar og fóru glaðar
aftur til arbeiðis, eftir at
hava verið í verkfalli í 3
vikur.
Men hvat hendir nú 1.
mai í ár, hvar tímalønin
skuldi hava eina stóra
uppgongd, og hvar vit í
nærum í ein heilan mán-
að hava hoyrt politikk-
ara eftir politikkara víst
á,
hvussu
vælferðin
stendur í blóma í Føroy-
um, og landskassin hev-
ur næstan 700 milliónir í
yvirskoti.
Nú
hevur
Vígdis
undirskrivað ein sátt-
mála, har vit frá 1. mai
verða
fastløntar,
og
helmingurin, ið arbeiða
á Landssjúkrahúsinum,
missa yvirtíðina og fara
umleið 20% niður í løn.
Hvussu kann ein fakfel-
agsformaður gera slíkt
ímóti limum sínum, var
tað bara fyri at toknast
Ingeborg, at Havnar Ar-
beiðskvinnufelag
var
við í verkfallinum í fjør?
Munur á
fagfelagsformonnum
VIÐMERKINGAR
Fólkavaldu
politikarar hyggi her?
C
M
Y
K
11
10