Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mai 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Frá fríggjadegi 3. mai til hósdagin 9. mai Myndlist í Føroyum 11 Fólkakirkjan og fundamentalistar Andre Kristi himmalferðardag kl. 20.00 er aftur ein kórsending í Sjónvarpinum Hesaferð er tað Ebenezerkórið, stjórnað av Jens Chr. Guttesen, sum hevur verið í studio og sungið. Hetta eru alt nýggir sangir, sum kórið hevur vant. Solistar eru: Ólavur á Váli, Jóannes Poulsen, Charlotta á Váli, Randi Fjallsá og Jens Andreassen. Við eru eisini fleiri ljóðføri: Flygil, Bass, Trummur, Guitar og Saxofon. Frásøgumaður er Jógvan Zachariassen. Av náði – sangløta við Ebenezerkórinum Markaleysa ríkið 21:26 Sunnukvøldið kl. 20.00 Kr. himmalferðardag kl. 14.30 Kr. himmalferðardag kl. 17.05 Sunnudagin kl. 14.00 Valagn – val gagnist! Valevnini hava brúkt meiri pening, enn tey hava brúkt munn! Valið er av. Tað hevur havt stóra rúmd í loftmiðlunum farnu vikurnar, sum vituligt er. Og sigast skal, at loftmiðl- arnir komu væl frá valkvøldi- num. Norðurlandahúsið varð fyri rættiligari innrás av ÚF og Svf, og vit hyggjarar og/ella lurtarar fingu tað, ið vit vildu hava. Breitt úrval av valtilfari. Her var ÚF tó ófør- ari at vísa okkum runt landið, men verkfall er jú, so Svf slapp ikki langt við bussi- num, sum er leigaður úr Dan- mark fyri einar 100.000 krón- ur um vikuna (haldi meg hava hoyrt talið nevnt). Hesin skuldi gjørt, at Svf kann senda beinleiðis aðrastaðni, enn í Havn, men verkfallið rakti so hesar ætlanir. Fundarsuff Men tað er eitt, ið er vert eitt hjartasuff. Valfundirnir eru tamir, alt ov tamir og ov lítið sigandi og áhugaverdir. Hoyrdi valdagin lurtarar gremja seg um tað sama. Øðrvísi var fyrr! Hetta verður nú so ofta sagt, men hesaferð er nakað í tí. Eg haldi, at vert er at eftir- meta ta gongd, sum hevur verið seinnu árini. Fjølmiðla- fólk, fundarstjórar, stýra fundum og valevnum til síðsta sekund. Hvussu leingi tey tosa, hvat tey tosa um og næstan eisini hvussu tey tosa. Hetta er vorðið ov stirvin skipan. Ein skal hava meira enn vanligan áhuga fyri poli- tikki, fyri at tíma og orka at savna seg um ein valfund upp á einar 2 tímar, har harða stýringin tekur broddin av øllum, ið kann kallast undir- hald ella bara veruligt kjak. Úrslitið av hesum stýrda kjakinum er, at einki kjak er, men bert valevnir, ið lesa sum skjótast úr einum pappírs- lepa. Nakað sokallað »ping- pong« letur seg ikki gera. Einki kegl aftur og fram. Eingin møguleiki er hjá lut- takarunum at svara aftur, skuldseta, ella koma við snildisligum álopum ella aft- ursvarum. Steindeytt er tað, meðan sekundini renna av- stað og fundarstjórin sigur »steðga!« og boðar frá, hvat tey næstu 30 sekundini skulu nýtast til. Hetta er av sonnum eitt stig eftir hali, so framkomið og væl skipað hetta enn kann tykjast! Kendur japanari Skemtiligt var annars at hoyra í vikuni, tá lýst var við, at ein heimskendur persónur skuldi undirhalda í Føroyum. Eg haldi hann er japanari, ella kanska indari. Líkamikið! Útvarpsmenn komu hvør eftir annan inn at lesa hesa kunngerð um heimskenda mannin, men eingin kendist við navnið ella dugdi at siga tað. Trin fyri trin fingu teir tó stava seg ígjøgnum heims- kenda navnið. So nakað kend- ur er hesin góði maður, tá eingin dugir navnið! Hetta váttar kanska tað, ið mangur hugsar, at til Føroya ber til at koma við líkum og ólíkum! Bert eitt positivt er við hesum, maðurin á gøtuni slapp undan at kenna seg býtt- an, tí hann ikki kendi henda heimskenda mann, tí tað var púra klárt, at tað gjørdi útvarpsmanningin heldur ikki. Val gagnist Skal ein taka samanum farnu vikurnar, ið hava verið merktar av valsendingum, so er at siga, at tað hevur ikki verið talan um stríð. Bløðini hava verið full av brøvum frá valevnum. Lýs- ingarnar hava verið væl fleiri frá valevnum, enn vit kenna til frammanundan. Tær flestu vísa til heimasíður, har val- evnini gera síni sjónarmið greið. Valevnini hava brúkt meiri pening, enn tey hava brúkt munn! Hugnaligari hevði verið, um tað vendist aftur til gomlu valfundirnar, har høvi var at seta spurningar, at koma við viðmerkingum (her verður ikki hugsað um at rópa bu ella bø eftir mótstøðufólki, sum veljarar hjá onkrum flokki tykjast hava lagt seg eftir). Óføra stuttligari hevði verið, um lív aftur fekst í kjak og framløgur, um tað bar til við eitt sindur av andarúni, so til bar at spyrja, erta og svara. Ikki bara at lesa upp sum best, meðan annað eygað skal fylgja stoppurinum. Ein skal sum sagt hava meira enn vanligan áhuga fyri politikki, fyri at klára at halda seg vaknan ein heilan valfund. Men um hetta er gongdin, so val gagnist! Dagfinn Olsen ummælir: Kr. himmalferðardag kl. 20.00 15 14 Nr. 83 - 3. mai 2002 Hendur & Hugflog farið í søguna? Av fíggjarligum ávum verður framsýningin Hendur & Hugflog av ongum Søluframsýningin fyri listhandverk og heima- virking, sum Føroya Heimavirkisfelag og Menningarstovan tóku stig til og stóðu fyri í fimm ár frá 1997 til 2001, skuldi eftir ætlan vera aftur í ár í Ítrótt- arhøllini á Hálsi, men av fíggjarligum ávum verð- ur framsýningin av ong- um í ár. Líkt er eisini til, at framsýningin við hes- um er dottin niður fyri med alla. Hetta sigur nevndin fyri Hendur & Hugflog, ið er mannað av Jónhild Johannessen, Jórun Vang, Poulu Sør- ensen og Randi Vang, í tíðindaskrivi. Á Hendur & Hugflog luttóku bæði leikfólkini innan heimavirking og listhandverkarar, sum hava handaverkið sum yrki - meira ella minni. Framsýningin kundi tí ikki bera seg fíggjarliga, men var tengd at stuðli, sum undanfarnu árini varð fingin frá nú niður- lagda grunninum til ídnaðarfremjandi enda- mál. Í ár varð umsókn send Vinnuframagrunn- inum um stuðul, men upphæddin, sum grunn- urin játtaði, rakk ikki. Fyrr í ár tók Menning- arstovan seg burturúr framsýningini, og tí skuldi Føroya Heima- virkifelag einsamalt standa fyri framsýn- ingini frameftir. Nýggja nevndin fyri Hendur & Hugflog hevur tí lagt eyka orku í at fyrireika tiltakið í ár, og tað er tí heldur snópisligt at skula avlýsa nú. Nevnd- in harmast eisini, at hetta verður gjørt so seint, tí tey eru nógv, sum hava fyrireika seg til at luttaka á framsýn- ingini í ár. Tað er eingin loyna, at bert fáir av mest fram- komnu listhandverkar- unum hildu Hendur & Hugflog vera framsýn- ing, sum teir áttu at luttaka í. Hóast hetta gjørdist framsýningin eitt sera vælumtókt og fólksligt tiltak, sum í fjør hevði umleið 5000 vitjandi. Hetta man vera met fyri tiltøk av hesum slagi. Í ár vóru tekin um, at fleiri av nevndu list- handverkarum fóru at luttaka, og at loysn møguliga fekst á tí trupulleikanum, at grundarlag er ikki undir so stórari framsýning sum Hendur & Hugflog, um tey framkomnu ikki vilja luttaka saman við leikfólkinum. Við avlýs- ingini er endaliga ásann- að, at framhaldandi grundarlag er ikki undir tiltaki við stødd og breidd sum Hendur & Hugflog. Vit eiga tó ikki at missa mótið. Sølufram- sýningin Hendur & Hugflog vísti, at bæði einstaklingurin og handaverkið sum heild mennist í tílíkum bein- leiðis sambandi við keypararnar, ið eru veruligu dómararnir hjá framleiðaranum og sølu- fólkinum. Nevndin umhugsar tí nú, hvat skal koma í staðin fyri Hendur & Hugflog. Tað er vist, at tað verður minni tiltak, men óvist um tað verður í ár ella næsta ár. Væntandi verður tá brúk fyri Vinnuframagrunn- inum, ið eigur at rokna við, at hann eisini eigur ein leiklut í menningin av handaverkinum fram- eftir. Flaggskipið hjá heimavirkisáhug- aðum føroyingum er farið fyri bakka vegna drál frá Vinnuframa- grunninum og vant- andi peningaligum stuðli haðani. Tá ið avtornaði restaðu um 50.000 krónur í HEIMAVIRKI Turið Kjølbro Beint upp undir ólavsøku seinastu fýra árini hava um 5000 fólk leitað sær til stóru og fjølbroyttu fram- sýningina, Hendur & Hug- flog, sum Føroya Heima- virkisfelag hevur skipað fyri í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Fíggjarliga hevur tiltakið øll árini verið stuðlað úr Grunninum fyri Íðnaðarfremjandi Endamál. Hesin varð í heyst avloystur av nýstovnaða Vinnu- framagrunninum. Fram- sýningin hevur øll árini verið sera forkunnugt við nógvum framsýnarum úr Føroyum og innbodnum uttanlands. Í ár verður framsýningin av ongum, og framsýnarar í Føroyum og uttanlands hava fingið avboð. Orsøkin er vantandi peningaligur stuðul og drál frá Vinnu- framagrunninum. Søkt varð um stuðul haðani uppá 170.000 krónur, men tá ið avtornaði fingu fyrireik- ararnir játtað helmingin. Tá ið málið eftir áheitan frá fleiri varð tikið upp aftur, fingu fyrireikararnir eina kenslu av, at umsóknin fór at verða gingin á møti, soleiðis at stevnan kundi haldast. Men langt um leingi komu boðini um, at 40 prosent av tí umsóknin ljóðaði uppá, kundi játtast. - Tað er líka so nógv drál- ið sum vantandi peningaligi stuðulin, sum er orsøkin til avlýsingina. Vit kundu havt reist pengarnar aðra staðni frá, um vit í góðari tíð fingu at vita, at stuðulin gjørdist so lítil, men hóast vit hava rykt eftir svari, kom einki svar. Tað minsta Vinnuframagrunnurin kundi gjørt, var at boða okkum frá í góðari tíð, hvørji útlit vit høvdu. Skotbráið var ov stutt at finna pengar aðra staðni, og tað er ógvuliga spell, tí tá ið saman um kemur, vanta bert uml. 50.000 krónur, sigur Randi Vang, ein av fyrireikarunum. Tað er kostnaðarmikið at skipa eina framsýning, sum Hendur & Hugflog. Í ár varð roknað við, at hon fór at kosta umleið 330.000 krónur. Helmingurin av kostnaðinum bera atgongu- merkjasølan og tey, ið taka lut á framsýningini í bás- leigu. Hin helmingurin er stuðul. Vinnuframagrunnurin kann lata upp í 80 prosent av eini verkætlan, men setir treytir við, at eingir aðrir almennir pengar skulu vera inni í myndini. Sjálvur landsstýrismaðurin í vinnu- málum harmast um, at framsýningin fer fyri bakka, veit Randi Vang at siga. Menningarstovan hevur verið við øll árini fyri at veita sakkunnleika og hjálp. At hon ikki skuldi vera við í ár, hava fyrireik- ararnir av stevnuni vitað leingi. Kortini hava fólk av Menningarstovuni verið við til at søkt pengar til stevnuna í ár eisini vegna Føroya Heimavirkisfelag. - Uppgávan hjá Menn- ingarstovuni hevur verið at hjálpa okkum, men neyvan hava tey roknað við, at skiftistíðin fór at gerast so trupul og stevnan av ongum, sigur Randi Vang. Mentan og vinna Framsýningin Hendur & Hugflog er ein samantvinn- ing av mentan og vinnu, eitt átak ætlað at menna før- leikan hjá listhandverkar- um og heimavirkisáhug- aðum føroyingum. Dreym- urin hjá fyrireikarunum hevur alla tíðina verið, at onkur fær eina vinnu burturúr. - Vit hava lært, at tað er kanska eitt í so høgt mál at seta. Ístaðin síggja vit, at handverk og listararbeiði er vorðin ein góð hjávinna hjá nógvum, og tað í sjálvum sær er gott, sigur Randi Vang. Framsýnararnir, sum hava tikið lut á framsýn- ingini og sum ætlaðu at taka lut í ár, eru ógvuliga harmir um, at hon er avlýst. - Nógv eru rakt og vón- brotin. Í londunum kring okkum verða javnlíkar søluframsýningar mettar at eiga stóran leiklut í at geva íblástur til nýhugsan, og fremja áhuga hjá unga fólkinum. Aftan á fimm ára royndir hava vit sæð góðar spírar spretta. - Tað er eitt satt vónbrot fyri fyrireikingarnevndina, at átakið Hendur & Hug- flog, sum eftirhondini er vorðið flaggskipið hjá okkara handverksfólki ikki fekk somu møguleikar eins og undanfarnu árini. Handverksøga landsins er í stóran mun siðsøga landsins. Mangir liðir í okkara mentan nema við og tengja seg at hesi søgu. Nógv virði fer fyri skeyti, og tjóð okkara verður nógv fátækari, um vit ein dag bert kunnu lesa um hana í eini bók. Heilt øðrvísi er, um góðir siðir eru livandi. Sleppa vit øllum hesum upp á fjall, gerast vit ein flákrandi skari í einum køldum Cyberspace. Randi Vang setir spurn- artekin við, hvør hevur ábyrgdina av, at handverks- og heimavirkismentanin verður latin komandi ættar- liðum. - Í londunum kring okk- um eru sterku binditradi- sjónirnar við at fara, og eg síggi sama vanda her hjá okkum. Nógvar ungar gent- ur hava ongan møguleika at læra at binda og hekla til dømis, tí eingin er at læra tær. Vit, ið eru frammi nú á døgum, hava ábygdina at bera henda arvin víðari. Vit eru bæði virkandi hendur og myndugleikar, ið skapa góðar umstøður til at menna fólkamentanina, sum enn livir sítt fríska lív, sigur Randi Vang. Drál orsøkin til, at Hendur & Hugflog er farið fyri bakka - Tað er eitt satt vónbrot fyri fyrireikingarnevndina, at átakið Hendur & Hugflog, sum eftirhondini er vorðið flaggskipið hjá okkara handverksfólki ,ikki fekk somu møguleikar eins og undanfarnu árini, sigur Randi Vang, ein av fyrireikarunum Um slakar tvær vikur skulu samráðing- arnar millum Føroya Lærarafelag, Mentamálastýrið og Kommunusamskipan ina um savnsrøktina verða lidnar SAVNSRØKTIN Turið Kjølbro Samráðingarnar um savns- røktina byrjaðu 22. apríl og tveir fundir hava verið. So- statt eru bert lítlar tvær vik- ur eftir at tingast og semjast um savnsrøktina. Menta- málastýrið samskipar sam- ráðingarnar og gongur ímillum partarnar. - Vit vóna eina semju og eru til reiðar at gera neyð- semju, um neyðugt, men slaka ikki í spurninginum um gjald fyri savnsrøktina. Ein loysn átti at komið burtur úr tí, ið liggur á borðinum nú, sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag. Vísir tað seg soleiðis, at málið ikki verður loyst, herðir Føroya Lærarafelag aftur blokaduna og støðan verður tann sama sum áðrenn semjuna, sum varð undirskrivað beint eftir páskir. Próvdómarar eru kunnaðir um støðuna, so- leiðis, at um einki verður burtur úr samráðingunum, skulu teir ikki døma upp- gávur til royndirnar í summar. Føroya Kommunufelag er ikki við í samráðingun- um, og tað merkir, at finna hinir partarnir eina semju, eru skipað viðurskifti við- víkjandi savnsrøktini í teim stóru kommununum, með- an viðurskiftini í teim smáu kommununum framvegis eru óloyst. Til samráðingarnar eru lidnar og úrslit liggur á borðinum, sum Føroya Lærarafelag góðtekur, verða eingi søvn og amboð røkt og einki tilfar verður keypt. Beint eftir páskir varð hin parturin í blokad- uni, sum rakti próvtøku- uppgávugerð og - døming, tikin av. Samráðingar um savnsrøktina C M Y K 14