fríggjadagur 3. mai 2002síða 19
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 83 - 3. mai 2002
37
Formaðurin í B68
ásannar, at tað er
komið eitt sindur illa
við hjá teimum, at
teir nú skulu spæla
ímóti GÍ og ikki HB,
men hann dugir væl
at skilja, at teir í FSF
hava verið noyddir at
gera broytingar
SKÁIN
Jóannes Hansen
Ein av teimum, sum hevur
verið longst uppií leiðsluni
av einum føroyskum fót-
bóltsfelag, er Niclas David-
sen. Síðani 1973 hevur
hann havt við fótbóltin á
Toftum at gera.
Hann sigur seg harmast
um, at tað hevur verið
neyðugt at broyta skránna
fyri fyrsta umfarið. Men í
sama andadrátti sigur hann
seg skilja og góðtaka, at tað
hevur verið neyðugt við
broytingum.
– Vit hava í fleiri vikur
fyrireikað okkum til at
spæla ímóti HB. Tí kom tað
illa við, tá vit mikukvøldið
fingu at vita, at vit skulu
spæla ímóti GÍ og ikki HB.
Fyrireikingarnar hava eitt
nú verið at gera leik-
skránna. Venjingin hevur
eisini borið dám av, at vit
skuldu spæla ímóti HB.
Akkurát tá eg fekk boðini
um, at skráin var broytt, var
venjarin
hjá
okkum
í
Gundadali og hugdi at
steypadystinum millum HB
og B36. Tað var hann sjálv-
andi, tí vit skuldu spæla
móti HB sunnudagin.
Men tit spæla ímóti GÍ?
– Sjálvandi gera vit tað,
og tíbetur hevur Hestprent,
sum ger leikskránna hjá
okkum verið lagaligt. Tað
vil siga, at vit fáa broytt
leikskránna, so hon verður
fyri dystin B68-GÍ og ikki
B68-HB.
Niclas Davidsen harmast
vegna
venjaran
og
spælararnar, at broytingar
eru gjørdar, men hann
góðtekur tær fult og heilt,
og tað gera hini feløgini
eisini.
– Tað snýr seg um at fáa
dystirnar spældar. Eg havi
skilt, at tað eru so nógv
fyrilit, sum skulu takast, tá
dystirnar eru fluttir. Eitt er,
at tað skal passa saman við,
at liðini framvegis hava
heimadystir, tá stevnurnar
hjá teimum eru. Hetta
mugu teir í FSF hugsa
meiri um, enn vit gera, sum
fyrst og fremst hava okkara
dystir
at
ganga
uppí.
Vónandi verður verkfallið
av skjótt, so alt kemur í
rættlag aftur, endar spakføri
B68 formaðurin.
FSF røkir áhugamálini hjá øllum
FSF hevur býtt fyrsta
og sætta umfarið um,
tí tað er so torført at
ferðast um
Suðuroyarfjørð
SKRÁIN
Jóannes Hansen
Fyrsta umfariðí landskapp-
ingini í fótbólti er á skránni
í vikuskiftinum. Og longu
frammanundan, at sjøtul er
settur á kappingina, eru
FSF og feløgini í stórum
trupulleikum.
Talan er ikki um innan-
hýsis og sjálvgjørdar trup-
ulleikar. Heldur eru tað
trupulleikar, sum standast
av verkfallinum hjá yvir-
monnunum á brúnni á
strandferðsluskipunum.
Verkfallið hevur við sær,
at tað er sera torført at ferð-
ast um Suðuroyarfjørð. Tí
hevur FSF gjørt av at
broyta fyrsta umfarið í
landskappingini. Í 1. deild
er sætta umfarið flutt til
fyrsta umfar, og fyrsta um-
farið er so flutt til sætta um-
far. At tað júst er sætta um-
farið, sum er flutt fram,
kemst av at í tí umfarinum
skuldu TB og VB spæla
innanhýsis. Nú sær fyrsta
umfarið soleiðis út: KÍ-
B36, B68-GÍ, HB-NSÍ, TB-
VB og EB/Streymur-Skála.
Sambært kappingarskipan-
ini skuldi tað verið spælt
soleiðis í fyrsta umfarinum:
KÍ-Skála, B68-HB, GÍ-VB,
B36-NSÍ
og
TB-EB/-
Streymur.
Einki annað at gera
Karl Vidtfeldt er formaður í
kappingarnevndini
og
kappingarstjóri í bæði ung-
dómsdeildunum og vaksna-
mannadeildunum:
– Vit vónaðu at verkfallið
fór at vera liðugt, men
mikudagin vóru vit noyddir
at fyrihalda okkum til støð-
una, sum hon er. Vit hava
tosað við Skipara- og navi-
gatørfelagið fyri at fáa
undantaksloyvi at flyta
ítróttarfólk, men tað var
ikki talingur um. Vit hava
arbeitt við øðrum flutnings-
møguleikum enn Strand-
feðsluni, men tað hevur
eisini verið trupult. Og tað
er eisini mark fyri, hvat
FSF og feløgini kunnu taka
ábyrgdina av. Hugsa bara
um støðuna, sum B36 var í,
tá teir næstsíðsta vikuskifti
noyddust at venda aftur til
Suðuroyar.
Tað er við hesum veru-
leikanum í huga, at teir í
FSF hava gjørt av at um-
leggja kappingina:
– Um vit einki høvdu
gjørt, so hevði kappingin
haltað og tað kundi verið
neyðugt at spælt í summar-
frítíðini og út í oktober
mánað. Vit eru fult greiðir
yvir, at avgerðin um broyt-
ingar kemur illa við feløg-
unum,
venjarunum
og
spælarunum, men hetta er
tað, sum vit halda tænir fót-
bóltinum best, sigur Karl
Vidtfeldt, sum hevur havt
lítla tíð at reka sítt egna
virki í hesi vikuni.
Hvat gera tit, um verk-
fallið heldur fram?
– Ta støðuna mugu vit
taka upp í komandi viku,
um tað framvegis verður
verkfall. Men tað sigur seg
sjálvt, at talan verður um
eina sera óhepna støðu,
sum tað verður ilt at hava
tak á, um fleiri vikuskifti
fara, uttan at skipini fara at
sigla. Trygdin hjá teimum,
sum ferðast telur sjálvsagt
mest. Men vit kunnu heldur
ikki síggja burtur frá, at
prísirnir fyri ferðingina
kunnu gerast nakrir aðrir,
enn teir høvdu verið, um
einki verkfall var, sigur
Karl Vidtfeldt.
Umframt í 1. deild eru
broytingar eisini gjørdar í
hinum deildunum. Í 2. deild
er skráin broytt soleiðis:
B71-NSÍ, B36-HB, Sumba-
VB, ÍF-KÍ og LÍF-FS
Vágar. Har skuldi dystirnir
havt verið hesir: B36-B71,
Sumba-LÍF, ÍF-NSÍ, KÍ-FS
Vágar og VB-HB.
– Í yngru deildunum hava
vit ikki gjørt stórar broyt-
ingar. Har verður spælt
sambært skipanini, har tað
ber til. So mugu vit gera
upp, hvar vit eru stødd, tá
verkfallið verður liðugt,
sigur Karl Vidtfeldt
Fótbólturin kollsiglir av verkfallinum
Niclas Davidsen sigur, at tað kemur eitt sindur illa við, at
dystirnir eru fluttir, men hann góðtekur broytingarnar hjá
FSF
Niclas Davidsen sigur, at tað kemur eitt sindur illa við, at dystirnir eru fluttir, men hann góðtekur
broytingarnar hjá FSF
37
36
Nr. 83 - 3. mai 2002
Kappingarneytin hjá
Jákupi Mikkelsen
fekk einki serligt
skoðsmál fyri avrikið,
tá Molde tapti 3–1 á
Ullevaal
TIPPELIGAN
Jóannes Hansen
Mikukvøldið tapti Molde
FK fyri fyrstu ferð í hesum
kappingarárinum. Teir vóru
í Oslo, har Lyn á tjóðar-
vøllinum Ullevaal vann
3–1. Molde var væl við í 1.
hálvleiki, og í 11. minutti
komu teir á odda, men seks
minuttir
seinni
javnaði
heimaliðið, og í 2. hálvleiki
skoraðu teir tvey mál
afturar.
Jákup Mikkelsen var aft-
ur hesa ferð á beinkinum.
Dystarvenjingina fær hann
á næstbesta liðnum. Týs-
kvøldið spældu teir í Tøns-
berg, har úrslitið var 1–1.
Føroyski
áhugin
fyri
norskum fótbólti er kýttur
at, hvussu tað gongst hjá
Jákupi Mikkelsen. At hann
ikki er á besta liðnum hjá
Molde kemst av, at venjarin
higartil hevur hildið seg til
hin
málverjan,
Eddie
Gustafsson. Hann var aftur
millum stólparnar miku-
kvøldið, men hesa ferð er
skoðsmálið einki serligt.
Norsku fjølmiðlarnir halda,
at hann var ikki sakar-
leysur, tá Lyn javnaði, og
teir halda eisini, at hann átti
sín part í síðsta málinum.
Um hetta fer at hava
avleiðingar fyri málverju-
plássið hjá Molde ber sjálv-
andi ikki til at siga nakað
um. Tað ber til at ímynda
sær, at ikki serliga sann-
førandi avrik hjá svenska
málverjanum fer at hava
við sær, at hann ikki verður
úttikin til HM kappingina,
og tað hevði ikki verið
serliga heppið fyri Jákup
Mikkelsen.
Rosenborg vann
Eftir eina sera trilvandi
byrjan eydnaðist tað Ros-
enborg
at
vinna. Teir
vitjaðu Lillestrøm og fóru
norður aftur til Tróndheim
við teptum 1–0 sigri. Tað
kom heilt væl við hjá odda-
liðnum.
Brann hevði í Bergen
vitjan úr Oslo. Vålerengen
fór til hús aftur við 4–0
sigri, og nú hongur Teitur
Þordarson í klønum tráði.
Men hann sigur seg ikki
hava mist mótið.
Gamla Føroya felagið,
Sogndal, hevði vitjan úr
Bodø. Og tað eydnaðist enn
eina ferð Bodø/Glimt at
vinna og harvið at varð-
veita oddasessin. Hesa ferð
vunnu teir 2–0, og fót-
bóltslagið í Norðurnoregi
er framúr gott.
Hini úrslitini vóru hesi:
Viking–Moss 4–1, Sta-
bæk–Bryne 2–1 og Odd
Greenland–Start 2–0.
Nú er tað bara málúr-
tøkan, sum heldur
FCK frá oddasessin-
um, sum Brøndby
hevur átt, síðani
fyrsta umfarið
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Tað eru trý umfør eftir at
superliguni, og tað er so
spennandi sum ongantíð
áður. Brøndby hevur verið
oddalið alla tíðina. Nú resta
trý umfør, og teir gulu og
bláu eru fremvegis oddalið.
Men munurin aftur til FCK
er lítil. Bæði liðini hava 62
stig. Brøndby hevur +26
mál, og FCK hevur +21
mál.
Umframt
innanhýsis
stórdystin í Parkini annan
sunnudag er skráin henda:
Brøndby skal sunnudagin
spæla á heimavølli ímóti
OB, og í síðstu umfarinum
bíða trý ókeypis stig, tí tá
fáa teir vitjan av Lyngby.
FCK skal spæla í Århus
sunnudagin, og í síðsta
umfarinum skulu teir spæla
í Ålborg.
Mikukvøldið
fekk
Brøndby bara eitt stig í
Viborg. Teir komu á odda,
tá ein lítil hálvur tími var
farin. Viborg javnaði eina
lítla løtu seinni, og heima-
liðið hevði meiri spæl og
størri
møguleikar.
At
Brøndby fekk eitt stig
burturúr, skulu teir fyrst og
fremst takka málverjanum,
Mogens Krogh, fyri. Hann
var ein sannur brandur.
Hetta var fyrsta ferðin,
síðani Tom Køhlert gjørdist
venjari, at Brøndby ikki
vann. Sunnudagin standa
teir aftur fyri stórari av-
bjóðing. Tá fáa teir vitjan
av OB, sum hevur staðið
seg sera væl í vár. Miku-
kvøldið vann OB 5–0 á
heimavølli ímóti niðurflyt-
ingarhótta AGF. Stóri mað-
urin hjá OB var toppskjútt-
in í superliguni, Kasper
Dalgas. Fyrrverandi Vejle
spælarin skoraði trý tey
fyrstu málini. Hetta var
triðja
ferðin
í
hesum
kappingarárinum, at hann
skoraði hattrikk.
Einki serligt
Avrikið hjá FCK í Parkini
var einki serligt. Í fyrra
hálvleiki kom einki mál.
Tættast við var Todi Jóns-
son, tá hann úr stórari fjar
støðu sendi rimmar lang-
skot í stólparótina.
Fýra minuttir eftir steðg-
in varð Klaus Eskildsen
vístur av vøllinum. Hann
fekk gult kort fyri at fella
ikki
serliga
eyðsýnda
Zuma, og tá hann framman
undan hevði fingið eitt gult
kort, kom reyða kortið úr
dómaralummanum.
Vejle stríddist manniliga,
sjálvt um teir mistu ein
mann. Teir vóru óhepnir at
gera sjálvmál í 65. minutti,
men fimm minuttir seinni
javnaðu teir. Kern Lyhne
smekkaði flatt úr 16 metr-
um, eftir hornaspark og út
frá bólt. Og so var tað Todi
Jónsson gjørdi um seg.
AaB steðgað upp
AaB tapti sunnudagin 1–0 á
heimavølli ímóti FCM.
Mikukvøldið var AaB í
Gladsaxe. AB, sum sunnu-
dagin legði rygg til 5–0 tap
ímóti Brøndby, vann 1–0.
Tað hevur gingið syndar-
liga illa hjá AaB í vár. Eftir
at hava verið við í stríðnum
um DM eru teir nú dotnir
niður á fimta plássið. Trýst-
ið á venjaran er økt, men í
leiðsluni undirstrika teir, at
Peter Rudbæk verður eisini
venjari sunnudagin.
Burtursæð frá svipsaran-
um í Brøndby sunnudagin
hava teir í AB staðið seg
væl á vøllinum í vár. Verri
var við skriviborðsbrøl-
aranum í dystinum ímóti
Vejle.
FCM er so mikið væl
fyri, at teir eru við í kapp-
ingini um bronsuna, og tað
eru góðir møguleikar fyri,
at teir annað árið á rað fara
at spæla seg í UEFA Cup.
Mikukvøldið vóru teir í
Silkeborg, har heimaliðið
stríðist fyri lívinum í bestu
deildini. Dysturin var sera
undirhaldandi, og FCM
vann 3–2.
Esbjerg var í Lyngby.
Gestirnir
høvdu
bóltin
nógv størsta partin av tíð-
ini, og teir skoraðu tvey
mál.
Molde tapti fyri fyrstu ferð
Brøndby kiksaði aftur
Jákup Mikkelsen
C
M
Y
K
36