Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. mai 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 84 - 4. mai 2002 Nr. 84 - 4. mai 2002 25 Eirikur Simonsen, lærari á Tekniska Skúla í Havn, hugleið- ir um, at tað eru áttati ár síðani, at tey fyrstu motoriseraðu akfør- ini komu higar á ó- fyrireikaðu klettar í Norðuratlantshavi. Aðrastaðni nemur hann eisini við tað, ið fram var farið úti í heimi árini framman- undan – og eitt sind- ur um tøknina, ið tá varð nýtt í bilunum FYRSTI BILURIN Eirikur Simonsen Miðskeiðis í 1890’unum vóru nevnuliga teir fyrstu bilarnir frammleiddir og góðkendir sum søluvøra millum manna, og var hetta byrjanin til eitt tað mest víðfevnda hentleikatil- feingi, sum nakrantíð er hent okkum menniskju. Hvussu týdningamikið hetta uppfinnilsið hevur verið, síggja vit eina best í dag, sum flutningstól av fólki, fiski, tilfar og bingju- flutning v. m. Men eisini til frítíðina, har eingin vil føla seg innilæstan, men kann fara nær tað skal vera, og hvar tað skal vera. Eisini eru tað tey, sum so at siga búgva bókstavuliga í hesum fýrahjólaða motori- seraða flutningstóli, sum ein ikki kann hugsa sær at liva fyri uttan – og fyri nøk- ur er hetta ein beinleiðis av- spegling til onnur um, hvør ið tú ert. Hóast øllum kunnugt, at henda tøkni hevur verið at- voldin til dálking og mang- ar vanlagnur, verður akfar- ið mett sum ein onnur heil- ag kúgv fyri tey flestu. Í komandi ári kann Ford fyritøkan halda hundrað ára dagin fyri síni bilafram- leiðslu, og her heima í Før- oyum minnast vit áttati ára dagin, har fyrsti bilurin var innfluttur. Hesin bilur var heldur ongin minni enn ein Ford T lastbilur. Bilurin var komin til Havnar við ferðamanna- skipinum Island leygardag- in 6. mai 1922, har stór mannamúgva var komin saman niðri á Kongabrúnni at taka ímóti hesum tøkni- liga unduri. Hesin bilur skuldi eitast at hava eina lastimegi uppá eitt heilt tons, hetta var ó- hoyrt tá í 1922. 10. mai skrivar Dimma millum annað: ”Hvorledes Forholdene vil stille sig for Færøer- nes første Automobil, og hvis Ankomst overvære- des af en saa stor Tilsku- erskare, som ingen fyrst- elig besøgende behøv- ede at skamme sig over, kan man endnu ikke have Mening om, men at den betegner et Frem- skridt og har mange For- dele fremover andre Køretøjer – maaske og- saa enkelte Ulemper – er ubestrideligt”. »Andre køretøjer«, mein- ast helst við hestavognar og tílíkt í ymiskum sniðum. Hestavognurin er ikki meira enn gott og væl 100 ára gamal í Føroyum. Meinhard hjá Bil Óla nevn- ir einastaðni, at bóndin Júst á Húsum skuldi vera tann fyrsti í Havnini sum hevði hestavogn. Frammanundan høvdu teir havt rossini til at reiða við, klyvjaross, ið bóru alt á rygginum. Klyv- berar og leypar av ymiskum slag, so sum grótleypar, tøðleypar o. s. fr. Tolin var hann tá, føroyingurin. Sum í dag. Men tann kenda og nógv umhildna hjólbøran, nær man hon av fyrstan tíð, verða komin til Føroya? Sama dag sum Dimma- lætting kemur eisini Tinga- krossur út, og hevur hann eisini hesa viðmerking til »hin fyrsta Bilin«, sum Tingakrossur málber seg, har bilurin verður nevndur sum eitt kvennkyn. Og sum vera man skrivaði Tinga- krossur at kalla altíð tíðindi á føroyskum máli. Yvir- skriftin er.: »Fyrsta bilin. Sum eitt dømi um, at hin nýggja tíðin hevur funn- ið veg eisini til henda av- krók í heiminum, streyk hin fyrsta bilin mána- dagin aftur og fram gjøgnum Havnar gøtur – sjálvsagt við einum riðili av forvitnum manna- børnum aftur úr sær. Tað er ein miðalstór lastbil, ið nakrir ungir Havnar- menn hava fingið sær til at koyra handilsvørur, torv og annað slíkt við. Hon sigst at hava kostað 4800 kr. umframt 500 kr. í frakt«. Hesir ungu havnamenn, ávikavist 32 og 30 ára gamlir, vóru teir tiltiknu Jo- hannis Olsen og Júst Siv- ertsen. Johannis ella Hannis undir Kletti, sum hann van- liga var nevndur, vaks upp hjá Andrasi undir Kletti, eisini nevndur fransmaður- in. Hannis kom nakað eftir hetta út fyri einum óhappi, har hann umvældi eitt hvørt í ketilrúminum úti á hospi- talinum, har hann eisini ar- beiddi, tá tann eina lúkan til eimketilin sprongdist og Hannis fekk hana so meint í høvdið, at hann doyði av løstinum, hann fekk. Eftir hetta røkti Júst Sivertsen fyrimyndarliga hesa fyri- tøku víðari. Hin 24. mai stendur so aftur ein grein í Tinga- krossi, ið hevur yvirskrift- ina.: »Ein rekord Harri blaðstjóri! Tygum sýnast ikki at vita um teir stóru hendingar, vit nú uppliva í Havnini dag og dagliga viðvíkjandi bil- koyrslu. Lesa tygum ikki ”Dimmu”? Ella látast tygum bara sum einki? Tað mátti annars verið vert at „notera“ hesi stórtíðindi, ”Dimma” sigur frá: ”Der er i den senere tid foretaget Køreture til Sanatoriet og op til Sundsbrúgv”! At hugsa sær til ein bil hevur koyrt henda langa veg, sum sanniliga er nógso drúgvur at ganga hjá manni við tungum torvleypi á baki! Er hetta ikki ”rekord” í bilsøg- uni, so veit eg ikki hvat ”ein rekord er”. Og slíkt tiga tygum við, harri blað- stjóri! Eg fati tað ikki.«. Undirskrivað X. Ja, so var hetta sagt! Her eru brot til ta grein, hesin X vísir á, ið stóð í Dimmu 10. mei: »Bilen førtes í Triumf til ”Quillingsgaard”, hvor den indlogeredes for Natten. Bilen ejes af Montør Johs. Olsen og Vognmand Just Sivertsen og er indkøbt gennem Dhrr. Wenzel Pet- ersen og Vilhelm Nilsen her i byen, der har overtaget Agenturen for Henry Ford…Bilen agtes anvendt saavel til Fragt – som Pass- agerbefordring. De i Man- dags foretagne Prøveture forløb til fuld Tilfredshed, og overværedes som man nok kan tænke sig af et stort og Interesseret Publi- kum«. Og aftur 13. mai »…Automobilen var hele Dagen i Gaar i Travl Virk- somhed med at befordre Passagerer. Ruten er fore- løbig fra Boghandelen ”niðan á Háls” og retur. Pris pr. Tur: Voksne 1 Kr., Børn 50 Øre. Der var hele Tiden en ganske overvæld- ende Tilstrømning af Passa- gerer, og alting forløb uden mindste Uheld.« Men vit eiga ikki at gloyma, at nakað framman- undan hevði enski Tann- teknikarin, Arthur Brend, júst innflutt sær eina motor- súkklu úr Onglandi, og er henda tað fyrsta motoriser- aða akfar, sum vit vita um, ið er komið til Føroyar. Í Dimmalætting nr. 6, hin 21. januar í 1922, er millum annað skrivað undir teigi- num ”Her hjemmefra”: »Den første motorcykle er nu kommet til Færøerne, idet Mr. A. Brend har an- skaffet sig en sådan. Den kan gøre en fart af c. 36 km i Timen«. Og víðari skrivar Dimma hin, 10. mai: »Cyklisternes Antal er i den sidste Tid bleven forøg- et med en motorcyklist, og endskønt som bekendt ”en Svale gør ingen Sommer”, saa betegner Motorcyklen ubestridelig et fremskridt paa dette Område, til trods for at dens Virksomhed, som forholdene for Tiden ligger, maa foregaa inden- for ret trange Grænser. Og Høns, Gæs, Ænder etc. der til at begynde med fjernede sig med alle Tegn paa Skræk og Rædsel, naar Motorcyklen viste sig i Far- vandet, er nu allerede saa smaat begyndt at vænne sig til Dyret og betragter det ikke med samme Mistro som tidligere«. At fara og samanbera bil- ar nú og tá fyri áttati árum síðan, er heldur drúgt og rúgvismikið at skula greiða frá í hesum samanhangi- num. Men stuttligt hevði tað verið at farið til Vatns- oyrar, har Hans Elmar Poulsen júst eigur ein slík- an bil, og samanborið hend- an við ein nýggjan Ford. Í hesum sambandi kann við- merkjast, at í fjør lat Ford verksmiðjan 2. ættarlið av Mondeo bilinum. Hin fyrri, ið kom í 1992, var tá sera framkomin bilur við lítlum útláti í mun til aðrar. Men menningin innan hetta økið gongur við ferð, og verður tað upplýst frá Ford fyritøk- ini, at tað mega 20 Mondeo frá 2001 til at dálka somu mongd sum ein Mondeo frá 1992. »Hin fyrsta bilin streyk aftur og fram gjøgnum Havnar gøtur…« Júst Sivertsen í fyrsta Ford T bilinum, sum kom til Føroya 6. mai í 1922. Júst hevur uttan iva sett bilin tvørtur um vegin til frama myndamanin. Aftanfyri hómast gamla telefonstøðin og vinstrumegin sæst garðurin framman fyri Heinesens hús og Sloans hús C M Y K 25 24 Sosialurini