Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. mai 2002síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 84 - 4. mai 2002 Fotohandlarin í Havn hevur lagt myndir, filmar, disklar o. a. frá sær, og er nú farin at seljaBMW og Fiatbil- ar hjá Bilfríðkuni í Havn BILASØLUMAÐUR Eirikur Lindenskov – Eg havi altíð havt sera stóran áhuga fyri bilum, og eg havi altíð fjasast við bilar, sigur 42 ára gamli Suni Magnussen – ella Suni í Fotobúðini – sum vit eisini kenna hann. Suni Magnussen hevur skift bransju – hann er farin at selja bilar í Bilfríðkuni hjá Ludvík Petersen í Havn Bilfríðkan selur bilar av merkjunum BMW og FIAT. Suni eigur Fotobúðina í Handilskjallanum í Havn, og har hevur hann starvast síðani 1977, tá hann fór í læru hjá Sigurði Bech. Tó var hann burtur frá eina tíð miðskeiðis í áttatiárunum, tá hann royndi seg sum bilasølumann hjá Ivan Johansen í hálvtannað ár. Síðani Suni var heilt ungur hevur hann pilkað við bilar. Hann hevur eisini sett fleiri bilar í stand í smiðjuni hjá abbanum á Hoydalsvegnum. – Meðan eg var hjá Ivani fekk eg tilboð um at taka yvir Fotobúðina, og eg tók av, sigur Suni Magnussen, sum síðani hevur átt og rikið Fotobúðina. Men hann hevur kortini ikki heilt slept Fotobúðini: – Eg havi gott fólk at hjálpa mær, og tí bar tað til hjá mær at royna okkurt annað. Ludvík og eg kennast væl, og vit hava so ofta tosað um tað, at tað hevði verið stuttligt hjá mær at roynt meg í hesi vinnuni – og nú bleiv tað so til tað, sigur Suni Magnussen, sum tó ikki heilt hevur slept fotohandlarayrkinum. Hann hevur ávísar uppgávur í handlinum sjálvur, so sum postin, bókhald, eins og hann stendur fyri skanningum av gomlum mynd o. l., men er tó til arbeiðis fullan dag hjá Bilfríðkuni. Suni Magnussen, fotohandlari selur bilar: – Bilar hava altíð havt mín áhuga GAMLA TØKNIN Eirikur Simonsen Teir fyrstu Fordbilarnir, ið komu til Føroyar í tjúg- unum, vóru allir nevnt eitt tons bilar. Motororkan var einki at geipa av, bert 11,1 skattaskyldu hestakraft, sum Ford kallar tað í einum brævi sent til »Færøernes Landfogedri«, dagfest 1. september 1923, har av- sendarin er A/S Scan- ia–Vabis & Raadvaddams , Ford–Depot. Men tilskilast skal, at veruliga orkan var 20 hk, og motorrúmdin var uppá 2900 ccm. Til saman- bering kann nevnast, at slíkir motorar í dag eru frá 200 hk og uppeftir. Brennievnisnýtslan var uppá umleið 6 km fyri hvønn liturin av bensini, men útlátið hevur verið ógvusligt í mun til tað, vit kenna til í dag. Koliltu pro- sentið (CO%) var vanliga umleið 12 til 18%, um hes- in skuldi hava eina nøkt- andi tómgongd. Í dag er tað kalla onki, men sjálvandi kravdi hetta eisini eina tilvenjing av tí persóni, ið skuldi koyra henda bil. Eitt nú skuldi bilførarin syrgja fyri, ímeð- an hann koyrdi, tað var at lutfallið ímillum bensinið og luftina skuldi samsvara, men eisini skuldi ansast eft- ir tendringstíðini. Til hetta vóru hantak ella knarvar tøk inni í bilinum. Úr 6 voltum til 12 – og nú til 42 Dynamo og startara hevði bilurin, sum kom til Før- oya, og var tað ein 6 volt skipan, sum skuldi syrgja fyri elektriskari orku til tendriproppar og tvær lyktir framman – onki við at hava høg og lág ljós – og eina aftan, so sjálvandi eisini uppløðing av akkumulator- inum. Men hetta marglætið var lutfalsliga nýtt hjá Ford tá. Í trýssinum var spenningurin settur úr 6 til 12 volt, og í tí nýggju øldini, sum vit ídag liva í, er hetta farið upp til 42 volt, hetta orsakað av tí stóru streymnýtslu, ið vit hava til motorstýringar, bremsur, avfjaring, hentlei- kaskipan av ymiskum sløg- um, trygdarskiparnir o.s.v. fyri bara at nevna nøkur dømi uttan at koma í smá- lutir. Gear men onga kobling Bremsurnar virkaðu bert upp á aftur hjólini, og vóru hesar mekaniskar, t. v. s. at stengur vóru samanbundn- ar frá fótpedali aftur í hjól- ini. Her er neyvan neyðugt at viðmerkja nakað. Gearini vóry tvey fram og eitt aftur, skiftið fór fram við hjálp av fótpedalum og bremsu, ið hevði samband við tey sokallaðu planet- gearini, kobling var ongin. Planetgerrskipanin, ið her var brúkt, er næstan ó- broytt í teim víðagitnu aut- omatgirskipanum, ið fleiri av okkum kenna, og sum er eina mest nýtt í amerik- anskum bilum upp gjøgn- um tíðina. Snilda uppfinnilsið, ið allir bilar enn brúka tann dag í dag er differentialið. Hetta varð eisini nýtt í Ford T bilinum tá, so har er so- statt ongin munur á í høv- uðsheitum. Róðurgreiðirnar vóru ikki at samanbera við tað, vit eru von við í dag. Strævi var at snara og trupult at halda beina kós, so at hugsa sær vegirnar tá… Róðurið skuldi bert snar- ast tvey umfør borð í borð, men ein kendi ikki til ann- að, so hetta var óført. Hjólini vóru framleidd úr dygdargóðum timbri líka sum karrosaríið eisini var tað. Til hetta arbeiðið var á- litið sett á karetmakaran, sum var ein vanlig yrkisút- búgving tá. Talgilda tøknin avgerandi Til seinast skal sigast, at grundsjónarmiðini til tað, vit kalla bilin í dag, eru í størsta mun varðveitt, men við tí talgildigu tøkni, sum er allastaðni rundan um okkum í dag – og í akfør- um, so er henda eisini heilt avgerandi fyri tann fram- burð, ið framtíðin ferð at bjóða okkum. Olja sigst vera funnin við Føroyar, men tað veit ein og hvør, at verður olja vunnin úr undirgrundini, so er tað í eina avmarkaða tíð, at hetta letur seg gera. Tað er ikki sum við fiskinum, sum endurnýggjar seg sum eitt óendaligt ríkidømi. Tí er gransking í øðrum orkusløgum komin rættu- liga væl áleiðis, her verður einamest hugsað um vetnis- evnafrøði við brennukømr- um, sum so framleiða orku til elmotorar, sum drív- megi. Hesir verða royndar- koyrdir við lutfalsligum góðum úrslitum. Tí kunna vit, um granskarar eru eftir- farandi, vænta hesa orku sum vanliga drívmegi í ak- førum um 15 til 20 ár. Oljuni mugu vit ansa væl eftir, um hon er har. Tað eru aðrir nýtarar, ið eru meira tilknýttir hana, t. d. elfram- leiðslan, skipini, ídnaður o. s. fr. Livst so spyrst. Fyrstu Fordarnir: 20 hestakreftir og 2900 ccm Motormegin í teimum fyrstu Fordbilunum, sum komu til Føroya, var uppgivin til 11,1 »skattskyldugar hestakreftir« Suna hevur altíð dámað sera væl bilar – so nú er hann mitt í verðini… Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 32