týsdagur 7. mai 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 85 - 7. mai 2002
Nr. 85 - 7. mai 2002
7
AFS er ein altjóða
felagsskapur, sum
sendir ungdómar út í
heimin í eitt tíðar-
skeið, har teir búgva
hjá eini familju og
uppliva landið á ein
sindur øðrvísi hátt
enn vanligt. Enda-
málið er at seta seg
inn í eina aðra ment-
an og at læra eitt nýtt
mál
AFS
Ingrid Bjarnastein
Í AFS høpi eru Føroyar
undir Danmark. Hetta vil
siga, at um ein japanari
hevur hug at fara til Dan-
markar við AFS, so kann
tað koma fyri, at hann
verður sendur til Føroya
ístaðin fyri. Men sum nak-
að heilt serligt, so ynskja
tvær gentur næsta ár, at
koma til Føroya. Hetta er
ikki vanligt, og tí ynskir
AFS veruliga at kunna
bjóða teimum eitt ógloym-
andi uppihald, men ber
hetta illa til, um ongar
vertsfamiljur bjóða seg
fram.
– Endamálið við at taka
ein slíkan næming inn er, at
tey skulu liva seg inn í
samfelagið og familjuna,
sigur Elisabeth Holm, for-
maður fyri AFS í Føroyum.
– Nógvar familjur halda,
at tað er ógvuliga bindandi
at fáa ein slíkan ungdóm í
húsið, men soleiðis skal tað
ikki uppfatast. Í veruleik-
anum, so er tað, ið krevst av
familjuni, ikki stórt meira,
enn at hon er opin og posi-
tiv, og hevur áhuga í hesum
næminginum.
Eisini rokna fólk ofta við,
at hesin næmingurin verður
ein stór útreiðsla fyri fa-
miljuna, men so er als ikki.
Tað er sum at fáa ein eyka
til døgurðaborðið. Lumma-
peningi og annað skipar
næmingurin sjálvur fyri.
Seta krøv
– Vertsfamiljan skal heldur
ikki vera bangin fyri at seta
krøv til næmingin. Ein skal
royna at fáa næmingin so
væl inn í familjuna sum
gjørligt, og tí eigur hann
eisini at taka eina hond við
í tí dagliga. Ongin fer út
fyri at fáa tað sama, sum
tey fáa heima, og tí skal ein
ikki himprast við at biðja
næmingin hjálpa til, sjálvt
um hann kanska heima er
vanur við hjálparfólk og
stórar og fínar bilar, greiðir
Elisabeth frá.
Elisabeth Holm leggur
dent á, at teir fysisku karm-
arnir eru als ikki tað týdn-
ingarmesta. Tað er ikki
sagt, at næmingurin skal
hava eitt kamar fyri seg
sjálvan.
– Týdningarmest er, at
familjan er opin fyri at lata
sítt heim upp fyri einum
fremmandum, deila við
viðkomandi og verða góður
við hann. Hetta telur nógv
meira enn at næmingurin
fær egið kamar, egna inn-
gongd og annað, sum so at
siga als ikki er neyðugt.
Krøvini til familjuna eru
ikki serliga stór. Tó skal
hon vera rímiliga opin,
flexibul og tolin. Áhugin
hevur eisini nógv at siga.
Áhugi er týdningarmikil,
og eisini tað, at viðkomandi
verður tikin inn í familjuna,
sum ein familjulimur.
– Hetta merkir tó ikki, at
næmingurin skal undir-
haldast
24
tímar
um
døgnið. Næmingurin eigur
sjálvur at finna sítt egna
undirhald. Hetta verið seg
vinir, ítróttur, skótar, kór
ella annað, ið hevur hansara
áhuga,
sigur
Elisabeth
Holm.
Ikki bara Havn
AFS ynskir ikki bara fa-
miljur í Havn. Tey, sum
búgva á smáplássum í Før-
oyum, eru meira enn væl-
komin at gerast vertsfa-
miljur.
– Tá AFS´arar eru á
smápláss, so hava teir ofta
lættari við at integrera seg í
nærumhvørvið. Ikki er
neyðugt, at senda næm-
ingin á studentaskúla, tí um
meldað verður út nóg tíð-
liga, og næmingurin hevur
hóskandi aldur, so kann
hann eisini ganga á fram-
haldsskúla, sum hoyrir til
kommununa. Á smápláss-
um kenna øll hvønn annan,
og er hetta avgjørt ein fyri-
munur, greiðir Elisabeth
Holm frá.
At fáa ein fremmandan í
húsi á henda hátt leggur
upp til spennandi samtalur,
har unglingurin hevur nak-
að at geva aftur. Tað verið
seg, at hann veit jú nógv at
fortelja um heimland sítt,
og so er hann forvitin at
vita so nógv um Føroyar
sum til ber.
Sum familja lærir man
meira um seg sjálvan.
Hvussu tað ymsu støðurnar
skulu takklast, og sjónar-
ringurin víðkast.
– Nú skal man heldur
ikki halda, at tá man hevur
fingið ein næming í húsið,
at familjan síðani verður
slept á fjall hesum viðvíkj-
andi. Nei, hvør næmingur
hevur egnan kontaktpersón,
sum hann kann ráðgeva seg
við, og sum familjan kann
venda sær til. Harafturat
stendur AFS altíð til ráðs
um tað er nakað ein ivast í.
Í ringasta føri, um tingini
als ikki ganga, so skal ein
gera vart við tað, tí so
verður næmingurin fluttur,
sigur Elisabeth.
Tað eigur tó at verða væl
umhugsað áðrenn dyrnar
verða latnar upp á henda
hátt. Men tá tað verður
gjørt, verður hetta ein rík
uppliving fyri lívið.
AFS:
Latið
dyrnar upp
fyri verðini
Holly er ein av AFS´arunum í Føroyum í ár. Hon býr í Fuglafirði og gongur í skúla á Kambsdali. Í ár hava tvær gentur, ein týsk
og ein brasiliansk, valt at sleppa til Føroya, men hetta er ikki altíð so lætt, tí ov fáar vertsfamiljur melda seg
Mynd: Jens Kr. Vang
Í Havn hevur verið
rímiliga friðarligt
um vikuskiftið,
verður sagt av
politistøðini. Tó
hava heili 11 fólk
verið í kjallaranum,
sum teir kalla tað,
og sovið rúsin av
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
– At fáa 11 fólk inn á
støðina at sova, er rætti-
liga nógv, sigur vakthav-
andi á politistøðini í
Havn. – Tað er í øllum
førum meira enn vanligt.
Tey, ið komu inn at gista,
vórðu tikin síðani seinna-
partin fríggjadagin, og
tey flestu fyri fyllskap.
Annars hevur verið
rættiliga friðarligt. Eitt
sindur av herverki her og
har, onkrir brotnir rútar,
og eisini hevur onkur
brotið bakrútin á einum
politibili. Hetta hendi
náttina til sunnudagin í
miðbýnum.
Í Klaksvík og í Vágun-
um hevur annars verið
stak friðarligt. Politi-
støðin í Klaksvík hevði
havt
ein
yvirnáttandi
gest, og tað var ein hund-
ur.
– Tá hundar ganga og
mala leysir í býnum, so
taka vit teir inn, sigur
vakthavandi í Klaksvík. –
Men vit fingu ongar upp-
ringingar um vikuskiftið,
so ein kann róliga siga, at
tað hevur verið ógvuliga
friðarligt.
Um 19 tíðina
sunnukvøldið var
eitt ferðsluóhapp á
Kambsdali, har ein
19 ára gamal
drongur og ein 15
ára gomul genta
vóru við
ÓHAPP
Ingrid Bjarnastein
Veðrið var gott og veg-
urin er góður at koyra á,
og tí veit løgreglan í
Runavík ikki at siga, hvør
orsøkin var til óhappið.
Tað var um 19 tíðina
sunnukvøldið, at politi-
støðin í Runavík fekk
fráboðan um eitt ferðslu-
óhapp beint sunnanfyri
Fuglafjørð - við Breiðará.
Ein 19 ára gamal
drongur og ein 15 ára
gomul genta vóru við, og
hevði drongurin fingið
rættiliga stóran skaða.
Gentan var ikki eins illa
stødd og drongurin, men
tey vórðu bæði flutt á
Landssjúkrahúsið.
Annars verður sagt av
politistøðini í Runavík, at
ógvuliga friðarligt hevur
verið um vikuskiftið.
Dansur var á Kambsdali,
men tað hevur ikki merkt
løgregluna. Sum heild
kring landið lata politi-
støðirnar stak væl at, so
ein kann siga, at fólk
hava skikkað sær heilt
væl um vikuskiftið.
11 inn at sova
Ferðsluóhapp við Breiðará
Leygarnáttina hava
ótangar havt fragd av
at gjørt seg inn á bát
í bátahylinum í Vági
HERVERK
Dagfinn Olsen
Tað var ein ógvuslig sjón,
ið møtti fólki, ið kom í
bátahylin í Vági leygar-
morgunin. Um náttina
hava ótangar havt fragd av
at gera seg inn á stutt-
leikabát.
Ótangarnir hava kett seg
og hava stytt sær stundir
við at blaka hegnpelar í
bátin, so rútarnir fóru í
knús. Tá fólk kom á staðið
á morgni, var nærum ikki
heilur rútur eftir og hegn-
pelarnir stóðu í allar ættir
úr brotnu rútunum.
Hegnpelarnar
høvdu
ótangarnir tikið frá timb-
urhandlinum, ið heldur til
á økinum. Hvør tað er, ið
hevur framt herverkið, er
ikki greitt.
Tey komu og nú eru
tey farin. Noel og
Anja, sum vóru við í
Baren á TV3, vitjaðu í
Føroyum um viku-
skiftið. Tey hava m.a.
verið við til at lata
nýggja Teledepilin hjá
Føroya Tele upp, og so
hava tey eisini verið
at sæð í Platform
VITJAN
Ingrid Bjarnastein
Tey síggja ógvuliga for-
elskað út. Klemmast, muss-
ast og nálgast alla tíðina.
Noel og Anja vitjaðu í
Føroyum um vikuskiftið
har tey hava verið við til
ymisk tiltøk her í høvuðs-
staðnum. Sosialurin var og
fekk eitt prát við tey bæði
seinnapartin fríggjadagin,
stutt eftir at tey vóru komin
til Føroya.
– Føroyar eru eitt fantast-
iskt land, sigur Noel, sum
er tann, ið tosar mest. Anja
heldur seg meira í bak-
grundini, men viðhvørt
kemur hon við onkrum við-
merkingum.
– Omma mín hevur verið
her uppi, og hon hevði tikið
uppá video, og tað sum vit
hava sæð higartil er heilt
ótrúligt.
Noel vann í Baren 2002
og hetta hevði við sær, at
hann varð hálvmillión-
ingur. Tá hann vann segði
hann, at ætlanin var at fara
at ferðast, og hetta er eitt
lítið stig á leiðini.
– Grundin til, at vit eru
her er alt hansara, sigur
Anja flennandi, og peikar á
Martin Brodersen frá Før-
oya Tele, sum hevur fingið
tað í lag, at tey bæði koma
til Føroya.
– Ja, leggur Noel afturat,
– Vit søgdu ja, tí hetta er
ein givin møguleiki. Tá tú
skalt út á ferðast, so eru
Føroyar so heilt vist ikki
tað fyrsta tú hugsar um,
men nú vit fingu møgu-
leikan valdu vit at taka av.
Hevði tað ikki verið fyri
sendingini, so høvdu vit
helst ongantíð komið til
Føroya.
Fólk hyggja
At vera við í Baren 2002
hevur bæði havt negativar
og positivar fylgjur. Noel
greiðir soleiðis frá:
– Fyri tað fysta, so fekk
eg eina deiliga gentu og fyri
tað næsta meira pengar.
Men tað er so tað positiva
Tá tú gongur á gøtunum í
Keypmannahavn, so kennir
tú á tær, at fólk hyggja eitt
sindur meira enn vanligt,
og eygnabráini hvíla á tær
eina løtu. Tað verður sett
nógv meira fokus á teg,
sum
einstaklingur
enn
áðrenn, og tað kennist eitt
sindur løgið í fyrstuni. Og
harafturat so er tað ein
rúgva av telefonballadu,
sum kann vera ógvuliga
keðiligt.
Framtíðin hjá Noel Jo-
hansen er greið. Fyrst skal
hann gera útbúgvingina hjá
sær lidna. Hann lesur
løgfrøði í Keypmannahavn,
og í juni eru próvtøkur og
síðani skal hann skriva
spesiali. Væntandi verður
hann liðugur í heyst.
– Nú havi eg lisið í seks
ár, so nú vil eg hava út-
búgvingina lidna, sigur
Noel. – Síðani skulu vit
standa á skíð í fýra mán-
aðar í Frankaríki. Ætlanin
er eisini at fara eina tokferð
í gjøgnum Evropa, til Italia
og aðrastaðni. Eg las í
London í fjør, og har kom
eg at kenna eina rúgvu av
fólki runt í Evropa. Men
hetta verður so ikki fyrr enn
HM í fótbólti hevur verið,
sigur Noel flennandi.
Ætlanin var at fara at
ferðast beint aftaná at
Baren var liðug, men av tí,
at Anja misti plássið har
hon býr, valdu tey at bíða
eina tíð.
Fjølmiðlarnir liggja
stillir
Noel og Anja verða av
donskum fjølmiðlum rópt
fyri "tv-kærester". Longu
her er fingurin settur á, hvat
fyri slag av forholdi fólk
vænta tey hava. Men Noel
sigur, at hetta er djúpari enn
so.
– Tað var ógvuliga ringt
tá vit vóru inni í Baren. Vit
høvdu allatíðina mikrofonir
á, so vit kundu ikki fortelja,
hvørjum øðrum okkara
innastu loynidómar. Ikki
fyrr enn aftaná, hava vit
lært hvønn annan rættiliga
at kenna, og tað hevur verið
heilt fantastiskt. Men fólk
síggja okkum sum ein
persón. Vit eru altíð Noel
og Anja. Tey duga ikki at
síggja ein uttan hin, tí so
spyrja tey altíð eftir hinum,
sum ikki er har, greiðir
Noel frá.
– Síðani eg eri komin
útaftur hevur tað verið ringt
at venja seg við, at vera ein
kendur persónur. Men av tí
TV3 nú hevur sett nógv
fokus á Robinson 2002, so
fer nógv meira uppmerk-
somheit til tað enn á okk-
um, sum vóru við. Har-
afturat, so var Baren 2002
ikki nøkur brakandi succes,
tá tað kemur til hyggjarar,
men eg havi havt nøkur
løgin upplivilsir, sigur Noel
og greiðir víðari frá:
– Stutt eftir, at eg var
komin út aftur, so gekk eg í
Keypmannahavn
við
vinunum hjá mær. Brádliga
flokkaðist ein skúlaflokkur
uppá eini 20 børn rundan
um meg, har eg ikki visti
míni livandi ráð. Hetta er
óskyldugt, men ringt at
venja seg við. Tey hildu í
øllum førum tað var ógvu-
liga stuttligt, men tað
endaði við, at eg noyddist
at biðja vinirnar hjá mær
fara ein veg, og eg ein
annan. Hetta er eitt sindur
løgið, at tú soleiðis verður
umringaður, tá tú mestsum
gongur í tínum egnum
tankum, men í síðsta enda
er hetta bara nakað tú skalt
venja teg við. Vit eru nú
heldur ikki so ræðuliga
kend. Vit hava ikki úrættað
nakað serligt.
Sum heild liggja donsku
fjølmiðlarnir rættiliga still-
ir, hvat vinnaranum av
Baren 2002 viðvíkur. Nakr-
ar samrøður hava verið
gjørdar, men tí Robinson
2002 fyllir so nógv, so eru
nakrar sendingar meira ella
minni valdar frá.
– Hetta er á einum støði,
har eg framvegis kann vera
við og halda tað vera stutt-
ligt, sigur Noel. – Tíbetur
hevur tað ikki verið stress-
andi.
Vinirnir flenna
Tá Noel fortaldi fyri vinun-
um, at hann fór at vera við í
Baren 2002, flentu teir eftir
honum. Stóribeiggi hans-
ara, Thomas, gjørdi ikki
mætari enn at siga, at nú
var Noel vorðin til tað,
hann altíð hevði vanvirt.
– Men sum sendingarnar
gingu, og tað gekk væl hjá
mær, so havi eg fingið posi-
tivt feedback frá vinunum
hjá mær. Teir halda, tað er
stuttligt at hoyra um, og teir
vísa áhuga í tí, eg havi
gjørt, sigur Noel.
– Og nú tá eg vann, kann
ein siga, at eg havi gjørt
teirra
vanvirðing
til
skomm.
Men danska sjónvarps-
parið hevur eina fulla skrá,
so tá eitt lítið korter var
farið, var tíðin komin at
taka nakrar myndir, og
síðani lata tey fáa frið. Tey
vóru annars í Platform
fríggjakvøldið, og leygar-
dagin lótu tey nýggja Tele-
depilin upp, har tey skriv-
aðu autografar fyri eini
rúgvu av fólki. Síðani vóru
tey aftur í Platform leygar-
kvøldið, har vinnarin av
Baren 2001, Erkan, eisini
var við.
Noel og Anja:
Vit verða sæð sum eitt
Eitt tað kendasta sjónvarpsparið í Danmark, Noel og Anja
Mynd: Finnur Justinussen
Ótangar í bátahyli
Leygarnáttina hava
ótangar havt fragd av at
gjørt seg inn á bát í
bátahylinum í Vági
C
M
Y
K
7
6