leygardagur 4. mai 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 84 - 4. mai 2002
Nr. 84 - 4. mai 2002
13
Tað gongst illa at fáa
stovnar og fyritøkur
atstuða stóru norður-
lendsku róðrar- og
mentanarstevnuni,
sum verður á Tvør-
oyri í summar
PENINGANEYÐ
Áki Bertholdsen
Tvøroyri:
Tað
gongst
avbera illa at fáa fígging til
tað stóru norðurlendsku
róðrar- mentanarstevnuna,
sum verður á Tvøroyri í
summar.
Jonny Dimon á Suður-
oyar Kunningarstovu, sum
samskipar stevnuna, sigur,
at tey hava sent eina ør-
grynna av brøvum bæði til
kommunur í Suðuroynni,
umframt til stovnar og fyri-
tøkur ymsastaðni í land-
inum, men enn hevur
úrtøkan verið sera soltin.
Fleiri hava svarað umbøn
okkara aftur, men tíverri
hava øll svarini verið nokt-
andi, sigur hon.
– Annars samtykti Tvør-
oyrar Kommuna í fjør at
stuðla
tiltakinum
við
100.000 krónum. Men um-
framt tað, er tað bara ein
kommuna, sum hevur játtað
at stuðla tiltakinum og tað
eru vit sera takksom fyri.
Yvir 200 fólk
Hon vónar tó, at fleiri fara
at lata frætta frá sær sum
frá líður, tí talan er um eitt
rættiliga stórt tiltak, sum
kostar nógvan pening at
fyriskipa og stuðulin, sum
fyribils er fingin til vega,
strekkir verri enn so til, tí
talan er um eitt rættiliga
stórt og umfatandi tiltak.
– Fyribils hava yvir 200
fólk úr Hetlandi, Danmark,
Noregi, Svøríki og Finn-
landi meldað til. Men til-
meldingarfreistin er ikki úti
enn, og vit vænta nakað av
fólki afturat, eitt nú úr
Íslandi og kanska eisini
grønlendingar, sigur Jonny
Dimon, tí tað eru nógv, sum
hava boðað frá áhuga. Har-
umframt eru fitt av fólki
væntandi ymsastaðni úr
Føroyum.
Mangla gisting
Í Suðuroy er ikki so nógv
hotellpláss, so ætlanin er
fyri ein part, at fólk eisini
skulu gista í skúlunum í
Tvøroyrar Kommunu.
Men talan er fyri ein part
um eldri fólk, sum eru farin
um tann aldurin, har tey
liggja væl í einum soviposa
á gólvinum.
Tí heitir Jonny Dimon á
fólk um um at siga frá, um
tey vilja hava onkrar gestir
hesar dagarnar, stevnan er.
Hon vónar, at fólk kundi
havt áhuga í at havt tað,
sum nevnist ból og biti”,
har gestirnir fáa song og
morgunmat
fyri
einar
passaliga upphædd, tað
sum aðrastaðni eitur Bed
and Breakfast.
– Vit hava stórligabrúk
fyri fleiri gistingarmøgu-
leikum, so bónandi bjóða
fólk seg fram at hýsa fólki
hesara dagarnar, tí tað
hevði komið sera væl við.
Róðrar og mentanar-
stevna
Hendan Róðrar- og Ment-
anarstevna, sum talan er
um, verður á Tvøroyri í
døgum frá 9.-11. august
undir heitinum “Nordisk
Ro- og Kulturtræf.
Endamálið við stevnuni
er júst at menna áhugan fyri
føroyska bátinum. Eydnast
stevnan á Tvøroyri væl, er
ætlanin at skipa fyri slíkum
stevnum í onkrum av hin-
um londunum eina aðru
ferð, um hugur er til tess og
at gera hetta til ein fastan
tátt í norðurlendska sam-
starvinum, kanska annað-
hvørt ár.
Á stevnuni er kappróður
við føroyskum bátum ímill-
um manningar úr teimum
ymsu
norðurlondunum.
Men ætlanin er eisini at
vísa fram útlendskar bátar
og tað er eisini ætlanin at
grønlendingar koma henda-
vegin at vísa fólki kynstrið
at rógva í kajakk.
Men tað er ikki bara
kappróður á stevnuni, tí á
skránni verður eisini ein
hópur av mentanarligum
tiltøkum av ymsum slagi
Smyril sleppur ikki í
dokk mánadagin,
sum ætlað, tí í løtuni
er Dúgvan til umvæl-
ingar og tær gjørdust
drúgvari enn væntað
SAMFERÐSLA
Áki Bertholdsen
Hetta er tíðin, tá ið Strand-
ferðslan plagar at fáa skip-
ini í beding og á dokk til
umvælingar. So er aftur í
ár, men tíverri noyðist
Strandferðslan at ásanna, at
ætlanin, sum varð løgd fyri
hesar umvælingar, kemur
ikki at halda.
Í løtuni er Dúgvan til um-
vælingar
á
Skála
og
mánadagin skuldi Smyril
standa fyri tørnið.
Men tað er greitt, at
Smyril sleppur ikki í dokk
mánadagin sum ætlað.
– Skipini eru gomul og tá
ið arbeiðið uppá tær fyrst er
byrjað, vísir tað seg mang-
an, at meiri er at gera, enn
væntað,
sigur
Magnus
Magnussen, tekniskur leið-
ari á Strandferðsluni.
Hann sigur tí, at Dúgvan
verður eina viku seinkað av
beding og tástaðni sleppur
Smyril í dokk, so tað verður
ikki, fyrrenn næsta mána-
dag, 13. mai, at Smyril
sleppur framat.
Tekniski leiðarin sigur, at
tað serliga var á landgongu-
brúnni, at fleiri umvælingar
vóru, enn roknað varð við.
Men harafturat skuldi skip-
ið málast og tað hevur
viðrað illa til tað, so alt í alt
verður skipið seinkað av
beding.
Summi hava hildið, at tað
átti at borið til at koyrt
Smyril á beding ímeðan
verkfall er og hann liggur
kortini við bryggju.
Men tað ber ikki til
Magnus Magnussen sigur,
at tað ber ikki til at broyta
ætlanir, sum eru lagdar.
– Eitt verkfall kann enda,
áðrenn vit vita av og tá má
skip verða tókt. Stóð Smyr-
il tá á beding, hevði onki
skip verið, sigur hann. Ar-
beiðið á skipasmiðjuni er
eisini lagt til rættis og tað
ber ikki til at broyta tað
gongdina.
Ongar avleiðingar
Eftir ætlan skuldi Smyril
vera í dokk í smáar tvær
vikur. Hann skuldi fara í
dokk
mánamorgun
og
verða
klárur
aftur
til
fríggjakvøldið í vikuni
eftir, tann 17. mai.
Hóast verkfall er, verður
ongin trupulleiki at fáa
Smyril í dokk, tí hóst ongir
navigatørar eru at sigla av
verkfalli, ber til at sleipa
hann inn á Skála.
Ímeðan
Dúgvan
og
Smyril eru til umvælingar,
er tað estlendska ferjan,
Scania, sum røkir ferða-
sambandið.
Og tað er heldur ongin
neyð við Scaniu, tí Strand-
ferðslan hevur leigað hana
til 26 mai, men hevur rætt
til at leiga hana í 14 dagar
afturat, so stendur á, kann
hon verða í Føroyum til
einaferð í juni mánað.
Men tá ið Smyril so kem-
ur aftur í sigling, verður
talan um eitt munandi noss-
ligari skip. Umframt at
bógskrúvuna og annað skal
kannast eftir kravi frá sýn-
inum, skulu teppi og gard-
inur, skiftast, nýggj flúgv-
arasetur setast í og skipið
yvirhøvur hampast innan,
so at tað verður hugaligari
hjá ferðafólki, sigur Magn-
us Magnussen.
Og so eitt afturat: Hann
skal eisini málast, og tað
verður í tí nýggja litinum
hjá Strandferðsluni, so tá ið
suðuroyingar síggja Smyril
aftur, mugu teir venja seg
við, at hann er bláur. Og nú
Smyril er málaður, hava øll
strandfaraskipini
fingið
tann nýggja, bláa litin.
Tvørafólk brúk fyri meiri pengum
Í summar verður stór, norðurlendsk róðrar- og mentnarstevna á
Tvøroyri, men tað knípur at fáa fígging ogfyrireikararnir vóna
eisini, at fólk vilja hýsa gestum hesar dagarnar. Her fer Nadd-
oddur eftir fjørðinum við flaggi afturi í rong, óivað verður hann
eisini eitt prýði fyri stevnuna
Fleiri umvælingar enn væntað
Suðuroyingar mugu
nú venja seg við, at
Smyril ikki longur
hevur tann svarta
litin, teir hava verið
vanir við í fleiri
mannaminni. Tá ið
teir síggja Smyril
aftur, verður hann
bláur
Í gjár yvirtók Mortan
Johannesen útróðrar-
bátin »Tvíburðar«,
sum AWI BOATS í
Runavík hevur bygt
til hansara. – Mær
dámar ógvuliga væl
lívið sum útróðrar-
maður, sigur fyrrver-
andi skiparin og
vinnulívsmaðurin
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Tveir sera snotuligir glas-
trevjabátar hava seinastu
dagarnar ligið við bryggj-
una frammanfyri Mekanik í
Runavík. Skrokkarnir eru
teir somu, AWI STAR 35,
men við fyrsta eygnabráð
líkjast bátarnir ikki heldur
enn kópur og veðragjóling-
ur. Annar, sum er bygdur til
sigling við fólki í Grøn-
landi, er partvís innilokaður
omandeks. Hin er bygdur
til Mortan Johannesen og er
útgjørdur sum fiskibátur
burtur av.
Báturin hjá Mortani hev-
ur fingið navnið »Tvíburð-
ar« og varð yvirtikin í gjár,
fríggjadagin.
Vit fregnaðust hjá Mort-
ani, hvaðani hann hevur
navnið »Tvíburðar«.
– Jú, sonur mín, Andrias,
hevði verið giftur í níggju
ár, áðrenn hann og konan
fingu nakað barn. Og tá ið
so nakað spurdist burtur úr
í so máta, fingu tey bæði
tvíburðar. Tí hevur báturin
fingið hetta kanska heldur
sjáldsama
navn,
sigur
Mortan Johannesen.
Spurdur, hví hann hevur
valt at yvirtaka bátin ein
fríggjadag, sigur fyrrver-
andi skiparin og vinnulívs-
maðurin, at hann hevur alt-
íð trúð uppá fríggjadag, og
tí vildi hann yvirtaka henda
snotuliga bátin ein fríggja-
dag.
– Eg havi einki ímóti at
trúgva uppá tað, sum eingin
annar trýr uppá, sigur
Mortan og smílist.
Væl nøgdur
Mortan er sera fegin um
bátin, sum AWI Boats hev-
ur bygt honum.
– Hetta er ein broyttur
Aqua Star. Hann er ein
slakan metur longri, enn
Aqua Star bátarnir vóru og
nakað breiðari aftan.
Báturin hjá Mortani er 35
føtur langur; hann hevur
eina 360 hk. Volvo maskinu
og gongur 20 míl.
Í lastini er pláss fyri 12
kørum, sum eru 380 litrar
hvørt. Hesi standa við síð-
una av hvørjum øðrum.
Fiskurin í kørunum verður
niðurkøldur við ísi og
sjógvi ella ískræpa.
– Hetta ger, at bestu
umstøður eru til góðan fisk,
sigur Mortan.
Dekkið á »Tvíburðum«
er 18 fermetrar stórt. Bátur-
in hevur 5 íslendskar snell-
ur, og í summar fær báturin
eisini línuspæl.
– Nú havi eg ikki fingist
við línu, men ætlanin er, at
Andrias skal rógva við línu
í summar og í heyst, tá ið
hann hevur frí.
Andrias er annars skipari
á Fuglfirðingi.
Mortan sigur, at báturin
hevur
ein
sonevndan
brennioljukomputara, sum
eitt nú vísir, nær tú siglir
við tí mest økonomisku
ferðini.
– Hesin komputarin er
bundin saman við gps-
aranum. Fert tú t.d. t á
Føroya Banka, kanst tú
síggja, hvussu nógva olju tú
brennur á túrinum, og nær
tú siglir mest økonomiskt.
Leingist út á hav
Síðan Mortan gavst sum
vinnulívsmaður fyri einum
ári síðan, hevur honum
longst aftur til sjós, og hesa
tíðina hevur hann róð út við
einum AWI 27 báti, sum
bróðurin eigur.
– Eg eri 59 ára gamal og
ælti mær nú at vera útróðr-
armaður burtur av, tí mær
dámar hetta lívið so ómeta-
liga væl. Bátin, sum eg nú
havi latið byggja, eri eg
sera fegin um, og eg gleði
meg at sleppa at rógva út
við honum, sigur Mortan
Johannesen.
Vit kunnu leggja aftrat, at
í lugarinum á »Tvíburðum«
er gassbluss, kabúss, kulda-
skáp, tvær koyggjur og
tveir breiðir benkrir ella til-
samans fýra sovipláss.
AWI STAR 35 er í allar
mátar ein sera snotuligur og
rúmligur
útróðrarbátur,
sum bæði í dygd og prísi er
kappingarførur við allar
aðrar bátar av somu stødd.
Mortan verður nú útróðrarmaður burturav
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Á Norðís Seafood á Eiði
hava tey higartil í ár havt
nóg mikið at gera, men nú
er líkt til, at heldur minni
fiskur er á marknaðinum.
Enn hevur hetta tó ikki
bilað, og arbeiði hevur ver-
ið hvønn dag á virkinum,
men óvist er, hvussu verður
komandi dagarnar.
– Vit keypa onga heila
last, og vit landa ongan bát
her norðuri. Allur fiskurin,
sum
verður
arbeiddur,
verður keyptur um upp-
boðssøluna, siga tey á Eiði.
Merkist í Klaksvík og
Sørvági
Norðís Seafood arbeiðir í
neyvum samstarvi við salt-
fiskavirkini,
Sammut
í
Klaksvík og Vestís í Sør-
vági.
– Vit hava lítið og einki
merkt til verkfallið her
norðuri, men bæði í Klaks-
vík og í Sørvági kemur
verkfallið illa við, tí eingin
fiskur kemur av megin-
landinum.
Á Norðís Seafood ar-
beiða tey serliga línufisk,
og tí merkist tað á rávøru-
tilgongdini, tá ið vánaligt
veður og vánaligur streym-
ur er.
– Vit hava havt nóg mikið
at gera, og nú fáa vit at
síggja, hvussu verður næstu
dagarnar, siga tey á Norðís
Seafood.
Merkist ikki á Eiði, men
í Sørvági og Klaksvík
Mortan Johannesen saman
við soninum, Andriasi,
umborð á nýggja
útróðrarbátinum,
»Tvíburðar«
Tveir sera snotuligir glastrevjabátar frammanfyri Mekanik í Runavík. Skrokkurin er hin sami,
men omandeks líkjast bátarnir ikki
C
M
Y
K
13
12