Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. mai 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 C M Y K 20 2 Sosialurin Nr. 84 - 4. mai 2002 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Í skrivandi stund er 30. apríl og tað er val í Før- oyum. Eg siti í Oslo og eri nokkso spent, men eisini eitt sindur bangin um, hvussu tað man fara at gangast tjóðveldishug- sjónini. Sum um tað ikki er nóg mikið til at órógva konsentratiónina, so mala tankarnir eisini um hetj- una sum brádliga legði inn árarnar. Herfyri doyði Thor Heyardahl, ein av mínum stóru hetjum, ein av fyri- myndunum, ið hevur ávirkað meg nógv í upp- vøkstrinum. Tá ið ein slík fyrimynd brádliga ikki er har meira, verður man tilvitaður um hví hesin persónur var ein hetja, hvat var tað sum skilti hann út, sum gjørdi, at hann hugtók meg so- leiðis? Tað mest eyðsýnda er sjálvandi at leggja dentin á hansara ævintýrferðir við Kon Tiki og Ra, og rætt skal verða rætt, tað hevur verið kveikjandi at lesa um hesar ferðirnar um høv á flakum og í sivbátum. Men tað er tó mest av øllum maðurin allur sum hann er, hansara hugburður, sum altíð hev- ur veitt mær mest íblástur. Hansara drívmegi hevur altíð verið forvitni, for- vitni og aftur forvitni - eitt motiv sum tað er lætt at hámeta, ikki minst í hesum døgum, har val- stríð hevur leikað í sum harðast, og tað ofta er ringt at vita, hvørji motiv aftan fyri stríðið eru. Ofta fær man varhugan av, at idealir og visjónir eru skift út við maktgyrnd og tað sum verri er. Vit hava tørv á hetjum, sum við sínum hugsjón- um, gerðum og persóni kunnu kveikja íblástur og vísa á aðrar gongdar leiðir enn tær vanligu. Hetjur, sum vísa, at tað ber til at strekkja seg eftir tí ósann- líka og eydnast. Hetjur, sum spreingja mørk, geva okkum trúnna uppá okkum sjálvi og at dreym- ar ikki bara nýtast at vera dreymar, men kunnu gerast veruleiki Forvitni og viljin eru rótin til nógv gott. For- vitni ger, at vit ikki bara blint góðtaka, at viður- skifti eru sum tey eru, men vit hyggja aftur um vanaslørið og royna at skilja samanheingir út frá teimum grunnleggjandi treytunum. Hava vit viljan afturat forvitninum, so er einki sum kann steðga okkum, tí við viljanum kemur tað áræði og tað dirvi, sum ger, at vit vága at trúgva uppá okkara hugsjónir og føra tær út í verki. At trúgvin kann flyta fjøll, er ein gomul innsikt, tí trúgvin uppá egnan mátt hevur slíka megi, at hon verður ein sjálvuppfyllandi profeti. Tá Thor Heyerdahl var 23 ár, fór hann til ta lítlu Kyrrahavsoynna Fatuhiva saman við konu síni Liv. Har búðu tey í eitt ár. Tey fóru hagar fyri at liva í samljóði við natúruna og fyri at finna Paradísið. Tað innlit, sum hetta forvitni og dirvi førdu til, var, at Paradísið ikki finst á nøkrum ávísum staði, men at tað er ein sálar- støða sum kann finnast inni í høvdunum á fólki. Alt tað, sum Thor Heyerdahl í mínum huga- heimi stendur fyri, førir meg aftur til har eg byrj- aði. Ta føroysku fólkaat- kvøðuna. - Valdu vit for- vitni, viljan, dirvi, áræði og trúnna á okkum sjálvi? Valdu vit øll hesi tingini, sum eftir míni hugsan eru fyritreytir fyri sjálvsvirð- ingina og harvið eisini fyritreytin fyri møguleik- an at finna paradísið inni í okkara egna høvdi? Hetjan sum fann Paradísið Durita Holm skrivar: ÚTGÁVA Garpatáttur er skaldsøga, men vanliga verður tó mett, at henda bók hevur ávíst søguligt trúvirði, og sagt verður, at Laxness kannaði sum fáur sam- tíðarheimildir úr miðøld, m.a. á skjalasøvnum inni á meginlandinum. Fyrst og fremst er henda søgan kortini ein spegil fyri eitt- hvørt menniskja og tann søguliga, tíðarleysa leik- pallin. Har verður víst á, at mentanin og tey virði og hugtøk, ið vit hámeta og virða, kunnu verða tambað so langt, at har er neyðugt við einum noktandi forliði: Mentan mótvegis ómentan. Ómenning er íslendskt hugtak, tað mótsetta av íslendska menning ella mentan. Mentanin mennir menniskjað, ómentanina brýtur tað niður. Í Garpa- tátti síggja vit, hvussu stutt tað kann vera ímillum hesi hugtøkini. Vit síggja menniskju, ið hava verið fyri smeiti á ungum árum og eru vorðin skalað so tíðliga, at tey hava mist lívssýnina, innlitið í hvat veruliga hevur týdning og hava tørført við at kenna markið milum rangt og rætt. Hetta menniskjað, høgt ella lágt, verður eitt vituggi, tá ið tað fær litið ov stórt vald upp í hendur, og tað nýtir lívið á tamb til at leita, fyrst og fremst eftir roysnisbrøgdum og frægd. Vit síggja hetta hjá tí ekkaleysa víkinginum, og hjá tí bjølgmikla blóð- menninum, bloytuni, ið ikki svevur av ótta fyri at missa ta vald, ið fingið er til vega við mutri, sviki og harðræði. Um týðingina Tey eru mong, sum halda, at tað ikki ber til at týða Laxness, hann er so ís- lendskur og málið er so serstakt, at einans íslendski lesarin kann lesa bøkur hansara. Men hvussu er og ikki, nú er enn ein av hansara bókum komin á føroyskum, og hevur fingið prýðiliga og ser- føroyska kápu, gjørda av listamanninum Bárði Jákupssyni. Hon sigur í reyðum og brúnum litum, við mold og blóði, einum krossmerki á skák, mynd- aðum av tveimum fost- brøðrasvøðrum, alla søguna, sum hon er. Málið í Garpatátti er sera fornt. So fornt, at tað sigst ikki vera eitt einasta orð í allari bókini, ið er komið inn í íslendska málið eftir ár 1500. Nógv av orðunum eru torskild, og Garpatáttur er hóast virðislønir á hægsta stigi, helst tann Laxnessbókin, ið minst verður lisin, kanska júst av málsligum orsøkum. Hon er “einans” týdd til 12 mál og er tí ikki tað av verkum hansara, ið farið hevur út í hvønn krók, sum fleiri aðrar av hansara bókum. “Mín mest viðbrekna bók, segði Laxness um Garpatátt. Í føroysku týðingini verður teksturin fluttur tættari at nútíðini, men tó er heildin forn á ein hátt, og setningsbygnaðurin í Garpatátti er átøkur bygnaðinum í íslendsku útgávuni. Kanska er tað júst bygnaðurin, lagið og rytman, ið er styrkin í bókini, og á ein hátt er hon meiri átøk eini sera langari prosayrking enn vanligari skaldsøgu. Lagið, hug- flogið og tær sterku mynd- irnar. Søgugongd Garpatáttur fer fram í víkingatíðini fyrst í 11. øld. Leikpallurin er Ísland, Grønland, Noregi, Dan- mørk, Svøríki, Ongland, Írland, Vallland, Rómaríki og londini eystan fyri Eystrasalt, har norrønir menn búleikaðust, ferðað- ust og fóru um við vík- ingalótum og garpalótum. Vit fylgja teimum báðum fostbrøðrunum Torgeiri Hávarssyni og Tormóði kolbrúnarskaldi, ið eru høvuðspersónarnir í Fostbrøðrasøgu, frá tí teir eru smádreingir á Vest- fjørðinum og í Borgarfirði, og síggja, hvussu teir búnast, leika og láta. “Mín mest viðbrekna bók, segði Laxness um Garpatátt Forlagið Sprotin hevur givið út bókina Garpatáttur eftir Halldór Laxness í týðing eftir Tóru Tóroddsdóttir og Martin Næs Sosialurin Nr. 84 - 4. mai 2002 3 SAMRØÐA Ingrid Bjarnastein Hugnaliga kjallaraíbúðin Yviri við Strond er karmur um sam- røðuna. Har er hugnaligt og fjálgt inni, og á borðinum stendur kaffi klárt og bíðar. Hóast hon bert er 38 ár, er hon ikki heilt nýggj í fakinum. Heidi Poulsen hevur longu starvast í næstan 10 ár sum arkitektur í Danmark. Hetta seinasta árið hevur hon verið í Føroyum, her hon hevur fylgt við í arbeiðnum upp á Tinghúsið, sum hon sjálv hevur teknað. – Vit, Karl Jacob Danielsen, byggifrøðingur og eg, vunnu kappingina um at tekna eini spildurnýggj Tinghús, men tað vísti seg so, at valt varð heldur at varðveita gomlu húsini, sum so heldur skuldu umvælast og umbyggjast, greiðir Heidi Poulsen frá. Leitar aftur í tíðina Tinghúsið er upprunaliga frá 1856. Størri broytingar hava so verið gjørdar í 1907 og í 1977, og nú er tíðin so aftur komin til at gera húsið eitt sindur meira tíðarhóskandi. Heidi hevur valt at royna at varðveita nógv av tí gamla, og síðani skapa eina konstrast ímillum gamalt og nýtt. – Fyri at vita meira um søgu- ligu gongdina í tinghúsunum, hava vit verið á Landsskjalasavn- inum og funnið gamlar tekningar av húsinum, kostnaðarmetingar og gerðarbøkur. Hetta fyri at vita, hvat er vert at goyma, og hvat ein so kann byggja um uppá. Ein restaurering má verða gjørd soleiðis, at autentisiteturin er tilstaðar, tí tað nyttar ikki at endurskapa nakað, sum ikki hevur verið í fleiri ár, tí so verð- ur myndin følsk, sigur Heidi, sum hevur lagt nógv arbeiði í at leita aftur í tíðina. Eitt av krøvunum, ið er sett, er, at tað skal verða meira pláss inni. Tí er ein veggur tikin niður, og tingsalurin er vendir omaneftir ímóti Tinghúsvøllin- um, ístaðin fyri ímóti vegnum, sum hann hevur gjørt í fleiri ártíggju. – Húsið er symetrisk um eina møn, og tí fall tað náttúrligt at innrætta symetriskt rundan um mønuaksan og tingformaðurin situr so fyri endan á tingsalinum í sjálvum aksanum. Í fermetrum verður plássið ikki nógv størri, men tað virkar meira rúmligt og luftigt inni. Opið er upp í tróðrið, so gomlu bjálkarnir eisini koma til sjóndar. Ætlanin hjá Heidi var av fyrst- an tíð at brúka tað gamla gólvið, sum var í tinghúsinum, soleiðis at slitið kom við, og ein serligur dámur fylgdi við, men av tí, at gólvið var so illa farið, so varð heldur valt, at leggja nýtt gólv úr seint vaksnari furu. – Ein skal kunna avlesa, hvat er nýtt og hvat er gamalt í húsinum. Tað er týdningarmikið at fáa karakterin á húsinum fram. Hetta eru eini gomul timburhús, og tá tú sært tey uttanifrá, skalt tú kenna húsið aftur, tá tú kemur innar. Hetta er sálin í húsinum, og hana noyðist tú at stuðla uppundir, tá tú sniðgevur nýtt innbúgv, velur lit og lampur, sigur Heidi, og vísir á, at hon hevur hugsað nógv um, hvussu alt skal passa saman, bæði við litum og ljósi. – Liturin er ein ljósur gráur litur. Forminnissavnið hevur gjørt eina litviftu, har tey hava funnið fram til upprunalitin, sum var í 1856, og tí er liturin tann hann er. Bitarnir uppi undir loftinum eru hvítir, teir hava altíð verið hvítir, og sprossarnir, soleiðis sum teir eru í dag, eru júst sum teir vóru av fyrstan tíð. Her hava vit so hóast alt gjørt undantak við at endurskapa nakað, sum hvarv fyri 20 árum síðan. Hildið var, at sprossaupp- deilingin var neyðug fyri at fáa lætta karakterin í húsinum framaftur. Tann sálarligi parturin Tað, sum Heidi Poulsen heldur er spennandi við arkitektafakinum er millum annað tann sálarligi parturin. Hon sigur, at við arkitekturi kunnu vit so nógv. – Vit kunnu stýra og stuðla uppundir menniskjasligar støður. Um tú til dømis skalt byggja eitt kapell, so leggur tú dent á troyst. Í einum ellisheimi leggur tú dent á tryggleika, í einum skúla, tað at umhvørvið skal stimbra læri- førleikan og so framvegis. Við hesum útgangsstøði velur tú skap, lit og tilfar, og soleiðis fært tú góðar bygningar, sum fólk trívast í. Sjálv eri eg upptikin av sansiligheitini. Hetta, hvussu bygningurin ávirkar meg ígjøg- num eygu, oyru, nøs, hendur og føtur. Kenslurnar forma bygning- in, og tað er útfrá hesum kensl- unum, ið tú vilt geva fólki, at tú teknar. Heidi heldur, at í arkitekta- yrkinum er tað týdningarmikið at vera eyðmjúkur. Yrkið er breitt, og tá alt kemur til alt, so vita vit ikki so nógv. Ein skal vera tilvitaður um, at ein eisini fær íblástur í tí, sum ein sær Sálin í húsinum skal fram Tinghúsið skal verða klárt at taka í nýtslu tann 15. mai, tá tingið verður sett aftaná valið. Seinasta árið hava tingfólk hildið til uppi í Útvarpshøllini, men um smáar tvær vikur verður tingsalurin klárur til nýtslu. Vit hava fingið eitt prát við arkitektin, Heidi Poulsen, sum hevur lagt nógv arbeiði og nógvar kenslur í at fáa húsið til tað, tað er í dag Heidi Poulsen er arkitekturin aftanfyri nýggju innrættingina av tinghúsinum. Tinghúsið verður klárt tann 15. mai, tá tingið verður sett fyrstu ferð eftir valið Framhald á síðu 4