fríggjadagur 3. mai 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 83 - 3. mai 2002
Nr. 83 - 3. mai 2002
13
Anfinn Kallsberg
hevur kallað and-
støðuflokkarnar sam-
an til eitt prát seinna-
partin í dag
SAMRÁÐINGAR
Heri á Rógvi
Anfinn Kallsberg, løg-
maður, hevur kallað and-
støðuflokkarnar saman til
fundar í dag. Talan verður
um fundir, sum mestur fara
at vera óformellir, har løg-
maður leggur upp til eitt
orðaskifti við flokkarnar.
Løgmaður hevur longur
tosað við sínar samgongur
felagar, Tjóðveldisflokkin
og Sjálvstýrisflokkin. Løg-
maður
hevur
sambært
stýrisskipanina rætt til at
halda fram, um hann ikki
fær ein meiriluta ímóti sær.
Við Útvarp Føroya sigur
Anfinn Kallsberg, at at ein
møguleiki er, at hava eina
samgongu, sum ikki hevur
meirilutan ímóti sær. Men
ein smøl samgonga er við-
brekin, viðgongur hann.
Tískil er helst neyðugt at
finna ein breiðan politiskan
grundvøll.
Jógvan Mørkøre, sam-
felagsfrøðingur, hevur áður
úttalað seg um, at Fólka-
flokkurin er tann flokkurin,
sum situr í einari lyklastøðu
undan samgongusamráð-
ingunum.
– Føroya fólk hevur
sagt nei til sitandi
samgongu og verandi
samgongupolitikk, og
teir mugu leggja sjálv-
stýrispolitikkin um,
sigur Jóannes Eides-
gaard
SAMRÁÐINGAR
Heri á Rógvi
Jóannes Eidesgaard, for-
maður í Javnaðarflokki-
num, hevur eisini saman
við sínum floksmonnum
fingið fundarboð frá løg-
manni.
Jóannes Eidesgaard hev-
ur heldur ikki útilokað nak-
ran
møguleika,
áðrenn
hann fer á fundin. Áður
hevur nógv verið tosað um
eina samgongu millum
Javnaðarflokkin og Sam-
bandsflokkin, men hendan
er ikki møgulig uttan so, at
aðrir stuðlar vera við.
Formaður Javnaðarflok-
sins tulkar valúrslitið so-
leiðis, at fólkið hevur sagt
nei til samgonguna, hóast
hon ikki hevur fingið ein
meiriluta ímóti sær.
– Føroya fólk hevur sagt
nei til sitandi samgongu og
verandi samgongupolitikk,
og teir mugu leggja sjálv-
stýrispolitikkin um, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Formaðurin leggur dent,
at politiska innihaldið í ein-
ari komandi samgongu ikki
má vera fullveldi.
– Vit virða, at løgmaður
situr við ein møguleika
sum hesum, og hetta haldi
vit sjálvandi, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Hann ásannar eisini, at
tað hevði komið óvart á
mong, um Tjóðveldisflokk-
urin og Javnaðarflokkurin
høvdu funnið saman, eftir
ljóðinum í valstríðnum at
døma.
Jóannes Eidesgaard sigur
seg hava upplivað tað áður,
at flokkar leggja á aðra
leið, eftir valúrslitið er
greitt.
– Vit mugu fyrst og frem-
st virða fólkið. Fólkið hev-
ur sagt, at ferðin má setast
niður í sjálvstýristilgongd-
ini. Tað er greið tala, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Nýggi tingbólkurin hjá
Javnaðarflokkinum
skal
eisini hittast fyri fyrstu
ferð, har menn fáa ein kjans
at hitta hvønn annan og
práta saman. Nýggi maður-
in í tingbólkinum er Ger-
hard Lognberg í Skopun.
Um sítt persónliga val
sigur Jóannes Eidesgaard,
at hann er glaður og takk-
samur fyri tann nógva
stuðulin. Hann misti tó per-
sónliga nógvar atkvøður.
Hann heldur, at hetta skyld-
ast serliga, at tvøroyrarfólk
vildu hava tveir menn inn á
Tvøroyri. Vanliga er ein
maður haðani valdur, og
hesaferð var tað um reppið,
at veteranurin Sverri Mid-
jord varð valdur inn á ting.
Allir hinir tríggir ting-
menninir vórður valdir í
syðra endanum av Suður-
oynni.
Jóannes Eidesgaard:
Samgongan má hálsa um
–Vit mugu fyrst og fremst virða fólkið. Fólkið hevur sagt, at
ferðin má setast niður í sjálvsstýristilgongdini. Tað er greið
tala, sigur Jóannes Eidesgaard.
Fara til samráðingar í dag
Løgmaður er nú farin
undir at kunna seg um,
hvørjar møguleikar hann
hevur at skipa samgongu.
– Sjálvstýris-
tilgongdin er ikki
fallin, sigur Høgni
Hoydal, nú flokkar-
nir eru farnir undir
at skipa samgongu
SAMRÁÐINGAR
Heri á Rógvi
Formaður
Tjóðveldis-
floksins, Høgni Hoydal,
er bjartskygdur undan
innleiðandi samgongu-
samráðingunum.
– Sjálvstýristilgongdin
er ikki fallin, staðfestir
Høgni Hoydal.
Hann heldur, at teir
hava fleiri samgongu-
møguleikar. Teir hava
higartil
havt
fundir
innanhýsis í samgongu-
ni. Høgni Hoydal heldur
eisini, at samgongan hev-
ur
góðar
møguleikar
møguleikar
at
halda
fram.
Høgni Hoydal tulkar
valúrslitið soleiðis, at tað
stendur messum á jøvn-
um. Hann heldur ikki, at
samgongan
eigur
at
leggja frá sær, tí hendan
ongan meiriluta hevur
ímóti sær.
– Mín tulking er, at
samgongan fall ikki, sig-
ur Høgni Hoydal.
Tjóðveldisflokkurin
hevði í gjár fundir í ting-
bólkinum, har teir m.a.
ætla at skipa seg.
Høgni Hoydal:
Vit hava fleiri
møguleikar
Lesið
-tað loysir seg
Høgni Hoydal heldur eisini, at samgongan hevur góðar
møguleikar møguleikar at halda fram.
Leygarkvøldið tann
4. mai verður farið
aftur í 80’ini í høll-
ini á Kambsdali, har
bæði tónleikabólkar
og plátuvendari fara
at standa fyri ferð-
ini aftur í áttatiár-
ini, tá alt gekk við
rúkandi ferð
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Leygarkvøldið tann 4.
mai verður farið aftur í
80’ini í høllini á Kambs-
dali. Orkestrini Science
Fiction, Musketerarnir
og Deiggj fara á pallin.
Millum bólkarnar leggur
kendi DJ’arin Atli Larsen
fløgur á.
Tað eru Fuglafjarðar
Hornorkestur og Fugla-
fjarðar Billardfelag, sum
skipa fyri tiltakinum.
Ferð á
Áttatiárini vóru árini, tá
alt gekk við rúkandi ferð,
og fyrireikararnir siga, at
ætlanin er eisini at fáa
ferð á dansin.
Bussar koyra úr Havn
og aftur av Kambsdali til
Havnar og til Leirvíkar
klokkan 04:30. Tey, ið
ynskja pláss í bussunum,
kunnu ringja 216464.
Verður verkfallið av, so
verður eisini skipað so
fyri, at samband verður
til Klaksvíkar.
Óivað ein glað dansi-
nátt hjá teimum, sum
vóru í bestu árum, tá alt
gekk við ferð, og sum í
dag ikki vita hvar tíðin so
skjótt bleiv av. Men nú
verður høvi at minnast
aftur á og fáa ein swing-
om til besta 80’ara tón-
leikin.
Aftur í 80’ini
á Kambsdali
Lisbeth L. Petersen
hevur góðar vónir um
at sleppa í samgongu.
SAMRÁÐINGAR
Heri á Rógvi
– Vit fara at tosa við løg-
mann og vita, hvat hann
hevur at siga, sigur Lisbeth
L. Petersen.
Lisbeth L. Petersen og
Sambandsflokkurin eru eis-
ini kallaði inn til fund við
løgmann, og forkvinna í
Sambandsflokkuri,
sum
gjørdist stóri sigursharrin á
valinum týsdagin, sigur, at
hon hevur góðar vónir.
– Valskráin hjá okkum er
framvegis óbroytt, sigur
Lisbeth L. Petersen.
– Eg haldi, at fólkið tal-
aði greitt á valinum, sigur
Lisbeth.
Hon sigur, at Anfinn
Kallsberg, løgmaður, nú
eigur initiativið, og hetta
virðar hon.
– Tað er so upp til hann at
gera, sum hann vil, men eg
haldi, at fólkið talaði greitt,
hvønn tey ynskja at vera
við í samgonguni, sigur
Lisbeth.
Hon ásannar, at tað er
Javnaðarflokkurin,
sum
liggur nær at Sambands-
flokkinum, og tað hinvegin
er
Tjóðveldisflokkurin,
sum liggur longst vekk.
Hon avvísir einki og vísir á,
at Sambandsflokkurin og
Fólkaflokkurin hava sam-
starvað væl áður.
Sambandsflokkurin hev-
ur eisini havt fund innan-
hýsis í tingbólkinum, sum
jú inniheldur fleiri nýggj
nøvn.
Lisbeth L. Petersen:
Hevur góðar vónir
Lisbeth L. Petersen hevur góðar vónir undan innleiðandi
samráðingunum.
– Tað kann hava
ómetaliga stóran týd-
ning fyri Miðflokkin
at koma í samgongu,
sigur Jenis av Rana
SAMRÁÐINGAR
Heri á Rógvi
Jenis av Rana og Miðflokk-
urin kunnu koma í ein rætt-
an lyklaleiklut, nú politisku
flokkarnir eru farnir at
hyggja seg um eftir sam-
starvsfeløgum til eina kom-
andi samgongu.
Sjálvur er Jenis av Rana
fegin um valúrslitið týsdag-
in.
– Fyri Miðflokkin og fyri
meg var tað eitt gott val. Vit
fingu eina lítla framgongd.
Vit høvdu vónað, at fingið
ein mann afturat, men eg
haldi, at talan var um eitt
gott val, sigur Jenis av
Rana.
Jenis av Rana heldur
ikki, at valúrslitið skal tulk-
ast soleiðis, at samgongan
fall.
– Valúrslitið segði, at tað
skal ganga eitt sindur
spakuligari á sjálvstýris-
leið. Tað ger einki, um ferð-
in verður sett niður á til-
gongdini. Eg haldi tó, at
núverandi
sjálvstýristil-
gongd heldur og kann halda
fram, men ferðin nýtist ikki
at vera tann sama, sigur
Jenis av Rana.
Formaður
Miðfloksins
heldur, at Miðflokkurin
hevði væl riggað saman við
núverandi samgongu, og
hann er sannførdur um, at
teir høvdu styrkt sam-
gonguna á fleiri økjum.
Serliga innanfyri trivnaðar-
mál hevði Miðflokkurin
kunnað gagna samgonguni,
sigur Jenis.
Jenis av Rana vil tó ikki
velja nakran partin fram-
um. Hann heldur, at teirra
sjónarmið innanfyri tað
ríkisrættarligu
støðuna
passa væl saman við sam-
gonguni, tí hann heldur, at
vit mugu taka ræðið á egn-
um landi. Men hjá Mið-
flokkinum verður hesin
spurningurin ikki raðfestur
ovast, og hann heldur, at
Javnaðar- og Sambands-
flokkurin høvdu kunnað
komið eins langt á sjálv-
stýrisleið sum samgongan
hesi seinastu fýra árini, tí
samgongan er ikki komin
langan veg.
– Høgni Hoydal kann
taka hetta sum eina áminn-
ing, at ferðin er ov høg á
sjálvstýrisleið, sigur Jenis
av Rana.
Einsamallur
Sum
einsamallur
ting-
maður fyri Miðflokkin veit
Jenis av Rana at siga, at
hetta er ómetaliga strævið
arbeiði, og hann hevði tí
verið ógvuliga fegin um, at
flokkurin hevði kunnað
komið í samgongu og fing-
ið ein landsstýrismann, nú
tað heldur ikki eydnaðist at
fáa ein tingmann afturat.
Teir hava áður vilja havt
ein landsstýrismann í fam-
iljumálum, men hetta er
ikki nakað ófrávíkiligt krav,
og teir kundu eitt nú eisin
hugsað sær, at almanna og
heilsu mál vórðu skild at.
Jenis av Rana fer á fund
við løgmann við einum
opnum sinni, sigur hann.
Jenis av Rana:
– Glaður fyri møguleikan
Jenis av Rana fegnast um, at
teir hava góðan møguleika at
koma í eina samgongu.
C
M
Y
K
13
12