leygardagur 6. november 1965síða 8
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
1945. 26. juni, áðrenn atombumban varð kastað yvir Hiroshima, varð
ST-sáttmálin undirskrivaður í San Francisco. Tað varð avgjørt, at
sáttmálin skuldi taka við tann 24. oktober sama ár. Tað vóru tey sigr-
andi stórveldini, sum stovnadu Sameindu Tjóðir. Talið er nú vaksið
til 117 lond. Stonvingarlondini høvdu øll upplivað tað helviti, sum
ein heimsbardagi veruliga er. Í ST-sáttmálan varð skrivað, at lima-
londini »skuldu liva í friði saman, sum góðir grannar<. 20 ár seinri
er hetta sama endamálið, ið strembað verður ímóti.
er rå
tjugu ar
vid sigrum og tapum — og ein
framtid sum må vidganga at tad
kunna vinnast stórpolitisk úr-
slit uttan fyri ST
FÓLKASAMBANDSINS avloysari — stovnurin, sum
kom til verðina undir tí sera kravmikla navni Sameintu
Tjóðirnar — hevði 24. oktober i ár 20 ár á baki. Tað
eru 20 ár við sigrum og tapum, við úrslitum, sum hóast
alt ikki fingu »vardandi frið< men tó nyttugar våpna-
hvíldir, sum í Palestina, og við skammiliga miseydnað-
{ um royndum, eitt nú í Ungarn.
Suez, Congo, Cypern og nú seinast India og Pakistan
eru kreppuumráði, har ST hevur gjørt eitt munagott
arbeiði fyri at varðveita friðin.
Men ynskidreymarnir um henda heimsstovn eru vorðn-
ir færri. Í dag, 20 ár eftir at ST varð stovnað, er virðis-
metanin av møguleikum ST's at gera seg galdandi, sera
áhugaverdir, vit hava seinast í tí indisk—pakistansku
kreppuni sæð, at tá ið Sovjet og USA, eystur og vestur,
eru á einum máli um, hvussu fram skal farast, kunna
teir gera hetta uttanfyri Heimsstovnin, sum síðan letur
sítt maskinari til fyri at varðveita friðin í veruleika-
num. Í hesum førinum varð talan um tvey lond, sum
førdu kríggj hvort móti øðrum. Cuba-kreppan er iva-
leyst besta dómi uppá eina sera vandamikla støðu, ið
varð vidgjørd og avgreidd uttan at ST hevdi nakra
nevniverda ávirkan á gongdina í hesum máli.
Fíggjarliga kreppan hjá Heimsfelagnum er annað talandi
dømid um veikleikan hjá ST. Undirskotið uppá 100 milj
dollars stendur íkki í nakað lutfall til tann tydning,
heimsins nú 135 sjålvstødugu lond áttu at havt fyri ST
- Serliga ikki, tá ein hugsar sær, at næstan 90 pst. av
virki ST's
alt tað stóra arbeiðið, sum verður gjørt
stillisliga og fridarliga t. d. arbeiðið í tilaftur komnu
løndunum helt áfram. meðan stórpolitiska maskin-
ariid varð lagt lamið vegna tað, at menn ikki gjørdust
samdir um gjaldanina av herliðum ST”s.
Í nýggja tiggjuåraskeidinum, sum nú kemur. má ST
gera sær greitt, at úrslit er tað sum talar mest, og at
taðhevur minni týdning um tey verða vunnin í ella uttan
fyri skýskravaran við East River í New York. Ein veru-
lig ásannan av. at nógv hevur broytt seg, síðan Sam-
eindu Tjóðirnar vórðu stovnaðar aftaná stórkríggið. vil
bert gera ST betur ført fyri at gera nakað munagott, tå
ið svartast sær út. Sjålvt um ST í dag hevur 117 limir,
har allir hava sama at-kvødurætt á aðalfundinum. er
veruleikin eisini her tann, at nakrir eru meira mentir
enn aðrir
Á so mangan hátt er ST av røttum komið i hugsan okk
ara sum eitt grundvallarstødi at byggja å. Hetta skal
halda áfram og utbyggjast. Tað tólið, sum har er til
taks, er i sjålvum sær nakað, sum vit ikki kunna
verda fyri uttan.
SEMINGSSTOVNURIN. Skjótt varð ST í eldinum, sum friðar- og
1946, tá Sýrialand og Libanon settu somu krøv til
Fraklands og Onglands, tá Kasmirtrætan tók seg upp, eftir at
krónhjálandið India varð býtt sundur og í 1948—49, tá iNdonesarar
gjørdu uppreistur móti hálendska hjálandastýrinum. Ein ST-neynd fekk
tá í lag vápnahvíld og fekk leysan Suekarno, ið var fastsettur. Mynd-
in sýnir indonesarar, ið fara framvið eini hálendskari herdeild við
eystarapartinum á Java, Melang.
semingsstovnur. Í
seinri
upprættum hondum, í
ÍSRAEL. — Í november 1947 samtykti ST aðalfundurin teirra mill-
um við atkvødum frá eystur-europeisku londunum, at Palestina
skuldi sundurbýtast. Hetta førdi víð sær stovningina av statinum
fsrael. — 14. mai 1948 varð nýggi staturin stovnadur, og tá bretar
dagin eftir søgdu frå sær myndugleikarættin, løgdust 5 arabarastatir
á nýstovnaða ríkið frá øllum síðum. Tá stríðið hevði staðið við
knappan mánaða, eydnaðist ST at fáa í lag vápnafrið. Tó tað hendi
av og á, at bardagar tóku seg upp, men frá 1949 varð vápnafriðar-
Sáttmáli gjørdur við allar partar. Hetta er sáttmálin, sum i dag er
galdandi, og ST er enn vaktarmaðurin. Myndin sýnir egyptarar, ið
eru avvápnaðir, teir verða førdir í eina ísraelska fangalegu.
UNGARN. 27. oktober 1965, tá uppreisturin i Ungarn hevdi staðið
vid í 5 samdøgur, kravdu vestanveldini, at trygdarráðið tók málið
til viðgerðar. Bæði Sovjetsamveldid og Ungarn (ið framvegis var um-
boðað av
blanda seg upp í innaru viðurskifti
kommunistiska umboðs-manninum) søgdu, at hetta var at
limalandanna. Eitt uppskot til
november — tá sovjetisku herdeildirnar vóru í ferð
kravdi, at
samtyktar, 4.
við at køva uppreisturin Sovjetsamveldið beinanvegin
tók herdeildir sínar úr landinum, men samtyktin varð av ongum,
Sovjet legði niður veto. Aðalfundurin varð samankallaður og sam-
tykti við stórum meiriluta eina samtykt við nøkurlunda sama inni-
haldi, sum hina fyrru, og samstundis varð heitt á Sovjetsamveldið og
Ungarn um at geva ST oøbservatørum loyvi at fara inn í landið. -
Hetta noktað. EinS-mannanevnd við
num Alsing Andersen sum
reisturin. ST maktaði ikki at geva ungarnska
stuðul, tí
teir høvdu kravt av
varð fyrrv. danska ministara-
formahni, gjørdi eina rapport um upp-
fólkinum annað enn
Sovjetsamveldið noktaði at gera tað sama, sum
Stórabretlandi og Fraklandi, tá Suez-stríðið stóð
3uda-Pest. Tann
moralskan
vid, at taka seg burtur úr landinum. Myndin er frå
stóra Stalin-standmyndin varð niðurskrædd, og høvdid sagað av
symbolskt fyri uppreisturin.
KOREA. Størsta hernaðarliga flokj
an, ST hevur verið uppi í, er Korea
stríðið 1950—53.
25. juni 1950 — tá báðar stør.
maktirnar høvdu tikið herdeildir
sínar úr landinum og ST royndi at
skapa fridarlig viðurskifti í land-
inum, troðkaðu norður-koreanskar
herdeildir seg yvir markið — 38.
breiddarstig. Trygdarráðið hjá ST
gjørdi sama dag av, at hesir skuldu
taka herfólkið aftur úr Suður-
Korea. Tveir dagar seinri samtykti
trygdarráðið, at limalondini skuldu
lata hjálp til Suður-Korea. Fyrst
og fremst var tað USA, sum kom
Suður-Korea til hjálpar, men eisini
aðra staðir frá kom hjálp. T. d.
sendi Danmark sjúkraskipið »Jut-
landia« til hjálpar. Ikki fyrr enn i
1953 eydnaðist at fáa vápnahvíld í
lag, eftir at Kina hevði latið
Norður-Koreu fáa herhjálp.
Korea er enn sundurbýtt. Stríðið
kostaði ST 154.000 særdar ella
dripnar.
mánaða
vóru
varð hon
Nasser. Stórabretland
trygdar-
ráðnum, at Egypaland á henda hátt
SUEZ-KREPPAN. Ein
aftaná at bretskir hermenn
farnir úr Suez-økinum,
tjóðarnýtt av
og Frakland søgdu frå í
heyði gjørt møguleikan at ferðast
frítt eftir kanalini, til einkis. Aðal-
Dag Hammarskjøld
við partarnar, men einki
oktober setti
skrivari sam-
ráddist
kom burturúr. 29.
Egyptaland við einum á-
lopi yvirum
oynna, motivini vóru, at egyptisk-
Ísrael á
egyptisku Sinai-hálv-
ir sabotørar áhaldandi gjørdu um
seg í sjálvum Ísrael. Aftaná at hava
tikið seg fram í 4 dagar á egyptisk-
um øki, hevdi Ísrael so at siga her-
sett alla Sinai hálvoynna. Eitt
bretskt-franskt krav um at
sku herdeildirnar ikki
fram til
ísrael-
komu heilt
kanalina, varð komið á
móti, men Egyptaland bað trygdar-
ráðið koma sær til hjálpar. Morg-
unin eftir gjørdu Frakland og Bret-
land í felag bumbuálop á Egypta-
land, landsettu herdeildir, og egypt
arar svaraðu aftur við at søkka skip
í kanaluni. Ikki fyrrenn ST aðal-
fundurin samtykti at stovna eina
altjóða ST-deild, ið skuldi halda
skil á pørtunum, eydnaðist tað at
fáa bardagan steðgaðan — og so
við og við vóru herdeildirnar hjá
teimum tikn-
ar heim aftur. Somuleiðis var tað
ST, ið skipaði fyri ruddingini av
Suez-veitini. Á myndini sæst með-
an ruddingin fer fram.
báðum stórveldunum