Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. mai 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 84 - 4. mai 2002 Nr. 84 - 4. mai 2002 23 Neistin, ið setti ferð og menning á bilin, er vorðin 100 ár saman við Bosch sam- takinum á baki TENDRIPROPPAR Í 100 ÁR Eirikur Simonsen Ivaleyst er atvoldin til hetta átak tann framfýsni vinnu- lívs- og bilframleiðarin miðskeiðis í 1890’unum, Gottlib Daimler, sum aftan á drúgva starvstíð hjá Otto & Langenet fór í sjálvstøð- uga vinnu við egnum verk- staði í byrjani av 1880’u- num í býnum, Bad Cann- statt, uttan fyri Stuttgart. Her birtist tað hugskotið, at hann fór at royna seg við framleiðslu av 4-takt gass- motorum. Men fyri at finna fram til ta tøkniligu loysnina, har tað flótandi brennievnið skal fara yvir í gassform og renna saman við luftini í røttum lutfalli, var góði vinur og arbeiðsfelagi Daimlers, Vilhelm May- bach ein stór hjálp, hann ikki hevði kunna verið fyri uttan. Tann fyrsti bensinmotor- urin við veruligum karbur- atorum, sum teir í felags- skapi mentu saman, hevði m. a. nevniliga eina gløði- rørtendringsskipan. Í dag kann hetta sýnast rættuliga ”primitivt”, men við tátíðar eygum, sæð úr hesum tøkn- iliga framkomna sjónar- horni, var hetta sera ófati- ligt og framúrskarandi. Hesin motorur var fyrstu ferð ”mobilur” í 1886, tá hann var settur í ein hesta- vogn, og soleiðis var hetta byrjanin til, at hesturin varð avloystur. Hetta var fyrsta stevið til tað, ið nøkur ár seinni fekk navnið Auto- mobil ella bara bilurin, sum vit siga. Samstarv við Bosh Gottlieb Daimler doyr longu í 1900, men fyritøk- an, ið nú eitur »Daimler – Motorengesellscaft« í Bad Cannstatt er longu í tøttum samstarvi við ein ikki minni týdningarmiklan per- són, sum eisini hevur sína fyritøku í Stuttgart. Tað er Robert Bosch, ið júst hevur lagt seg eftir tí partinum av gransking, menning og framleiðslu innan ravmagn, og tí kann tað tykjast, at vera lagað manni hjá Bosch at finna ein avloysara fyri gløðirørið, sum als ikki var nøktandi. Hettar byrjar við, at hin 7. januar 1902 fær Bosch patent upp á eina háspenn- ingmagnet – tendring við tilhoyrandi slóðbrótandi tendriproppi, har hesin hev- ur akkurát ta somu uppgávu í dag, sum fyri hundrað ár- um síðan, nevniliga at kveikja í brennievnið, sum er sett saman av bensini og luft inni í brennikamarinum í motorinum, men krøvini eru sjálvandi broytt við tí á- haldandi menning, ið er farin fram innan motor- tøkni, og tískil hevur tendr- iproppurin eisini broytt seg upp gjøgnum tíðina. Sum dømi kann nevnast, at upp á eitt tíðarskeið, sum var 20 ár, vóru ikki minni enn 20.000 ymisk frábrigdi framleidd. Og í dag hevur tú oman fyri 1250 sløg at velja í. Tendriproppar av jørðini á mánan Fyrsta framleiðslan av tendriproppum við tilhoyri fór øll sum hon var til Daimler fyritøkuna. Tað fyrsta árið framleiddi Bosch verksmiðjan umleið 300 tendriproppar – hundr- að ár seinni er árliga fram- leiðslan omanfyri 350 mill- iónir. Í 1914 var ein verk- smiðja bygd í Stuttgart, har bert tendriproppar skuldu framleiðast. Og beint fyri annan verðaldarbardaga í 1939, verður tann stóra tendriproppaverksmiðjan í Bamberg tikin í nýtslu. Í 1968 eru longu ein milliard tendriproppar virkaðir, hetta bert í Bamberg, og 7 milliardir tilsamans í ár 2000. Seta vit allar hesar tendripropparnar saman aftan á hvønn annan, so er longdin heili 350.000 km, ella tað sama sum teinurin frá jørðini til mánan. 100 neistar um sekundið Bosch hevur 98% av marknaðinum í Evropa. Hetta er galdandi fyri øll sløg av motorum, bæði á sjógvi, í luftini og á landi. Serframleiðsla av tendri- proppum til keyparar, ið royndarkoyra alskyns nú- tíðar krevjandi motorar, setir stór krøv og er sam- stundis við til menningina av nýggjum tendripropp- um. Vanligur tendripropp- ur, sum eru gjørdur eftir fyrisettum máli, hevur nakrar treytir at síggja fram til, eitt nú skal hann kunna lata frá sær 100 neistar fyri hvørt sekund. Ella íalt um- Ein varði í søguni: Bosch tendriproppurin 100 ár Fyri at finna fram til ta tøkniligu loysnina, har tað flótandi brennievnið skal fara yvir í gassform og renna saman við luftini í røttum lutfalli, var góði vinur og arbeiðsfelagi Daimlers, Vilhelm Maybach (v.m.) ein stór hjálp, hann ikki hevði kunna verið fyri uttan Gamla gløðirørið varð avloyst, tá Bosch fær patent upp á eina háspenningmagnet – tendring við tilhoyrandi slóðbrótandi tendriproppi, har hesin hevur akkurát ta somu uppgávu í dag, sum fyri hundrað árum síðan, nevniliga at kveikja í brennievnið, sum er sett saman av bensini og luft inni í brennikamarinum í motorinum. Á myndini omanfyri sæst tendriproppurin við blanka flansanum – sami proppur, sum á gomlu lýsingini á næstu síðu… leið 20 milliónir tendringar, fyri hvørjar 20.000 km, ið koyrt verður. Motorurin skal fara í gongd beinan- vegin uttan nakað himpr, ganga væl í tómgongd, skjóta ferðøking og nýta minst møguligt av bensini. Alt hetta, óansæð veðurlík- indi, hetta eru bert krøv, all- ir bilánarar og aðrir, ið eiga motorar til onnur endamál seta. Blýantur góð hjálp Hyggja vit nøkur ár aftur í tíðina, so vóru krøvini heldur minni enn í dag, til dømis vóru flest allir smá- bátamotorar bensinmotorar. Tá var altíð ein blýantur til taks nærhendis, har kastið var til at vinda motorin í- gongd við, men fyrst mátti »skriftast«, tað meintist við, at skriva ímillum gapið á tenriproppinum, so hesin tendraði betur, serliga tá motorurin var kaldur, tað hevði als ikki verið góð- tikið í dag. Sum dømi, kann nevnast, at tey fyrstu árini vóru bert nøkur fá eintøk virkað um dagin. Nú hundrað ár eftir, framleiðir verksmiðjan – bert í Bamberg – eina mill- ión tendriproppar um dag- in. Til hettar fer nógv tilfar hvønn dag, eitt nú 29 tons av stáli, 700 kilo av kopari, 1.5 km nikkeltráður og 2,5 kg av platin, umframt 20 tons aluminiumoxid, ið verður brúkt til ta hvítu bjálvingina á tendriproppi- num. Nú eftir at øll hesi árini hava givið munandi roynd- ir, rannsakan og gransking, er góðskan sjálvandi vorðin munandi betur. Brúkarin setur eisini krøv um longri nýtslutíð og eitt størri kilo- meturtal ímillum hvørt eft- irlit av motorinum. Her til er at siga, at tíð- føri er farið upp til 100.000 km, áðrenn neyðugt er skifta út til nýggjar, so ikki annað kann sigast, enn at tað er við einum framúr- skarandi úrsliti, ið Bosch hevur fingið í føðingardags gávu á hundrað ára deg- num. Tryggingarfelagið Bosch hevur 98% av tendriproppamarknaðinum í Evropa. Hetta er galdandi fyri øll sløg av motorum, bæði á sjógvi, í luftini og á landi C M Y K 23 22