Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. mai 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 84 - 4. mai 2002 Nr. 84 - 4. mai 2002 5 Ford Transit komu fyrstu ferð á markn- aðin í 1965. Í fjør kom ein heilt nýggjur Transit á marknaðin. Bilurin bleiv beinan- vegin kosin "Van of the Year 2001" í Ev- ropa. Transit klárar seg væl í kappingini um miðalstóru vøru- bilarnar BILAR Magnus Gunnarsson Hjá P/F Wenzel kom tað væl við at fáa ein nýggjan Transit í sølubúðina. For- gangarin var vorðin rættu- liga gamal, og kundi als ikki kappast við aðrar vøru- bilar á marknaðinum. Við nýggja Transit vóru allir møguleikar at vera við í kappingini um miðalstóru vørubilarnar. Nógvar útgávur Nýggi Ford Transit verður gjørdur í fleiri ymiskum støddum. Sum vørubilur fæst hann í fleiri longdum, við høgum ella lægri laki, sum lastbilur við einkultari ella dupultari kabinu, styttri ella longri aksilfrástøðu. Eisini fæst hann minibuss- ur við upp til 17 sitipláss- um. For- og bakhjóltrekk Í teimum størru og tyngru útgávunum hava teir bak- hjóltrekk, meðan teir minnu og lættari bilarnir hava forhjólstrekk. Ford hava lagt seg eftir at gera ein bil , sum lagar seg eftir tørvinum hjá tí einstaka kundanum. Lættir vøru- bilar, sum sjáldan eru mun- andi lastaðir, klára seg best við forhjólstrekk, meðan teir sum javnan koyra við tungum lessi, klára seg bet- ur við bakhjólstrekk. Ford Transit: Til tørvin hjá einstaka kundanum Ford Transit bleiv ársins vørubilur í Evropa í 2002. Her eru sølumenninir hjá P/F Wenzel, Leif Hougaard og Jógvan Højgaard, við einum Transit vørubili Mynd: Jens Kristian Vang Ford Transit 280S Van Motorurin: 2.0 litur 4 syl. 16V turbodiesel 100 hk v. teldustýrdari oljuinnspræning Stødd og vekt: Longd 483,4 cm Breidd 197,4 cm Hædd 198,2 cm Eginvekt 1650 kg Loyvd totalvekt 2650 kg Prísir frá 199.269 v/MVG Søluumboð: P/F Wenzel Akranesg. 5 FO-100 Tórshavn Tel. 313873 BILAR Magnus Gunnarsson Hóast teir hjá P/F Wenzel hava alla grund til at vera væl nøgdir við vøruskránna hjá Ford, tá nýggi Fiesta er komin seinni í ár, sakna teir tó ein bil ístaðin fyri Ford Escort vørubilin, sum teir seldu so nógvar av. Møguliga verður tað Ford Fusion, ið loysir hendan trupulleika Tá sølustjórin hjá Ford herfyri var á vitjan í Føroyum, bóru teir hjá Wenzel uppá mál við hann, at teir saknaðu ein bil ístaðin fyri Escort vørubilin, sum var ein rúmligur vørubilur til sera kappingarføran prís. Teir vóru t.d. nógv seldir sum arbeiðsbilar hjá fyritøkum og bøndurnir vóru væl nøgdir við teir. Høgur og rúmligur Ein møguleiki, teir samráddust um, var at umbyggja Ford Fusion, sum kemur á marknaðin síðst í hesum ella fyrst í komandi ári, til vørubil til føroyska marknaðin. Ford Fusion er ein mini MPV, ið er bygdur yvir nýggja Fiesta plattformin, men er nakað størri enn Fiesta. Motorarnir verða teir somu sum í Fiesta. Bilurin er høgur frá vegnum og sera rúmligur. Hvussu ein tílíkur bilur verður móttikin valdast prísin og hvussu arbeiðsvinarligur Fusion verður. Ford Fusion umbyggjast til føroyska marknaðin Møguliga kemur hesin at avloysa Ford Escort vørubilin. Fusion er ein rúmligur mini MPV Fusion innan. Minnir nakað um nýggja Fiesta Við setrum í er viðførisrúmið stórt og arbeiðsvinarligt. Baklúkan kemur heilt niður til kúfangarin Sum vørubilur fæst Transit í nógvvum ymiskum støddum og útgávum Eftir at Ford Escort hevði verið á markn- aðinum í nógvum ymiskum útgávum í heili 33 ár, og seldur í 20 milliónum eind- um, steðgaði fram- leiðslan í 2000. Av- loysarin bleiv Ford Focus, ið eftir stuttari tíð bleiv heimsins mest seldi bilur BILAR Magnus Gunnarsson Tað er ikki uttan grund at Ford Focus er heilmsins mest seldi bilur. Hann er væl koyrandi og rúmligur, og fæst í útgávum við 3 og 5 hurðum, sum sedan og sum stationvognur. Hvat út- gerð viðvíkur eru hesir møguleikarnir: Ambiente, Trend, ST 170 og Ghia. TDCi dieselmotor Focus fæst við 5 ymiskum bensinmotorum frá 75 til 170 hk. Tveir dieselmotorar eru á skránni við ávikavist 90 og 115 hk. Tann størri er ein TDCi við nýggjastu tøknini. Tað, at brennievnið verður sprænt inn í motorin í smærri nøgdum undir høgum trýsti, gevur javnari oljunýtslu, og motorurin larmar minni. Hesir TDCi motorar larma so lítið, at tey ferðandi í bilinum lætt- liga kunnu tosa saman, hó- ast motorurin hevur nógv at gera. Best í TÜV kanning Í ár bleiv Ford Focus nummar eitt í týsku TÜV kanningunum. Hetta var fyrstu ferð í 14 ár at ein týskur bilur hevur lagt seg á odda í hesi kanning. TÜV kanningarnar eru frágreið- ingar um hvussu bilarnir klára seg eftir nøkrum ár- um. Focus eru eisini sera væl umtóktir á ameri- kanska marknaðinum. Ford Focus 1.6i Trend 5/h Motorurin: 1.6 litur 4 syl. 16V Zetec 100 hk 0-100 km/t 11,2 sek Bensinnýtsla 14.5 km/l Dekkstødd 195/60-15 Stødd og vekt Longd 417,4 cm Breidd 170,2 cm Hædd 144,0 cm Eginvekt 1075 kg Viðførisrúm 350 litrar Prísur frá kr.168.560 Søluumboð: P/F Wenzel Akranesg. 5 FO-100 Tórshavn Tel. 313873 www.wenzel.fo Ford Focus: Heimsins mest seldi persónbilur Focus bleiv eftir stuttari tíð heimsins mest seldi bilur. Her er Jógvan Højgaard, sølumaður, við nýggjastu útgávuni av Focus Mynd: Jens Kristian Vang Focus innan. Rattið kann stillest eftir egnum ynski C M Y K 5 4