leygardagur 4. mai 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 84 - 4. mai 2002
Nr. 84 - 4. mai 2002
3
Síðan 1976 eru 10
milliónir Ford Fiesta
framleiddir. Núver-
andi Fiesta hevur 12
ár á bakið og er vorð-
in ein rættuliga gamal
bilur. Seinni í ár kem-
ur ein heilt nýggjur
nútímans Fiesta á
marknaðin. Bilurin er
bygdur í stíl við teir
størru Focus og
Mondeo
BILAR
Magnus Gunnarsson
Nýggi Fiesta er bygdur yvir
ein heilt nýggjan plattform,
og hevur hann einans Ford
merkið felags við forgang-
aran.
Fiesta verður í allar mátar
ein størri bilur, bæði longri,
breiðari og hægri, eins og
aksilfrástøðan eisini er
vaksin.
Í fyrstu atløgu kemur ein-
ans útgávan við 5 hurðum á
marknaðin, men væntandi
kemur hann eisini við trim-
um hurðum í 2003.
Framyvir verða eisini
aðrar útgávur bygdar yvir
Fiesta plattformin.
Hydrauliska
servostýring
Fiesta hevur ikki elektriska
servostýring,
sum
teir
flestu nýggju bilarnir koma
við nú, men vanliga hy-
drauliska
servostýring.
Grundgevingin hjá Ford er,
at bilførarin hevur betur
føling við vegnum við hy-
drauliskari servostýring.
Koyrieginleikarnir
eru
sum væntað heilt í topp, og
bilurin koyrir sum ein
dreymur í svingum.
Høgt til loftið
Sum tað sæst á myndunum,
er bilurin, eins og nógvir
aðrir nýggir bilar, bygdur
soleiðis, at høgt er til loftið.
Hetta er við til at gera bilin
rúmligan, og gott pláss er
eisini til tey ferðandi, bæði
framman og aftan.
Man situr væl í bilinum,
ið hevur leðurratt sum
standard, og eitt framúr gott
gearskifti.
Eisini diesel
Minsti bensinmotorurin er
ein 1.3 litur við 68 hk, síð-
an er ein 1.4 litur við 80 hk
og ein 1.6 litur við 100 hk.
Dieselmotorurin er gjørdur
í samstarvi við PSA, (Peu-
geot/Citroën).
Í fyrstu atløgu verður
bert ein 1.4 litur Duratorq
commonrail dieselmotorur
við 68 hk, men seinni verða
størri motorar á skránni.
Trygdin
Trygdini í bilinum er einki
at ivast í. Við tað at Ford
eigur Volvo persónbila-
deildina, hava teir leitað
sær serkøna hjálp higani.
Hetta sæst aftur í upp-
byggingini av karossarí-
num, við nógvum innbygd-
um trygdarskipanum.
Tá nýggi Fiesta er komin
á marknaðin, eru umsíðir
allir teir gomlu Fordarnir
skiftir út við nýggjar nútím-
ans bilar.
Ford Fiesta: Kemur sum heilt
nýggjur bilur seinni í ár
Nýggi Fiesta er bygdur yvir
ein heilt nýggjan plattform,
og hevur hann einans Ford
merkið til felags við
forgangaran
Aftan minnir Fiesta ikki sørt
um Ford Focus við høgt
monteraðum baklyktum
Einfalt og snøgt innan, sum í Mondeo. Leðurratt er standard í øllum útgávunum
Ford Fiesta 1.6 5/h
Motorurin: 1.6 litur 4 syl. bensin 100 hk
0-100 km/t
10.8 sek
Bensinnýtsla
15,2 km/l
Dekkstødd
175/65-14
Longd
392 cm
Breidd
168 cm
Hædd
142 cm
Viðførisrúm
284 litrar
Søluumboð:
P/F Wenzel
Akranesg. 5
FO-100 Tórshavn
Tel. 313873
www.wenzel.fo
Nýggi Ford Mondeo
bleiv ein succes, frá tí
at hann kom á gøtuna
av fyrstan tíð. Motor-
journalistar hava róst
bilinum til skýggja,
og sølan hevur verið
avbera góð. Bæði í
stødd og hvat koyri-
eginleikunum viðvík-
ur er hann munandi
betri enn forgangarin
BILAR
Magnus Gunnarsson
Ford roknaðu við at
koma beinleiðis í finaluna í
kappingini um kundarnar,
tá teir komu á marknaðin
við nýggja Mondeo, og so-
leiðis varð. Bilurin var
bæði longri og breiðari enn
forgangarin, koyrieginleik-
arnir vóru betri, meira
trygdarútgerð
og
heilt
nýggj motroskrá.
Stórur innan
Umframt at bilurin kann
latast eftir ynski, fæst hann
í trimum útgávum, hvat út-
erð viðvíkur: Ambiente,
Trend og Ghia. Mondeo
verður gjørdur sum sedan
við 4 hurðum, við 5 hurð-
um og stórari baklúku og
sum stationvognur. Innan er
Mondeo næstan líka rúm-
ligur sum tann størri Ford
Scorpio.
Reinir dieselmotorar
Mondeo fæst við 4 ym-
iskum 4 syl. Duratec-HE
bensinmotorum frá 110 til
145 hk, einum V6 24V við
170 hk og ST220 við 220
hk. Tríggir deselmotorar frá
90 til 130 hk eru eisini á
skránni Nýggju TDCi
commonrail dieselmotorar-
nir hava eina tøkni, sum ger
at teir larma minni enn van-
ligt, og eru millum teir
minst dálkandi dieselmot-
orar í sínum klassa.
Góðar koyrieginleikar
Teir sum hava konstruerað
bilin hava rakt plett hvat
viðvíkur
koyrieginleiku-
num, ið eru á sera høgum
støði. Stoytdoyvarar, fjaðr-
askipanin og róðurgreiðir
eru so væl sett saman, at
tað kann ikki gerast stórt
betur. Dekkini, sum eru í
støddini 205/55-16, gera
eisini sítt til at bilurin er so
stúttur at koyra.
Ford Mondeo 2.0i Trend 5/h
Motorurin: 2.0 litur 4 syl.16V Duratec-HE 145 hk
0-100 km/t
9,8 sek
Bensinnýtsla
12,6 km/l
Dekkstødd
205/55-16
Stødd og vekt:
Longd
473,1 cm
Breidd
181,2 cm
Hædd
142,9 cm
Eginvekt
1275 kg
Viðførisrúm
500 litrar
Prísur
frá kr. 216.800
Søluumboð:
P/F Wenzel
Akranesg. 5
FO-100 Tórshavn
Tel. 313873
www.wenzel.fo
Ford - rakt plett við nýggja Mondeo
Nýggi Ford Mondeo bleiv ein succes, frá tí at hann kom á
marknaðin av fyrstan tíð. Her er Leif Hougaard sølumaður
hjá P/F Wenzel, við einum Mondeo í nýggjast útgávuni
Mynd: Jens Kristian Vang
Mondeo stationcar, ið er ein tann rúmligasti í sinum klassa, er eisini ein rættuliga stórur bilur
Innan er Mondeo týðuliga
merktur av, at designarin
hevur ein fortíð sum
designari hjá Audi
C
M
Y
K
3
2