Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. mai 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 84 - 4. mai 2002 Nr. 84 - 4. mai 2002 9 -Tað má vera ein fyri- munur fyri allar part- ar, at vit fáa eitt breitt parlamentariskt grundstøði. Tí havi eg alla tíðina undir val- stríðnum verið av tí fatan, at ein samgonga við trimum av stóru flokkunum vil vera ein sterk samgonga. Men hvat er realistiskt møguligt má løgmað- ur meta um sigur Bjarni Djurholm, ting- maður hjá Fólkaflokk- inum. VAL OG SAMGONGU- MØGULEIKAR Jan Müller Ein av teimum mest spenn- andi innanflokka valdyst- unum til løgtingsvalið fór fram í Havnini millum teir báðar vengurnar í Fólka- flokkinum, øðrumegin Óla Breckmann og Bjarna Djurholm, sum umboða tann meira hóvliga vongin í sjálvstýristilgongdini, og so Poul Michelsen og Bjarta Mohr, sum umboða tann meira víðgongda fullveldis- vongin. Úrslitið gjørdist, at Óli og Bjarni vórðu aftur- valdir, og hetta kann møgu- liga hava ávirkan á sam- gongusamráðingarnar, sum nú eru. Tað kann hava við sær, at áhugin fyri sam- starvi við Javnaðarflokkin verður tað størri og at Tjóð- veldisflokkurin ikki skal kenna seg alt ov tryggan í royndunum at skipa eina nýggja samgongu. Bjarni Djurholm fegnast um úrslitið av valinum. Hó- ast hann misti einar 200 at- kvøður í mun til seinasta val, hann fekk góðar 380 atkvøður, so er hann sera væl nøgdur við úrslitið. Hann vísir á, at flokkurin hesaferð stillaði nógv nýggj og ung andlit upp, og tað varð givið, at tey fóru at fáa væl av atkvøðum. At partamaðurin Óli Breck- mann skoraði sínar 511 at- kvøður heldur Bjarni Djur- holm var væntandi, tí hann hevur sínar føstu atkvøður, og tær vil hann varðveita soleingi hann stillar upp til løgtingsval. Krøv til samstarv Bjarni Djurholm, sum hev- ur verið landsstýrismaður part av skeiðnum, heldur, at úrslitið av valinum setir stór krøv til flokkarnar um at samstarva. Skal tú halda fast við veandi samgongu kemur hon at hava eitt sera veikt parlamentariskt grundarlag, um tú bara víðkar hana við Miðflokk- inum. Hinvegin kann man so siga, at fór man út í hitt borðið, og Javnaðarflokk- urin og Sambandsflokkurin og teir smáu flokkarnar skipaðu samgongu, so hevði man havt somu støðu, nevniliga eitt veikt grundarlag. Og tekur man so tjóðskaparliga ásan eru væl heldur ikki har talan um sterkar samgongur -Skal man vera realistisk- ur og pragmatiskur, so kundi eg hugsað mær, at jú meira tú samstarv er tvørtur um miðjuna tess betri parlamentariskt grundarlag hevur tú fyri at taka støðu til álvarsmál. Og tað heldur Bjarni Djurholm vit hava brúk fyri. Samanlangt yvir eitt fýra ára skeið tørvar okkum stabil politisk við- urskifti. Men spurningurin er so, hvussu tað verður skrúvað saman. Bjarni Djurholm: -Tekur tú Miðflokkin inn einsa- mallan í samgonguna, so hevur tú ikki nógv at geva av, tá tað kemur til mál, sum hava stóran samfelags- ligan týdning og harvið krevja, at tú hevur sterkan rygg. Tað er nú bara so, at smælar samgongur kunnu vera góðar, tí man er so bundin at hvørjum øðrum, og tað kann vera ein styrki, men smælar samgongur hava eisini tann veikleika, at tá tað kemur til avgerandi mál, skal einki til at parla- mentariska grundarlagið er burtur. Tí vil eg halda, at skal tað síggjast yvir eitt heilt valskeið, so má tað vera ein fyrimunur fyri allar partar, at vit fáa eitt breitt parlamentariskt grundstøði. Tí havi eg alla tíðina undir valstríðnum verið av tí fatan, at ein sam- gonga við trimum av stóru flokkunum vil vera ein sterk samgonga. Men hvat er realistiskt møguligt má løgmaður meta um. Bjarni Djurholm sigur víðari, at at hyggja vit eftir tí tjóðskaparliga ásanum, har Tjóðveldið stendur øðrumegin og Sambandið hinumegin, so er greitt, at tað verða Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin á miðjuni, sum her mugu til at samstarva og byggja brýr tann eina ella hin vegin. Men her eru nógvir ymsir samgongumøguleikar eins og Jógvan Mørkøre, sam- felagsfrøðingur gjørdi greitt í Sosialinum eftir valið. Ein møguleiki er so samgonga millum Javnað- arflokkin, Tjóðveldisflokk- in og teir báðar smáu. Ein møguleiki er eisini Javnað- arflokkurin og Sambands- flokkurin og teir smáu flokkarnir. Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin saman við øðrum av hinum stóru flokkunum vil hava tað breiðasta parlamentariska grundarlagið. Sjálvstýris- flokkurin hevur verið við og er við í samgonguni, og kundi Bjarni Djurholm hugsað sær, at hann, uttan mun til hvør loysn verður vald, verður ein partur av tí parlamentariska grundar- lagnum. Verður hann við verður parlamentariska grundarlagið ógvuliga breitt, tí hann hevur sagt seg kunnað ganga fleiri vegir. Bjarni Djurholm ivast ikki í, hvør samgonga enn verður skipað, so verður neyðugt at talvan verður vaskað rein aftur. Við hes- um sipar hann ikki minst til tað ikki framúr góða samstarvið við Tjóðveldis- flokkin. Standi við mítt -Tú er tann í Fólkaflokkin- um, sum mong í Tjóðveld- isflokkinum hava verið mest ónøgd við og ynskja, har piparið grør. Og neyvan er tað nakað dulsmál, at tjóðveldisfólk sóu heldur ein Poul Michelsen á tingi í dag enn Bjarna Djurholm. At tú og Óli Brekcmann kortini vunnu valið í Havn móti meira fullveldissinn- aðum fólkafloksvalevnum kann tað koma at merkja, at tit báðir fara at royna at fáa løgmann ikki at fara inn í eitt framhaldandi samstarv við Tjóðveldisflokkin? -Vit hava tosað um hesi tingini innanhýsis, og semja er um, at løgmaður kannar allar upplýsingar. Eg taki undir við, at løg- maður kannar møguleikar- nar, at hann eisini tosar við samgonguflokkarnar fyri at vita, hvat man hevur felags og hvat man kann sam- starva um. So eg havi ikki lagt meg á nakað enn men vil bíða eftir, at løgmaður hevur tosað við ymsu flokkarnar. Bjarni Djurholm, sum av eitt nú tjóðveldisfólki hevur verið skýrdur sambands- maðurin í Fólkaflokkinum tekur sær ikki tikni av hesum skoðsmáli og sigur, at tað skal ikki vera nakar ivi um, at tað hann hevur gjørt og skrivað standur hann fram- vegis við, men hóast stóra mótstøðu og kapping, so vísti valúrslitið, at tað hann stóð fyri varð ikki víst aftur av veljarunum og tað tekur hann sum eitt herðaklapp. -Eg eri sannførdur um, at rættiliga pragmatiska linjan eg havi lagt meg eftir, og har eg havi peikað á eitt breitt samstarv í sjálvstýris- málinum, hevur undirtøku millum mong. Og tað taki eg sum eina ábending um, at fjøldin av okkara ella mínum veljarum eisini vil. Hetta gevur okkum eisini tað signal, at nógv ynskja eina breiða samgongu. Hyggja vit at veljarakanningunum, tá man tosar um ríkisrættarligu viðurskiftini, so ynskir fjøldin av Føroya fólki broytingar í viðurskift- unum við Danmark, og tey flestu, við undantaki av teimum, sum eru mest afturhaldandi, kunnu ganga langt við broytingum. Og tá so greið ábending er um, at 2 av 3 veljarum taka undir við eini pragmatiskari linju mót- vegis dønum, so haldi eg at úrslitið í Havn í hvussu er undirbyggir tað. Tí sigi eg, at ein breið samgonga kundi nettup gingið teimum ynskj- unum á møti, uttan at eg skal leggja meg út í samráðing- arnar. Tjóðveldið skal ikki sleppa at seta dag- skránna -Tá tað nú vísir seg, at hóvligi vongurin í Fólka- flokkinum í hvussu er í Havn hevur vunnið, og tað er greitt, at Fólkaflokkurin ikki hevur tikið undir við nógvum av tí, sum Tjóð- veldisflokkurin hevur ført fram undir valstríðnum, merkir tað so, at tit kunnu koma at seta krøv til Tjóð- veldsiflokkin skulu tit halda fram í samgongu? -Tjóðveldisflokkkurin hevur havt dagskránna í fýra ár bæði so og so. Bæði í loftmiðlum og bløðunum hava teir litað politiska ger- andisdagin. Flokkurin legði sera stóra orku í at vinna hetta valið og hevur brúkt nógva orku til tað, men eg kann staðfesta, at flokkurin gekk aftur. Hóast vit eisini mistu nakað, so kann man siga, at tað er eingin orsøk til at halda, at tey 23 prosentini, sum mynda Tjóðveldisflokkin, einsamøll skulu eiga dags- skránna næstu fýra árini. Og her ikki minst tá tveir triðingar av føroyingum taka undir við lagaligum og pragmatiskum broytingum mótivegis dønum. Tá haldi eg, at øll og eisini Tjóð- veldisflokkurin gera rætt í at lurta eftir veljarunum. Bjarni Djurholm sigur víðari, at við teimum møguleikum Tjóðveldis- flokkurin hevur havt, við teimum midlum hann hevur átt og við tí máta hann koyrdi valstríðið uppá, so kann man siga, at hann fekk ikki nakað gott val. Tað kann so bara merkja, at teir í veruleikanum eiga minni enn fjórða hvønn før- oying, sum heldur, at teirra leið er tann rætta. -Uppfataði tú eisini val- stríðið hjá Tjóðveldisflokk- inum sum eina fólkaat- kvøðu um loysing ella samband? -Úttalilsini hjá Tjóðveld- isflokkin tá vóru púra ger- ið. At hetta var eitt lagnuval og at framtíðin hjá Føroya fólki lá í hesum valinum. Og tí uppfataði eg í hvussu er hetta valið sæð frá teirra síðu sum eitt ultimativt krav um at fara inn í framtíðina ella aftur í fortíðina og at hetta skuldi takast sum ein fólkaat- kvøða. Bjarni Djurholm heldur tó ikki, at Tjóðveld- isflokkurin hevði eitt vána- ligt val men samanborið við tað teir settu upp og ta dagsskrá teir settu fram, so vunnu teir ikki valið, og hyggur man at prosentvísa lutfallinum millum sam- Bjarni Djurholm varð afturvaldur við nærum 400 atkvøðum, hóast stórt arbeiði varð gjørt fyri steðga hansara meira hóvligu og pragmatisku linju í eitt nú sjálvstýristilgongdini. Breið samgonga besta trygdin framhald á síðu 42 VERKFALL Edvard Joensen Fær Finnbogi Ísakson, løg- tingsformaður, eina áheitan um at kalla Løgtingið sam- an til at viðgera eina áheit- an um at leggja upp í verk- fallið millum Skipara- og Navigatørfelagið og Fíggj- armálstýrið, fer hann at gera tað, sigur hann við Sosialin. Tað er nevniliga soleiðis, at til ein nýggjur tingfor- maður er valdur, verður hann sitandi, sum var for- maður í seinasta valskeið- num. Hansara einasta upp- gávu er tó í tíðini millum valið og til nýggja Løgting- ið kemur saman, at kalla tingið til arbeiðis, tá heitt verður á hann um tað. Í skrivandi stund sita vinnufeløg og Føroya Ar- beiðsgevarafelag á fundi og tosa um, hvussu farast skal fram í samband við verk- fallið, sum leggur stórar partar av útjaðaraøkjunum lavnar. Gunnar Nattestad, for- maður í Vága Vinnufelag, segði við Sosialin, áðrenn fundurin var liðugur, at feløgini ivaleyst fóru at heita á partarnar í trætuni um at loysa hana, og í øðr- um lagi at heita á Løgtingi um at koma saman at gera enda á verkfallinum. Ein trupulleiki her kann gerast, at í løtuni er í grund- ini einki Løgting at kalla saman, tí tað gamla er skift út, men teir nýggju tinglim- irnir hava enn ikki fingið síni valbrøv góðkend. Tað fáa teir ikki, fyrr enn allar fínteljingar hava verið, og tað kann taka upp til eina viku eftir, at valið var. Tað vil siga týsdagin í næstu viku. Um so er, at Løgtingið skal kallast saman fyrr enn annars ætlað, verður tað Finnbogi Ísakson, løgtings- formaður, sum skal gera tað. Men so er hansara tíð sum tingformaður eisini liðug, og verður tað so ellisformaðurin, sum fer at taka yvir og leiða viðgerð- ina av teimum málum, sum kunnu koma á tingborð. Sum er ber ikki til at siga, hvør ellisformaðurin verð- ur, hóast sannlíkt er, at tað verður Heini O. Heinesen. Men har situr ein jokari í einari hond sunnarnfyri. Nevniliga Sverre Midjord. Sverri Midjord, sum var uppstillaður á Javnaðar- listanum Suðuroy, fekk eftir uppteljingina val- kvøldið tvær atkvøður færri enn Henrik Old, sum var nummar tvey á Javnaðar- listanum eftir Jóannes Eidesgaard. Um so verður, at fínteljingin broytir hetta úrslitið, og Sverre Midjord gerst tingmaður, verður hann elsti maður í nýggja Løgtinginum, og tí ellisfor- maður. So sum skilst, er ikki væntandi, at nakað hendir í verkfalsmálinum í so máta fyrr enn týsdagin, um Løg- tingið skal uppí, tí eingin ivi er um, at tingið vil tryggja seg og hava alt upp á tað reina, áðrenn nøkur avgerð verður tikin. Kallar saman eftir áheitan Finnbogi Ísakson er framvegis tingformaður, til nýggjur er valdur, sum helst verður ... ...Sverre Midjord yvirhálar Henrik Old við fínteljingina og gerst elsti maður á Løgtingi ...Heini O. Heinesen, um ikki tað hendir, at ... Tingformaðurin seinasta valskeiðið er framvegis formaður, til nýggjur er valdur. Tá Løgtingið kemur saman aftur, verður tað tí Finnbogi Ísakson, sum skal kalla tingið saman. Tað fer hann at gera, um ein áheitan kemur um tað, sigur hann við Sosialin C M Y K 9 8 ROVER EIN BILUR FYRI SEG OG IKKI MINST TIL TANN RÆTTA PRÌSIN · ROVER 45 1,8 CLUB 117 HK Kr. 199.800,- ROVER 25 CLUB 103 HK Kr. 165.800,- ROVER 75 STATIONCAR PRÍSUR ÚR Kr. 293.000,- ROVER 75 SEDAN PRÍSUR ÚR Kr. 275.000,-