Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. mai 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Andstøðuflokkarnir ynskja eina formans- rundu, men Anfinn Kallsberg er ikki til reiðar at geva skarvin yvir. Tískil heldur hann fram í roynd- unum at skipa sam- gongu, men andstøð- an stendur sum ein maður POLITIKKUR Heri á Rógvi Kl. 10 mánamorgunin fór formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, á fund við sitandi samgongu. Hetta skuldi eftir ætlan vera byrjanin til realitetssamráð- ingarnar millum sitandi samgongu, t.e. Fólkaflokk- in, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin. – Eg fór á fund, tí eg hevði fingið fundarboð, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann hevði longu frammanundan greitt frá, at hann hevði einki ynski um at vera til »at lappa saman« sitandi samgongu. Undan fundinum hevði hann gjørt avtalu við hinar báðar and- støðuflokkarnar, Sam- bandsflokkin og Miðflokk- in, at hesir flokkar stóðu sum ein maður til samráð- ingarnar. Tá hesir flokkara eiga 16 tingmenn, so merkir tað, at hvørgin parturin eigur meirilutan og tað stendur púrasta á jøvnum. Tingformansrundu Eftir tann rímiliga stutta fundin við sitandi sam- gongu segði Jóannes Eides- gaard, at andstøðan ynskti eina tingformansrundu. Tað skal so vera hendan rundan, ið skal gera av, hvør skal royna at skipa eina sam- gongu. Hann gjørdi greitt, at avtalan millum and- støðuflokkarnar var gald- andi til eina tingformans- rundu. Anfinn Kallsberg ætlar tó ikki at gevast í royndun- um at skipa samgongu júst enn. – Ein tingformansrunda kann lætt seta okkum í somu støðu, sum vit eru í. Eg havi tað mandatið, ið skal til fyri at skipa eina samgongu, og hetta ætli eg eisini at royna. Í skrivandi stund var eingin avgerð tik- in um, hvørji leið, ið løg- maður ynskti at royna. Løgmaður skifti eitt sind- ur runt við at tosa um sam- gonguna saman og flokk- arnar sær. Hann hevur tó roynt eftir einum breiðum grundarlag við sitandi sam- gongu, men hetta sær tó ikki út til at fara at eydnast. Virða fólkið Eftir fundin við løgmann og samgonguna segði gjørdi Jóannes Eidesgaard greitt, at andstøðan stóð sum ein maður til eina løg- tingsformansrundu, ið er teirra ynski, sum støðan er nú. – Vit mugu virða fólkið. Vit hava havt eitt løgtings- val í Føroyum, og hetta mugu vit virða. Løgmaður ger m.a., at vit ikki hava møguleika fyri einari heimastýrissamgongu, sig- ur Jóannes Eidesgaard. Í skrivandi stund visti løgmaður ikki, hvørji leið, hann vildi taka, men hann heldur seg ikki aftur við at royna. – Avtalan við Sjálvstýris- flokkin stendur við, sigur Anfinn Kallsberg. – Hetta er alt partur av politisku telvingini, sigur Anfinn Kallsberg. Jóannes Eidesgaard úttal- aði seg vegna andstøðuna fleiri ferðir. Hann segði tó, at andstøðan onga støðu hevði tikið, hvønn teir vildu peika á í einari møguligari tingformansrundu. Bólturin liggur nú hjá Anfinn Kallsberg, og vit kunnu bert bíða eftir, hvat hann fer at gera. Støðan fastlæst Jóannes Eidesgaard og Anfinn Kallsberg komu út at hitta fjølmiðlarnar eftir fundin millum Jóannes Eidesgaard og samgonguna. Støðan er fastlæst sum er, og lítið bendur á, at løgmaður hevur hug at royna eina heimastýrissamgongu. Mynd: Finnur Justinussen. Tíðindaskriv Eysturingar fáa aftur nú høvi til at læra at dansa eingilskan dans. Møguleiki verður at læra teir vælkendu dansirnar so sum Foxtrot, Quick-step, Rock´n-Roll, vals og eisini verður undirvíst í linju- dansi. Vælkenda dansilærarinn- an, Anna Kirstin, ið er av Tvøroyri, hevur skeiðið. Nes Sóknar Musikkfelag skipar fyri dansiskeiðnum, sum verður í fimleikahøll- ini í Glyvra Skúla komandi fríggja- og leygardag, 10. - 11. mai 2002. Øll dansiáhugað eru væl- komin, bæði byrjarar og vand, børn og ung, pør og støk. Felagið hevði ársaðalfund týsdagin 23. apríl 2002, har m. a. val av nevnd var á skránni. Í nevndini sita nú: Jákup N. Olsen, Helena Dahl Olesen, Agnar á Dul, Gisela Djurhuus og Eliesar Olsen. Tiltakslimir eru: Jónvør Christiansen og Davina Lamhauge. Nevndin hevur skipað seg: Jákup N. Olsen, formaður Helena Dahl Olsen, næst- formaður Agnar á Dul, kassameistari Í nevndini fyri Hjálpar- grunnin sita: Jákup N. Olsen, Helena Dahl Olesen og Eliesar Olsen. Føroya Felag móti Krabbameini havt aðalfund Alment Dansiskeið á Glyvrum 2 Nr. 85 - 7. mai 2002 Nr. 85 - 7. mai 2002 3 C M Y K 3 2 Tøkk Javnaðarflokkurin takkar teimum mongu, sum stuðlaðu flokkinum á løgtingsvalinum Flokkurin takkar somuleiðis øllum teimum, sum á ymsan hátt vóru við í sjálvum valstríðnum. Eisini ein serlig tøkk fyri persónliga stuðulin, tit veittu mær. Jóannes Eidesgaard floksformaður Tøkk Hjartans tøkk til tykkum mongu, sum stóðu saman um- og valdu Sambandsflokkin á løgtingsvalinum Ein serlig tøkk fyri tann persónliga stuðul tit veittu mær Somuleiðis ein hjartans tøkk til tykkum mongu, sum tóku lut í arbeiðinum, ið gjørdi valið til eitt sigursval fyri Sambandsflokkin Edmund Joensen Tøkk Hjartans tøkk til øll tykkum, sum dyggiliga stóðu saman um Sambandsflokkin til løgtingsvalið Ein serlig tøkk fyri allan persónligan stuðul Bestu heilsanir Johan Dahl