týsdagur 7. mai 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 85 - 7. mai 2002
Nr. 85 - 7. mai 2002
5
Tað er bókstaviliga
farið at lukta av lorti
ymsastaðni í útjað-
araøkjunum. Rusk-
posarnir verða ikki
tiknir og standa sum
freistingar fyri flugu
og fugl. Í ringasta føri
kann eisini rottan
leggjast á teir. Bæði
matavfall og blæur
eru farin at seta sín
dám á luktin ymsa-
staðni í landinum
VERKFALL
Edvard Joensen
Vágar: Avleiðingarnar a
verkfallinum eru rættiliga
farnar at merkjast hjá teim-
um, sum búgva uttan fyri
meginøkið á Streymoynni
og Eysturoynni.
– Har vita fólk einki um,
hvørja ávirkan verkfallið
hevur á gerandisdagin hjá
teimum, sum búgva í út-
jaðaranum, er vanlig hugs-
an manna millum í út-
jaðarøkjunum.
Í Vágum er eitt nú
brennievnið til bilarnar
uppi, og friðarligt er á veg-
unum um dagarnar.
Heldur ikki verða rusk-
posarnir tiknir, sum vera
man, og tað er nakað, sum
rættiliga er farið at merkj-
ast.
Dagrøktarmammur, sum
hava nógvar blæur, eru
reiðiliga farnar at merkja
verkfallið, sigur ein dag-
røktamamma í Sandavági
við Sosialin.
– Sjálv eri eg í teir hepnu
støðu, at eg havi fá blæu-
børn. Og eg havi bilhús, har
eg seti posarnar, so tað
luktar ikki inni. Men onkur
er, sum noyðist at hava teir
standandi í kjallaranum, og
tað er rættiliga óbehagiligt,
sigur hon.
Eisini er onkur, sum
hevur verið noydd at seta
posarnar útum. Men tað er
ein vánalig loysn, tí likkan
er eftir øllum, sum stendur
óvart, og hon skræðir
plastsekkirnar og stroyðir
innihaldið kring túnið.
Av skítanum til
Leiðarin á Føroya Keyps-
samtøku í Miðvági, Álvur
Samuelsen, sigur, at hetta
er nakað lort. Bæði so og
so. Verkfallið ger, at ikki
slepst av við ruskið, og
handilsrusk er so mangt.
– Jú, tað er farið at
merkjast,
sigur
Álvur
Samuelsen. Vit vóru so
heppin, at tað seinasta, sum
tikið varð í ruskbilin her
vesturi, var ruskbingjan hjá
okkum. So hon er ikki
vorðin reiðiliga full aftur
enn, Men tað verður skjótt.
Og so hava vit ein stóran
trupulleika, staðfestir hann.
Hann sigur, at tað kemur
nógv viðbrekið rusk frá
handlinum. Eitt nú spilt
frukt og aðrar matvørur,
sum lukta illa. Hetta stend-
ur so og freistar flugu og
fugl. Og nú lýkkan tykist
vera komin, fer hetta iva-
leyst at gerast ein stórur
trupulleiki.
Eitt annað er allur inn-
pakningurin, sum kemur til
handilin. Pappír og papp
verður skilt og buntað. Men
av tí, at einki sleppur av
oynni, verða bunkarnir
øgiligir til endans. Ikki er
loyvt at kynda bál úti, so
tað slepst ikki av við hesar
rúgvurnar tann vegin held-
ur, vísir hann á.
Annars sigur Álvur Sam-
uelsen, at tey í Keypssam-
tøkuni hava verið rímiliga
heppin soleiðis, at tey fáa
sína vøru við Skipafelag-
num frá FDB í Danmark.
Skipafelagsbáturin kemur
so til Miðvágs at skipa upp,
men tað er nakað seinni,
enn tá alt varð skipað upp í
Havn og flutt vestur við
bilum.
– Tá høvdu vit vøruna
her
vesturi
seinnapart
mánadag, Men nú verður
tað so ikki fyrr enn í fyrsta
lagi týsdag, sigur Álvur
Samuelsen. Men av innan-
oyggja farmi tekur hann
einki við.
Ein annar trupulleiki,
sum rakar keypssamtøkuna
er, at einki brennievni er at
fáa til bilarnar í Vágum.
– Fólk, sum keypa frá
okkum, eru fólk, sum koma
við bili. Og tað fer so aftur
at ávirka handilin, sigur
leiðarin á Føroya Keyps-
samtøku í Miðvági.
Men tað, sum verri kann
verða, sigur Álvur Sam-
uelsen, er, at tað kann
standast heilsuvandi av
hesum ruskinum, sum hóp-
ar seg upp. Spiltur matur í
rúgvum er ikki at spæla
við, og í ringasta føri kann
tað so henda, at Heilsu-
frøðiliga Starvsstovan kem-
ur uppí, og hon hevur rætt il
at steingja handilin, verður
tað hildið neyðugt.
– Tað er nógv meira
átrokandi hjá politikarun-
um at fáa endað hetta
verkfallið enn at gera nakra
nýggja samgongu, heldur
Álvur Samuelsen, leiðari á
Føroya Keypssamtøku í
Miðvági.
Óvirðiligt
Borgarstjóri
í
Sørvági,
Eivind Jacobsen, sigur, at
verkfallið fær onga ordiliga
effekt, so leingi tað bara er
útjaðarin, sum raktur verð-
ur. Og tað er tað hvørja
ferð, leggur hann aftuat.
Hann vísir á, at tað er
undir alt sømuligt mark, at
eitt nú sjúkraflutningurin
skal verða lagdur soleiðis
fram til almenna skoðan,
sum hann verður um Vest-
mannasund í løtuni. Tað er
beinleiðis
óanstendugt,
heldur hann.
Hann undrast á, at vinnu-
lívið ikki ger meira um seg,
tí vinnan í Vágum missir
heilt nógvar pengar av
støðuni sum er.
– Sjálvandi er tað ólóg-
ligt at steingja vegirnar av
ella gera líknandi tiltøk. Og
tað, sum gjørt verður, eigur
at vera lógligt, leggur hann
dent á. Men tað ber heldur
ikki til at blíva við, sum
støðan er, tí hon fer bara at
versna fyri okkum, sigur
hann.
Eivind Jacobsen leggur
dent á, at tiltøk eiga at
verða sett í verk, og tey
skulu vera av slíkum slag,
at tey raka hart. Tað, sum
gjørt verður, skal hugsast
væl ígjøgnum, og so eigur
at verða hildið á, til endi
fæst á verkfallinum.
– Tey, sum ábyrgdina
hava av støðuni, skulu
rakast so meint, at tey veru-
liga vita av tí, sigur borgar-
stjórin í Sørvági, sum eins
og onnur ósek fólk í út-
jaðaranum er farin at
ilskast um at standa fyri
skotum, hvørja ferð ein
ósemja er í landinum.
Lortaluktur
Í verkfalsraktu
útjaðarøkjunum eru
ruskposarnir fullir, og luktur
og fluga eru farin at breiða
seg um bygdirnar
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
5
4
Fríggjakvøldið skip-
aði Klaksvíkar
Handilsfelag fyri eini
uttandura mótafram-
sýning í miðbýnum
MÓTI
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Veðrið var av tí
allar fagrasta, tá Klaksvíkar
Handilsfelag skipaði fyri
uttandura mótasýning í
samband við “Open by
Night” tiltakið fríggja-
kvøldið.
Hóast mótasyningin ikki
byrjaði fyrr enn klokkan
var farin av 19.00, so var
sólin enn frammi.
Og heilt fitt av klaksvík-
ingum nýttu hetta kvøldið
høvi til at fáa eitt lítið innlit
í, hvat mótin hevur at bjóða
okkum, nú várið nærkast.
Ein stórur lastbilur var
stillaður í miðbýnum, og í
hesum sama bili gingu
modellirnar aftur og fram,
íklæddar tað nýggjasta
nýggja.
Hví Handilsfelagið valdi
at lata ein ljótan lastbil mis-
prýða mótasýningina, í-
staðin fyri heldur at latið
modellirnar gingi undir
opnum himmali, kunnu vit
bert gita um.
Men hetta sýntist ikki at
ávirka fólkini, ið vóru
komin saman um nýggja
mótan. Bæði ung sum gom-
ul stóðu hugtikin og hugdu
eftir, hvat handlarnir nú
hava at bjóða okkum.
Handlarnir, ið vóru við á
sýningini, vóru Cheap &
Lunell, Maskulin, Skó-
hornið og Innkast.
Í samband við
dystin móti B36
gav KÍ eina nýggja
leikskrá út. Leik-
skráin hevur heitið
KÍ-Tíðindi, og
inniheldur fleiri
áhugaverdir grein-
ar um fótbóltsliðini
í Klaksvík
FÓTBÓLTUR
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Upprunaliga
skuldi leikskráin koma
út í sambandi við dystin
móti Skála, sum av
fyrstani tíð var á skránni
sunnudagin.
Men vegna verkfallið
vóru allir dystirnir flutt-
ir, og KÍ spældi sostatt
móti B36 ístaðin.
Tí inniheldur leikskrá-
in hjá KÍ ymsar upp-
lýsingar um liðið av
Skála, og á forsíðuni
stendur eisini prentað:
”Landskappingardystur:
KÍ – Skála”.
Náddu tað ikki
Heri Ellingsgaard, nevn-
arlimur hjá KÍ, greiðir
frá, at leikskráin longu
var farin til prentingar,
tá teir vóru kunnaðir um
broytingarnar í hesum
leikumfarinum.
Hann heldur sjálv-
andi, at tað er keðiligt, at
leikskráin inniheldur
upplýsingar um Skála
heldur enn B36, sum KÍ
jú spældi ímóti.
- Onnur lið fingu
broytt teirra leikskrá í
nóg góðari tíð, men leik-
skráin hjá KÍ er so um-
fatandi og stór, at vit
ikki náddu tað, sigur
hann.
Harumframt
heldur
hann eisini, at broyting-
ar
í
leikumføriunm
koma illa við, serliga hjá
lýsarunum í blaðnum,
sum jú gjalda ein stóran
part av leikskránni.
Áhugaverdar
greinar
Men hóast leikskráin er
framleidd í samband við
dystin móti Skála, so
inniheldur hon eisini
áhugaverdar greinar um
fleiri av KÍ-liðnum.
Millum annað er ein
grein at finna um KÍ-
kvinnurnar, sum aftur í
ár stendur í boði at lut-
taka í Europa Cup kapp-
ingini.
Í greinini sigur Ma-
lena
Josephsen,
at
kvinnurnar halda tað
verða órættvíst, at tær
sjálvar skulu útvega alla
fíggingina í sambandi
við luttøkuna, tá menn-
irnir fáa alt fíggjað frá
UEFA.
Eisini heimasíðan hjá
KÍ, www.ki-klaksvík.fo,
fær umrøðu í blaðnum,
og fær lesarin her at vita,
at heimasíðan við 150
vitjanum um dagin nú er
tann mest vitjaða innan
føroyskan ítrótt.
Leikskráin er áljóð-
andi 30 síður, og fæst til
keyps í Statoil.
KÍ-tíðindi frá KÍ
Uttandura mótasyning í Klaksvík