leygardagur 4. mai 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
C
M
Y
K
26
8
Sosialurin Nr. 84 - 4. mai 2002
men tað er ikki Jakob, sum eigur
telduna. Hann eigur bara tað
mest neyðuga, sum skal til fyri at
klára seg nøkunlunda.
Tá klokkan er farin av seks,
kemur ein maður undan brúnni.
Hann gongur seigliga, hevur
nakrar plastikkposar í hondini,
og hann er ílatin eina tjúkkan,
bláan jakka. Hann er stórur og
prúður, og stóra reyðliga skeggið
tykist litfagurt afturímóti restina
av manninum.
Tað er Jakob Thomsen, sum er
á veg heim — ella so frætt heim,
sum hann nú einaferð sleppur.
Fyri 20 árum síðani flutti hann
úr Føroyum, og hann hevur
ongantíð leitað aftur til heim-
landið. Hann arbeiddi fyrstu
árini í Danmark, fann sær tó
ongantíð nakað býli, og endin
varð, at hann slóð seg til táls við
at búgva á gøtuni. Heimleysur.
Jakob hevur beina kós móti
skotinum, har hann hevur nakrar
av sínum ongum liggjandi.
— Góðan dag, royna vit, og
tað bítur á beinanvegin.
— Góðan dag, svarar Jakob
reystliga.
Hann er beinan vegin hugaður
at práta, og tað føroyska tykist
ongan skaða hava fingið av
teimum mongu árunum í
Danmark. Hann tveitir posarnar
frá sær og dregur proppin av eini
ølfløsku. Hann stoytir í eitt hvítt
plastbikar og setir upptrekkjaran
útyvir hálsin á ásettu ølini. Hann
hevur eisini lok til plastbikarið,
men áðrenn hann leggur tað
omaná, fær hann sær ein slurk av
ølinum.
Tað er einki lív
Tað er bítandi kalt, men tað
tykist ikki nerva Jakob, sum
hevur sett seg á grøna kassan.
— Eg havi búð úti í so nógv
ár nú, so eg eri vanur við alt
veður. Tað er sera sjáldan, at eg
eri kaldur, sigur hann.
— Hetta er einki lív at liva,
men eg havi vant meg við tað.
Tað er strævið at ganga soleiðis,
men eg havi einki val. Eg kann
ikki fáa arbeiði, eg havi onga
útbúgving, og mær hevur dámað
ov væl tað váta slagið, sigur
hann.
Fyri jól var hann ein av
mongum heimleysum, sum vóru
við í eini greinarøð hjá danska
Ekstrablaðnum. Eftir at ein lítil
mynd hevði verið av honum í
blaðnum, var tað onkur føroy-
ingur, sum forbarmaði seg yvir
hann. Nakað aftaná fekk hann
umvegis »Projekt Udenfor«, sum
ger hjálpararbeiði á gøtuni í
danska høvuðsstaðnum, føroysk
bløð og føroyskan mat.
— Tað var gott at fáa bløðini
og frætta eitt sindur av tíðindum
heiman, men føroyska matin geri
eg einki við. Magin tolir ikki
slíkan mat longur, sigur hann og
tekur plastbikarið við øli upp.
Umframt droparnar úr teimum
grønu fløskunum, kemur tað fyri,
at tey á »Projekt Udenfor« koma
við suppu ella onkurm løttum til
matna.
Gekk bara skeivan veg
Hóast Jakob Thomsen er føroy-
ingur og búði í heimlandinum
fram til fyrst í áttatiárunum, tá
hann misti arbeiðið hjá sær og
valdi at royna eydnuna í Dan-
mark, hevur hann ongar ætlanir
um at flyta heima aftur til
Føroya.
Hann fær danska almanna-
veiting, og hann klárar seg
nøkunlunda við teimum pengun-
um. Krónurnar verða ikki
brúktar til klæði ella mat, men
hann fær tað, sum hann heldur
seg hava mest fyri neyðini.
Jakob er als ikki sinnaður at
tosa um ættarbond ella fortíðina,
men hann greiðir tó frá, at hann
hevur arbeitt og búð á Sand-
oynni, í Havn og eitt stutt skifti í
Klaksvík. Hann var eisini í
Grønlandi nøkur ár, og hann
heldur, at tað var har, at hann
rættiliga koma á skeiva sporið.
— Mær dámdi ov væl tað váta
slagið, eg hevði onga útbúgving,
og so gekk tað ikki í longdini.
Tað gekk støðugt skeiva vegin,
og áðrenn hann varnaðist tað,
búði hann á gøtuni í Keyp-
mannahavn — arbeiðsleysur,
heimaleysur og einsamallur.
Og soleiðis hevur støðan verið
mongu seinastu árini, og Jakob
roknar ikki við, at hetta fer at
broytast í framtíðini.
Passar seg sjálvan
— Eg fái góðan frið her í
Keypmannhavn. Eg havi ikki so
góðan hug at koma í samband
við fólk, men við hvørt kemur
tað fyri, at onkur steðgar á og
hevur hug at práta, og tað er
eisini í lagi. Men tað er nú meira
vanligt, at fólk lata sum einki, tá
tey ganga framvið mær, greiðir
Jakob frá.
Hann er bara ein av mongum
heimleysum í Keypmannhavn,
men munurin millum hann og
hini er, at hann er føroyingur.
Jakob hevur fastan bústað
undir Langubrúgv, men um
summrarnar kemur tað meira enn
so fyri, at hann leitar yvir á ein
bonk í eini viðalund nærindis at
sova. Tað er betur at sova á
einum bonki enn á einum papp-
undirlagi, heldur hann.
Dagarnir verða brúktir til at
spáka í Keypmannahavn við
plastikkposunum í hondini. Hann
ger ikki nógv hóvasták burturúr,
men tað er lítið at ivast í, at tann
prúði føroyingurin sæst aftur í
býarmyndini.
Og tá tú sært hann koma
spákandi, líkist hann tí, sum
hann í veruleikanum er.
Ein einsamallur og heimleysur
føroyingur í Keypmannahavn.
Tað er ísakalt, og vindurin strýkur
um gøturnar. Tá er gott hjá
heimleysum føroyingi at kroka undir
Longubrúgv í Keypmannahavn
— Hetta er einki lív at liva, men eg havi vant meg við tað. Tað er strævið at ganga soleiðis, men eg havi einki val.
Eg kann ikki fáa arbeiði, eg havi onga útbúgving, og mær hevur dámað ov væl tað váta slagið, sigur Jakob Thomsen
Framhald av síðu 7
Sosialurin Nr. 84 - 4. mai 2002
9
Kim Simonsen
Bæði BBC, Reuter og CNN
søgdu herfyri frá, at 3000
pakistanar í ár hava søkt um
friðskjól í landinum Ladonia, ið
sigur seg vera nýggjastu tjóðina í
Norðurlondum. Ladonia er bert
ein ferkilometur í stødd, og er
sett á stovn 2. juni 1996 í lands-
partinum Skåne í Svøríki. Har
eru umleið 6000 borgarar úr
øllum heiminum, og eini 2500
umsóknir um statsborgaraskap
eru ikki viðgjørdar enn. Landsins
mál er eftir samtykt bert eitt orð,
ið er orðið waaal, og ein kann
seta so nógvar bókstavir á sum
ein vil, siga hetta á fronskum,
enskum, føroyskum ella hvat
einum nú dámar best. Landið,
ella tjóðin hevur egið flagg,
tjóðsang, søgu, peningaskipan,
frímerki og hevur barst fyri
fullveldi og loysing frá svensku
stjórnini síðani 1996.
Nógvar tjóðir eru ígjøgnum
søguna dotnar sundur, hertiknar
og tí í dag horvnar, og mangan
gloyma vit at hugsa um, at lond
sum Svøríki, Danmark og Ong-
land ikki altíð hava sæð soleiðis
út sum hesi lond gera í dag. Og
at lond sum Týskland, Frakland
og Italia eru sera nýggj lond, ið
eru savnað sera seint í søguni, og
á henda hátt eru skapt, hetta ið
vit í dag halda vera fyrndar-
gomul. Soleiðis er ein partur av
Týsklandi til dømis danskur, ein
partur av Danmark svenskur, ein
partur av Svøríki fyrrverandi
danskur o.s.fv. Hetta er alt
samalt søga, men tað er ikki ofta,
at vit síggja nýggj lond koma
undan kavi, sum gosoyggin
Surtsey í Íslandi. Men nú er tað
hent, og m.a. svenski kongurin
og svenska stjórnin hava fingið
boð um, at ein nýggj tjóð hevur
sæð dagsins ljós, ein serliga
modernað tjóð, ið enn bert hevur
tveir býir. Tá tað kemur til
tjóðsang, hevur landið Ladonia
tveir ymiskar, hin fyrri er
“yrktur” av greiva Jan Lothe von
Eriksen, og er soleiðis sæð ljóðið
av einum steini tá hann verður
blakaður á sjógv, og hin er ein
einstakur tóni. Landið hevur
Tjóðardag hin 2. juni og aðrir
merkisdagar eru keypidagur,
dómadagur, brennidagur o.s.fv.
Søgan aftanfyri
Landið gjørdist víðagitið, tá tað
kom fram, at eini 3000 pakistan-
ar høvdu søkt um uppihaldsloyvi
í landinum, tí hesi fólk hildu, at
hetta helst var eitt land sum so
nógv onnur. Men kendir ladoniu-
politikarar vóru noyddir at sýta
hesum, m.a. við teirri grund-
geving, at tað helst ikki veruliga
var rúm fyri 3000 fólkum á
einum ferkilometri og at tað hest
ikki vóru 3000 tøk arbeiði í
løtuni í landinum. Hetta økti um
áhugan fyri Ladoniu, og frá at
fáa eini 200 vitjandi á alnótini
um dagin, byrjaði heimasíðan at
fáa eini 25000 hits, og hetta tal
er í alsamum vøkstri.
Alnótarlandið Ladonia er
stovnað á netinum av svianum
Lars Vilks, ið gjørdist kendur í
Svøríki, tá hann uttan loyvi
bygdi tvær risa standmyndir, ið
kallast Nimis og Arx úti í
svensku náttúruni. Arx er stand-
mynd bygd úr 300 tonsum av
gróti, og er ein “stein-bók”, ið
ein kann lesa við at venda
høvdið tann vegin, ið áhugi er
fyri. Nimis er ein træstandmynd,
ið er eini 200 long. Bygnaðurin
av hesum ólógligu standmyndum
elvdi til sera nógv sakarmál, ið
fekk henda serskølt at prokla-
mera, at landið Ladonia nú var
til. Landið er sjálvandi ikki
viðurkent av svenska statinum,
og er sjálvandi teknist sæð ikki
“til”, altso annað enn á alnótini.
Men hetta hevur ikki hildið teim
umleið 30.000 ferðafólkunum,
sum hvørt ár vitja Ladonia frá at
vitja ”landið”, sjálvt um tað ikki
er lætt at vitja Ladonia, tí landið
liggur við endan á eini sera
brattari høvd. Tá Ladonia varð
stovnað segði Lars Vilks í
blaðnum Ladonian Herald, at
arbeiðsloysi ikki fanst í Ladonia,
og at teir veruligu trupulleikarnir
í heiminum í dag ikki finnast
bert í hesum at fáa okkurt at
búgva í og at eta, men í at fólk
ikki evna at nýta teirra hugflog.
Kaosmálastýrið og
ráðharri í bókmentum
Ladonia man vera tað einasta
landið í heiminum, sum hevur
ein ráðharra í myndlist, ein
jazzráðharra, ein heilaráðharra,
ein filmráðharra og ein bók-
mentaráðharra. Soleiðis hevur
henda tjóðin, sum hin fyrsta í
heiminum t.d. eitt veranarmála-
stýri, eitt undirhaldsmálastýri,
eitt kaosmálastýri, tilvildarmála-
stýri, skapanarmálastýri, eitt stýri
fyri allar vindar, framtíðarmála-
stýri, søgumálastýri, ironi &
tunglyndismálastýri, heimspekis-
málastýri, fótbóltsmálastýri,
kærleiksmálastýri og eitt stýri
fyri avskúling. Annars eru eisini
ein ørgrynna av politiskum
flokkum, ið m.a. eita Optimat-
arnir, Brigdeflokkurin o.s.frv.
Meiri vanligir flokkar sum
Ladoniski javnaðarflokkurin er
eisini serliga vælumtóktur.
Ladonia er kanska tað mest
Ladonia
- Landið sum finst, bert ikki í ”veruleikanum”
Framhald á síðu 10