Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mai 2002síða 18

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 - 3. mai 2002 35 Eftir at hann hevur skorað trý mál í fýra dagar stendur Todi Jónsson frammanfyri størstu avbjóðing- unum nakrantíð SUPERLIGA Jóannes Hansen Christian Høgni Jacobsen var allar 90 minuttirnar á Vejle beinkinum í Parkini mikukvøldið. Møguleikar- nir hjá honum at sleppa upp í part minkaðu, tá Vejle stutt eftir stegðin misti ein mann. Tá varð venjarin noyddur at taka annan av álopsspælarunum út fyri at styrkja um miðvøllin. Men Christian Høgni fekk ivaleyst eitt sindur burturúr. Hann sá í hvussu so er landsmannin Toda Jónsson, sum Christian Høgni hevur arvað lands- liðssessin eftir, skorað sigursmálið, tá FCK frammanfyri 17.269 áskoð- arum við neyð og deyð bjargaði sær øll trý stigini. Sum vera man var Todi Jónsson ógvuliga fegin. Tað vóru seytjan minuttir eftir, og avrikið hjá FCK hevði ikki verið meiri enn passa- ligt: Føroyski álopsspæl- arin tóktist heilt senu- vandur, tá hann smoygdi hvítu troyggjuna upp um høvd og veittraði við henni til áskoðararnar, sum nú hava alla orsøk til at rokna við, at FCK fer at endur- vinna gullkrónurnar: – Tað er ein øgiligur lætti at skora mál. Tá tú ert álopsspælari hjá FCK, so veitst tú, at tað verður roknað við, at tú skorar mál. Trýstið er stórt alla tíðina, og tí kennist lættin uppaftur størri, sigur ein ovurfegin Todi Jónsson, sum kortini heldur bæði beinini á jørðini. Hann gleðist um hvørja ferð tað eydnast honum at spæla, uttan at hann verður skadd- ur, og gleðin er sjálvandi uppaftur størri, tá tað gongst, sum tað hevur gjørt tær seinastu vikurnar. Mikukvøldið í síðstu viku var hann við til at spæla FCK í steypa- finaluna. Sunnudagin skor- aði hann tvey mál, tá FCK vann 3–1 í Esbjerg, og so skoraði hann sigursmálið mikukvøldið: – Christian Lønstrup stakk bóltin fram ímillum. Eg var ikki rangstaddur, slapp framum aftasta mannin hjá teimum, rak ímóti málverjanum og var heppin at seta bóltin fram- við honum, sigur Todi Jónsson, sum við málinum vísti, at sjálvsálitið er í toppi. Hann kundi havt spælt Zuma, sum fylgdi við í vinstru, men sovorðið ger ein álopsspælari við stórum sjálvsáliti ikki í einari sovornari støðu. 2–1 málið skoraði Todi, tá tað restaðu seytjan minuttir. Sjey minuttir seinni valdi FCK venjarin Hans Backe at taka før- oyska álopsmannin av vøll- inum. Peter Møller kom inn ístaðin fyri. Todi hevur fyrr í vár sagt venjaranum, at honum hevði dámt best ikki at spælt alla tíðina, nú tað eru dystir á skránni bæði sunnudag og mitt í viku. Og rímuligt hugsaði venjarin um næstu dystirnar, tá hann valdi at skifta Toda út. DM og steypasigur Fyri framman standa tvær tær mest spennandi vikur- nar í langa fótbóltslívinum hjá Toda Jónsson. Sunnu- dagin skulu hann og FCK í gamla heimstaðin hjá Toda, Århus, har tað ikki verður lætt ímóti hart kroysta heimaliðnum. Hósdagin í komandi viku, Kristi himmalsferðardag, skulu teir í Parkini spæla steypa- finalu ímóti OB, og annan sunnudag verður stórdyst- urin ímóti Brøndby í Park- ini. Í donsku fjølmiðlunum staðfestu teir í gjár, at talan verður um eina sanna finalu. Síðsta umfarið í super- liguni verður hósdagin 16. mai. Tann uppgávan verður eisini stór hjá FCK, sum endar kappingarárið í Ålborg. Avbjóðingin hjá FCK er sera stór, og hjá Toda Jóns- son er tað munur á nú, og so tá FCK vann DM fyri einum lítilum ári síðani. Tá var hann skaddur í lærinum og hugdi at. Nú er hann millum lyklaspælararnar, og venjingarstøðan og sinniliga yvirskotið økjast alla tíðina. Men hann tekur ein dag í senn: – Tað hevði verið gott, um gamli dreymurin um at spæla fótbólt aðra staðni í Europa enn í Danmark kundi gjørst veruleiki. Men eg eri 30 ára gamal, og tað skal góð heilsa, hepni og støðug málskjóting til. Sáttmálaskeiðið hjá Toda og FCK er liðugt komandi summar: – Eg rokni við, at vit í summar fara at tosa saman um framtíðina, sigur Todi Jónsson, sum í gjár fór undir fyrireikingarnar til dystin í Århus. DM og steypafinala standa fyri framman, men Todi tekur bara ein dag í senn. Todi sendi FCK á meistarakós Spennandi verður, um Todi og FCK fara at vinna »The Double« í ár Mynd: Polfoto/Lars Poulsen 35 Nr. 83 • hósdagur • 3. mai 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo HB hevur spælt seg víðari í hálvfinaluna, eftir at liðið vann sannførandi 3-0 á greipuvinnarunum úr B36, sum ikki vísti nakað meistaraspæl. Uni Arge fekk tvey mál og Rúni Nolsøe skoraði eitt FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini HB er ein av heilt stóru fav- orittunum at vinna meist- araheitið í ár. Tað staðfestu teir svørtu og hvítu í Gundadali mikukvøldið, tá B36 varð sent av vøllinum við einum 3-0 tapi. HB er enn ósigrað í teimum sjey dystunum steypakapping- ini. B36 er hinvegin komið í ein aldudal, og hetta var triðja tapið á rað í steypa- kappingini. Eingin ivi var um, at HB var betra liðið, og úrslitið talar fyri seg. Tað sást bein- anvegin, at HB var vanda- miklari frameftir vøllinum. Uni Arge var tann fremsti áleyparin, og hann fekk góðan stuðul frá Andrew av Fløtum og Jón Róa Jacob- sen í borðunum. Tað vóru eisini hesir báðir, sum løgdu upp til málini hjá Una. HB fekk tann fyrsta mál- møguleikarn longu eftir fýra minuttir. Rangstøðu- fellan hjá B36 miseydnað- ist, og Jón Rói varð sendur avstað í høgru síðu. Hann var leystur við málverjan- um, men tað var heldur spískt, og René Tórgarð bjargaði. Fyrsta málið kom eftir 18 minuttir, og tað var sam- starv millum Andrew av Fløtum og Una Arge. Andrew fór ígjøgnum í vinstru síðu, dróg inn í brotsteigin og legði inn til Una Arge, sum langaði til við vinstra beini uttan møguleika hjá René at bjarga. Tú hevði longu tá eina kenslu av, at HB fór at vinna dystin. B36 royndi at svara aftur, og Jákup á Borg hevði ein góðan møguleika stutt eftir fyrsta málið, men skotið fór framvið. Din Sandu var eisini nær við at javna, tá hann setti høvdið á bóltin eftir horna- spark. Rúni Nolsøe var tó á strikuni og beindi bóltin burtur. So B36 var tó ikki heilt fyri ongum fyri steðg- in. B36 vildi eisini hava brotsspark, tá John Petersen royndi at leggja innfyri. Bólturin rakti hondina hjá Jan Dam, men dómarin dømdi horna ístaðin. Ann- ars kann sigast, at Niklas á Líðarenda kanska lat í so nógv um seg ganga fyri steðgin. Tað var tó HB, sum økti um leiðsluna. Tíðin var far- in, men Niklas legði nakrar minuttir afturat, og tað kom HB til góðar. Aftasti maðurin hjá B36 liggur nakað djúpt, og tí var Jón Rói Jacobsen ikki rang- staddur, tá Hallur Daniel- sen sendi hann avstað í vinstru. Uni Arge, sum stendur leysur í brotsteigin- um, fær bóltin og langar til fyrstu ferð. 2-0 til HB. HB økir Hetta málið kom rættiliga illa við hjá B36, tí beint aft- aná blásti dómarin fyrra hálvleik av. HB hevði sera góð kort á hondini nú. Bara fýra minuttir inn í seinna hálvleik økti liðfor- maðurin Rúni Nolsøe um leiðsluna. Hann kom at standa púra leysur í brots- teiginum eitt sindur høgru- megin málið. Hann ivast ikki, men langar til framvið einum hjálparleysum René. B36 hevði stórar trupul- leikar í verjuni, og HB-ar- arnir dugdu væl at gera sær dælt av hesum. Minuttin seinni var aftur boð eftir B36-verjuni. Uni Arge skallar, men René bjargar meistarliga. Tað kann sigast um HB sum heild, at teir tóktust grammari og ídnari um all- an vøllin. Teir vóru raskari at jagstra bóltarnar, og hetta tók B36 á bóli. Hóast HB var trý mál frammanfyri fall B36 als ikki í fátt, men royndi at leggja trýst á. Hetta eydn- aðist eisini, tí HB tók seg samstundis eitt sindur aftur á vøllin at verja leiðsluna. B36 fekk tá fleiri møgu- leikar at minka um munin, men hepni var ikki við teimum henda dagin. Misnýtt brotsspark John Petersen var sekur í at misnýta fyrsta møguleikan. Jákup á Borg leggur innfyri úr høgra borði, og John Petersen kom at standa púra leysur frammanfyri málin- um. Hann skuldi bara seta høvdið á bóltin, men hann brast í stongina. Tá var hálvur tími eftir, og eitt mál tá hevði avgjørt givið B36 vónina aftur. Tað var tó óskiljandi, at venjarin hjá B36 ikki framdi broytingar á liðnum, sum kundu givið álops- spælinum meira flog, tí HB verjan hevði fyri tað mesta tamarhald á støðuni. Tá hann skifti út, vóru tað út- skiftingar, sum ikki høvdu nakrar broytingar við sær. Tá einir tjúgu minuttir vóru eftir, fær B36 brots- spark. Karl Leonsson spæl- ir til Bárð Mortansson, sum vendir sær hegnisliga og dregur móti baklinjuni. Tá hann leggur innfyri rakar bólturin hondina hjá Jan Dam. Hesuferð peikar Niklas á blettin. Bárður Mortansson hevði annars ikki nakran góðan dag móti gomlu liðfeløgunum. Jens Kristian Hansen verður settur at taka brots- sparkið, men Bárður Johannesen í málinum les- ur skotið av og bjargar. Eftir hetta fall B36 heilt í fátt, og HB-arar kundu kenna seg tryggar í sigrin- um. Bárður Johannesen hevði ein góðan dag í málinum. Hann var tryggur í luft- spælinum og hevði nakrar góðar bjargingar. Eisini Jan Dam spældi væl, og áleyp- ararnir hjá B36 fingu ongantíð frið. HB man nú vera favor- ittur at vinna steypakapp- ingina. Teir spældu góðan álopsfótbólt vóru kaldir frammanfyri málinum í avgerandi løtunum. Dysturin í tølum: HB-B36 3-0 (2-0) 1-0: Uni Arge 2-0: Uni Arge 3-0: Rúni Nolsøe HB: Bárður Johannesen – Jan Dam, Jóhannus Joen- sen, Hans á Lag – Tór-Ingar Akselsen, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Hallur Danielsen (Nicu Dogaru) – Andrew av Fløtum (Vagnur Mortensen), Uni Arge, Jón Rói Jacobsen B36: René Tórgarð - Egil Zachariasen, Áki Mørk (Karl Leonsson), Jens Kristian Hansen, Arnbjørn Danielsen – Jákup á Borg, Kenneth Jacobsen (Niels Joensen), Din Sandu, Magni á Lakjuni, John Pet- ersen, Bárður Mortansson (Heini í Skorini) HB-B36 0-3 (0-2) HB vann sannførandi Áki Mørk í hvítum og Andrew av Fløtum kappast um bóltin. Andrew og hinir í HB mundu fegnast um sigurin, eftir at B36 tríggjar ferðir vann á HB í fjør Mynd: Álvur Haraldsen Rógvi Jacobsen fer framvið Kenneth Jacobsen. HB hevur sett kós móti hálvfinaluni, og væntandi møta teir VB, um vágbingar basa EB/Streymi í Vági Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 34