leygardagur 4. mai 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 84 - 4. mai 2002
Nr. 84 - 4. mai 2002
13
Kia eru komnir á
marknaðin við Carni-
val í nýggjari útgávu.
Síðan teir fyrstu
Carnival komu higar í
1999, hava teir verið
væl móttiknir, bæði
til stórar familjur og
sum hýruvognar
BILAR
Magnus Gunnarsson
Kia Carnival er nakað
broyttur bæði uttan og inn-
an. Bilurin er framvegis ein
av størstu MPV bilum á
marknaðinum. Eisini hevur
hann nú fingið ein tann
størsta commonrail diesel-
motorin í sínum klassa, tal-
an er um 2.9 litur motorin
við 144 hk. Samstundis er
motorurin vorðin munandi
meira ljóðleysur.
Alt nýtt innan
Størstu broytingarnar eru
innan. Instrumentborðið er
heilt nýtt við træpanelum
og alu-look tilfari. Setrini
eru nýggj og alt er annars er
gjørt í betri kvaliteti. Har
eru heili 3 handskarrúm og
nokk av plássi at leggja lut-
ir frá sær á. Man kann
ganga ímillum øll setrini
uttan at skula út úr bilinum.
Sum nakað nýtt kunnu øll
tey aftaru setrini takast úr
bilinum í eini handavend-
ing.
Kia Carnival - facelift og
munandi størri dieselmotor
Kia Carnival 2.9 TDI LX
Motorurin: 4 syl. 2.9 litur 144 hk
Turbodiesel /common-rail innspræning
0-100 km/t
15,2 sek.
Oljunýtsla
12,2 km/l
Dekkstødd
215/65-15
Stødd og vekt:
Longd
492,5 cm
Breidd
190,0 cm
Hædd
180,5 cm
Eginvekt
1975 kg
Prísur (7 persónar)
Kr. 255.800
(vørubilur)
Kr. 216.800
Met.lakk/Svart v.klárlakk
+ 3.000
Søluumboð
P/f D.B. Bilar
J. Broncksgøta 15
FO-100 Tórshavn
Tel.310600
Pól Jensen í Auto fekk tann
fyrsta Kia Carnival í nýggju
útgávuni við 144 hk
dieselmotorinum. Hann er
sera væl nøgdur við bilin, ið
er ein rúmligur og kvikur
hýruvognur.
BILAR
Magnus Gunnarsson
Carnival
verður
eisini
gjørdur í eini camping
útgávu við soviplássi til 4
vaksin fólk. Takið kann
lyftast upp, so til ber at
ganga upprættur inni í
bilinum, tá songin ikki er í
brúk. Bilurin hevur køk við
skápum,
vaski
og
kókiblussi.
Eisini
eru
tangar til bæði reint vatn og
frárensluvatn, eins og 12V
stikk til køliboks.
Kia Carnival í camping útgávu
Kia Carnival í camping útgávu. Takið kann lyftast upp, so til ber at ganga upprættur inni í bilinum.
PARAFASA
Birgir Kruse
Einki er sum at seta seg við
rattið á einum snøggum,
nýggjum bili. Lukta alt tað
nýggja, leður og nýpussað
stás, sum ein farri av svørt-
um skókremi og sunnu-
dagsreingerð hongur uppi
við. Kenna, at eingin hevur
verið her fyrr, taka um ratt-
ið og so strúka avstað. Út í
náttúruna, út í bláan. Guðs
skaptu fríu náttúru. Innan
sólin er risin.
Fram í dal meðan tjøldr-
ini láta, og áin vaknar móti
degnum. Gjøgnum niður-
rullaða rútin hoyra mýri-
snípu í tí fjara, meðan
breiðu dekkini spræna grús,
kloyva tøgnina og eta veg-
in. Framá við svongd og
við ferð. Sjóleysur um
onkra túgvu, ið so snildis-
liga ger henda vegin til hin
mest spennandi í landinum
at koyra á. Smalur, krókut-
ur, heyggjutur.
Bilur og frælsið
Í strúkandi summarlotinum
má eg í fyrstu atløgu sanna,
at bert í bilinum er frælsi.
Hann er frælsi hins ein-
staka, bilurin. Frávalið av tí
kollektiva. Frælsið hins
egna, gjørt ítøkiligt og sett
á fýra hjól.
Hevur tú bilin, bensinið
og vegin, so er hetta ímynd-
in av persónligum frælsi.
Eitt scenario, sum tey siga.
Har tú sjálvur førir pensi-
lin. Koyr hagar tú vilt, so
sum tú vilt, og tá ið tú vilt.
Bilurin er hin fullkomna
frælsismaskinan.
Stórsta
undur, síðani hjólið varð
uppfunnið.
Burtur í bili
Koyr avstað frá øllum tru-
pulleikum, lat tónleikin
ganga og slepp øllum. Lat
bilin ríva teg burtur. Burtur
hiðan.
Spenn teg niður í leður-
setrið, tak fast um rattið.
Kenn, hvussu smáu knill-
ingarnar frá italsku dekku-
num, í fulkomnum sam-
ljóði við vegjaðaran, ið
syngur seg sitrandi upp í
rattið, kennast aftur í væl
fjarðaða Maserati sniðnum,
meðan Neil Young kvøður
um passión. Are you passi-
onate.
Tak um tað, rattið og lat
Jeremy Clarkson og allar
hansara toppgearaðu bilar
renna fyri eyguni. AC
Cobra, TVR, Ferrari F50,
Aston Martin, nei einki er
sum ein Jensen. Í samfeld-
um lovsangi fevna vit vakn-
andi náttúruna, har framrút-
urin er løriftið, reinvaskað í
widescreen surround.
Jensen gongur aftur
Støðgi við løkin, ið liggur
sum Mississippi, at rinda
møðina. Skoði bilin, henda
velduga kropp, sum stendur
og sjóðar og bjálvar seg í
føroyskari grønsku, summ-
ari og náttúru.
Kenni ein óunniligan
anda sveima framvið. Hann
kenst nærri og trýnur úr
einum miðaldarligum Kur-
osawa-filmi og ristir við
krókutum stavum sítt navn í
sandin við løkin. Er tað
Simon Templar, ið vil hava
heilagaða Saint bilin aftur?
Nei, Jensen og Memphis
eru stavirnir eg kann lesa.
Men so strikar hann út, ó-
kunnumaðurin, vendir sær
burt og rópar ”Ver eftir, títt
lív er kortini einki, ver
eftir!”.
Hvør var hann, andin, ið
støðgaði eitt bil frammi í
dal?
Tá
loysnar
himinin,
blámin brestur og hann oys-
ir niður. Saman halda vit
leiðina fram undir gapandi
slúsum av regni. Jensen og
eg.
Teksturin er parafrasa
yvir yrkingina hjá Jo-
hannes V. Jensen frá
1906”Á støðini í
Memphis”, sum
Gunnar Hoydal um-
setti í bókini ”Ný-
brotið í norður-
lendskum bókment-
um” (Sprotin 1994).
Jensen er harafturat
bretskt bilamerki,
sum kendast var
1966-71 við modell-
um sum FF (Fergu-
son Formula) og Int-
erceptor. Ein bláan
bil av hesum slagi
nýtti Simon Dutton í
leiklutinum sum
Simon Templar í
sjónvarpsrøðini ”The
Saint”. Í 60’unum
hevði Roger Moore
henda leiklut og nýtti
tá ein hvítan Volvo
1800. Seinni er
biografilmur gjørdur
við Val Kilmer, sum
koyrir í einum reyð-
um VolvoC70 Turbo
Coupe
» – Syng, Jensen…«
Birgir Kruse, mentanarjournalistur, hugleiðir um bilin, um frælsi, um yrking hjá Johannes V. Jensen – og um enska bilin, »Jensen«
C
M
Y
K
13
12