Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. mai 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 C M Y K 24 6 Sosialurin Nr. 84 - 4. mai 2002 nógv skilja ikki, at fólk skulu hava pengar fyri slíkt. - At føroyingar hava so ilt við at hugsa nýtt, tá ið umræður listina, er kanska tí, at listin og føroyska listasøgan eru so ung. Abbi mín, Niels Kruse, var listamaður burturav, hóast tað tá í tíðini var nógv verri at vera listafólk enn í dag. At fáast við list tá, varð ikki mett at vera nakað, sigur Sigrun G. Niclasen. At álit er skrivað um framtíðar politikk á mentunar- og listaøk- inum, er við til at skumpa undir eina hugburðsbroyting, heldur Sigrun G. Niclasen. - Tað er keðiligt, at spurnar- tekin verða sett við, hvør list skal stuðlast og ikki. Politikarar eiga ikki at blanda seg uppí í so máta, men at lata tað upp til fakfólk innan fyri listaøkið at gera av. Sjálv varð eg ógvuliga klókk av, at formaðurin í mentunarnevnd Føroya Løgtings ikki hevur verið so positivur viðvíkjandi mentun- arálitinum. Tað undraði meg nógv. - Listafólk skulu veruliga stríðast fyri at yvirliva. Einki er skeivt í at stríðast, men eg haldi, at vit eiga at koma burtur frá, at tú skalt verða fátækur og ognar- leysur fyri at verða listafólk. Listafólk hava eisini tørv á at liva eitt vanligt lív. Symbolskar myndir Um Sigrun skrivar Rógvi Thom- sen í einum riti, sum kom út í sambandi við ferð hjá fimm listafólkum til New York í 2000, at hon í mangar mátar gongur sínar egnu leiðir í mun til før- oysk listarrák. Hjá henni er náttúran einsamøll ikki tað av- gerandi, men heldur mentanin - menniskjað í samveru við um- hvørvið. Náttúran er ein partur, men religión og moralur eru ofta hennara høvuðsevni. Hon kann seta fram hvassar útsagnir á einum strongum symbolskum/surrealistiskum myndmáli við stundum óvænt- aðum konsekvenskum innihalds- liga og myndlistarliga. - Sjálv haldi eg, at myndamál- ið hjá mær broyttist nógv fyri nøkrum árum síðani, tá ið ein svigarinna, eg hevði, doyði. Tað nívur fast at uppliva unga kvinna doyggja frá smáum børnum. Lívið og deyðin hava síðani verið evni, eg havi arbeitt nógv við, yvirhøvur havi eg arbeitt nógv við súmbolum seinnu árini. Menniskju hava hugtikið meg meiri enn ytri landsløg, og eg havi sum oftast ein boðskap. Sjálvsagt skal ansast væl eftir, at boðskapurin ikki tekur yvirhond og verður ov týðiligur í myndini. Tað er alla tíðina ein javnvág, listafólkið skal hugsa um. Fyri nøkrum árum síðani búði Sigrun saman við síni familju í Grønlandi í eitt ár. Íblásturin, hon fekk í Grønlandi, sæst aftur í hennara verkum. - Myndamálið, sum eg var byrjað at arbeiða við, tók eg við mær til Grønlands og setti tað saman við tí, eg upplivdi har. Serligar upplivingar, eg komi út fyri og umstøður, eg eri ein partur av, síggjast ofta aftur í mínum myndum. Ymiskar umstøður Sjálv heldur Sigrun ikki, at fatanin fyri hennara list er stór í Føroyum. Eitt nú vísir hon á, at Listasavnið fyri fyrstu ferð fyri stuttum hevur keypt tveir máln- ingar frá henni. - Tað eru gott og væl tjúgu ár síðani eg varð útbúgvin av Aka- demiinum, og eg havi arbeitt øll árini síðani meir og minni. Tí haldi eg, at tað er rættiliga vána- ligt, at Listasavnið ikki fyrr enn nú keypir málningar frá mær. Hví, veit eg ikki, men eg haldi, at tað er uppgávan hjá eitt nú Listasavninum at stuðla listafólki við at keypa listina, tey gera, utt- an mun til, um teimum dámar tað ella ikki. Øllum tørvar herða- klapp við hvørt. Føroysk myndlistafólk hava ógvuligar ymiskar umstøður. Nøkur heilt fá liva burturav av tí tey forvinna fyri síni verk, með- an onnur klára seg als ikki fyri tað. - Munurin á okkum er eisini, hvør verður boðin at taka lut á framsýningum og hvør ikki. Sjálv eri eg aldri boðin við, tá ið Listafelagið skipar fyri fram- sýningum uttanlands. Samstund- is síggja vit, at verk hjá nøkrum listafólkum verða keypt og hjá øðrum listafólkum verður einki keypt. Slíkt er ilt at skilja. Spurningurin er, um tey sum keypa og skipa fyri, ikki dámar tað ein ger, og tað haldi eg líkist ongum, tí tá seta tey seg sjálvi sum smaksdómara yvir allari list. So er bara at vóna, at skipanin við listaráðnum fer at virka betur fyri okkum gloymdu listafólkum, tí tá verða tað í øllum førum fleiri fólk, sum skulu gera av, hvør skal stuðlast og ikki, sigur Sigrun G. Niclasen, sum harmast um ikki at verða tikin upp í part. - Møguliga geri eg ov lítið vart við meg. Men eisini tá ið um- ræður starvslønirnar, sum Ment- unargrunnur Landsins letur, er ringt at koma upp í part. Mær vitandi hevur eingin kvinna fingið eitt ella trý ára starvsløn enn, tað vísur seg sum lista- kvinnur ikki verða mettar eins høgt og listamenn. Um tað er lyndið í okkum kvinnum, sum ger tað, veit eg ikki, men tað er ógvuliga óheppið, tí tað ger, at tað verður neyðugt at seta sum krav í lógina, at kvinnur eisini skulu upp í part. Myndlista- felagið hevur roynt at fingið tað sum krav í lógina fyri starvs- lønir, at kvinnur og menn skulu vera líka fyri lógini, tá ið umræður starvsløn. Eisini er óheppið, at starvsløn- irnar verða latnar til listafólk sum ikki eru búgvandi í Føroyum. Funnist hevur verið at, at ov lætt er at gerast limur í Mynd- listafelagnum. Kravt verður av fólki, at tey skulu hava tikið lut á í minsta lagi trimum Várfram- sýningum, sum Myndlistafelagið skipar fyri. - Møguliga er gáttin ov lág, og í felagnum umhugsa vit, at seta onnur krøv, tí er gáttin ov lág í Føroyum, verða vit ikki tikin upp í part uttanlands. At krevja av fólki, at tey skulu hava eina listarliga útbúgving fyri at kunna verða limur í Myndlistafelag- num, haldi eg ikki er rætt. Nógv góð listafólk eru, sum ikki hava viðkomandi útbúgving. Tá ið tað kemur til umstøður annars hjá listafólkum, eigur munur at vera á teimum korum, ið yrkislista- fólk arbeiða undir og teimum, sum áhugalistafólk arbeiða undir. Arbeiðir tú burturav við list, eigur tú at hava betri møguleikar enn um tú bert fæst við tað í frítíðini. Altíð teknað Sigrun hevur teknað síðani hon var smágenta. Sum stór genta byrjaði hon at mála. Í 1971 fór hon til Danmarkar á tekniskúla, og eftir lokið prógv á Glypto- tekets tekniskúla fór hon á Kongliga Akademiið. Haðani fekk hon prógv í 1980. - Tá í tíðini eins og í dag, er ringt at sleppa inn á Akademiið, so eg varð ógvuliga glað fyri at sleppa inn. Fyrstu tvey árini vóru fyrireiking til víðari lestur. Eg var ikki í iva um at velja málara- skúlan og grafikk. Har vóru góðir møguleikar fyri at mennast. Minnist ikki um eg tá burturav ætlaði mær at virka sum listakvinna, men eg hevði ongar aðrar ætlanir. Hvussu eg skuldi klára at liva av listini, gjørdi eg mær ikki so nógvar tankar um. Listin dróg, meiri hugsaði eg ikki. Í dag er tað at føra seg fram ein partur av útbúgvingini hjá listafólkum, tí tað er málið hjá flestu listafólkum burturav at arbeiða við listini, sigur Sigrun G. Niclasen. Heimkomin til Føroya varð Sigrun gift og fekk trý børn. - Hetta at fáa børn og síggja tey vaksa upp, var mær til stóra listarliga menning, sigur Sigrun. - Fyri at kunna halga tíðina til listina, fekk eg mær arbeiðs- gentu, meðan børnini vóru smá. Maður mín hevur stuðlað mær ógvuliga væl og hevur alla tíðina eggjað mær til at mála burturav. Men fortreytin fyri at kunna arbeiða við listini, er at eg havi ein mann, sum hevur fast arbeiði. Annars ber ikki til. Eg føli meg sum priviligeraða at kunna arbeiða burturav við listini. At arbeiða inni hjá tær sjálvari krevur sjálvdisiplin, tí tað er so lætt at fara frá, men eg royni at arbeiða ein vanliga arbeiðsdag og mangan meira, tá ið ein framsýning nærkast. Hin- vegin er best at arbeiða hvønn dag, skal ein mennast sum lista- fólk. Íblásturin kemur meðan eg arbeiði, og meir eg arbeiði, meiri verði eg inspirerað, sigur Sigrun G. Niclasen at enda í viðtali. - Eg føli meg sum priviligeraða at kunna arbeiða burturav við listini. Best er at arbeiða hvønn dag, skal ein mennast sum listafólk. Íblásturin kemur meðan eg arbeiði, og meir eg arbeiði, meiri verði eg inspirerað, sigur Sigrun G. Niclasen Framhald av síðu 5 Sosialurin Nr. 84 - 4. mai 2002 7 HEIMLOYSI Orð: Eyðun Klakstein Myndir: Jens Kristian Vang Keypmannahavn: Tað er bítandi kalt í danska høvuðsstaðnum hendan leygardagin í februar. Vindur strýkur um gøturnar, og kavaveður hóttir frammi í tíðini. Fólk eru ballað inn tjúkkar jakkar, húgvur og handskar, og eingin gongur úti og melur ørindaleysur ein slíkan dag. Antin eru fólk á veg heim til heitar stovur, ella hava tey ørindi at gera í býnum. Tað eru tó onkur undantøk, og eitt av teimum er ein føroyingur, sum einki heim hevur at leita til, hann hevur eingi ørindi at gera, og eingin bíðar eftir honum. Hann er einsamallur og heim- leysur, og tað hevur hann verið í næstan 20 ár. Vit eru farnir at leita eftir føroyinginum undir Longubrúgv, sum hann verður róptur. Hann hevur fast tilhaldsstað undir kendu brúnni, sum bindir Amager saman við restina av danska høvuðsstaðnum, men hann er ikki heima, tá vit koma á vitjan tíðliga seinnapartin. Vit hava fingið at vita, at hann reikar runt í býnum um dagin, men hann leitar altíð aftur til einasta staðið í Keypmannhavn, sum hann kann kalla heim sítt. Tað er eitt skot undir Longu- brúgv, har tað ber til at kroka. Men har er kuldin eins bítandi, sum hann er alla aðrastaðni í býnum hendan dagin. Ferðast eftir brúnni hjá Jakob Dagliga ferðast ein rúgva av føroyingum á Longubrúgv. Á Amager býr hópin av føroying- um, og teir súkkla ella koyra dagliga tvørtur um brúnna á veg til skúla ella arbeiðis. Ein av kendastu útisetasang- unum hjá føroyingum snýr seg um súrligar nætur í Keypmanna- havn. »Og Langabrúgv leingist av longsli, har yvir man skal,« syngur Kári P, men tað passar ikki. Langabrúgv leingist ikki, og undir brúnni kann Jakob Thomsen vátta, at brúgvin er tann sama, sum hon altíð hevur verið. Tykkara útsendu fara ein túr í grannalagnum, hálva vegna fyri at brúka tíðina, hálvavegna fyri at leita eftir føroyingum. Tað verður sagt um hann, at hann er stórur og prúður. Hann hevur stórt skegg, og tí átti tað borið til at funnið hann, um hann er í nánd. Men tað er hann ikki. Kioskin í grannalagnum, har hann hvønn dag keypir Ekstra-blaðið, er stongd, og hann er ongastaðni at síggja á gøtuni. Tí er einki at gera uttan at geva tol og bíða eftir honum, til hann leitar heim móti kvøldi. Vit fara ein túr inn í býin at gera ørindi. Á veg heim Fram móti nátturatíð leita vit aftur út til Longubrúgv. Tað er vorðið enn kaldari, og myrkrið lúrir nú handan hornið. Jakob er framvegis ikki komin heim, har soviposin, ein grønur kassi og eitt pappundirlag bíða eftir honum. Pappið, hann hevur at liggja á, hevur einaferð verið ein eskja, sum hevur hýst eini snøggari og skjótari Apple-teldu, - Hetta er einki lív Soleiðis býr Jakob Thomsen í Keypmannahavn — í einum skoti undir Longubrúgv. Ognirnar hjá sær hevur hann í nøkrum plastikkposum Tá Jakob Thomsen fyri 20 árum síðani flutti úr Føroyum, visti hann ikki, at hann fór at enda sum heimleysur, arbeiðsleysur og einsamallur maður í danska høvuðsstaðnum. Hann býr í einum skoti undir Longubrúgv, svevur á eini pappeskju og hevur sínar ognir í nøkrum plastikkposum. Tað er einki lív, viðurkennir hann Framhald á síðu 8