leygardagur 4. mai 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 84 - 4. mai 2002
Nr. 84 - 4. mai 2002
11
Tann 6. mai í 1922
kom DFDS skipið
»Island« á Havnina.
Millum farmin var
Føroya fyrsti bilur,
ein Ford T lastvognur,
sum Johannes Olsen
og Júst Sivertsen
keyptu frá smiðju-
num, Wenzel Petersen
og Vilhelm Nielsen í
Havn
FYRSTI BILURIN
Eirikur Lindenskov
Komandi mánadag, tann 6.
mai, eru liðin 80 ár síðani,
at fyrsti bilurin trillaði á
føroyskari jørð.
Tann dagin seldu Vilhelm
Nielsen og Wenzel Petersen
fyrsta bilin til Júst Sivert-
sen og Johannes Olsen í
Havn. Talan var um ein
Ford TT lastvogn, sum kom
til landið við DFDS-skipi-
num, Island, hendan dagin.
Júst Sivertsen (føddur í
1892) var kendur bilførari í
Havn. Men Johannes Olsen
(føddur í 1894) doyði longu
í 1924 av vanlukku, tá ein
ketil sprongdist á nýggja
Alexandrines Hospitali.
Ein teirra, sum var á
Kongabrúnni, tá bilurin
kom í land 6. mai 1922, var
Oluffa Jensen (Luffa í
Gongini
1912-2000)
í
Havn.
Hon var tá tíggju ára
gomul, men hon minnist
hendingina væl, tí Johannis
og hon vóru systkinabørn –
og vuksu upp í sama húsi
undir Kletti í Havn.
Í viðtalu við Sosialin 12.
juni 1996 segði hon:
– Eg minnist væl tann
dagin. Nógv fólk var komið
saman, og bilurin kom í
land á einum prámi. Eg
minnist ikki, hvørjum skipi
hann kom við, men har var
eingin, sum dugdi at koyra
bilin. Hann var tí skumpað-
ur niðan í Quillingsgarð,
har Wenzel og Vilhelm
høvdu smiðju.
– Johannes var tann
fyrsti, sum koyrdi. Tað var
danin, Plank (pápi Viggo
Plank), sum lærdi hann at
koyra.
Ta fyrstu tíðina var tað
bara Hannes, sum koyrdi,
segði Luffa.
Hannis
førdi
annars
Reyða Kross, men fór
seinni á hospitalið at ar-
beiða sum montørur, sum
tað kallaðist.
– Tá haldi eg, at Júst tók
yvir bilin, segði Luffa.
Hannis arbeiddi nógv,
greiddi Luffa frá.
– Fysikus Herup hevði
altíð boð eftir honum, og
tað var eisini tí, at vit vóru
millum tey fyrstu, sum
fingu telefon. Minnist meg
rætt, hvødu vit nummar 13.
Hvussu nógv var at koyra
fyrstu tíðina, minnist Luffa
ikki reiðiliga.
– Men teir koyrdu við
fólki, tað minnist eg væl.
Teir koyrdu túrar niðan á
Sanatoriið og aðrar túrar
við. Minnist meg rætt, so
kostaði tað 50 oyru fyri
vaksin og 25 oyru fyri børn.
Eg minnist væl, at Johann-
es hevði eina pappeskju við
25 oyrum undir seingini.
Um bilin sigur Luffa, at
hon heldur hann var svartur
ella rættuliga myrkur. Hann
hevð ikki el-startara, men
skuldi vindast í gongd.
Luffa andaðist í oktober
2000, 88 ára gomul.
Fyrsti bilurin kom í land á Kongabrúnni
Hendan myndin av Kongabrúnni er tikin 2. mai 2002. Staðið, har fyrsti bilurin kom á land, er áleið har, vit hava sett Ford T’in hjá Hans Elmari inn í myndina.
Pílurin vísir Ólavstovu, sum vit eisini síggja á myndini omanfyri. Alt annað í myndini er broytt – uttan kanska bryggjukanturin sjálvur – og kanska skráin
hómast í bryggjukantinum enn tann dag í dag…?
Gomul mynd av Kongabrúnni í Havn. Uttast høgrumegin sæst skráin, har bilurin hjá Johannes undir Kletti og Júst Sivertsen varð fluttur á land av práminum, tá hann kom til Føroya við DFDS
skipinum »Island«, 6. mai í 1922. Vit hava til stuttleika sett Ford T bilin hjá Hans Elmar Poulsen á Vatnsoyrum inn í myndina. Hann er sama sama slag Ford T – eisini frá 1922. Pílurin frá
bilinum vísir okkum Ólavstovu, sum er einasta húsið á myndini, sum enn stendur sum tað stóð í 1922. Trappan vinstrumegin í myndini er trappan hjá Tryggingarfelagnum Føroyar
C
M
Y
K
11
10