fríggjadagur 3. mai 2002síða 16
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 83 - 3. mai 2002
Nr. 83 - 3. mai 2002
31
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Oljan dýr
Oljuprísurin er í hædd-
ini. Týsdagin lá hann
um 27 dollarar fyri
tunnuna, men fall hós-
morgunin niður á 26
dollarar.
Oljumálaráðharrarnir
úr Saudiarabia, Meksi-
ko og Venesuela søgdu
í einari felags fráboðan
í gjár, at útlit eru fyri
búskaparframgongd
um allan heimin, og teir
mæltu tí oljulondunum
frá at økja framleiðsl-
una. Oljuframleiðara-
londini samdust í de-
sember um at skerja
framleiðsluna, og teir
tríggir
ráðharrarnir
siga, at eingin orsøk er
til at broyta ta avgerð-
ina.
Marknaðarserfrøðing
ar siga, at útlitini fyri
einari heimsumfatandi
búskaparframgongd,
spenta støðan í Mið-
eystri og ótryggu viður-
skiftini í Venesuela
gera sítt til at halda
oljuprísinum uppi. Fyrr
hava serfrøðingar vænt-
að, at oljuprísurin fór at
fella seinna hálvár, men
nú siga tær seinastu
metingarnar,
at
tað
tvørturímóti
kann
henda, at hann fer upp-
aftur longur upp.
Banki í
vegin
Størsti bankin í Dan-
mark, Danske Bank,
forðar fyri, at búgvið
eftir kendu skipasmiðj-
una B&W kann gerast
upp. Skipasmiðjan í
Keypmannahavn fór av
knóranum í 1996, og
fleiri túsund kravánarar
áttu meiri enn 1,2 mia.
krónur til góðar hjá
fyritøkuni.
Kravánararnir vilja
vera við, at Danske
Bank syrgdi fyri at fáa
sær burturav, áðrenn
nakar av hinum krav-
ánarunum fekk møgu-
leikan til tess. Tí krevja
teir nú, at bankin skal
rinda ein part av peng-
unum aftur til búgvið.
Higartil hevur bankin
ikki svarað, og nú hava
sakførararnir hjá krav-
ánarunum gjørt av at
draga Danske Bank í
rættin um málið.
Úr Norðurlondum:
Ja til víðkan
Danir taka sum heild
undir við, at fleiri lond
sleppa upp í ES. Ein
kanning,
sum
ES-
nevndin hevur skipað
fyri, vísir, at 80 prosent
av teimum spurdu í
Danmark eru fyri, at
fleiri lond fáa limaskap
í
samveldinum.
Í
Grikkalandi siga 79
prosent tað sama, og í
Svøríki er undirtøkan
78 prosent.
Samanborið við ta
seinastu kanningina er
undirtøkan fyri nýggj-
um limalondum vaksin
mest í Danmark.
Men tað er ikki alla-
staðni í ES, at fólk eru
líka fegin um, at lond-
ini
í
Eysturevropa
koma upp í samveldið.
Eitt nú vísir kanningin,
at í Fraklandi taka bara
49 prosent undir við tí.
Ap. fram-
gongd
Nú er farið at ganga
tann rætta vegin hjá
norska Arbeiðaraflokk-
inum. Ein veljarakann-
ing vísir, at flokkurin
hevði fingið 21,4 pro-
sent av atkvøðunum,
var stórtingsval í dag,
og tað er ein framgongd
upp á 4,1 prosentstig
samanborið.
Størsti
flokkur
í
Noregi
er
sambært
kanningini Framburðs-
flokkurin,
sum
fær
stuðul frá 25,2 prosent-
um
av
veljarunum.
Høgri hevur hinvegin
lutfalsliga stóra aftur-
gongd. Kanningin gev-
ur flokkinum 19,0 pro-
sent, og tað er ein
afturgongd upp á 3,9
prosentstig.
Illa við
Fleiri danskir politikar-
ar undrast á, at leiðslan
á svenska kjarnorku-
verkinum
Barseback
hevur gjørt av at nú-
tímansgera verkið, tí
sambært avtalu við
donsku stjórnina skal
verkið lata aftur næsta
ár. Tað hevur svenski
forsætisráðharrin eisini
lovað.
Donsku politikarar-
nir krevja nú, at Anders
Fogh Rasmussen, for-
sætisráðharri
skal
spyrja seg fyri í Stock-
holm, hvør tann veru-
liga ætlanin hjá svium
er.
Tveir menn, sum
krígsbrotsmannadóm
stólurin hevur
skuldsett fyri krígs-
brotsverk í gamla
Jugoslavia, komu í
gjár til Haag
KRÍGSBROTSVERK
Árni Joensen
Fyrrverandi jugoslaviski
varaforsætisráðharrin,
Nikola Sainovic, kom í gjár
við flogfari úr Beograd til
Haag, har hann alt fyri eitt
gav seg yvir til krígsbrots-
mannadómstólin. Í flog-
farinum var eisini Momcilo
Gruban, sum var leiðari í
einari fangalegu í Bosnia
undir krígnum har.
Sainovic hevur alla tíðina
verið roknaður sum ein av
næstu medarbeiðarunum
hjá Slobodan Milosevic.
Hann hevði ábyrgdina av at
samskipa átøkini hjá jugo-
slaviska herinum og løg-
regluni ímóti teimum al-
bansku uppreistrar-monn-
unum í Kosovo. Dómstól-
urin í Haag hevur skuldsett
hann fyri krígsbrotsverk.
Gruban var leiðari í ein-
ari legu, har tann jugoslav-
iski herurin savnaði tús-
undtals bosniskar muslim-
ar. Hann er skuldsettur fyri
at hava gjørt seg inn á fleiri
av fangunum og er skuld-
settur fyri krígsbrotsverk.
Áðrenn hann fór úr
Beograd
gjáramorgunin,
segði Nikola Sainovic, at
hann hevði gjørt av at fara til
Haag, so hann kundi siga
dómstólinum sannleikan um
støðuna í heimlandinum.
Í síðstu viku kom fyrr-
verandi jugoslaviski her-
ovastin, Dragoljub Ojdanic,
til
Haag.
Ein
annar
skuldsettur,
fyrrverandi
innanríkisráðharrin Vlajko
Stojiljkovic, skjeyt seg
uttan fyri tjóðartingshúsini
í Beograd tann 11. apríl.
Palestinski leiðarin,
Yasser Arafat, var alt
annað enn fegin, tá
hann gjáranáttina
slapp leysur úr
húsavarðhaldinum í
Ramallah
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
Júst sum Yasser Arafat
slapp út av høvuðsskriv-
stovu síni í Ramallah, har
hann hevur sitið inni-
stongdur í meiri enn ein
mánað, brustu bardagar á
við Føðikirkjuna í Betle-
hem, samstundis sum eldur
kom í kirkjuna. Arafat
segði seg ikki vera í iva um,
at tað vóru teir ísraelsku
hermenninir, sum høvdu
byrjað bardagarnar, og sum
høvdu sett eld á kirkjuna.
Tað var týðiligt, at Arafat
var í øðini um tíðindini úr
Betlehem, og hann kallaði
ísraelsmenn bæði yvir-
gangsmenn, nazistar og
rasistar.
Ísraelsmenn avsannaðu,
at tað vóru teir, sum høvdu
skotið fyrst, og at teir
høvdu sett eld á Føðikirkj-
una.
Umleið 200 fólk hava
sitið innistongd í kirkjuni,
síðani ísraelski herurin
kringsetti hana. Nakrir
palestinar eru komnir út úr
kirkjuni seinastu dagarnar,
men ísraelsmenn siga, at
tjúgu palestinskir yvir-
gangsmenn fjala seg fram-
vegis í Føðikirkjuni.
At Ísrael er gingið við til
at lata Yasser Arafat sleppa
úr húsavarðhaldinum hevur
samband við, at Arafat
hevur góðtikið, at ameri-
kanskir og bretskir fanga-
vørðar skulu ansa eftir
teimum fýra monnunum,
sum herfyri vórðu dømdir
fyri at hava myrt ein ís-
raelskan ráðharra í oktober
í fjør. Fangarnir sita nú í
einum fongsli í Jeriko.
Teir
ísraelsku
stríðs-
vognarnir, sum hendan
seinasta
mánaðin
hava
staðið uttan fyri høvuðs-
støðina hjá Arafat í Ra-
mallah, vóru ikki meiri enn
farnir haðani, tá palestinar í
hundraðtali streymaðu til
høvuðsstøðina at fagna
Arafat.
Vesturlendskir eygleið-
arar vænta, at AQrafat nú
fer at vitja teir ymsu býir-
nar á Vestara Áarbakka og
flóttafólkaleguna
Jenin.
Eygleiðararnir siga, at ís-
raelska
hernaðarátakið,
sum byrjaði tann 29. mars,
hevur havt við sær, at
Arafat hevur ongantíð verið
so væl umtóktur millum
palestinararnar sum nú.
Arafat sloppin út
Tveir brotsmenn afturat
á veg til Haag
Menn úr lívverjuni hjá Yasser Arafat fegnast um, at ísraelski herurin tók seg aftur frá høvuðsstøðini hjá Arafat í Ramallah
Mynd: Reuters
Mikudagin tann 1.
mai skipaði Havnar
Arbeiðsmannafelag
fyri hátíðarhaldi í
sambandi við Altjóða
Arbeiðaradagin
ALTJÓÐA
ARBEIðARADAGUR
Ragnhild Ellingsgaard
Eitt sindur av fólki vóru
møtt upp á Vaglinum, tá
Altjóða Arbeiðaradagurin
varð
hátíðarhildin.
Og
hóast veðurgudarnir hava
víst okkum veður av alskins
slagi teir seinastu dagarnar,
so skikkaðu teir sær bara
heilt væl, ta løtuna, sum há-
tíðarhaldið vardi.
Havnar
Hornorkestur
settu sum so ofta fyrr sín
serliga dám á løtuna, og
fólk sóu út til at hugna sær
saman.
Fýra røðarar vóru á
skránni, og varð byrjað við
Jan Midjord, formanni í
Havnar Arbeiðsmannafe-
lag.
Eftir honum komu Jóhan
Carl Dam, nevndarlimur í
Havnar Arbeiðsmannafe-
lag, Jóhan Mortensen, tíð-
indamaður og Óli Jacob-
sen, Fiskimannafelagsfor-
maður.
Ikki mist týdningin
Jan Midjord, formaður í
Havnar Arbeiðsmannafe-
lag, byrjaði hátíðarhaldið
við at siga nøkur orð um
Karl Johansen, sála. Karl
Johansen hevur so at siga á
hvørjum 1. maidegi tey
seinastu 25 árini verið ein
av røðarunum til haldið,
men hann andaðist í febr-
uar mánaða í ár.
Jan Midjord tosaði um
tunga arvin eftir hendan
merkismann, men hann
nevndi eisini tann varðan,
sum stendur eftir Karl
Johansen, og sum hjálpir
Havnar Arbeiðsmannafelag
víðari á veg.
Síðani tosaði Jan eitt
sindur um týdningin av 1.
maidegnum.
- Ein nýggj øld er byrjað,
og øll tykjast at hava tað
gott, so ikki skuldi verið
neyðugt at hildið ein slíkan
við røðum og tílikum. So-
leiðis hugsa uttan iva mong
– og tó, segði Jan Midjord
millum annað.
Síðani tosaði hann um
drúgva stríðið longri afturi í
tíðini, um tær kvinnur og
teir menn, sum høvdu ein
dreym um, at ein dagur
skuldi koma, har eisini ar-
beiðaranum skuldi verða
tað tillutað, sum hann av
røttum átti av samfelagsins
avkasti.
- Og tað vóru tey, sum
gjørdu henda dreym til
veruleika, segði Jan.
Hann hevði eisini á lofti,
at stríðið hjá hesum fólkum
hevur gjørt arbeiðaradagin
til eina áminning til tey,
sum nú eru virkin í fak-
felagsarbeiði um ikki at
gloyma tey, sum brutu
næsar fyri verkamannsins
sakir.
- Vit eiga støðugt at taka
á okkum tann góða førn-
ingin og bera hann víðari
fram á leiðini í stríðnum
fyri tí søk, sum hesi løgdu
lunnar undir, legði Jan
afturat.
Vallorrsuta og
lønartræta
Eisini nevndi Jan lønar-
trætuna millum Skipara- og
Navigatørfelagið øðrumeg-
in og Fíggjarmálastríðið
hinumegin.
- Mær er sagt, at sem-
ingsfólkini hava fingið
70.000 krónur í part fyri
fyrstu royndina, sum vardi
70 tímar. Fyri at fáa eina
slíka upphædd skal ein
arbeiðskvinna ella arbeiðs-
maður arbeiða umleið 10
ferðir so nógvar tímar,
segði Jan.
Við hesum vildi hann
siga, at verkakvinnan og
verkamaðurin fáa alt ov
lítla løn í nútíðar samfelag-
num.
- Tað kann væl vera, at
tað í Føroyum grør um
gangandi fót, men tað velst
sanniliga
eisin
um,
á
hvørjum fóti føturnar sita.
Á arbeiðaranum sita tær i
øllum førum ikki, segði
hann.
Vallorrustan við øllum
lyftunum frá teim politisku
flokkunum
varð
eisini
nevnd. At enda greiddi Jan
frá, at Havnar Arbeiðs-
mannafelag hevur ætlanir
um at fáa sett eina kanning
í verk av kostnaðarstøð-
inum í samfelagnum, so-
leiðis at ljós verður varpað
á tey órættvísi viðurskiftini,
sum verkafjøldin livir undir
í
vælferðarsamfelagnum
Føroyum í dag.
Altjóða Arbeiðaradagurin
enn stóran týdning
Jóhann Mortensen, tíðindamaður, var ein av røðarunum
Mynd: Jens Kristian Vang
Nakað av fólki varð komið at
lurta eftir 1. mai røðarunum
á Vaglinum
Mynd: Jens Kristian Vang
Hetta var fyrsta 1.maidagshaldið hjá nýggja formanninum í
Havnar Arbeiðsmannafelg, Jan Midjord, sum tók við eftir Carl
Johansen, sum doyði herfyri
Mynd: Jens Kristian Vang
Jóan Carl Dam, nevndarlimur í Hanar Arbeiðsmannafelag,
var eisini millum røðararnar
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
31
30