fríggjadagur 3. mai 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 83 - 3. mai 2002
Nr. 83 - 3. mai 2002
33
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ 2002
Fæst kring
alt landið
Báturin, sum kemur
til Føroya, er bygdur
til Henning Jóhannes-
son í Grímsoynni.
Seigur 1000 gongur
32 míl. Hann er 10
metrar langur, 3 met-
rar breiður og er
merktur 9,3 brt.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Skjóttgangandi íslendski
útróðrarbáturin av slag-
num, Seigur, kemur nú til
Føroya á framsýningarferð.
Hetta verður vikuskiftið,
10.-13. mai, og ætlanin er
at sigla millum oyggjarnar
og vísa bátin fram hetta
vikuskiftið.
Ellef Ellefsen umboðar
bátin í Føroyum, og hann
hevur greitt okkum frá,
hvussu skráin fyri vitjanina
í Føroyum sær út.
Báturin,sum er ein Seigur
1000, verður vístur fram í
Sørvági 10. mai frá kl. 19-
23, í Runavík 11. mai frá
kl. 14-18, Tórshavn 11. mai
frá kl. 20-23 og aftur Tórs-
havn 12, mai frá kl. 10-12
og í Klaksvík 12. mai frá
kl. 16-21.
Ellef sigur, at enn er ikki
avgjørt, um farið verður til
Sands og Hvalbiar við báti-
num, men hetta er uppá tal
og verður kunngjørt seinni.
– Verður vánaligt veður á
leiðini millum Føroyar og
Ísland, tá ið farið verður úr
Íslandi, kann henda, at tíð-
arætlanin í Føroyum verður
forskotin eitt sindur. Um so
verður, verður sagt frá hes-
um, sigur Ellef.
Seigur 1000 fer úr Vest-
mannaoyggjunum, týsdag-
in 8. mai.
Føroyskar snellur
– Báturin, sum kemur til
Føroya, er bygdur til Henn-
ing Jóhannesson í Gríms-
oynni, og hetta er skjótasti
útróðrarbátur í Íslandi.
Seigur 1000 gongur 32 míl.
Hann er 10 metrar langur, 3
metrar breiður og er merkt-
ur 9,3 brt.
Ellef sigur, at báturin er
ógvuliga rúmligur; dekkið
er nevniliga 18 fermetrar
stórt.
– Henning hevur valt at
hava 6 føroyskar Oilwind-
snellur í bátinum. Hann
hevur eisini línuspæl, og
tað er gjørt í Íslandi.
Motorurin er ein Yanmar
6CX-GTE 2, og hann er
500 hk.
– Seigur 1000 hevur eis-
ini bógskrúvu og er lættur
at arbeiða við.
Ellef sigur, at nógv
»luksus« er í lugarinum,
eitt nú el-komfýrur, sjón-
varp, kuldaskáp og mikro-
ovnur.
– So, her verður nógv at
síggja hjá teimum, ið hava
áhuga fyri bátum, sigur
Ellef Ellefsen.
Seigur 1000 kostar 1,67
milj. krónur.
Skjóttgangandi íslendskur útróðrarbátur
til Føroya á framsýningarferð
Nú verður møguligt at
síggja snotuliga íslend-
ska útróðrarbátin, Seig-
ur 1000, í Føroyum.
– Hetta er skjótasti
útróðrarbátur í Íslandi,
sigur føroyski umboðs-
maðurin, Ellef Ellefsen.
LØGTINGSVALIÐ
Vilmund Jacobsen
Størsti atkvøðuslúkurin í
Eysturoy á løgtingsvali-
num týsdagin var tjóð-
veldismaðurin, Tórbjørn
Jacobsen.
Av teimum tilsamans
1384 atkvøðunum, sum
Tjóðveldisflokkurin fekk
í Eysturoy, fekk Tórbjørn
tær 448, og tað er 4 at-
kvøður meira enn sam-
bandsmaðurin,
Alfred
Olsen, sum fekk 444 at-
kvøður og gjørdist næst
størsti atkvøðuslúkurin í
oynni.
Á øðrum plássi á tjóð-
veldislistanum í Eystur-
oy, gjørdist Hallbjørg A.
Hansen í Fuglafirði við
208 atkvøðum, Olaf í
Garði Joensen á Eiði á
triðja plássi við 158 og
Súni í Hjøllum á Toftum
á fjórða plássi við 123 at-
kvøðum. Næstur teimum
kom Jóannes K. Eliassen
í Leirvík við 113 atkvøð-
um, Birgir Nónsgjógv
Innan Glyvur við 75,
Andrea Eldevig í Fugla-
firði við 52 og Hallur
Ellingsgaard í Oyndar-
firði við 18 atkvøðum.
Torbjørn toppskorari
í Eysturoynni
Tórbjørn Jacobsen á tjóðveldislistanum fekk flestar
atkvøður í Eysturoynni, 448 – ella 4 atkvøður fleiri enn
sambandsmaðurin, Alfred Olsen.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Sandoyingar hava nú funn-
ið eina loysn, so goymslur-
nar á virkinum á Sandi og í
Skopun ikki gerast fullar,
nú verkfall er, og eingin
fiskur verður fluttur um
Skopunarfjørð.
Farmaskipið, Lómur hjá
Skipafelag Føroya, var á
Sandi í síðstu viku eftir
fiskavørum, og ætlandi var
skipið aftur á Sandi hós-
kvøldið.
– So, nú sleppa vit í
hvussu er av við ein part av
vøruni, sum liggur á goym-
slu, siga tey á Sandoy Sea-
food í Skopun.
Herfyri segði Jóan Petur
Vest, at trupulleikin hjá
Sandoy Seafood kundi ger-
ast, at goymslurnar gjørd-
ust fullar, um verkfallið
bleiv ov drúgt. Men nú er
so hesin trupulleikin eftir
øllum at døma loystur.
– Tað, sum nú er keðiligt,
er, at vit ikki fáa keypt fisk
á
gólvuppboðssølunum.
Higartil hevur hetta ikki
havt so stóran týdning, tí
nóg mikið av fiski er komið
uppá land her suðuri. Men
hetta
kann
gerast
ein
trupulleiki, sum frá líður.
Í Skopun siga tey, at tað
plagar at koma væl við hjá
Sandoy Seafood at kunna
keypa tað á gólvinum, sum
restar í fyri at fáa arbeiði at
hanga saman, men hesin
møguleiki er ikki til staðar,
nú verkfall er, og eingin
flutningur er um Skopunar-
fjørð.
Mýlingur á Sandi
Týsdagin landaði Mýlingur
á Sandi. Meginparturin av
veiðini var upsi, men nakað
var eisini av toski. Tíverri
fingu vit ikki at vita,
hvussu
nógv
Mýlingur
hevði hendan túrin.
Nakað av útróðrarfiski
kemur uppá land í Skopun,
tá ið viðrar, men fiskiskap-
urin er ikki tann sami nú,
sum fyrr í vár.
– Í dag er eingin bátur
úti, tí líkindini eru ikki til
tess. Onkur bátur var úti
mikudagin, men fiskiskap-
urin var einki serligur, siga
tey í Skopun.
Í Sandoynni fegnast tey
annars um, at Lómur nú
syrgir fyri, at gloymslurnar
á virkjunum á Sandi og
Skopun ikki gerast fullar.
Sandoy Seafood avskipar við Lómi
Verkfallið hjá Føroya Skipara-ogNavigatørfelag ávirkar nú ikki stórvegis
avskipingarmøguleikarnar hjá virkjunum í Sandoynni.
C
M
Y
K
33
32
Vesturvarði landaði
140.000 pund til
Fiskavirking á Tvør-
oyri mánadagin.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Fleiri
djupvatnstrolarar,
sum fiska kongafisk og
upsa, hava selt uttanlands,
síðan verkfallið byrjaði.
Orsøkin er, at skipini fáa
ikki tann prís í Føroyum, nú
verkfall er, sum tey annars
plaga at fáa, tá ið alt er sum
vanligt. Ein stórur partur av
veiðini hjá djúpvatnstrolar-
unum fer vanliga av landi-
num sum fesk fløk, men
hetta er meira at kalla
ómøguligt, nú verkfall er,
og fiskurin ikki fæst til
Norrønu, sum siglir av
Havnini.
Arbeiða bara fryst
Fiskavirking á Tvøroyri er
høvuðskeypari av konga-
fiski, og nú møguleikarnir
at flyta fiskin feskan av
landinum eru nógv skerdir,
hevur virkið lagt seg eftir
bara at arbeiða frystan fisk.
Hetta merkir, at virkið
gevur 3-4 krónur minni fyri
ráfiskin enn vanligt, og tað
meta reiðaríini ikki vera
nóg mikið. Tí hava fleiri
djúpvatnstrolarar,
sum
fiska kongafisk og upsa,
verið uttanlands við veið-
ini. Skipini, sum talan er
um, eru eitt nú Suðringur,
Rankin, Brestir og hvalb-
iartrolararnir, Steintór og
Niels Pauli. Men sum skil-
st, hava sølurnar uttanlands
heldur ikki eydnast serliga
væl, tí marknaðurin í eitt nú
Týsklandi er lutfalsliga lítil
og tolir ikki, at ov nógvur
fiskur kemur í senn.
Martin Hentze, góðsku-
leiðari á Fiskavirking á
Tvøroyri, sigur, at hetta er
ein óheppin støða, bæði
fyri virkið og skipini.
– Okkara besti útflutn-
ingsmøguleiki er Norrøna,
men hon liggur í Havn, og
ikki ber til at flyta fiskin
norður um fjørðin. Annars
kemur
skipafelagsbátur,
Lómur ella Blikur, higar
hvørt hóskvøld, men tað er
ikki vist, at hetta passar við
landingarnar hjá trolaru-
num. Tí hava vit avgjørt
ikki at arbeiða fekst, nú av-
skipingarmøguleikarnir eru
so avmarkaðir.
Góðskuleiðarin sigur, at
tá ið feskur fiskur verður
sendur av landinum við
Norrønu, kunnu tey arbeiða
ein dag longri, enn tá ið
fiskurin fer við Skipafelag-
num.
– Men undir vanligum
umstøðum brúka vit sjálv-
andi báðar møguleikarnar,
sigur hann.
Vesturvarði
á Tvøroyri
Mánadagin var Vesturvarði
á Tvøroyri við umleið
140.000 pundum, megin-
parturin upsi.
Martin sigur, at upsin er
smáur – tað mesta eru 4’ar-
ar, so tað tekur langa tíð at
fáa hann ígjøgnum maskin-
urnar.
– Nakað av útróðrarfiski
kemur eisini uppá land, og
her hava vit ta avtalu við
Delta Seafood, at vit taka
tann smáa fiskin, meðan
Delta tekur tann størra fisk-
in til saltingar. Hetta sam-
starv roynist óføra væl, sig-
ur hann.
Martin Hentze sigur ann-
ars, at nógvir bátar eru á út-
róðri, tá ið líkindi eru til
tess, men fiskiskapurin er
nógv slakari nú, enn hann
var, tá ið hann var bestur í
vár.
Arbeiða ikki feskt á Tvøroyri
– Norrøna er okkara besti
útflutningsmøguleiki til
fesk fløk, men her eru vit
avskornir, soleingi verkfall
er, sigur Martin Hentze,
góðskuleiðari á Fiskavirk-
ing á Tvøroyri.