leygardagur 4. mai 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 84 - 4. mai 2002
Nr. 84 - 4. mai 2002
21
Ibiza, ið er mest seldi
Seat bilurin higartil,
kemur nú í eini heilt
nýggjari útgávu. 2.7
milliónir bilar eru
seldir síðan tann
fyrsti Ibiza kom á
marknaðin. Við tað at
VW konsernin nú
eigur sponsku Seat
verksmiðjuna, er
talan um VW bilar
við sjálvstøðugum
modellum og
búmerkjum
BILAR
Magnus Gunnarsson
Nýggi Seat Ibiza er bygdur
yvir sama platform sum t.d.
Skoda Fabia. Ibiza hevur
sjálvstøðugt design og tann
framkomna
undirvogns-
skipanin gevur bilinum
sportligar koyrieginleikar,
Sama er galdandi innan,
har setrini og instrument-
borðið eisini er í sportlig-
um stíli.
Elektrohydrauliska
servostýring
Elektrohydrauliska servo-
stýringin gevur bilinum
eina sera stútta og bein-
leiðis stýring. Lasersveis-
ingarnar av heilgalvaniser-
aða karossaríinum gera sítt
til at bilurin virkar sera sta-
bilur at koyra og samlikval-
iteturin er í topp. Eisini inn-
an teknisku menningina er
nýggi Ibiza ein sera fram-
komin bilur.
Stella, Sport og Signo
Tríggir dieselmotorar eru at
velja ímillum, har tann
størsti er ein 1,9 litur TDI
við 130 hk, ið er tann
størsti dielselmotorurin í
hesum klassanum. Í hesi út-
gávuni hevur bilurin 6 gear.
Størsti bensinmotorurin er
ein 1,4 litur 16V við 100
hk. Ibiza verður gjørdur í
útgávum við 3 og 5 hurðum
og í hesum trimum útgávu-
num hvat útgerð viðvíkur:
Stella, Sport og Signo. Bil-
urin kemur til Danmarkar í
mai mánaða, so tað verður
ikki leingi til hann kann
síggjast og roynast á bila-
søluni hjá Øssur Johanne-
sen.
Seat Ibiza:
Sportligur spanióli frá
VW konsernini
Ibiza innan: Setrini og
instrumentborðið eru í
sportligum stíli
Lars Egemose, sølumaður á
Bilasøluni Øssur Johannesen
væntar bilin í vár
Søluumboð:
Bilasølan v. Øssur Johannesen
Vegurin Langi
FO-110 Tórshavn
Tel.315354
www.audi-vw.net
Nýggi Seat Ibiza bleiv fyrstu
ferð sýndur fram á Bologna
Motor Show í desember í fjør
C
M
Y
K
21
20