leygardagur 4. mai 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
C
M
Y
K
22
aðrastaðni, men har skal ein
eisini duga at tulka og tillaga
íblásturin. At vera søkjandi og
royna at finna bestu loysnina
hevur nógv at siga.
– Men sjálvt um tú ert liðug at
tekna, so merkir tað ikki, at tú
bara skalt setast hendur í favn.
Ein skal allatíðina vera opin fyri
broytingum. Hetta er fyrstu ferð,
eg eri við í allari gongdini frá tí,
at verkið bert var ein tanki og til
tað nú verður ført út í lívið, og
endin er nær, sigur Heidi.
Víðari greiðir Heidi frá, at
samskiftið við handverkararnar
hevur ótrúliga nógv at siga. Teir
kunnu vísa á eitt ella annað, ið
kann verða gjørt øðrvísi, og
harvið eisini betur. Og at ganga á
byggiplássinum kann geva
ógvuliga nógv, tí sjálv hevur hon
onga tekniska bakgrund.
– Við tað, at eg ikki eri timbur-
maður, og tískil heldur ikki havi
nakra tekniska bakgrund, havi eg
nógv at læra hóast eg eri útbúgv-
in arkitektur. Tað týdningarmesta
er helst, at tú hóast alt, hevur
lært teg at skilja ímillum tað
góða og minni góða handverkið,
og tí veit, hvar tú skalt leita tær
góð ráð.
Úrslit
Tað er ógvuliga spennandi at
síggja tilgongdina av tínum
arbeiði, heldur Heidi. Men
hvussu er tað so at síggja eitt
konkret úrslit.
– Úrslitið er ógvuliga kenslu-
borið. Tú hevur lagt nógvar
kenslur í tað tú gert. Ein kann
siga, at tað er sum eitt barn.
Føðingin er hørð, men tá barnið
so er komið í verðina, so er
gleðin stór.
Áðrenn Heidi kom til Føroya
arbeiddi hon á eini teknistovu í
Danmark. Tá sat hon mest og
skitseraði, og síðani varð tað,
hon hevði teknað sent víðari til
ein saksarkitekt, sum so fullførdi
uppgávuna. Her er talan um
íbúðarbyggingar, sølumiðstøðir,
skrivustovuinnrættingar og
annað. Størstu uppgávuna metir
Heidi verða, tá hon teknaði eina
sølumiðstøð í Herlev. Men
størsta avbjóðingin hevur heilt
vist verið tinghúsið, sigur hon.
– Ein og hvør uppgáva er ein
heilt serliga avbjóðing. Um hon
er lítil ella stór er líkamikið, og
allar verða loystar yvir sama leist
við skitsering, projektering og
bygging. Hvørja ferð tú skalt
gera okkurt, er tað sum at byrja
heilt av nýggjum. Tú byrjar við
skitseringsrunduni, har tú ana-
lyserar, hugsar og skitserar.
Síðani verður hetta til ein kon-
kretan bygning, har tú síðani
viðger tilfarið, fortelur Heidi
Poulsen.
Heidi leggur dent á, at tað er
týdningarmikið, at tú ikki gongur
og billar tær inn, at tú dugir alt.
Ein skal vera opin fyri ráðum og
lurta eftir fólki, ið vita betur enn
tú.
– Ógvuliga umráðandi er at
vera tilvitað um, hvar í verðini
vit eru stødd, og hvørji tíð vit
liva í. Byggilistin skal helst
avspegla ta tíð, hon er vorðin til
í, soleiðis at hon, eins og onnur
list, er eitt úrslit av, at menniskj-
að hevur sansað, tulkað og tikið
støðu.
Fyrr og nú
Fyrstu føroyingarnir, ið hava
búsett seg her, hava havt yvir-
livilsi sum útgangsstøði. Húsini
lógu væl vard fyri veðri og vindi,
og lættliga slapst til sjógvin eftir
føði. Heidi heldur, at hesir hava
dugað væl at laga seg eftir
topografi og verðinshornum.
– Tá vit í 60´unum byrjaðu at
byggja týpuhús í Føroyum, mistu
vit meir ella minni sambandið
við náttúru og verðinshorn. Øll
hús vóru skorin yvir ein kamb,
líkamikið um húsini lógu í
Tjørnuvík ella á Toftum. Um
familjan var ung við fimm
børnum, ella um hetta var eitt
eldri par gjørdi tað sama. Lívs-
virðið var heldur ikki aktuelt tá.
Men nú eru vit farin at gerast
meira tilvitað um júst hetta við
lívsvirðinum. Proportionalt við
at arbeiðslívið verður meira
krevjandi, veksur viljin um at
betra lívsvirðið, og ráðini til
hetta gerast eisini betri, greiðir
Heidi frá.
Nú til dags hava øll so nógv at
gera, og lítil tíð er at brúka
heima við hús. Tí heldur Heidi,
at tað er týdningarmikið, at ein
býr gott, teir fáu tímarnar ein er
heima.
– Vit hava ofta lyndi til at
byggja húsini soleiðis, at vit
verja okkum ímóti tí ringa
veðrinum. Men tað er har tað er
galið. Vit gloyma teir fáu sóldag-
arnar, og tí eigur tú at gera smá
smørhol, har tú kanst útnytta teir
sólglottarnar vit hava.
Um pakkaloysnir og parcellhús
sigur Heidi, at tað er nú einaferð
soleiðis, at so hvørt sum býir
vaksa og byggiøkið minkar, so er
neyðugt at byggja tættari.
- Tá er talan um at byggja
raðhús, randarhús og størri
íbúðarblokkar, og hetta kann
skjótt gerast eitt monotont
byggjarí. Vit hava tó dømir uppá,
at góðar loysnir eru til, sum til
dømis Berjabrekka og Tórsbyrgi.
Í øllum førum er tað av alstórum
týdningi, at tú tekur arkitektin
við uppá ráð, tá tú slík bygging
fer í gongd. Slíkar byggingar
fylla nógv og eru sjónligar í
okkara træfátæka og bera lands-
lagi, og soleiðis verðue hetta "en
torn i øjet", um loysnin er vána-
lig. Ringar royndir eru av ein-
státtaðum byggjaríi aðrastaðni í
heiminum, og hesum eiga vit at
læra av.
- Í Føroyum er møguleiki at
búgva væl, og fáa aðrastaðni í
heiminum er útsýnið frá vind-
eyganum so vakurt sum her
heima.
– Okkara avbjóðing er tí at fáa
sum mest burturúr hesi vøkru
náttúruni, sigur Heidi, sum vísir
á, at sóldagarnir vit hava, eiga at
verða útnyttaðir til tað síðsta.
Prátið fellur so við og við
burtur frá arkitekturi, og tosað
verður um Italia, USA, lestrar-
møguleikar og mangt annað.
Men tinghúsið verður klárt at
taka í nýtslu tann 15. mai, tá
tingið verður sett. Til ta tíð bíða
vit spent, hvat tingmanningin fer
at siga til nýggju innrættingina.
4
Sosialurin Nr. 84 - 4. mai 2002
Heidi Poulsen er 38 ára gomul. Hon er upp-
vaksin á Strondum, har hon búði til hon var 17
ára gomul. Síðani fór hon eitt ár yvir til Ohio í
Amerika við AFS, og tá hon kom aftur, byrjaði
hon at ganga í skúla í Havn. Tá hon varð klakt
sum nýmálsligur studentur, arbeiddi hon eitt ár
hjá Katrinu Christiansen í Havn, og eitt síðani
eitt ár sum vikarur á Strondum. Sjálv sigur
Heidi, at tað var heilt tilvildarligt, at hon gjørdist
arkitektur. Tá hon gekk í Hoydølum, var hon
sannførd um, at lækni skuldi vera hennara
lívsyrki. Men tá hon hitti Igga úr Vestmanna,
vaks áhugin fyri arkitekturi, og sigur Heidi sjálv,
at hon altíð hevur dámað væl at tekna. Tankin
um at gerast sjúkrasystir er eisini komin fram.
Men Heidi valdi at søkja inn til arkitekt, og í
1993 fekk hon prógv av Kunstakademiets
Arkitektskole í Keypmannahavn.
Heidi flutti aftur til Føroya fyri einum ári
síðani. Ætlanin var at flyta aftur til Danmarkar,
tá tinghúsið var liðugt, men av tí, at sonur
hennara trívist so væl í Føroyum, hevur hon
gjørt av at verða verandi.
Umframt at vinna kappingina um nýggja
tinghúsið, hevur hon eisini vunnið eina kapping
um bygging av einum skúlamiðdepli í
Marknagili.
Heidi sigur, at kappingar eru serliga
spennandi.
– Tú fært brúkt arkitektayrkið á ein heilt
annan hátt, har tú fært fabulerað nógv meira enn
tá tú skalt tekna eina konkreta uppgávu.
Stutt um Heidi
Nógvir leidningar og annað skal fáast upp á pláss. Her er Heidi avmyndað við tveimum dønum, ið eru komnir til Føroya at arbeiða
Framhald av síðu 3
MENTAN OG MENNING
Turið Kjølbro
Seinastu nógvu árini hevur
Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen á
Eiði, sum hevur listaliga útbúgv-
ing av Kongliga Akademiinum í
Keypmannahavn, burturav arbeitt
við list. Í kjallaranum við útsýni
Norður á Dal hevur hon atelier.
Har standa hópin av málningum
og á stafelinum, sum abbi henn-
ara hevur átt, er málningur í
gerð. Júst í løtuni fyrireikar hon
seg til framsýningina, hon saman
við sjey øðrum skal hava í
Norðurlandahúsinum í summar.
Framsýningin umboðar nútíðar-
list í Føroyum, og fyrireikararnir
miða eftir at fáa framsýningina
uttanlands eisini.
Sum virkið listafólk og nevnd-
arlimur í Myndlistafelagnum
hevur hon við áhuga fylgt við í
kjakinum, sum hevur verið síð-
ani mentunarálitið Mentan og
menning varð almannakunngjørt.
- Verða ætlanirnar, sum mentun-
arálitið leggur upp til, førdar út í
lívið, verður tað heilt fantastiskt,
eitt veruliga stórt framstig fyri
øll listafólk. Nú hava myndug-
leikarnir í øllum førum eitt álit at
arbeiða út frá.
Treyðugt so, so metir Sigrun
G. Niclasen, at okkurt átti at
verið øðrvísi í álitinum. Eitt nú
dámar henni einki, at munur
verður gjørdur á listagreinunum,
tá ið pengar umræður. Sambært
álitinum skulu myndlistaráðið og
bókmentaráðið fáa væl minni
pening at ráða yvir enn hini
ráðini, sum sett verða á stovn.
- Listaráðini eiga at verða raðfest
líka høgt. Stórt framstig er tað
eisini um listafólk fáa betri
atgongd til atelier, men sum
skilst er ætlanin at samarbeiða
við kommunurnar á hesum øki,
sigur Sigrun G. Niclasen.
Hon vónar, at ein broyting
kemur í hugburðinum hjá fólki,
sum halda, at gevur listin ikki
pengar, skal hon ikki stuðlast.
- Nógv listafólk gera stóra list,
men sleppa ikki av við hana.
Hetta hevur altíð verið luturin
hjá listafólki. Skulu marknaðar-
kreftirnar gera av, hvør list skal
stuðlast og ikki, fær eingin
stuðul. Íslendingar stuðla væl
sínum listafólki, meðan vit hugsa
sum so, at listin einki skal kosta.
Eg eri sannførd um, at geva
føroyingar listini pengar, koma
teir tvífalt aftur, men tað er
trupult at sannføra fólk, at so er,
tí tað er ikki so eyðsýnt. Spyr
onkur meg, royni eg at greiða
frá, at listarverk eru verd at
stuðla av samfelagnum, men
Sosialurin Nr. 84 - 4. mai 2002
5
Listafólk, umboðandi allar listagreinir, greiða frá
sínum listaliga lívi og gera sær tankar um
mentunarálitið, Mentan og Menning, og hvussu tey
kunnu hugsað sær ein føroy-skan mentunarpolitikk.
Øll hava brúk fyri einum
herðaklappi við hvørt
- Fatanin fyri míni list er ikki stór í Føroyum. Tað eru gott og væl tjúgu ár síðani eg varð
útbúgvin av Akademiinum, og eg havi málað øll árini síðani meir og minni. Tí haldi eg, at tað
er rættiliga vánaligt, at Listasavnið ikki fyrr enn nú keypir málningar frá mær. Heldur ikki
sleppi eg upp í part, tá ið Listafelagið skipar fyri framsýningum uttanlands. Tað líkist ongum,
at tey sum fyri almennar pengar keypa og skipa fyri, seta seg sjálvi sum smaksdómara yvir
allari list, sigur Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen, listakvinna á Eiði
Í løtuni fyrireikar Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen seg til framsýningina, hon saman við sjey øðrum skal hava í Norðurlandahúsinum í summar. Framsýningin
umboðar nútíðarlist í Føroyum, og fyrireikararnir miða eftir at fáa framsýningina uttanlands eisini.
Mynd: Jens Kristian Vang
Framhald á síðu 6