leygardagur 4. mai 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 84 - 4. mai 2002
Nr. 84 - 4. mai 2002
5
Mikudagin 1. mai
vóru hundrað ár lið-
in, síðani fólk í Havn
tóku stig til at stovna
Losjuna “Støt Viljen”,
sum er partur av al-
tjóða brøðralagnum
Good Templars.
Mánadagin verður
stór myndaframsýn-
ing opin fyri almenn-
inginum
LOSJAN
Stefan í Skorini
Losjan hátíðarheldur í hes-
um døgum, at hundrað ár
eru
liðin,
síðani
átta
kvinnur og fimm menn
tóku stig til at stovna losj-
una “Støt Viljen” í Føroy-
um. Hon er partur av In-
ternational Organisation of
Good Templars, sum er ein
heimsumfevnandi rørsla.
Tað var danin Laurits
Henriksen, sum var stovn-
ari av Losjuni. Hann hevði
snikkaraverkstað í bygning-
inum á Tinghúsvegnum,
har Losjan heldur til í dag.
Í sambandi við hundrað
ára dagin hava limirnir sett
upp eina myndaframsýn-
ing, ið lýsir hesi hundrað
árini við losjuni. Á fram-
sýningini er eitt ótal av
áhugaverdum myndum at
síggja umframt aðrar lutir,
sum eru savnaðir gjøgnum
árini. Framsýningin verður
opin fyri almenninginum
mánakvøldið frá klokkan
20 til 22.
Formaðurin í losjuni er
Jákup Lindenskov. Hann
sigur, at losjan hevur trý
aðalmál. Tey eru avhald frá
rúsdrekka, brøðralag og at
arbeiða fyri friði og semju.
Rørslan varð stovnað í
USA í 1853, og hon hevur
síðani breitt seg til flestu
londini í heiminum.
Áhugavert flagg
Umframt myndirnar er
eisini eitt áhugavert flagg á
framsýningini.
Tað
er
flaggið hjá losjuni Støt
Viljen. Hetta bláa flaggið
úr silki fekk losjan 30. apríl
í 1933, og tað varð gjørt í
Danmark. Tað kostaði 335
krónur at framleiða. Lias í
Rættará var ein teirra, ið
tók stig til at fáa flaggið
gjørt.
Tá flaggið kom til Før-
oyar var stórt hátíðarhald.
Jákup Lindenskov nevnir,
at m.a. Maurentsius Við-
stein, sum eisini var limur,
flutti fram røðu, og Jákup
Dahl hevði føroyskað ein
sálm, tá flaggið varð av-
dúkað.
Hesin
sálmurin
stendur nú í sálmabókini.
Tað verður framvegis
nýtt til fundir og onnur
tiltøk í losjuni.
Losjan fer um marknastein
Jóhannes C. Mikkelsen,
vanliga nevndur Lill, man
var ein av teimum elstu
limunum í Støt Viljen. Hann
hevur verið við til at mynda
felagsskapin í Føroyum
MYND: Jens Kr. Vang
Tað bláa flaggið frá 1933 er
eisini at síggja á
framsýningini. Tað hongur
við síðuna av altjóða
flagginum hjá
felagsskapinum
20,6%, av teimum,
sum stillaðu upp til
hetta Løgtingsvalið,
vóru kvinnur og tær
fingu 21,2% av
persónligu atkvøð-
unum. Soleiðis hevur
gongdin verið, síðani
1980 og kann hugsast,
at um á leið 50% av
valevnunum eru
kvinnur, verða
atkvøðurnar eisini á
leið 50%
TÍÐINDASKRIV
Hóast kvinnurnar fingu
fleiri atkvøður bæði í pro-
senti og tali enn við undan-
farna val, eydnaðist ikki
hesaferð at fáa fleiri kvinn-
ur valdar á ting. Bert 4
kvinnur vórðu valdar og
stillaðu allar upp í Suður-
streymoy.
Kvinnurnar úti um landið
eru sostatt ikki við til at
manna okkara ting, og er
hetta harmiligt.
Valið hesaferð vísti tó, at
kvinnurnar fáa á leið tað %-
býtið av atkvøðum, sum tær
stilla upp við. 20,6% still-
aðu upp til hetta Løgtings-
valið og tær fingu 21,2% av
persónligu
atkvøðunum.
Soleiðis hevur gongdin
verið, síðani 1980 og kann
hugsast, at um á leið 50%
av valevnunum eru kvinn-
ur, verða atkvøðurnar eisini
á leið 50%.
Týdningarmikið er tí
støðugt at arbeiða fyri, at
fleiri kvinnur koma á
valevnislistarnar. Her hava
floksleiðslurnar eina stóra
ábyrgd og somuleiðis ta
almenna Føroyar, sum skal
tryggja fólkinum góðar
karmar at virka undir.
Eisini kvinnurnar sjálvar
mugu bjóða seg fram og
harvið vera við til at
tryggja javna umboðan á
tingi.
Atkvøðurnar til Løg-
tingsvalið eru nú taldar og
úrslitið er greitt. Javnstøðu-
nevndin ynskir valevnum
og veljarum tillukku við
valinum.
4 kvinnur valdar á
ting
Hyggja vit at talinum av
kvinnuligum tinglimum, er
støðan óbroytt síðani sein-
asta val. Tó vóru 48 upp-
stillaðar í mun til 51 við
seinasta val og er hetta í
prosentum ein øking frá
7,8% upp í 8,3%
4 kvinnur eru valdar á
ting — allar úr Suður-
streymoy. 3 av teimum 4
tingkvinnunum hava havt
sæti á tingi seinastu 4 árini:
Lisbeth L. Petersen, Sam-
bandsflokkurin,
Katrin
Dahl Jacobsen, Javnaðar-
flokkurin og Annita á Fríð-
riksmørk, Tjóðveldisflokk-
urin. Fjórða tingkvinnan er
Krisina Háfoss úr Tjóð-
veldisflokkinum.
Atkvøðuslúkarir í
Suðurstreymoy
Allar fýra kvinnurnar eru
millum tey 15 valevnini,
sum fingu flestar atkvøður í
landinum. Lisbeth L. Peter-
sen gjørdist nr eitt, Katrin
Dahl Jacobsen gjørdist nr.
6, Annita á Fríðriksmørk nr.
11 og Kristina Háfoss nr.
14.
Kvinnurnar fingu umleið
ein triðing av øllum per-
sónligu atkvøðunum á Topp
15-listanum fyri landið.
Hetta má sigast at vera eitt
gott úrslit, tá hugsað verður
um, at formenninir í 5 teim
um størstu flokkunum vóru
nr. 1-5 og bert ein kvinna er
floksformaður.
Fyrstvaldar
Tvær av nýggju tingkvinn-
unum gjørdust fyrstvaldar:
Lisbeth L. Petersen gjørdist
stóri persónligi vinnarin á
valinum og fekk 1395 at-
kvøður. Katrin Dahl Ja-
cobsen var fyrstvald í Suð-
urstreymoy og nr. 2 hjá
Javnaðarflokkinum á Topp
15-listanum. Hon fekk 458
atkvøður. Annita á Fríðriks-
mørk var næstvald á ting og
fekk 409 persónligar at-
kvøður og Kristina Háfoss
varð triðjavald og fekk 362
atkvøður.
Kvinnurnar í
Norðoyggjum
Í Norðoyggjum vóru 5
kvinnur millum tey 15
valevni, sum fingu flestar
persónligar
atkvøður.
Mamy
Dahl
Sørensen,
Javnaðarflokkurin,
fekk
177 atkvøður og er hetta
næstflestar á Javnaðarlist-
anum. Hon er nr 7 á listan-
um yvir tey 15 valevnini,
sum fingu flestar atkvøður.
Olga Biskupstø, Tjóðveld-
isflokkurin, er nr. 10 á
listanum og fekk 98 at-
kvøður og gjørdist nr. 3 á
listanum.
Rúna Sivertsen, Fólka-
flokkurin, er nr. 12 á listan-
um og fekk 95. Hon gjørdist
nr. 4 á flokslistanum í Norð-
oyggjum.
Erikka
Eltør
gjørdist nr 13 við 79 atkvøð-
um og gjørdist næstvald á
listanum hjá Sambands-
flokkinum. Eyðgunn Sam-
uelsen, Javnaðarflokkurin
gjørdist nr. 14 við 72 at-
kvøðum og nr. 4 á listanum.
Kvinnurnar í
Eysturoynni
Hallbjørg Hansen, Tjóð-
veldisflokkurin, og Edva
Jacobsen, Sambandsflokk-
urin, eru báðar næst- og
triðjvaldar í teirra flokki og
fingu ávikavist 208 og 198
atkvøður. Tær eru nr. 7 og 8
millum tey 15 valevnir,
sum fingu flestar persón-
ligar atkvøður í Eystur-
oynni.
Kvinnan í Sandoynni
Eydna
Vidtfeldt,
Sam-
bandsflokkurin, fekk flestar
atkvøður í sínum flokki —
61 í tali og er nr. 7 á
listanum yvir tey fólk, sum
fingu flestar persónligar
atkvøður í oynni.
Kvinnan í
Norðstreymoy
Tann kvinnan, sum kláraði
seg best í Norðstreymoy
var Gunnvá Mortensen,
Javnaðarflokkurin, sum var
nr 12 millum tey 15 val-
evnini, sum fingu flestar
atkvøður. Hon fekk 60
atkvøður og var nr. 3 av 4
valevnum hjá Javnaðar-
flokkinum.
Kvinnurnar í
Vágunum
Sólfríð Fjallsbak, Tjóðveld-
isflokkurin í Vágunum,
fekk flestar atkvøður í
flokkinum og vóru hesar
114 í tali. Hon er nr. 5 á
listanum yvir tey 15 val-
evnir, sum fingu flestar at-
kvøður. Malan Helgadóttir,
Javnaðarflokkurin, er nr. 9
við 59 atkvøðum.
Kvinnan í Suðuroy
Marjun Olsen, Sambands-
flokkurin í Suðuroy, fekk
75 atkvøður og varð nr. 15
á listanum yvir tey 15
valevnini, sum fingu flestar
persónligar atkvøður. Á
flokslistanum gjørdist hon
nr. 5.
Kvinnurnar
í
Norð-
streymoy, Vágunum og í
Suðuroy eru ikki væl
umboðaðar og sæst hetta
aftur i prosentpartinum av
samlaðu atkvøðunum.
At enda
Um nøkur munagóð broyt-
ing skal spyrjast burturúr til
næsta Løgtingsval og fleiri
kvinnur skulu koma á ting,
so býtið millum kvinnur og
menn verður javnari, er
umráðandi støðugt at ar-
beiða fyri, at fleiri kvinnur
koma á valevnislistarnar.
Her hava floksleiðslurnar
eina stóra ábyrgd og somu-
leiðis ta almenna Føroyar,
sum skal tryggja fólkinum
góðar karmar at virka
undir. Eisini kvinnurnar
sjálvar mugu bjóða seg
fram og harvið vera við til
at tryggja javna umboðan á
tingi.
4 kvinnur eru valdar á ting — allar úr Suðurstreymoy. 3 av teimum 4 tingkvinnunum hava havt sæti á tingi seinastu 4 árini: Lisbeth L. Petersen, Sambandsflokkurin, Katrin Dahl Jacobsen,
Javnaðarflokkurin og Annita á Fríðriksmørk, Tjóðveldisflokkurin. Fjórða tingkvinnan er Krisina Háfoss úr Tjóðveldisflokkinum
Javnstøðunevndin gjørt upp
C
M
Y
K
5
4
www.seikospecialist.dk
S E I K O T H E G R E A T B L U E 3 ' ar i n · S M S , pos t bok s 1 0 5 7 · F R - 1 0 0 T ó r s h av n · T l f . : 3 5 3 5 3 5