Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. mai 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tað mesta av sam- bandinun, Føroya Tele hevur við sínar kundar, verður nú flutt oman í Miðbýin. Leygardagin letur nýggjur kundamið- depil upp við navni- num Teledepilin MIÐDEPIL Heri á Rógvi Føroya Tele ætlar nú av álvara at brynja seg út. Teir hava í longri tíð fyrireika at gera ein tænastu miðdepil í Miðbýnum í Havn. Í hølu- num, har Hon og Hann og Thomas Dam áður hava húsast verður ístaðin ein miðdepil hjá Føroya, kall- aður Teledepilin. Richard Mortensen, marknaðarleiðari hjá Før- oya Tele, sigur, at teir við hesum stiginum vilja betra munandi um tænastuna. – Við hesum vilja vit gera leiðina hjá kundanum meira beinleiðis, soleiðis at sleppast kann undan mill- umliðum, og alt verður savnað á einum stað. Kund- ar venda sær til okkum um- vegis telefon og við at hyggja framvið hjá okkum. Nú vilja vit savna alt á ein- um stað, men tað ber sjálv- andi framvegis til at ringja, sigur Richard Mortensen. Í nýggja deplinum fara at starvast 28 fólk á 600 m2, og hetta eru øll fólk, ið hava beinleiðis samband við kundar, og hesi fara at kunna svara teimum spurn- ingum, ið kundarnir koma við. – Vit royna at vera tætt upp at fólkinum, tí verður depilin lagdur mitt í miðbý- num, sigur Richard Mor- tensen. Í nýggju hølunum verður eisini Telebúðin flutt inn, soleiðis at alt verður savnað á einum stað. Orsøkirnar til, at hetta stigið verður tikið eru fleiri. Talan er um eina týðandi íløgu fyri Føroya Tele, men teir eru vísir í, at hetta fer at geva avkast seinni. – Vit hava gjørt fleiri kundakanningar, har vit hava fingið nakrar útmeld- ingar frá kundunum, sum gera, at vilja betra tænastu- na. Eisini ávirkar kappingin sjálvandi, sigur Richard Mortensen. Noel og Anja Til at seta sín dám á, at Før- oya Tele nú letur hendan nýggja depilin upp, so verður skipað fyri ymiskum spennandi leygardagin. Umframt at latið verður eitt sindur av vátum og turrum og spennandi, so hava teir eisini fingið hendur á teim- um báðum Noel og Anja, sum hava luttikið í sendi- røðini Baren á TV3. Tey bæði fara at skriva autografar og skeinkja sodavatn til tey, ið hava hug at hyggja framvið. Enn er ikki alt liðugt, men leygardagin letur fyrsti parturin av nýggja depli- num, Telebúðin, upp. Seinni í mánaðinum verður alt væntandi liðugt, og tá letur restin eisini upp. Nýggjur Teledepil Richard Mortensen, marknaðarstjóri hjá Føroya Tele, frammanfyri nýggja Teledeplinum, sum letur upp í dag. Mynd: Jens Kristian Vang Ísraelski herurin framdi krígsbrotsverk í flóttafólkaleguni Jenin, men einki bendir á nakað hóp- morð, sigur manna- rættindafelagsskapurin Human Rights Watch. MIÐEYSTUR Árni Joensen Amerikanski mannarætt- indafelagsskapurin Human Rights Watch hevur sein- astu dagarnar kannað viður- skiftini í Jenin, og í einari frágreiðing, sum varð al- mannakunngjørd í gjár, sig- ur felagsskapurin, at eingi tekin eru til, at ísraelsmenn framdu hópmorð í flótta- fólkaleguni, soleiðis sum palestinar vilja vera við. Hinvegin staðfestir felagsskapurin, at ísraelsku hermenninir gjørdu seg sekar í krígsbrotsverki, tá teir hersettu leguna. Í frágreiðingini sigur Hu- man Rights Watch seg hava funnið líkini av 52 palestin- um. 30 teirra vóru menn, sum bardust ímóti ísraelska herinum, og hini 20 vóru sivilfólk. Hetta samsvarar ikki við tað, sum ísraelska stjórnin hevur sagt. Stjórn- in sigur, at av teimum 52 palestinunum, sum doyðu í Jenin, vóru sjey sivilfólk. Human Rights Watch nevnir í frágreiðingini nøk- ur dømi um tað, sum felagsskapurin kallar krígs- brotsverk. M. a. verður sagt, at ísraelsku hermenninir skutu ein særdan palestina fleiri tímar aftan á, at teir høvdu tikið vápnini frá honum. Eisini verður sagt, at ein ísraelskir hermenn skutu ein 14 ára gamlan drong, sum var á veg til handils. Í einum øðrum føri skutu ísraelsmenninir ein 57 ára gamlan mann, sum sat í rullistóli. Aftaná koyrdi ein ísraelskur stríðsvognur á mannin. Talsmaðurin hjá ísraelska herinum, Olivier Rafowicz, avsannaði í gjár tað, sum amerikanski mannarætt- indafelagsskapurin sigur. Talsmaðurin vildi vera við, at palestinararnir nýttu sivilfólk sum skjøldur í bardøgunum við teir ísrael- sku hermeninar. Danny Ayalon, ráðgevi hjá Ariel Sharon, forsætis- ráðharra, vísti eisini frá- greiðingini hjá Human Rights Watch frá sær. – Hetta var eitt krígsøki, sum var fult av bumbufell- um og spreingievnum, seg- ði Danny Ayalon í gjár. Palestinski leiðarin, Yas- ser Arafat, hevur kallað Jenin tað nýggja Stalin- grad. ST-aðalskrivarin gjørdi hósdagin av at upploysa nevndina, sum skuldi kanna, hvat veruliga hendi í Jenin. Hann grundaði av- gerðina á vantandi ísraelsk- an samstarvsvilja. Krígsbrotsverk men ikki hópmorð 6 Nr. 84 - 4. mai 2002 Nr. 84 - 4. mai 2002 7 Bárður Nielsen varð fyri fyrstu ferð valdur á ting, og hann ætlar sær beinanvegin at fara til verka. Hann gjørdist fyrst vald- ur á listanum hjá Sam- bandsflokkinum við 196 persónligum atkvøðum. Bróðurparturin av hesum komu í heimbygd hansara, Vestmanna. Til spurningin, hví fólkið velur at skifta so út í Norð- streymoy, sigur Bárður: – Mann er væl ikki nøgd- ur við støðuna sum er. Eg roknaði eisini við, at nú fer okkurt veruligt at henda. Eg ætli í øllum førum at gera mítt. Frá nú av skal tað henda nakað, sigur Bárður Nielsen. Bárður arbeiðir til dagligt í Kollafirði,og hara hava tey tað við at standa saman um ein mann. – Tað er nógvar leysar at- kvøður í Kollafirði, og van- liga skiftur tað nógv her, sigur Bárður. Seinasta val hjá Sam- bandsflokkinum í Norð- sreymoy gjørdist eitt sera vánaligt val fyri flokkin, sum alla nýggjari tíð hevur havt valdømisvaldan ting- mann í valdøminum. Hetta er so koma aftur í rættlag, kann mann siga. Sambært Bárði er hetta eisini ein stórur partur av orsøkini til, at valið gjørdist so mikið gott hjá Sam- bandsflokkinum. Bárður heldur, at tað eisini vóru yngri fólk, ið valdu flokkin, og teir stillaður eisini tveir rættiliga ungar menn upp. Tað, at Sambandsflokk- urin nú fær innskotið nýtt blóð í tingmanningina, heldur Bárður eisini fer at ávirka flokkin. – Tað fer at merkja eitt sindur, men vit fara ikki nærri fullveldi, sigur ein avgjørdur Bárður Nielsen. Eitt sindur av muni hevur verið á valstríðnum í teim- um ymsu bygdunum í Norðstreymoy heldur Bárð- ur, men tað hevur serliga verið klassiski spurningur- in um loysing og samband og vinnuligir spurningar, ið hava verið uppi og vent. Í einum av ytstu skans- unum í Streymnesi búleik- ast Heðin Zachariasen og hansara familja. Hann er nýggjur ting- maður fyri Fólkaflokkin í Norðstreymoy. Hann er eykavaldur, og veljararnir góvu honum 149 atkvøður, og hetta var nóg mikið til eitt sæti á tingi. – Eg gjørdist stórliga bil- sin, tá eg frætti, at eg var komin inn, sigur Heðin Zachariasen. Hetta er fyrstu ferð, at hann stillar upp. Hann hev- ur altíð valt Fólkaflokkin, so tað mátti vera hesin, ið hann stillaði upp fyri. Hann er tó eingin fremmandur fyri valinum, tí hann hevur seinastu 10 árini verið borgarstjóri í Hvalvíkar Kommunu. Afturat hesum arbeiðir hann eisini hjá IRF og so eigur hann saman við øðrum Handilskjarnan, Hanus og Janus og Schan. Arbeiðir hjá IRF verður til eitt farloyi næstu tíðina, tí hann vil royna seg fult í tinginum. Tað er ikki vanligt, at Streymnes eigur umboð á tingi. Heðin hevur eisini í valstríðnum roynt at tosa um eitt øki frá Kollafirði og norðureftir. – Eg haldi, at fólk kanska hava sligið seg saman um meg her, men eg fekk at- kvøður allastaðni, og á fleiri valstøðum tvífaldað- ist Fólkaflokkurin, sigur Heðin. – Tað er nógv lættari at sláa seg saman um ein per- són í einari stórari bygd enn í fleiri smáum, sigur Heðin Zachariasen. Hann er samdur við tí sjónarmiði- num, at tað kanska er nakað langt úr Vestmanna til Tjørnuvíkar. Til spurningin, um hví útskiftingin er farin fram, sigur Heðin: – Tað sigur tað, at fólk vilja hava yngri kreftir at koma til. Sjálvur er Heðin borgar- ligur, og hann fer eisini at leggja dentin á vinnuna. Hann ætlar sær at arbeiða fyri alt valdømið, men fyri ikki at gloyma, at hann er landspolitikari. Í valstríðnum heldur Heðin, at tað hevur verið tosað nógv um loysing og samband, men tað hevur eisini verið tosað nógv um vegakervið í Norðstreym- oy. Heðin er fullveldis- maður. –Men tað skal byggja á eitt gott fíggjarligt grundar- lag, sigur Heðin. Í Kollafirði finna vit nýggja tingmannin hjá Tjóðveldis- flokkinum í Norðstreymoy, Nikláa Petersen. 44 ára gamli skiparin royndi seg aftur til hetta valið, og tað bragdaði hjá honum. Við 225 persónligum atkvøðum gjørdist hann toppskoraði í valdøminum og fekk sam- stundis yvirtikið sæti hjá Jógvan Durhuus, sum hev- ur verið tingmaður í fleiri skiftum tey seinastu 32 ár- ini. – Mítt hjartamál er vinnu- mál. Hetta vil eg so avgjørt hava fram. Eisini má leggj- ast dentur á trivnaðarmál og ungdómurin má fáa sítt, sigur Niklái Petersen. Hann er loysingarmaður og hevur altíð verið tjóð- veldismaður. Hann vildi fegin havt ferð á fullveldis- tilgongdina, men tað verður óivað trupult við verandi samgongumøguleikum, heldur hann. – Í valstríðnum her hevur nógv verið tosað um fleiri generel mál við tilknýti at vinnuni og umhvørvinum. Tað er fleiri staðni sera trongligt, sigur Niklái Petersen. Hann heldur, at allur Norðstreymoy stóð saman og ikki bert ein kollfirðing- ar, sum tað ofta verður sagt. – Vanliga hevur tað mesta sitið í Vestmanna, men nú er tað meira býtt millum bygdirnar. Eg haldi ikki, at fólk í Kollafirði bara velja persón, sigur Niklái. Hann heldur, at tað má væl vera eitt ynski um broyting, at fólk í valdømi- num skifta allar teirra ting- menn út. Hann ætlar sær at leggja skipara yrkisleiðina á hill- ina – í øllum førum fyribils – nú hann skal royna seg í Løgtinginum. Bárður Nielsen Teir tríggir, ið vóru, vórðu útskiftir, og tríggir nýggir ting- menn umboða næstu fýra árini Norðstreymoyar valdømi. VALIÐ Orð: Heri á Rógvi Myndir: Finnur Justinussen Í Norðstreymoyar val- dømi var veljarin eirind- arleysur. Tríggir nýggir tingmenn eru valdir. Bárður Nielsen úr Sam- bandsflokkinum, Niklái Petersen úr Tjóðveldis- flokkinum og Heðin Zachariasen úr Fólka- flokkinum. Tað vórðu valdir í nevndu røð og Heðin Zachariasen er eykavaldur, tí Norð- streymoy fær tillutað tveir valdømisvaldar tingmenn. Sambandsflokkruin fekk 694 atkvøður, Tjóð- veldisflokkurin fekk 590, Fólkaflokkurin 538, Javnaðarflokkurin 480, Miðflokkurin 69 og Sjálvstýrisflokkurin fekk 52 atkvøður í Norður- streymoyar valdømi. Tað skal við til søguna, at sitandi fólkafloks- maðurin í Norðstreymoy, Jákup Suni Joensen, ikki stillaði upp til valið hesa- ferð. Vit hava verið ein túr runt í valdøminum fyri at hitta nýggju tingmenn- inar. Alt nýtt í Norðstreymoy Fakta Navn: Bárður á Steig Nielsen Aldur: 30 Bústaður: Á Válinum Vestmanna Hjúnastøða: Giftur, eigur 3 børn (eitt spildurnýtt) Uppstillaður áður: Ja, í 1998 og fólkatingsvalið. Hevur verið aktivur í flokkinum síðani. Starv: Roknskaparleiðari. Útbúgving: HH og HD fyrsta part, umframt onnur fak innan roknskap Bárður Nielsen, nývaldur tingmaður og júst pápi fyri triðju ferð. Niklái Petersen Fakta Navn: Niklái Petersen Aldur: 44 Bústaður: Kollafjørður Hjúnastøða: Giftur, eigur eina døttur Uppstillaður áður: Ja, í 1998 og fólkatingsvalið. Hevur verið aktivur í flokkinum síðani. Starv: Skipari Útbúgving: Skipsførari Kollfirðingurin Niklái Petersen fekk dyggan stuðul á valinum týsdagin, og hann skal nú umboða Norðstreymoy í Løgtinginum. Heðin Zachariasen Hetta var fyrstu ferð, at Heðin Zachariasen stillaði upp. Ætlar tú at keypa nýggjan bil og ongan brúktan lata inn í býti? So ber til at gera kvetti nú Vit hava plásstrot vegna ov stórar goymslur av hesum modellum: Mazda 626 Mazda Premacy Mazda E2200 við trælast Mazda E2200 innilokaður vørubilur Mazda E2200 6 og 9 pers. Stationcar Mazda B2500 RegCab, StrCab og DblCab, 4x2 og 4x4 Avsláttirnir eru frá Kr. 20.000 og uppeftir Leygardagin er opið í Havn og Klaksvík kl. 10.00-16.00 C M Y K 7 6