leygardagur 4. mai 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
C
M
Y
K
16
Nr. 84 - 4. mai 2002
17
Nýggju venjararnir á
Eiði og á Skála eru
greiðir yvir, at stigini
frá innanhýsis upp-
gerðini á Mølini í
morgin kunnu fara at
vísa seg at hava avger-
andi týdnging, tá tað
verður gjørt upp í
heyst
EB/STREYMUR–SKÁLA
Jóannes Hansen
Skála stóð seg væl í bólka-
umfarinum í steypakapp-
ingini. EB/Streymur er
framvegis partur í steypa-
kappingini. Teir eiga fjórð-
ingsfinalu á ímóti VB.
– Vit vistu framman-
undan, at vit skuldu spæla
ímóti øðrum havnarliðnum
í hálvfinaluni. Nú vita vit,
at tað verður ímóti HB,
skemtar EB/Streyma venj-
arin, Trygvi Mortensen.
Hann er sera spentur upp
á fyrsta dystin, og eins og
Skála venjarin, Mathias
Davidsen, so er hann greið-
ur yvir, at ein sigur í hesum
dystinum kann vera sera
týdningarmikil.
– EB/Streymur vísti í
fjør, at teir kunnu fáa stig
frá øllum, og vit hava í
steypakappingini í ár víst,
at vit kunnu fáa stig frá
teimum, sum av góðum
grundum verða roknað at
teljast millum teir stóru.
Men kortini eru vit vitandi
um, hvar tað verður roknað
við, at tað verður okkara
lutur at stríðast. Tí kann úr-
slitið av dystinum í morgin
hava sera stóran týdning,
heldur Mathias Davidsen.
Felags
fyri
hann
og
EB/Streyma
venjaran,
Trygva Mortensen, er, at
teir tey seinnu árini hava
havt sína dagligu gongd í
NSÍ.
Tvey reyð kort
Hjá Skála stendur tað ikki
heilt so væl til við fólki,
sum teir høvdu vónað. Í
síðsta dystinum í bólka-
spælinum í steypakapping-
ini fingu tveir spælarar
reytt kort. Tað var í Gunda-
dali ímóti HB, at bæði
Ronnie Hansen og Alex-
ander Johansen vórðu rik-
nir av vøllinum. Tí eru teir
leikbannaðir í morgin.
Marius Joensen hevur
verið plágaður av skaða í
økslini síðani steypadystin
ímóti KÍ, men hann er kom-
in fyri seg aftur. Og so
verður tað spennandi at
síggja, hvussu Jonhard
Frederiksberg fer at roynast
í landskappingini. Hann
hevur siglt nógv, og tí eru
góðu fótbóltsevnini ikki
nógv brúkt. Nú er hann far-
in upp á skúla, hann venur
nógv, og í fleiri steypadyst-
um hevur hann longu víst
gott álopsspæl.
Jan Nónklett, sum í vetur
flutti úr NSÍ og til Skála, er
fluttur aftur í barndóms-
felagið. Hann hevur ikki
stundir at venja so nógv og
fer at spæla við 2. deild.
Rúni Rasmussen var í fjør í
1. deildarhópinum hjá NSÍ.
Tað var hann eisini tíðliga í
vár. Nú er hann fluttur til
Skála, og hann er við í
hópinum í morgin.
Hjá EB/Streymi eru allir
spælararnir tøkir. Teir hava
ikki spælt venjingardystir
seinastu vikurnar, og teir
síggja fram til dystin ímóti
Skála. Einasti spælarin frá í
fjør, sum ikki spældir við í
ár, er Jón Sigurð Gleðis-
heygg. Nýggjur í EB/-
Streymi er Jóhan Lützen,
sum er ættaður úr Klaksvík
og umframt í KÍ eisini
hevur spælt í 2. deild hjá
HB.
NSÍ venjarin var
mikukvøldið í
Gundadali og kann-
aði B36, tá hann kom
til hús aftur, fekk
hann at vita, at teir í
staðin skuldu spæla
ímóti HB!
HB–NSÍ
Jóannes Hansen
Jógvan Martin Olsen fer í
morgin fyri fyrstu ferð at
hava ábyrgdina av NSÍ í
landskappingini. Hann fyri-
reikar seg altíð væl til upp-
gávurnar, og soleiðis ætlaði
hann eisini, at tað skuldi
vera hesa ferð, men tað
bleiv ikki heilt, sum hann
hevði ætlað.
Mikukvøldið fór hann í
Gundadal at kanna B36,
sum NSÍ skuldi spæla ímóti
á útivølli í fyrsta umfari-
num.
– Í steðginum fekk eg at
vita, at vit skuldu ikki
spæla ímóti B36. Eg hoyr-
di, at vit í staðin skuldu
spæla sætta umfarið fyrst.
Eg hevði ikki skipanina
uppi á mær, so eg vitsti ikki
fyrrenn eg kom til hús, at
tað var HB, sum vit skuldu
spæla ímóti sunnudagin,
sigur Jógvan Martin Olsen.
NSÍ venjarin sigur, at HB
vísti sera gott avrik miku-
kvøldið:
– Teir vóru góðir á øllum
økjum. Tekniskt, kropsliga,
taktiskst og sinniliga vóru
teir so væl fyri, sum tað
kann roknast við, at nakað
lið er so tíðliga á árinum.
Mínir spælarar hava ofta
staðið seg væl í Gundadali.
Møguleikin fyri góðum úr-
sliti er til staðar, men vit
vita allir, at vit skulu lyfta
okkum til tað allar besta,
um nakað skal fáast burtur-
úr.
Allir NSÍ spælararnir eru
tøkir. Sunnudagin fingu teir
ein orduligan kvøkk í
steypakappingini, men tað
eydnaðist akkurát at vinna
plássið í hálvfinaluni í
steypakappingini fyri nøs-
ini á FS Vágum.
HB væl fyri
Fótbóltur er eitt undarligt
spæl. Í fjør var HB leingi í
botninum. Eingin lands-
kappingardystur er spældur
enn, men avrikini hjá HB
higartil boða frá, at teir
vera betri við í ár – sjálvt
um spælararnir so at siga
eru teir somu, og venjarin
er tann sami. Ein broyting
er, at nú er Kári Nielsen
hjálparvenjari. Hann var
ein stórur stríðsmaður, tá
hann spældi, og tað smittar
ivaleyst av á spælararnar.
Ímóti NSÍ hevur HB
somu manning, sum teir
høvdu mikukvøldið ímóti
B36. Annars siga teir í HB,
at fyri fyrstu ferð í fleiri ár
verður eingin leikskrá til
dystin í morgin. Teir skuldu
havt spælt á Toftum. Leik-
skránni ímóti KÍ á heima-
vølli komandi hósdag er
komin undir land, men
skotbráðið hevur verið ov
stutt at gera skrá, síðani HB
mikukvøldið frætti, at teir
eiga heimadyst bæði í øðr-
um og í fyrsta umfarinum.
TB er væl fyri
undan fyrsta
heimadystinum í
bestu deildini,
síðani teir fluttu
niður fyri hálvum
fjórða ári síðani
TB-VB
Jóannes Hansen
3. oktober í 1998 hevði
TB í síðsta leikumfari-
num vitjan av GÍ. Gøtu-
menn vunnu 5–1, og har-
við varð síðsti naglin
negldur í hjá TB, sum
síðani tá hevur verið í 2.
deild. Í fjør sá tað leingi
út til, at tað heldur fór at
verða talan um stríð fyri
at sleppa undan niður-
flyting í 3. deild, heldur
enn um uppflyting í 1.
deild. Men so gekk und-
an, og TB flutti upp.
Í morgin fæst fyrsta
ábendingin um, hvussu
TB er fyri aftur at spæla í
fremstu deildini. Teir
skuldu fingið vitjan av
EB/Streymi,
men
nú
verður talan um heima-
dyst ímóti VB. Tað hevði
kanska kenst eitt sindur
lættari at spælt ímóti
EB/Streymi heldur enn at
skula spæla grannaupp-
gerð beinanvegin, men
soleiðis skuldi tað ikki
vera.
– Allir spælararnir hjá
okkum eru tøkir, og vit
hava gott mót, sigur Zor-
an Mancic. Hann spældi
við TB í fjør, og tá liðið
fram
ímóti
summar-
steðginum hevði mist
venjaran,
tók
Zoran
Mancic, sum nú hevur
búð í Føroyum í fleiri ár,
ábyrgdina á seg. Hann
hevur áður verið í fleiri
feløgum – eitt nú í VB,
sum skal dystast á Sev-
mýri í morgin.
Rokna við nógvum
VB hevur nýggjan venj-
ara. Hann eitur Dragan
Kovacevic, og hann er
væl nøgdur við spælarar-
nar og umstøðurnar:
– Føroyskur fótbóltur
er betri fyri, enn eg
frammanundan
hevði
roknað við. Spælararnir
eru góðir at fáast við, og
teir vísa professionellan
hugburð undir venjing og
í dystum. Nú hava vit
ikki fingið dystarvenjing
í tvær vikur, so vit gleða
okkum at spæla. Eg rokni
við, at okkara lið verður
nóg gott at koma langt í
steypakappingini, og vit
rokna eisini við at gera
okkum galdandi í lands-
kappingini. Skulu vit tað,
so skulu vit vinna á Tvør-
oyri, og tað fara vit at
royna, sigur VB venjarin.
Allir spælararnir hjá VB
eru tøkir undan oyggja-
uppgerðini.
VB og TB hava spælt
tveir venjingardystir. Á
Sevmýri var úrslitið 2–2,
eftir at VB hevði verið á
odda 2–0. Á Vágs eiði
vann VB 2–0.
Hann hugdi eftir skeivum liði
Talan kann gerast um lagnudyst
Møguleikin fyri góðum úrsliti er til staðar, men vit vita allir, at vit skulu lyfta okkum til tað allar besta, um nakað skal
fáast burturúr.
VB venjarin
roknar við
nógvum
17
Nr. 84 • leygardagur • 4. mai 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Men gøtumenn eru
ikki væl fyri við fólki,
tá teir í morgin fara á
Svangaskarð, har teir
ofta hava vunnið øll
stigini
B68-GÍ
Jóannes Hansen
Mikukvøldið var B68 venj-
arin, Frank Skytte, ein av
fleiri venjarum, sum vóru í
Gundadali og hugdu at
fjórðingsfinaluni í steypa-
kappingini millum B36 og
HB. Frank Skytte hevði
ivaleyst verið har undir
øllum
umstøðum,
men
hann hevði serliga orsøk at
hyggja eftir HB. Sambært
skránni skuldu hann og
B68 fáa vitjan av HB í
fyrsta umfarinum:
– Tá eg kom til hús aftur,
frætti eg, at vit í staðin
skuldu spæla ímóti GÍ. Tað
er einki at gera við tað. Vit
eru klárir at taka ímóti GÍ.
Vit vunnu fjórðingsfinal-
una ímóti teimum fyri ein-
ari viku síðani, men vit eru
greiðir yvir, at talan verður
um nýggja avbjóðing. Og
eg ivist ikki í, at Johan
Nielsen, sum er ein sera
snúðin venjari, hevur hugs-
að nýggjar ætlanir um,
hvussu teir skulu fella okk-
um, heldur B68 venjarin,
sum sjálvur hevur nógvar
royndir og tískil ivaleyst
eisini hevur gjørt sær hugs-
anir um, hvussu hansara
menn kunnu lumpa GÍ.
B68 venjarin ynskir ikki
at tosa so nógv um spælar-
arnar, sum ikki eru tøkir:
– Vit mugu spæla við
teimum, sum eru tøkir, og
eg havi álit á teimum.
Men nøvnini á skaðalist-
anum boða frá, at B68 er
ikki heilt væl fyri. Marcello
er langtíðar skaddur. Jan
Petersen hevur verið lang-
tíðarskaddur, hann er farin
aftur at venja, men hann er
ikki tøkur enn. Anders
Nygaard og Fróði Benja-
minsen eru ivasamir. Báðir
dragast við vøddaskaðar.
Henning og Krzystof
burtur
GÍ hevur ikki so stóran 1.
deildarhóp. Teir eru væl
mannaðir, tá allir eru tøkir,
men skaðar og aðrar orsøk-
ir til, at spælarar ikki kunnu
vera við, raka sera meint.
Popczynski var í álopin-
um í steypadystinum síðsta
sunnudag, tá GÍ tapti 2–1
ímóti B68, men hann var
illa fyri, og vit skilja, at
hann verður ikki við í
morgin. Tíðliga í vár varð
hann skaddur í knænum, og
síðani hevur hann eisini
havt trupulleikar í ryggin-
um. Henning Jarnskor býr
framvegis
í
Danmark.
Hann var heima og spældi
fjórðingsfinaluna,
men
sambært GÍ venjaranum,
Johan Nielsen, skuldi hann
ikki koma heim í hesum
vikuskiftinum.
Áslakur
R.
Petersen
noyddist
at
fara
av
vøllinum, tá eitt korter var
farið
sunnudagin,
men
hann er tøkur aftur. Í Gøtu
rokna teir við, at Súni
Olsen kemur heim úr
Hollandi í komandi viku.
Hann verður góður styrkur
at fáa, men hann verður
ikki við ímóti B68.
Johan Nielsen hevur ikki
so nógvar viðmerkingar til,
at teir skulu spæla á útivølli
ímóti B68, heldur enn at
spæla á heimavølli ímóti
VB.
– Eitt sindur keðiligt er
tað, at vit nú skulu spæla á
útivølli tveir teir fyrstu
landskappingardystirnar,
staðfestir hann. Í øðrum
umfari skal GÍ spæla í
Runavík.
GÍ plagar at hava takið á
Svangaskarði. B68 venjar-
in, Frank Skytte, vil hava
sínar menn at vera eyð-
mjúkar yvirfyri uppgávuni:
– Vit hava vunnið tríggjar
steypadystir á rað, men vit
eru ikki heimsmeistarar, og
tað vita spælararnir væl,
sigur Frank Skytte, sum
gleðir seg til fyrsta lands-
kappingardystin.
GÍ hevur møguleika at siga
takk fyri síðst
Nýggju venjararnir á
Eiði og á Skála eru
greiðir yvir, at stigini
frá innanhýsis
uppgerðini á Mølini í
morgin kunnu fara at
vísa seg at hava
avgerandi týdnging,
tá tað verður gjørt
upp í heyst
EB/STREYMUR-SKÁLA
Jóannes Hansen
Skála stóð seg væl í bólka-
umfarinum í steypakapp-
ingini. EB/Streymur er
framvegis partur í steypa-
kappingini. Teir eiga fjórð-
ingsfinalu á ímóti VB.
– Vit vistu frammanund-
an, at vit skuldu spæla
ímóti øðrum havnarliðnum
í hálvfinaluni. Nú vita vit,
at tað verður ímóti HB,
skemtar EB/Streyma venj-
arin, Trygvi Mortensen.
Hann er sera spentur upp
á fyrsta dystin, og eins og
Skála venjarin, Mathias
Davidsen, so er hann greið-
ur yvir, at ein sigur í hesum
dystinum kann vera sera
týdningarmikil.
– EB/Streymur vísti í
fjør, at teir kunnu fáa stig
frá øllum, og vit hava í
steypakappingini í ár víst,
at vit kunnu fáa stig frá
teimum, sum av góðum
grundum verða roknað at
teljast millum teir stóru.
Men kortini eru vit vitandi
um, hvar tað verður roknað
við, at tað verður okkara
lutur at stríðast. Tí kann
úrslitið av dystinum í morg-
in hava sera stóran týdning,
heldur Mathias Davidsen.
Felags
fyri
hann
og
EB/Streyma
venjaran,
Trygva Mortensen, er, at
teir tey seinnu árini hava
havt sína dagligu gongd í
NSÍ.
Tvey reyð kort
Hjá Skála stendur tað ikki
heilt so væl til við fólki,
sum teir høvdu vónað. Í
síðsta dystinum í bólka-
spælinum í steypakapping-
ini fingu tveir spælarar
reytt kort. Tað var í Gunda-
dali ímóti HB, at bæði
Ronnie Hansen og Alex-
ander Johansen vórðu rikn-
ir av vøllinum. Tí eru teir
leikbannaðir í morgin.
Marius Joensen hevur
verið plágaður av skaða í
økslini síðani steypadystin
ímóti KÍ, men hann er
komin fyri seg aftur. Og so
verður tað spennandi at
síggja, hvussu Jonhard
Frederiksberg fer at roynast
í landskappingini. Hann
hevur siglt nógv, og tí eru
góðu fótbóltsevnini ikki
nógv brúkt. Nú er hann
farin upp á skúla, hann
venur nógv, og í fleiri
steypadystum hevur hann
longu víst gott álopsspæl.
Jan Nónklett, sum í vetur
flutti úr NSÍ og til Skála, er
fluttur aftur í barndóms-
felagið. Hann hevur ikki
stundir at venja so nógv og
fer at spæla við 2. deild.
Rúni Rasmussen var í fjør í
1. deildarhópinum hjá NSÍ.
Tað var hann eisini tíðliga í
vár. Nú er hann fluttur til
Skála, og hann er við í hóp-
inum í morgin.
Hjá EB/Streymi eru allir
spælararnir tøkir. Teir hava
ikki spælt venjingardystir
seinastu vikurnar, og teir
síggja fram til dystin ímóti
Skála. Einasti spælarin frá í
fjør, sum ikki spældir við í
ár, er Jón Sigurð Gleðis-
heygg. Nýggjur í EB/-
Streymi er Jóhan Lützen,
sum er ættaður úr Klaksvík
og umframt í KÍ eisini hev-
ur spælt í 2. deild hjá HB.
Talan kann gerast um lagnudyst
KÍ og B36, sum
hittast í Klaksvík í
morgin, hava ikki
víst serliga
sannførandi avrik
síðstu vikurnar
KÍ–B36
Jóannes Hansen
Klaksvíkingar
hava
bíðað eftir aftur at fáa
vitjan
av
Skála.
Uppflytararnir
hava
longu gjørt av við KÍ
tvær
ferðir
í
steypakappingini, men
KÍ fær ikki, sum tað var
lagt upp til í leikskránni,
høvið at siga takk fyri
seinast. Í staðin fer B36
til Klaksvíkar í morgin.
Broytingin hevur við
sær, at klaksvíkingar
ikki
hava
dagførda
leikskrá hesa ferð:
– Leikskráin er broytt
til KÍ tíðindi, so hon
hevur ikki bara við
dystin at gera, men
sjálvandi er tilfar um
heimadystin ímóti Skála
í blaðnum, sum er liðugt
prentað. Arbeiðið varð
gjørt, áðrenn vit frættu,
at FSF hevði broytt leik-
skránna, sigur Svend
Jacobsen, formaður í KÍ.
Í fjør spældu B36 og
KÍ tveir tættar dystir.
Annar var steypafinalan
á ólavsøku, sum B36
vann 1–0, og hin var
landskappingardysturin
í Klaksvík. KÍ var
leikliga omaná, men
B36 vann 2–1, tí teir
fingu tvey mál síðstu
lítlu løtuna.
Tað hevur ikki roynst
so
væl
hjá
finaluliðunum í steyp-
akappingini í fjør. Bæði
liðini eru send úr steypa-
kappingini, og serliga
hjá KÍ hevur tað hilnast
heilt illa. Einasti spæl-
arin, sum nú er skaddur,
er verjumaðurin Jan
Andreasen, sum stríðist
við skaða í fótliðnum.
Sunnudagin spældi KÍ
venjingardyst
á
heimavølli ímóti LÍF.
Tað gekk av skriðuni hjá
KÍ, tí LÍF vann 2–1, og
tað var uppiborið, frætta
vit úr Klaksvík.
Fleiri
av
KÍ
spælarunum hava verið
plágaðir av skaðum í
vár, og kavin hevur
argað meiri har norðuri,
enn hann hevur gjørt
aðra staðni, men nú áttu
spælararnir at havt vant
og spælt seg í venjing.
So fæst at síggja, um
nakað verður í pjøk-
anum, tá KÍ hósdagin í
komandi viku fer í Gun-
dadal at spæla ímóti HB.
Kenna seg eitt
sindur illa
Hjá B36 er lagið einki
serligt – hvørki so ella
so. Teir halda ikki, at tað
var heilt rímuligt, at teir
skuldu
spæla
fjórðingsfinalu í steyp-
akappingini mikukvøld-
ið, tá hitt liðið, sum skal
í
hálvfinaluna,
ikki
verður funnið, fyrrenn
verkfallið verður av. Og
teir harmast eisini um, at
teir skuldu kenna seg
kroystar
at
fara
til
Suðuroyar
at
spæla
ímóti VB í bólkaumfar-
inum, tá tað nú ikki ber
til at ferðast hjá hinum.
Hin síðan av søkini er,
at B36 hevur mist allan
miðvøllin, sum var við
til at bera liðið til FM
heitið og steypasigurin í
fjør. Og so hava teir mist
Heðin á Lakjuni – til KÍ.
Miðvallarspælararnir,
sum eru burtur, eru Jan
Guttesen, sum er í Dan-
mark, og Pól Thorsteins-
son, sum er í NSÍ. Triði
maðurin er Klæmint
Matras. Hann hevur
verið
skaddur
í
fótliðnum í fleiri vikur,
og tað gongst illa hjá
honum at koma fyri seg
aftur. Dino er plágaður
av
vøddaskaða,
og
Julian Floresco hevur
verið skaddur í fleiri
vikur.
Brýtur í bæði borð
hjá báðum pørtum