Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. mai 2002síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 84 - 4. mai 2002 Nr. 84 - 4. mai 2002 33 Søkt verður eftir einum skrivstovufólki til Fíggjarmálastýrið. Arbeiðsøkið er sjálvt Fíggjarmálastýrið. Í Fíggjarmálastýrinum verður arbeitt við: • Játtanarskipan landsins • Fíggjarlóg og øðrum játtanarlógum • Kapitalmarknaðarviðurskiftum • Búskaparanalysum • Toll-, skatta- og mvg-lógarfyrireiking Starvið fevnir um: • jorunalisering við DocuLive og avgreiða post • ymiskar skrivarauppgávur fyri deildina • umsita og dagføra heimasíðuna hjá Fíggjarmálastýrinum • aðrar skrivstovuuppgávur Førleiki: Vit hava hugsað okkum, at tú hevur: • skrivstovuútbúgving ella líknandi • hevur lætt við at málbera teg bæði skrivliga og munnliga • dugir væl føroyskt • kanst arbeiða sjálvstøðugt • hevur telduførleika á brúkarastøði • hevur góðan røkjuskap • góð samstarvsevni Fíggjarmálastýrið heldur til úti á Argj- um saman við Føroya Gjaldstovu, Toll- og Skattstovu Føroya, Stýrinum, Hag- stovu Føroya og Lønardeildini hjá Fíggjarmálastýrinum. Talan er sostatt um eitt stórt og spennandi arbeiðs- umhvørvi. Løn- og setunartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Starvs- mannafelagið. Setanarøkið fevnir um Fíggjarmálastýrið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalstýri. Umsókn Umsóknin við prógvum og møguligum viðmælum skal verða send til: Fíggjarmálastýrið Traðagøta 39 Postboks 2039 FO-165 Argir Vit skulu hava umsóknina í hendi í sein- asta lagi fríggjadagin 10. mei 2002 kl. 12.00. Starvið verður at seta skjótast tilber. Vilt tú hava meira at vita um starvið, kanst tú ringja til Borgarhjørt Krage- steen, deildarskrivara á tlf. 352020. Fíggjarmálastýrið Skrivstovufólk til Fíggjarmálastýrið Kirkjubøar kommuna sóknast eftir 2 pedagogum til Barnagarðin á Velbastað Barnagarðurin á Velbastað er ein kommunalur stovnur við einari fíggjarætlan uppá 2,3 milliónir árliga. Stovnurin liggur í friðaligum umhvørvi við stórum spæliplássi og haganum rundanum. Har eru 40 børn av Velbastað, úr Kirkjubø, úr Syðradali og úr Havn. Børnini eru millum 1/2 og 9 ár og eru í trimum stovum, har aldursbýtið er 0-2 ár, 2-4 ár og 4-9 ár. Tað eru 11 starvsfólk, svarandi til umleið 9 fulltíðarstørv. Endamálsorðingin hjá stovninum er frá 1997 og soljóðandi: "Endamálið er at skapa fjølbroyttar menningarmøguleikar, bæði kropsliga og sálarliga og tryggja, at børnini faa nógvar og ríkar upplivingar. Vit ynskja, at børnini ótarnað skulu sleppa at spæla; harumframt skulu tey sleppa at vera við til at taka avgerðir, og starvsfólkini skulu lurta eftir teimum og geva sær stundir til tey." Kirkjubøar kommuna sóknast eftir 2 pedagogum við royndum frá arbeiði á dagstovni til Barnagarðin á Velbastað. Leiðari og ein pedagogur eru settir, men til vøggustovubólkin og til tey stóru, sum í løtuni eru millum 4 og 9 ár, sóknast vit eftir pedagogum, ið hava royndir við arbeiði á dagstovni. Á stovninum eru 40 børn í aldrinum 1/2 til 9 ár. Barnagarðurin skal nøkta tørvin bygdin hevur, tí kann aldursbýtið og býtið millum dreingir og gentur verða ójavnt. Visiónirnar eru, saman at gera ein fyrimyndarligan dagstovn • við góðum samstarvi við foreldrini • við høgum fakligum støði • við trivnaði og avbjóðingum fyri bæði børn og vaksin • har feed-back og supervisión gerast nátturlig arbeiðsamboð Ynski um førleika: • At tær dámar uttandura lív og sær møguleikar og avbjóðingar í nátturuni • At tú hevur áhuga í at smíða saman við børnunum og byggja smáttur • At tú hevur góð samstarvsevni og torir at tosa um forðingar Setanarviðurskifti: Størvini skulu setast 1. august. Talan kann verða um 40, 35, ella 30 tímar um vikuna. Lønin verður eftir avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálastýrið/kommunurnar. Tað tekur bert 12 - 15 min. at koyra úr Havn til Velbastaðar. Tað ber til at nýta bygdaleiðir, men tað er ein fyrimunur at hava bil. Nærri fæst at vita við at venda sær til komandi leiðara Hannu Jacobsen hajac@post.olivant.fo ella aftaná kl.18.00 á Tel 328 195 ella Óluvu Niclasen foreldur og bygdaráðslim á Tel 328 145. Vit hava um neyðugt pláss á stovninum fyri børnum teirra, sum sett verða í pedagogstørvini. Umsókn Umsókn saman við prógvum og upplýsingum um royndir skulu sendast Kirkjubøar kommunu, 176 Velbastaður innan 15.maj 2002. team85 • 358000 Frá Arbeiðarafelagnum »Hæddin« Søkt verður eftir einum fólki at vaska 2 tímar um dagin. Mánadag til og við fríggjadag kl. 15.00 til 17.00. At byrja skjótast gjørligt. Løn sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðara- felag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til »Hædd- ina«. Umsóknir til starvið skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 18. mai 2002. Nevndin Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 486, Sp/f Marnar Gaard, 100 Tórshavn. Viðtikið 26.03.2002 at lækka partapeningin við annulatión av egnum partabrøvum sambært § 30, stk. 3, jvb kap. 7 í Sp/f-lógini, við kr. 30.000,00 til kurs 100 eftir at proklama er runnin. Skráseting Føroya tann 2. mai 2002 Kristin Balle _____________________ Lesið Sosialin -tað loysir seg! Familjulegur 2002 Ynski 1 Ynski2 Familjulega I Leyg. 25.05 - fríg. 31.05 Familjulega II Leyg. 01.06 - fríg. 07.06 Familjulega III Leyg. 08.06 - fríg. 14.06 Familjulega IV Leyg. 15.06 - fríg. 21.06 Familjulega V Leyg. 18.08 - fríg. 24.08 Navn/nøvn á foreldrum: Tlf.: Gøta: Bygd/býur: Navn og aldur á børnum: Viðmerkingar: Tekningarseðil til familjulegurnar. Um Gud vil, er ætlanin aftur í ár at hava familjulegur í Zarepta í Vatnsoyrum. Av tí at pláss bert er fyri 25 familjum á hvørju legu, er møguleikin at hava tvey ynski á tekningarseðilinum. Eru ivaspurningar, ber til at ringja til Ragnfríð Kannuberg, tlf. 286140 Fyllið seðlin út sum skjótast, og tit frætta aftur í góðari tíð. Tekningarseðilin skal sendast til: Ragnfríð Kannuberg, Postboks 201, 600 Saltangará Starvsfólk til útibarnagarð úti í Grøv Klaksvíkar Kommuna er í ferð við at seta á stovn ein útibarnagarð úti í Grøv og søkir í hesum sambandi eftir starvsfólki. Søkt verður eftir: Leiðara: Vit sóknast eftir leiðara – 40 tímar – við námsfrøðiligari útbúgving. Námsfrøðingum: Vit sóknast eftir 3 námsfrøðingum – 40 tímar. Møguleiki er fyri at býta tímarnar øðrvísi. Hjálparfólki: Vit sóknast eftir 2 hjálparfólkum – 40 tímar. Møguleiki er fyri at býta tímarnar øðrvísi. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Jóruna Niclasen, samskipara ella Jancy Biskopstø Klein, deildarleiðara á tlf. 456388. Umsóknir, saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skulu vera Klaksvíkar Kommunu,postboks 2,700 Klaksvík í hendi í seinasta lagi tann 20. mei 2002. Klaksvíkar Kommuna Vegna ov fáar umsóknir verður søkt av nýggjum Á Toll- og Skattstovu Føroya, Streymoyar øki, eru trý størv leys at søkja til setan so skjótt til ber.Eitt fast starv fulla tíð, eitt fast starv hálva tíð og eitt starv sum avloysari í 1 ár fulla tíð. Øll størvini eru á Eftirlits- og innheintingardeildini. Høvuðsuppgávurnar eru eftirlitsarbeiði og málsviðgerð innan meirvirðisgjald, skatt og toll, herundir at geva um- mælir í møguligum kærumálum. Førleikakrøv Tey, sum sett verða í fulltíðarstørvini, skulu hava rokn- skaparligan førleika, so sum cand. merc., HA, HD ella líkn- andi útbúgving. Tann, sum settur verður í hálvtíðarstarvið skal hava rokn- skaparligan førleika, so sum merkonom ella líknandi út- búgving. Harumframt skulu nýggju fólkini vera fyrikomandi og ar- beiðssom og kunna arbeiða sjálvstøðugt. Vit kunna bjóða Spennandi størv við nógvum avbjóðingum, sum sam- stundis eisini eru fakliga krevjandi og við møguleikum fyri eftirútbúgving, v. ø. o. trý sjálvstøðug størv í góðum ar- beiðsumhvørvi. Setanartreytir Løn- og setanarviðurskiftir,sum er treytað av starvsroynd- um og útbúgving, eru eftir sáttmála millum Fíggjarmála- stýrið og avvarandi yrkisfelag. Núverandi setanarøkið er Streymoyar øki, men fevnir annars um Fíggjarmálastýrið og stovnar undir tí,og tey,ið sett verða, skulu kunna røkja tænastu á hesum støðum, um tað verður kravt. Nærri frágreiðing fæst við at venda sær til Toll- og Skatt- stovu Føroya,Streymoyar øki,Hallbjørg Hansen á tlf.310260, lok. 108. Umsóknir Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum,ummæl- um og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. mai 2002 Toll- og Skattstova Føroya, Streymoyar øki Postsmoga 3139 110 Tórshavn Størv sum grannskoðarar Toll- og Skattstova Føroya Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálastýrinum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll-, mvg-, kolvetnisskatta- og avgjaldslógirnar, inn- tøkuskattalógina v.m. og alla skudarinnkreving hjá landinum. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at planlegging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum. Tær seks økisskrivstovurnar, ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sørvági, Tórshavn, Saltangará og Klaksvík røkja raksturin. Í Streymoyar øki starv- ast 60 fólk. Høvuðs- skrivstovan, har viðkom- andi koma at starvast, er á Smyrilsvegi, Posttollurin heldur til á Óðinshædd og Tollbúðin er á Eystaru Bryggju. Heimasíða: www.tollskatt.fo E-mail: streymoy@tollskatt.fo Eina hjartans tøkk til allar tjóðveldisveljarar í Føroyum fyri dyggan stuðul til løgtingsvalið, hóast hart rak á kíkin. Ein serlig tøkk til allar Norðsteymoyingar fyri stuðulin. Blíðastu heilsanir Niklái Petersen nývaldur løgtingsmaður Til allar tjóðveldisveljarar í landinum http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo C M Y K 33 32