leygardagur 4. mai 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 84 - 4. mai 2002
15
Sjálvan valdagin lat
ein nýggj vakurleika-
klinikk dyrnar upp í
Klaksvík. Her kanst
tú bæði fáa røkt and-
lit títt, samstundis
sum hond eisini verð-
ur tikin um tín kropp
VAKURLEIKI
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
Tað er Margee Dam, sum
hevur latið vakurleika-
klinikkina
Rósan
upp.
Margee er útbúgvin sum
kosmetolog og massør, og
harumframt
hevur
hon
eisini arbeitt bæði hjá
Elisabeth Arden og Lager-
field í Danmark.
Ein dreymur
Margee varð útlærd sum
kosmetolog í 1982, og
arbeiddi í nøkur ár í Dan-
mark, áðrenn hon kom
heim aftur til Føroya. Her
lat hon upp handilin Rósan,
sum bjóðaði ymsa húðrøkt
til viðskiftafólki.
Men saman við teimum
tungu árunum fyrst í 90-
inum gjørdist tað eisini
alsamt tyngri at reka egið
handilsvirksemi, og hetti
førdi við sær, at Rósan mið-
skeiðis í 90-inum lat dyrnar
aftur fyri seinastu ferð.
Men hetta var tó bert
fyribils.
- Eg havi altíð havt ein
dreym um at fingið eina
professionella klinikk her í
Klaksvík. Og nú helt eg so,
at tíðin var komin, greiðir
Margee frá.
Hon heldur, at samstund-
is sum tíðirnar eru vorðnar
betri, so eru fólk eisini
vorðin meiri tilvitað um seg
sjálvi.
- Vit hugsa sera nógv um
okkara egnu vælveru í dag.
Serliga hárið og klæðini
skulu vera í lagi, men and-
litið hevur ikki minst at
siga. Ein sunn húð fær teg
at kenna teg væl, og gevur
tær eisini størri sjálvsvirð-
ing, sigur Margee.
Í
vakurleikaklinikkini
Rósan bjóðar Margee alla
røkt innan andlit og kropp.
Her kanst tú fáa lagt
make-up, tú kanst fáa ymsar
voksviðgerðir, tú fært mass-
agu til andlit og kropp og
harafturat veitir klinikkin
eisini ymsa ráðgeving innan
húðrøkt.
SPA-viðgerðir
Eitt, sum er heilt serligt við
Rósuni er, at tú umframt alt
hitt, eisini kanst fáa nakrar
sokallaðar SPA-viðgerðir.
Ein SPA-viðgerð inni-
heldur eitt baðikar við
heitum vatni, har tú kanst
slappa av við hjálp frá yms-
um oljum, ið hvør sær hava
ymsar eginleikar.
Tá tú er liðug ella liðugur
í baðikarinum, so er eitt hav
av viðgerðum, ið tú kanst
velja at forkela kropp tín við.
Fleiri av hesum viðgerðum
innihalda
algur,
sum
stramma húðina upp, sam-
stundis sum tær reinsa hana.
Í klinikkini hevur Margee
annars lagt seg eftir, at øll
amboðini eru av nýggjasta
slag. Merkið, ið klinikkin
umboðar, er eisini eitt tað
mest framkomna innan
makeup-heimin í dag.
Mannfólk víst áhuga
Tá
vakurleikaklinikkin
Rósan lat dyrnar upp fyri
fyrstu ferð sjálvan val-
dagin, kom hópurin av fólki
inn á gólvið.
- Øll hava víst stóran
áhuga, og tá avtornaði
høvdu eini 200 fólk verið
inni á gólvinum, greiðir
Margee frá.
Hóast vakurleikaklinikk-
ir oftast leiða tankarnar á
konufólk, so vóru eisini
fleiri mannfólk á vitjan
hendan fyrsta dagin.
Og onkur av teimum
hevur enntá bílagt sær tíð
frá Margee.
- Og teir skulu sjálvandi
eisini verða so hjartaliga
vælkomnir, sigur Margee.
Annars sigur Margee, at
hon, umframt tilboðini í
klinikkini, eisini fer at
leggja stóran dent á at taka
fólk inn, og síðan læra tey,
hvussu tey á bestan hátt
kunnu røkta sína húð heima
við hús.
Ein Rósa í miðbýnum
Um 200 fólk stukku inn á gólvið, tá Rósan fyrstu ferð lat dyrnar upp. Margee Dam (í ljósum
kjóla) tók væl ímóti
Hølini eru ljós og hugnalig, so nú skuldi borið væl til hjá
klaksvíkinum at nýtt eina løtu til fríðkan av holdinum
Doris Hansen, sum í
átta ár hevur verið for-
maður í Meginfelag
teira brekaðu, MBF,
leggur á aðalfundin-
um í dag frá sær
FORMANSSKIFTI
Eftir at hava leitt MBF í
átta ár leggur Doris Hansen
frá sær sum formaður. Tað
hendir á aðalfundi felags-
ins, sum verður í dag.
Hesi seinastu átta árini,
meðan Doris Hansen hevur
verið formðaur í MBF,
hevur felagið ment seg til
til at vera eitt væl skipað,
viðurkent og álítandi meg-
infelag, sum er til gangs
fyri føroyska samfelagið
alt, sigur starvsnevndin í
MBF í tíðindaskrivi, sent er
út í samband við formans-
skiftið.
Doris Hansen hevur hesi
árini myndað felagið út-
eftir, og hevur millum ann-
að givið út bók um virki
felagsins og søgu teirra,
felagið varar av. Søgan um
hini, eitur bókin, sum Doris
Hansen eisini hevur fingið
amenna viðurkenning fyri.
Í samband við, at Doris
Hansen nú leggur frá, sær,
skipar MBF fyri lítlari sam-
komu, sum verður í Páls-
stovu í Havn eftir aðalfund-
in, ella klokkan 17 seinna-
partin.
Har verður høvi at heilsa
bæði upp á farandi og kom-
andi formannin í Meginfel-
ag teirra brekaðu, verður
sagt í tíðindaskrivinum.
ej
Doris sigur farvæl
Ebba Hentze fær
um vikuskiftið
handaða heiðurs-
gávu frá svenskum
grunni fyri arbeiði
sítt við at umseta
norðurlendskar
bókmentir til før-
oyskt, eins og hon
eisini hevur umsett
føroyskar bók-
mentir til eitt nú
danskt
HEIðURSLØN
Rithøvundurin
Ebba
Hentze verður um viku-
skiftið
heiðrað
av
svenska Clara Lach-
mann grunninum fyri
arbeiði sítt at breiða
norðurlendskar
bók-
mentir í øðrum Norðan-
londum.
Í grundgevingini fyri
avgerð síni sigur grunn-
urin, at Ebba Hentze
hevur gjørt stórt arbeiði
við at umseta føroyskar
bókmentir til eitt nú
danskt mál, eins og hon
eisini er kend fyri at um-
seta
norðurlendskar
bókmentir til føroyskt.
Nevnt verður, at hon
hevur umsett bæði norsk-
ar og svenskar bók-
mentir, eitt nú barnabøk-
ur hjá Astrid Lindgren.
Clara
Lachmann
grunnurin, sum varð
stovnaður í 1923, stuðl-
ar norðurlenskum sam-
starvi, har slíkt finnist.
Eitt nú á bókmentarliga
økinum.
Grunnurin hevur í ár
latið virðislønir og stuð-
ul fyri tilsamans 1,8
millión svenskar krónur.
Virðislønin,
Ebba
Hentze fær, er upp á
50.000, svenskar krón-
ur, og verður latin við
ein døgurða, nevndin
fyri grunnin er vertur
fyri á Hotel Hafnia um
vikuskfitið.
ej
Føroyskur rithøv-
undur heiðraður
Grulvandi eftir
gongubreytunum í
New York fekk
donsk listakvinna
tilfar til listaverk,
sum nú verða sýnd
fram í Listaskálan-
um í Havn
FRAMSýNING
Hon fór á náttartíð
grulvandi eftir gongu-
breytunum í New York
við pappíri, sum hon
legði á breytir og veggir
til tess at avmynda
stórbýarinnar skitt og
grafitti, sum vit um
vikuskiftið so kunnu
síggja í Listaskálanum.
Pia
Schutzmann,
hvørs
foreldur
vóru
donsk, er fødd í Berg-
amo í Italia í 1940 og
hevur síðan búð í Ísrael,
København, New York
og síðan 1989 í Frak-
landi.
Hon gekk frá 1970 til
1977 á listaskúla í Køb-
enhavn, og gjørdi fyrstu
árini vart við seg sum
naturalistiskur teknari
og grafikari.
Hon
hevur
málað
nógvar andlitsmyndir.
Millum aðrar av drotn-
ingunum báðum, Ingrid
og Margrethu, umframt
fleiri øðrum kendum
dønum. Eisini hevur hon
skrýtt eitt nú yrkingar-
søvn við tekningum sín-
um.
Á framsýningini, sum
letur upp í Listaskálan-
um í dag klokkan 16.00
verða tó ikki vístar nat-
uralistiskar myndir, men
nýggir, abstraktir máln-
ingar og dømi um spor-
myndir úr New York,
sigur Listasavn Førya í
tíðindaskrivi.
ej
Grulvandi í New
York
15
14
Nr. 84 - 4. mai 2002
Fyri góðari viku síðan
kom Erna aftur til
Klaksvíkar, eftir at
hon í nakrar vikur
hevði verið í Rumenia
við neyðhjálp til tey
fátøku
NEYÐHJÁLP
Ragnhild Elligsgaard
Klaksvík:
Erna Torleifsdóttir Sigurðs-
son er 23 ára gomul og bú-
sitandi í Klaksvík. Hon
starvast dagliga í móta-
handlinum Total og Norð-
fashion, sum selur móta-
klæðir til ung og eldri. Eitt
starv og eitt umhvørvið,
sum liggur langt frá um-
hvørvinum hjá teim fátøku,
sum eru at finna aðrastaðni
í heiminum.
Men tó, hesi liggja ikki
langt frá hjartanum hjá
Ernu.
Síðst í mars mánaða fór
hon, saman við øðrum, ein
túr til Rumenia við neyð-
hjálp til tey fátøku har á
staðnum. Ein túrur, sum
lærdi Ernu, at vit her heima
á klettunum eiga at verða
meir takksom fyri alt tað, ið
vit hava rundan um okkum.
Sum ein familja
Erna var til arbeiðis í
handlinum, tá ein genta
kom inn á gátt, sum júst var
afturkomin frá Rumenia.
Erna hevði fyrr hoyrt um
hesar túrarnar, sum Absal-
on Matras skipar fyri, men
tankin um sjálv at fara
hevði ongantíð sligið hana.
- Hendan gentan fortaldi
so livandi um alt, ið hon
hevði upplivað á túrinum.
Og knappliga hugsaði eg:
”Har má eg fara”, greiðir
Erna frá.
Hon tosaði við systkina-
barn sítt, 19 ára gomlu
Elsubeth Danielsen, og hon
var eisini beinanvegin til
dystin fús.
Síðani ringdu tær til
Absalon, sum júst var farin
í gongd við at skipa fyri
sínum 22. túri til Rumenia,
men hann kundi ikki geva
teimum eitt heilt greitt svar
um, hvørt tær sloppu við
ella ikki.
- Vit tosaðu saman fleiri
ferðir, men alla tíðina var
ein óvissa har, fortelur
Erna.
Til endans avgjørdu tær
báðar systkinabørnini, at
peningurin heldur skuldi
nýtast til ein feriutúr suður-
eftir. Men júst sum tær
høvdu tikið hesa avgerð,
ringdi Absalon og segði, at
pláss hóast alt var fyri
teimum báðum gentunum á
túrinum.
Tann 28. mars fóru tær
báðar so avstað til Rum-
enia. Við í ferðalagnum
vóru eisini Absalon Matras
og tvey onnur mannfólk.
- Vit sigldu fyrst við
Norrønu til Danmarkar, og
síðan koyrdu vit við einum
bussi til Rumenia. Túrurin
gekk yvir Týskaland, Eyst-
urríki og Ungarn, og tók
hann eini trý døgn, greiðir
Erna frá.
Men hóast bussferðin var
long, so keddu tey fimm
seg ikki á túrinum.
- Nei, heldur mótsatt,
smílist Erna.
- Vit gjørdust øll sera væl
beinanvegin, og prátaðu
óvanliga gott saman. Vit
kendu okkum sum eina
familju, sigur hon.
Brølan og rópan
Komin til býin Timisoara í
Rumenia vórðu tey inn-
kvarteraði hjá eini íslendsk-
ari familju, sum búðu á
einum missiónshúsi. Í hes-
um húsum hevði familjan
trúboðaravirksemið sítt, og
nakrar ferður um vikuna
vóru møtir eisini á skránni.
- Í byrjanini kendu vit
okkum ikki so vælkomin,
og vóru vit fyri tað mesta
úti í bussinum, sum var
parkeraður uttanfyri húsini,
greiðir Erna frá.
Men Absalon tosaði við
fólkini, og eftir hetta lagaði
alt seg skjótt til tað betra.
Tó kendi Erna seg ikki
heilt trygga hjá hesum fólk-
unum.
- Tey vóru stak fitt, tað
var ikki tað, sigur hon.
- Men eg visti einki um
tey áðrenn, og knappliga
ein dagin hoyrdi eg brølan
og rópan frá møtirúminum.
Eg gjørdist rættiliga kløkk,
tí tað nærmasta, eg nakran-
tíð havi verið nakrari
tungutali av nøkrum slag,
er tá onkur prestur hevur
messað í onkrari kirkju,
greiðir hon frá.
Hon fór saman við Elsu-
beth út í gongina at vita,
hvat hetta var fyri nakað, og
saman komu tær fram til, at
eitt møti varð hildið í møti-
salinum, har fólk talaðu í
tungum.
- Eg helt hetta vera stak
óhugnaligt. Eg ivaðist ikki
í, at tey róku út illar andar
ella okkurt líknandi, sigur
Erna.
Men hóast Erna gjørdist
illa við av hesi uppliving, so
vóru tey búgvandi hjá fam-
iljuni alla ferðina. Og sum vit
skilja á Ernu, so var tað ikki
so heilt galið kortini.
Absalon væl dámdur
Endamálið við túrinum var
at geva teim fátøku í Timi-
soara ta neyðhjálpina, sum
tey høvdu við úr Føroyum.
Timisoara er við sínum
450.000 íbúgvum næst-
størsti býur í Rumenia, og
fleiri av hesum íbúgvum
liva á fátækramarkinum.
Harav er eisini hópurin av
heimleysum gøtubørnum at
síggja allastaðni í býnum.
Absalon Matras hevur
gjørt fleiri túrar til hendan
býin, har hann plagar at
býta klæðir, innbúgv og
annað út til tey fátæku.
Á hesum túrinum høvdu
tey heili 4 tons av neyð-
hjálp við sær. Hetta var fyri
tað mesta klæðir, barna-
vognar og sengur, sum
Absalon hevði innsavnað í
Føroyum.
Tann fyrsta dagin í Timi-
soara
koyrdi
føroyska
ferðaliðið við bussinum út
til eitt minni stað, har tey
handaðu hesi 4 tonsini víð-
ari til nøkur onnur fólk,
sum síðan býttu tað út mill-
um tey fátæku.
- Tað sást væl, at Absalon
var kendur millum fólkini
har. Líkamikið, hvar vit
fóru, so varð hann heilsað-
ur við mussum og klemm-
um, greiðir Erna frá.
Og at gleðin var stór
millum tey fátæku, legði
Erna eisini merki til.
- Vit sóu jólaljós í eygun-
um hjá øllum teimum, sum
fingu okkurt. Tey løgdu
einki í, um klæðini ikki
passaðu ella vóru eitt sind-
ur slitin. Tey hava einki, og
tí er alt ein stór gáva hjá
teimum, fortelur hon.
Eisini fingu tey pakkar
frá ymsum familjum, sum
tey so skuldu geva víðari til
kenningar í Føroyum.
- Nógv høvdu familju,
sum á ein ella annan hátt
vóru búsett í Føroyum. Til
dømis hittu vit ein drong,
sum hevur gentu í Vágun-
um, greiðir Erna frá.
Mugu virðismeta
Føroyar
Alla staðni á túrinum møttu
tey stórum fátækradømi.
Heimleys børn uttan mat og
klæðir gingu úti á gøtunum,
og tey flokkaðust um hesar
fimm føroyingarnar.
- Tað var ræðuligt at
síggja, hvat tað er fyri eitt
lív, ið tey liva, sigur Erna.
Ein dagin hittu tey ein 19
ára gamlan drong, sum stóð
og sniffaði lím, og serliga
henda uppliving hevur sett
seg fasta hjá Ernu.
- Hann sá so vesaligur út,
og vit vórðu øll samd í, at
hesin drongur ikki hevði
nógv eftir av lívi sínum. Og
hann hevur verið í tonkum
mínum hvønn dag, síðani eg
kom heim, greiðir hon frá.
Føroyska
ferðalagið
plagdi eisini at fara inn á
McDonald at keypa sær
okkurt at eta, men eisini har
flokkaðust
gøtubørnini
rundan um tey.
- Á hvørjum matstaði
gingu vaktir runt, hvørs
uppgáva einans var at reka
hesi gøtubørn út. Men
hóast teir ansaðu væl eftir,
so dugdu børnini óføra væl
at sníkja seg inn, uttan at
nakar sá. Og so skundaðu
tey sær at tøma restirnar,
sum fólk lótu standa eftir
seg, fortelur Erna.
Komin heim aftur hevur
Erna gjørt sær nógvar
tankar um alt tað ríkidømi,
ið vit hvønn dag eru um-
gyrd av í Føroyum.
Hon heldur, at vit áttu at
verið meiri takksom fyri alt
tað, ið vit hvønn dag njóta.
- Til dømis var eg øgiliga
kræsin viðvíkjandi mati,
áðrenn eg fór. Tað er heilt
broytt nú. Nú eti eg tað,
sum verður sett á borðið,
greiðir hon frá.
Eisini sigur hon, at túrur-
in hevur lært hana at virðis-
meta lívið her heima á
klettunum.
- Í veruleikanum haldi
eg, at øll sum hava nokk av
øllum, burdu farið ein slík-
an túr, endar Erna Torleifs-
dóttir Sigurðsdóttir sam-
røðuna við Sosialin.
- Vit eiga at virðismeta lív okkara í Føroyum
Hesi hava sett seg væl til rættis í innbúgvinum, sum júst er komið úr Føroyum
Erna Torleifsdóttir Sigurðsson við einum av smáu vinunum,
sum hon fekk á ferðini
Absalon Matras tosar við tvey gøtubørn í Timisoara í
Rumenia
C
M
Y
K
14