Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. mai 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 18 Nr. 84 - 4. mai 2002 BÁTASTEVNA Ingrid Bjarnastein Eisini í Vestmanna er eitt undirhús, sum í nøkur ár hevur verið karmur um hugnaløtur hja eldri monn- um. Eini 20 menn plaga at leita sær í Undirhúsið um dagin. Fyri at fáa dagliga raksturin at ganga, so er neyðugt at útvega pening. Peningurin skal nýtast til nýmótansgerð av hølunum og hung annars. Tí verður skipað fyri eini risastórari bátastevnu í Vestmanna saman við kappróðrardeild- ini hjá VÍF, og verður hon tann 25. maj. Øll kunnu koma við, men fyri at fáa grundarlag fyri stevnuni eru nøkur báta- feløg bjóðað við. Um alt gongur eftir ætlan, so skal Brimil ella Tjaldrið fylgja bátafylgin- um úr Klaksvík, framvið Gøtuvík, framvið Eystnesi, har fleiri bátar koma upp í fylgið, og síðani sigla allir bátarnir til Havnar. Úr Havn fer stóri flotin til Vestmanna umvegis Kirkjubønes, og tá koma vónandi bátar av Tvøroyri, Vági og úr Sandoy og Hestoy upp í fylgið. Onki er at ivast í, at Sandavágur og Miðvágur, sum bæði eru stór bátapláss eisini koma við. Ætlanin er at heita á allan flotan hjá vestmenningum um at fara út ímóti bátunun, sum koma til Vestmannar, so øll møtast í Vestmanna- sundi klokkan 15.30. Sìð- ani verður siglt til bátahylin í Vestmanna, og á Føroya Fiskavirking í bygdini fáa bátsmanningarnar suppu og okkurt annað gott. Um kvøldið verður country- dansur við Countrybólkin- um úr Klaksvík í ítróttar- høllini. Stór bátastevna í Vestmanna Stór bátastevna verður í Vestmanna 25. maj. Eisini fer Countrybólkurin úr Klaksvík at spæla til dans í ítróttarhøllini Hóast kórstevnan, sum verða skuldi í Vágum á hvítusunnu, datt niðurfyri, verður kortini møguleiki hjá vágafólki at goyra kórsang, sum vandur er í vetur. Vágakórið og Eystankórið fara at hava konsert á Gilja- nesi í morgin KONSERT Vágakórið og Eystankórið fara at hava felags konsert á Giljanesi í morgin klokkan 16.00. Eftir ætlan skuldi kór- stevna vera í Vágum á hvítusunnu, men orsakað av ov lítlari undirtøku er hon avlýst. Kortini fara kórini, sum vant hava í vetur, at lata hoyra frá sær. Soleiðis hava Vágakórið og Eystankórið tikið seg saman til eina felagskonsert í morgin. Skráin verður fjølbroytt, sigur Vágakórið í tíðinda- skrivi. Bæði føroyskt og út- lendskt tilfar verður at hoyra. Steven Foggin hevur í vetur vant Vágakórið, með- an Símun Hammer er kórleiðari hjá Eystankór- inum. Umframt kórini verður eisini klavertónleikur at hoyra í auluni á Giljanesi í morgin. Tað er bretski tón- leikaralærarin Martin Pol- lard, sum situr við tangent- arnar. ej Kórkonsert á Giljanesi FRAMSýNING Ingrid Bjarnastein Fotoframsýningin Hetj- ur já Spess úr Íslandi letur upp leygardagin tan 4. maj. Hetjurnar hjá ljósmyndamanninum Spessa eru tilkomnir ís- lendskir sjómenn og heimagangandi hús- møður frá heimbýi hansara, Ísafjørður. Spessi sýndi fram myndarøðina Hetjur, myndir av monnum, fyrstu ferð í 1996 og av konum í 1998. Árið eftir vóru myndirnar sýndar fram í Finlandi, og part- ar av henni hava verið sýndar við úrvali av norðurlendskum sam- tíðarljósmyndum í USA. Hugskotið til myndir- nar kom tá Spessi varð biðin um at gera post- kort fyri bygdasavnið í Ísafirði. Hann gjørdi av at taka myndir av monn- um, fráfarnum sjó- monnum – monnum, ið hava gjørt sær nógvar og drúgvar lívsroyndir. Stjórin á bygdasavnin- um varð so hugtikin av myndunum, at tær vórðu sýndar fram í salinum í bygdasavninum, men postkort vórðu ongantíð gjørd. Í framhaldi av røðini, tók hann myndir av konum í Ísafirði. Spessi, Sigurþór Hall- björnsson, er føddur á Ísafirðinum í 1956. Hann hevur lisið til ljósmynda- mann á Akademi voor Beeldende Kunst í Hol- landi, og verk hansara hava verið sýnd á mong- um einstaklinga- og fel- agssýningum í Íslandi, Svøríki, Finlandi, Ong- landi, Hollandi og Am- erika. Nú í apríl hevði hann eina einstaklinga framsýning í Roebling Hall Gallery í New York, har verk hansara hava verið sýnd fram tríggjar ferðir seinastu tvey árini. Harumframt eru myndir hjá Spessa regluliga at síggja í ymiskum tíðar- ritum. Framsýningin er í Norðurlandahúsinum, og er opin til og við 31. maj 2002. Ljósmyndafram sýning í Norður- landahúsinum Hvítusunnufólk fáa vitjan av donskum prædikumanni í komandi viku. Orla Lindskov Christen- sen fer at hava møt- ir í Føroyum í døg- unum 7. til 12. mai MØTIRØÐ Danin Orla Lindskov Christensen kemur í komandi viku til Føroya at vitja hvítusunnusam- komurnar í Filadelfia í Havn, Vágum og í Sundalagnum, eins og samkomuna Saron í Vestmanna. Hvítusunnusamkom- urnar siga, at Orla Lind- skov Christensen er kendur fyri at prædika soleiðis, at fólk gleðast bæði í kroppi og sál. Sagt verður í tíðinda- skrivi frá samkomunum, at stórur partur av ar- beiðinum hjá Orla Lind- skov Christensen í dag er at biða fyri sjúkum fólki. Hesin partur av gleðiboðskapinum verð- ur alt meira praktiserað- ur í dag, siga hvítu- sunnufólkini í tíðinda- skrivinum. Sjálvur sigur Orla Lindskov Christensen, at tað, sum Jesus praktiser- aði við at gera væl og hjálpa sjúkum til før- leika aftur, er ikki bert søga, men virkar eisini í dag í kirkjum og sam- komum. ej Prædiku- maður á ferð Nr. 84 • leygardagur • 4. mai 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Sálin í húsinum skal fram Samrøða við Heidi Poulsen, arkitekt Lesið s. 3 og 4 VÁRIÐ Edvard Joensen Og kavin kom aftur og jarðlegði allar páskaliljurnar, sum eftir vóru. Hann tók líkasum vár- gleðina frá okkum aftur og hevði hug at geva okkum eina sanna depressión, nú vit júst høvdu vant okkum við og gleddust um lýkkuna, sum verið hevði nakrar dagar. Uttan fyri køksvindeygað hava páskaliljurnar staðið so gular og smílandi nú í nakrar vikur. Komu undan, meðan kavin enn lá um teigarnar uppi í bønum, og kapp- aðust við krokusarnar um at prýða hesa myrku moldfløtuna, sum lutvíst varð velt seinasta heyst og síðan hevur ligið í vetur. Farið varð undir aftur at venda, nú kvøldini fóru at leingjast, men stykkið, har blómuleykirnir lógu, fekk frið, so teir kundu sleppa at blóma. Og tað blómaði, meðan starar- nir kappaðust um at herma eftir tjøldrunum, og likkurar aftur fóru vísa seg og gera um seg við sínum irriterandi gangi. Fyri støðni flutu æður og teist- ar, og við jøvnum millumbilum vitjaði havgásin aftur. Hon, sum allan vetur so regluliga hevur svomið fram við landinum á sínum rundferðum um vágirnar. So komu tey. Tey fyrstu lombini fóru at síggjast í bønum, og tú gleddist og væntaði fyri vist, at nú var várið endiliga komið. Hitin hevði verið uppi á einum tólv stigum, og grønkað var reiðiliga. Bæði á grasvøllinum í garðinum og úti á bønum. Men veturin vil ikki sleppa takinum so kortini. Knappliga er alt avtakið í vátaslettingi. Rætti- liga ófantaligt við nógvum vindi. Og út á dagin kavar ógvusliga. Halgidagur er. Dýri biðidagur, so flestu fólk hava frí. Ikki røktingarmenninir kortini, tí nú stendur um lív í bønum, har flestu ærnar eru latnar inn fyri at gera røktingina so høgliga sum gjørligt hesa tíðina, lembingin stendur uppá. Men illa roynist kortini. Fleiri eru, sum ikki liva dagin av, og náttin verður neyvan nakað betri. Hitin er aftur fallin og er farin niður um frostmarkið. Hetta verður ikki væl, um soleiðis skal halda á. Og teir lova, at hetta fer at standa við, veðurmeninir. Tað verður ein skái um sjálvt vikuskiftið. Ein lítil uggi verður sunnudagin sum so mangan er, tá illveður er aðrar dagar. Men so verður sama lagið aftur. Men einki óvanligt er tó í hesum, veit hann at siga frá, sum fylgt hevur við og minnist eitt sindur. Tríggjar snertir tosaðu gomlu menninir um. Lambasprænin, Krossmessusnertin og Ternu- snertin. Lambasprænurin var kanska nakað seinur í ár, men hann kom saman við lombunum kortini. Kláraði eisini at gera enda á summum teirra. Somu lagnu fingu páskalilj- urnar eftir øllum at døma. Løgd- ust undir í kavanum, og tóktust slættaðar við jørðina. Beru trærunnarnir, sum standa við síðuna av, geva ongan skáa, og ikki hjálpir stórvegis, at ein kaldur húsaveggur er bara nakrar fáa metrar burtur. Hann lívir bara eitt pinkalítið sindur. Nei tú missir mótið. Aftur hevur veturin tikið yvir, og tann vaknandi summarvónin fer so smátt at hvørva. Men sundagurin kemur, og tað er aftur lýkka at merkja í luftini. Ein gongutúrur í sólskininum, har fleiri lomb síggjast spæla um teigarnar, fær aftur lív í sinnið. Men mánamogrunin er aftur frost. Og nú siga teir aftur frá sama veðrinum, veðurmenninir, um enn eitt sindur lagaligari enn seinast. Jú, tað er krossmessusnerturin, sum er á veg, og tað passar bara heilt væl. Hann eigur at vera um krossessuleitið, sum er seinni í vikuni. Men so fer at linka. Ein er kortini eftir. Ternusnertrin, sum fer at koma um hálvan mai mánaða. Men áðrenn tað fer sólin at skína, og tað fer at spretta og blaða á trøunum. Tað fer at blóma, og stararnir fara at draga saman í reiður og verpa. Æður- nar á lónni fara at skilja seg frá blikunum nakað skjótt, og teist- arnir munnu fara at fækkast eisini. Hvussu verður við havgásini vita vit ikki, tí hon hevur verið einsamøll her allan vetur, men kóparnir fara ivaleyst framvegis at vitja líka trúliga, sum teir plaga. Og inni í seyðahúsinum verð- ur langtanin eftir at sleppa út bara upp aftur meira, og tá liðið er um hálvan mánaðan, fara vit at seta veðrarnar aftur í fiti- lendið. Kanska koma teir aftur í heyst. kanska ikki. Men áðrenn ta tíð hava vit upplivað summarið við lýkku og vætu, sól og terra. Hava sæð páskaliljurnar farist, og nýggjar plantur tikið seg upp. Grasið er vaksið og sligið, turkað og fingið undir tak. Og vit fara undir aftur enn ein vetur, sum skal fáast frá hondini, so vit sleppa at gleða okkum um várið, sum kemur aftur. Meðan teir tríggir snertirnir gera seg til at oyðileggja vónirnar, ta stuttu løtuna, teir vara, áðrenn sumarið rættiliga tekur við. Snertir Tríggir eru teir, snertirnir um várið, sum mestsum gera av við allar várvónirnar eina løtu, nú vit júst eru farin at gleða okkum um tað, sum úr moldini kemur saman við flytifuglinum, sum vendir aftur av ferð C M Y K 18