Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. mai 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 84 - 4. mai 2002 Nr. 84 - 4. mai 2002 27 Tummas Pauli av Reyni, sølumaður hjá Reyni Service Iveco Daily er ein lítil bilur sum tó er stór- ur, hann fæst sum vøruvognur upp í 17,2 rúmmetrar VØRUBILAR Eirikur Lindenskov Tann nýggi Iveco Daily kom á marknaðin í 1999. Tá varð sagt frá italsku framleiðarunum, at bilurin serliga var ætlaður sum ein góður flutningsbilur, ið skal kunna nýtast til øll enda- mál. Sosialurin var hjástaddur í Jerez de la Frontera, tá bil- urin varð vístur fram fyri 350 biltíðindafólkum úr øllum heiminum fyri trim- um árum síðani. Tá segði varastjórin í Iv- eco-verk-smiðjuni í Italia, Jean Pierre Lefebvre, at »navnið er Daily, og def-i- ni-tiónin er City Truck«. – Men kortini er talan um ein veruligan vørubil, hóast hann ikki er øðrvísi at koyra, enn ein vanligur per- sónbilur, segði hann. Víðari segði hann, at tal- an er um ein komfortablan, kvikan og rúmligan bil, bygdur til av og á lessan, og serliga ætlaður til bý-ar- koyring. – Men talan er eisini um ein kraftmiklan, tryggan og álítandi bil. Bilurin er skaptur til at vera júst tann rætti bilurin til ein og hvønn, sum hevur brúk fyri at koyra út vørur í 21. øld, bæði sum høvuðsbilur, men eisini sum back up bilur til smærri upp-gávur. Bilurin fæst í støddunum frá 2.8 til 6.5 tons. Ein nýggj røð av býarbil- um frá 2.8 - 3.5 tons. Rúmdin er frá 7.3 m3 til 17,2 m3. Tað er ikki av ongum, at bilaframleiðarar leggja seg eftir at gera ein skraddara- seymaðan vørubil. Stjórin í Iveco North Europe, Peter Hansen, segði við Sosialin, at Iveco Daily er skaptur til at kunna snúgva sær í bý- num. Hann skal rúma so nógvum, sum til ber – nógv meira enn vanligir kassa- vognar. – Av tí at fleiri og fleiri býir áseta maksimumvekt fyri flutningbilar, er stórur tørvur á lítlum vørubilum, sum koritni eru stórir. Hetta er júst filosofiin aftan fyri Iveco Daily. Tann fyrsti Iveco Daily kom á gøtuna í 1976, og síðani eru seldir væl oman fyri eina millión Daily-bil- ar. – Prinsippið er at saman- fata tað, sum ein lastbilur kann útinna – og komfort- ina í einum vanligum per- sónbili, segði Peter Hansen. Sølustjóri hjá Iveco í Danmark er Gunni Mikkel- sen. Hann segði við Sosi- alin, at í staðin fyri ein yv- irvaksnan persónbil, so fært tú við Iveco Daily ein lítlan flutningsbil, sum hevur ein a nyttulast millum 2.8 og 6.5 tons. yvir 3.000 brigdi eru í at velja, býtt upp í tríggjar bólkar, alt eftir tørvi brúkarans. – Hetta gevur møguleikar fyri at fáa júst tann bilin, ið tær tørvar, segði Gunni Mikkelsen. Tað er Reyni Service í Havn, sum er Iveco umboð í Føroyum, og er tað Tummas Pauli av Reyni, sum er Iveco sølumaður. – Vit leggja okkum ser- liga eftir at selja Daily mo- dellið, sum fæst í nógvum ymiskum brigdum, sigur Tummas Pauli. Umframt Daily, so selur Reyni Service eisini Euro- Cargo, sum er frá seks tons- um og uppeftir. Tummas Pauli sigur, at tað góða við Iveco Daily er, at hann fæst heilt upp til 17,2 m3 – og tað er væl meira enn kappingarneytar. – Og hóast hann er størri, so hevur hann ikki størri vendidiametur, enn teir smærru bilarnir, og tað er ein avgjørdur fyrimunur, heldur Tummas Pauli av Reyni. Iveco verksmiðjan hevur gjørt ein serligan bil til norska postverkið. Tummas Pauli av Reyni sigur, at tal- an er um ein bil við serlig- ari dragihurð, sum verður latin upp við einum serlig- um korti. – Fer førarin longur frá bilinum enn eitt vist, fer hurðin aftur av sær sjálv- um, og tá hann nærkast bil- inum aftur, fer hon uppaft- ur. Hesin bilurin er gjørdur sum ein roynd til norska postverkið, og verður fram- leiddur undir navninum Iv- eco Daily Vendor. Iveco er kendur í gøtu- myndini í Føroyum sum vøruvognur og lastbilur, men Reyni Service hevur enn ikki gjørt nógv við teir størru lastbilarnar, sum Iv- eco eisini framleiðir. Tummas Pauli av Reyni sigur, at teir enn ikki hava nóg góðar umstøður til størru bilarnar. Iveco Daily: Gjørdur til býarkoyring Daily fæst við upp til 17,2 rúmmetrar C M Y K 27 26