týsdagur 7. mai 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 85 - 7. mai 2002
Nr. 85 - 7. mai 2002
9
– Tað er ógjørligt at
útvega patolog og tí
hava vit gjørt sam-
starvsavtalu við
Ríkissjúkrahúsið.
Men tað ger okkum
ikki verri fyri, sigur
Anna Grethe Mikkel-
sen, læknastjóri
HEILSUVERKIÐ
Áki Bertholdsen
Nú er ongin patologur
longur á Landssjúkrahúsin-
um.
Patologurin sum var,
Mogens Egholm, legði frá
sær fyrsta mai og tí hevur
verið neyðugt at umskipa
virksemið á Landssjúkra-
húsinum.
Tað kemur ikki óvart á
leiðsluna fyri Landssjúkra-
húsið, at hann leggur frá
sær, tí tað eru nú fleiri ár
síðani, at hann fór frá fyri
aldur, men kortini hevur
hann arbeitt í fleiri ár, men
fyrsta mai legði hann so
endaliga frá sær.
Men tað hevur verið
ógjørligt at fáa nakran pato-
log á Landssjúkrsahúsið at
taka starvið eftir hann.
– Hetta er ikki nakað ser-
stakt fyribrigdi fyri Lands-
sjúkrahúsið. Tað eru ógvu-
liga fáir patologar til so tað
eru mong sjúkrahús ymsa-
staðni, sum ikki fáa pato-
logar, sigur Anne Grethe
Mikkelsen, læknastjóri á
Landssjúkrahúsinum.
Patologar
gera
nógv
ymisk arbeiði. Tað eru m.a.
teir, ið kanna royndirnar, ið
verða tiknar í teimum fyri-
byrgjandi kanningum, sum
verða gjørdar av kvinnum.
Teir kanna eisini royndir ið
verða tiknar av vevnaði og
blóði fyri at vita, um sjúka
er uppi í og tá ið umstøð-
urnar tala fyri tí, eru tað
teir, ið kanna lík fyri at vita,
hvør deyðsorøkin er.
– Tað er stórur tørvur á
patologum runt um. Í Dan-
mark er bara 70% av tørv-
inum nøktaður og tað er
onki sum bendir á, at hetta
fer at broytast framyvir,
sigur Anne Grethe Mikkel-
sen, læknastjóri á Lands-
sjúkrahúsinum í Havn.
Góð samstarvsavtala
– Tann partin av patolog-
iska arbeiðnum, sum er at
kanna deyðsorsøkina, kann
ikki longur verða gjørd á
Landssjúkrahúsinum.
– Men er tað neyðugt, ber
altíð til at fáa ein patolog
uttan eftir at gera tað.
Er talan hinvegin um
rættarliga patologi, tvs, at
kanna lík, tá ið illgruni er
um brotsverk, er ikki loyvt
at brúka egnar patologar, tí
tá koma altíð rættarligir
patologar uttaneftir.
Fyri at nøkta tørvin á
patologiskum kanningum
annars, hevur Landssjúkra-
húsið tí gjørt eina avtalu
við Ríkissjúkrahúsið.
– Hetta er ein góð avtala
sum ger, at vit í framtíðini
ikki vera verri fyri, enn vit
hava verið, sigur Ane
Grethe Mikkelsen.
Hon sigur, at eftir avtal-
uni verða royndirnar, sum
verða tiknar í Føroyum,
pakkaðar og sendar á Ríkis-
sjúkrahúsið og so fáa vit
svar í faxi í seinasta lagi
tríggjar dagar eftir.
Býta útreiðslurnar
Ein annar partur av pato-
logiska arbeiðnum er at
kanna royndir, sum verða
tiknir av sjúklingum ímeð-
an teir liggja undir skurði.
Men eisini tað er avtala
gjørd við Ríkissjúkrahúsið
um, so at Landssjúkrahúsið
útvegar sær útgerð til tele-
medisinska útgerð, tvs, at
myndir
av
royndunum
verða fluttar niður á Ríkis-
sjúkrahúsið elektroniskt.
– Tað merkir, at tá ið
royndir verða tiknar av
sjúklingum, sum liggja
undir skurði, verða teir
lagdur undir mikroskopið
og so kunnu patologarnir á
ríkkissjúkrahúsinum síggja
royndirnar samstundis, sum
tey í Havn og koma til eitt
úrslit beinanvegin. Tað ber
eisini til at tosa ímillum
starvsfólkið í Havn og á
Ríkissjúkrahúsinum.
Anne Grethe Mikkelsen
sigur hendan tænastan frá
Ríkissjúkrahúsinum
er
ókeypis.
Útgerðin til hesa tele-
medisinsku útgerðina kost-
ar 1,4 millión, men av teim-
um rindar Ríkissjúkrahúsið
900.000 krónur og vit
betala 500.000 krónur.
– Hetta ger Ríkissjúkra-
húsið til tey fegin vilja hava
hesa tænastuna og útgerðin
kann eisini brúkast til onn-
ur sjúkrahús.
Hon sigur, at av tí, at trot-
ið á patologum er so stórt,
er gongdin nú tann, at pato-
logi verður savnað á mið-
deplum, sum fleiri sjúkra-
hús so brúka.
Hon sigur, at samstundis,
eru laborantar á Lands-
sjúkrahúsinum útbúnir til at
arbeiða undir nýggju skip-
anini.
– Tað, sum vit hava gjørt,
er at brynja okkum út til
framtíðina, leggur hon aft-
urat.
Anna Grethe Mikkelsen
sigur, at avtalan við Ríkis-
sjúkrahúsið ger, at Lands-
sjúkrahúsið er ikki verri
fyri, enn tað var framman-
undan.
– Orsøkin til, at vit hava
valt Ríkissjúkrahúsið, er at
vit senda teir allarflestu av
okkara sjúklingum á Ríkis-
sjúkrahúsið og tað sam-
starvið eru vit sera væl
nøgd við. Og tá er tað ein
fyrimunur at patologisku
royndirnar eisini verða
gjørdar á sama sjúkrahúsið,
so at alt er undir sama taki.
Verkfallið hjá Skip-
ara- og Navigatør-
ferlagnum nú eisini
ført við sær, at eisini
Suðuroyggin er blivin
púra turrløgd fyri
dieselolju
VERKFALL
Áki Bertholdsen
Suðuroy: Avleiðingarnar
av verkfallinum, hjá Skip-
ara og Navigatørfelagnum
verða meiri og meiri sjón-
ligar. Og enn sum áður, er
tað útjaðarin í Føroyum,
sum er harðast raktur, sam-
stundis sum alt gongur sína
púra vanligu gongd í mið-
staðarøkinum.
Fyri nøkrum døgum síð-
ani var bæði olja og bensin
uppi í Vágum.
Men nú eru bilar, ið
brúka diesel, eisini av álv-
ara farnir at fækkast á veg-
unum í Suðuroy, tí nú er
heldur onki auto-diesel eftir
har.
Tað er meiri enn ein vika
síðani, at dieseloljan til bil-
ar var uppi í syðru helvt í
Suðuroy, men nú er er tomt
allastaðni í oynni.
Onkrar støðir høvdu eitt
sindur eftir í gjár, men tey
væntaðu, at tað fór at vera
uppi, sum dagurin leið.
Hinvegin er ongin vandi
fyri at goymslurnar av ben-
sini og gassolju til húsar-
hald, fara at ganga undan.
Orsøkin til, at dieseloljan
til bilar er farin at ganga
undan, er, at ongin goymsla
er til hesa oljuna í oynni.
Shell og Statoil senda
tangabilar norður um fjørð
við Smyrli, tá ið tørvur er á
tí, men tað ber ikki til, so
longi verkfallið hevur lagt
Strandferðsluna lamna.
Hinvegin eru goymslur til
bæði bensin og gassolju til
húsarhald, so tað fer ikki at
ganga undan.
Bæði Statoil og Shell
siga, at dieselolja til bilar er
ikki tað sama, sum gassolja
til húsarhald, hóast nógv
halda tað.
Viðhvørt hevur verið
brúkt at koyra gassolju til
húsarhald í tangan í bilin-
um, men tað er avgjørt ikki
ráðiligt nú.
– Nógvir persónbilar
hava so fíntfølandi motor,
at teir tola als ikki gass-
oljuna,
siga
Tummas
Thomsen á Shell í Suðuroy.
Tað er eitt sindur øðrvísi
við lastbilum, men hann
sigur, at tað avgjørt er fyri
egnu ábyrgd, at gassolja
verður koyrd í tangarnar, tí
teir mæla ikki til tað.
Bæði Statoil og Shell
siga, at har koyra tey ikki
gassolju í tangarnar á bil-
unum, men hvat fólk gera
sjálvi, stendur fyri egnu
ábyrgd.
Annars ljóðaði í gjára-
morgum, at ein tangabátur
skuldi koma suður við
dieselolju til bilar, men
ongin visti, nær tað for at
vera.
Men hetta vita oljufeløg-
ini onki um.
– Tað eru ongar ætlanir
um at senda bát suður við
autodiesel, sigur Hákun
Djurhuus á Føroya Shell og
tað sama sigur Hans Waag
á Statoil.
Landssjúkrahúsið gjørt góða avtalu
við Ríkissjúkrahúsið
– Vit hava gjørt eina avtalu við Ríkissjúkrahúsið sum ger, at vit ikki vera verri fyri, enn vit hava
verið, sigur Anne Grethe Mikkelsen, læknastjóri á Landssjúkrahúsinum
Ikki dropin eftir í Suðuroy
Hetta skelti hongur nú á besinstøðunum í Suðuroy. Verkfallið
ger, at ongin diselolja til bilar er eftir í oynni
Bilarnir finnast eisini á:
www.nissan.fo
v/ oyggjarvegin • Postsmoga 3171
110 Tórshavn • Tel. 31 61 61
Sosialurin
Nissan Almera 2,0 Diesel GX
gráur, 4 hurðar,
árg. 1997, 151.000 km.
94.000
Nissan Primera 1,6 LX
gráur, 4 hurðar,
árg. 1995, 126.000 km.
69.000
Nissan Primera 2,0
reyður, 4 hurðar,
árg. 1991, 121.000 km.
47.000
Nissan King Cab 4x4 Diesel
gráur, 2 hurðar,
árg. 1996.
78.000
Peugeot 206 XR 1,9 D
bronze, 5 hurðar,
árg. 1999, 88.000 km.
110.000
Peugeot 306 XS 2,0 St. Car
ljósa bláur, 5 hurðar,
árg. 1999.
130.000
Peugeot 605 SRDT 2,1 Aut.
bláur, 4 hurðar,
árg. 1994, 230.000 km.
120.000
Peugeot 306 Diesel Aircon
bláur, 4 hurðar,
árg. 1999, 47.000 km.
125.000
Peugeot 206 XR 1,4
svartur, 3 hurðar,
árg. 1999, 88.000 km.
100.000
Peugeot 106 Diesel
gráur, 3 hurðar,
árg. 1996, 110.000 km.
72.000
Opel Astra 2,0 Dti Wagon
gráur, 5 hurðar,
árg. 1998, 76.000 km.
130.000
Opel Astra 1,6
bláur, 5 hurðar,
árg. 1995, 109.000 km.
67.000
Opel Astra 1,6
reyður, 5 hurðar,
árg. 1999, 52.000 km.
119.000
Opel Astra 1,4
bláur, 3 hurðar,
árg. 1997, 97.000 km.
70.000
Opel Astra 1,7dt Wagon
reyður, 5 hurðar,
árg. 1995.
67.000
Opel Corsa 1,4 Swing
bláur, 5 hurðar,
árg. 1997, 58.000 km.
69.000
Opel Combo 1,4 Van
reyður, 3 hurðar,
árg. 1995.
49.000
Opel Combo 1,4 Van
hvítur, 3 hurðar,
árg. 1997, 52.000 km.
59.000
Opel Astra 1,7Dtl
grønur, 4 hurðar,
árg. 1997, 108.000 km.
99.000
Opel Astra 1,7Dt
beige, 5 hurðar,
árg. 1996, 95.000 km.
85.000
C
M
Y
K
9
8
– Tú kanst í roynd og
veru ikki nýta
andstøðusessin til
nakað serligt, sigur
Tórfinn Smith, sum
nú er vorðin limur í
býráðssamgonguni í
Tórshavnar býráð
TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ
Heri á Rógvi
Tórshavn: Tórfinn Smith
hevur gjørt av taka úr and-
støðuni í Tórshavnar býráð
og fer uppí samgonguna. Í
samgonguni
eru
Sam-
bandsflokkurin og Fólka-
flokkurin. Teir eiga tilsam-
ans átta býráðslimir. Í and-
støðuni er Tjóðveldisflokk-
urin við trimum limum og
Javnaðarflokkurin
við
teimum báðum Elin Lin-
denskov og Tórfinn Smith.
Sostatt er býtið millum
andstøðu og samgongu átta
móti fimm, men ein broyt-
ing er á veg.
Á býráðsfundi miku-
kvøldið verða munandi
broytingar gjørdar í nevnd-
unum
hjá
Tórshavnar
Býráð, tí samgongan við
Tórfinn Smith nú eigur so
stóran meiriluta, at teir eiga
fýra av fimm nevndarlim-
um í hvørjari nevnd.
Riggar ikki
Tórfinn Smith sigur um
sína avgerð, at hann kendi
seg noyddan at taka hesa
avgerðina, tí hann heldur
ikki, at hann fær mógmikið
burturúr
sum
limur
í
andstøðuni.
– Tú kanst í roynd og
veru ikki nýta andstøðu-
sessin til nakað serligt, sig-
ur Tórfinn Smith.
Hann greiðir frá, at teir
longu eftir valið fyri góðum
hálvumøðrum ári síðani
royndu at skipa tað soleiðis,
at ikki skuldu sita uttanfyri
í einari møguligar sam-
gongu, tí støðan hjá Javn-
aðarflokkinum var tann, at
teir illa kundu vera við í
einari møguligari sam-
gongu við sínum tveimum
býráðslimum. Hann kallar
tað, at sita í andstøðu, fyri
eina troystarleysa oyði-
markargongd.
– Eg haldi, at mínir velj-
arar hava uppiborið betri.
Teir vilja heldur hava, at eg
kann hava eina ávirkan á
politikkin, tí sum andstøðu-
limur fært tú næstan einki
gjørt, sigur Tórfinn Smith.
Hann fekk tilboðið um at
koma við í samgonguna
longu tíðliga í ár, men hev-
ur ikki vilja tikið av. Til-
boðið var bara galdandi fyri
hann og ikki fyri Elin Lin-
denskov, sum jú er hitt um-
boði í Býráðnum fyri Javn-
aðarflokkin.
– Tíðin er farin frá hesum
taktiska politiska spælin-
um. Eg haldi, at veljararnir
hava uppiborið meira, so-
leiðis at teir kunnu fáa
ávirkan gjøgnum sína at-
kvøðu,
sigur
Tórfinn
Smith.
Formaður
Sum nýggjur limur í sam-
gonguni í Tórshavnar býráð
gerst Tórfinn Smith for-
maður í umhvørvis- og
heilsunevndini hjá Tórs-
havnar býráð. Hann verður
eisini limur í sosialunevnd.
Hann varðveitur nevndar-
sessirnir í havnanevndini
og mentanarnevndini.
Tórfinn Smith hevur
ongar ætlanir um at taka
seg úr Javnaðarflokkinum.
Hann hevur enn ikki gjørt
av, um hann stillar upp til
komandi kommunuval.
Tórfinn
Smith
varð
fyrstu ferð valdur í Tórs-
havnar býráð í 1984. Hann
varð ikki afturvaldur, men
tá Svend Aage Andersen
andaðist í 1989, so kom
hann inn aftur í býráðið.
Hann er valdur aftur á øll-
um valum síðani tá. Hann
hevur verið umboð fyri
Javnaðarflokkin saman við
Elini Lindenskov síðani
1992.
Tórfinn Smith uppí samgonguna:
Onga ávirkan sum andstøðulimur
– Tíðin er farin frá hesum
taktiska politiska spælinum.
Eg haldi, at veljararnir hava
uppiborið meira, soleiðis at
teir kunnu fáa ávirkan
gjøgnum sína atkvøðu, sigur
Tórfinn Smith, sum er farin
uppí samgonguna í
Tórshavnar býráð
– Eg fari ikki at stilla
upp saman við
Tórfinn Smith aftur,
sigur Elin Linden-
skov, býráðslimur fyri
Javnaðarflokkin
TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ
Heri á Rógvi
Tórshavn: Elin Linden-
skov er ikki fegin um ný-
komnu støðuna, har hon nú
er vorðin einsamalt umboð
fyri Javnaðarflokkin í and-
støðu í Tórshavnar býráð.
Hennara partamaður, Tór-
finn Smith, er nevniliga
farin uppí samgonguna við
Sambandsflokkinum
og
Fólkaflokkinum.
– Eg dugi ikki at síggja,
at vit eru nakar bólkur
longur, sigur Elin Linden-
skov.
Hon fekk ikki nakað til-
boð um at koma uppí borg-
arligu samgonguna í Tórs-
havnar býráð.
– Hevði eg fingið tilboð-
ið, so hevði eg viljað kjak-
ast um tað, men eg hevði
gjørt tað einsamøll, stað-
festir Elin Lindenskov.
Nevndin í Suðurstreym-
oyar javnaðarfelag hevði
fund í gjárkvøldið, eftir at
blaðið fór til prentingar.
Elin Lindenskov hevur
eisini boðað stjórnini í
Javnaðarflokkinum frá ný-
komnu støðuni og hennara
ónød.
– Hetta er skaðandi fyri
umdømið hjá Javnaðar-
flokkin og skaðandi fyri
samstarvið í andstøðuni.
Vit eru vald fyri Javnaðar-
flokkin og skulu umboða
flokkin, sigur Elin Linden-
skov.
Hon visti av, at Tórfinn
Smith hevði fingið eitt til-
boð um at koma uppí sam-
gonguna, og hon skilir, at
hann hevur bíðað til eftir
løgtingsvalið. Tað var tó
ikki við hennara góða vilja,
at hon móttók eitt teldu-
bræv sunnukvøldið, har
Tórfinn Smith boðaði frá,
at hann var farin uppí sam-
gonguna.
Elin Lindenskov heldur
annars ikki, at samgongan í
býráðnum hevur fingið
nakað sum helst burturúr.
Andstøðan hevur haraftur-
ímóti virkað væl.
Elin Lindenskov:
Vit eru eingin bólkur
longur
– Tórfinn Smith
hevur verið positivur
mótvegis samgong-
uni, og tí fekk hann
tilboðið. Elin Linden-
skov hevur ikki verið
eins positiv, og fekk tí
einki tilboð, sigur Jan
Christiansen, nú
hann hevur fingið ein
samgongulim afturat
TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ
Heri á Rógvi
Tórshavn: Tað var Jan
Christiansen, borgarstjóri í
Tórshavnar kommunu, sum
bjóðaði Tórfinni Smith eitt
pláss í býráðssamgonguni,
har
Fólkaflokkurin
og
Sambandsflokkurin eru.
Hesum tilboðið hevur
Tórfinn Smith tikið av. Til-
boðið fekk hann fyrr í ár,
men hevur ikki tikið støðu
fyrr enn nú.
Hitt umboðið fyri Javn-
aðarflokkin, Elin Linden-
skov, fekk tó einki tilboð.
– Tórfinn Smith hevur
verið positivur mótvegis
samgonguni, og tí fekk
hann tilboðið. Elin Linden-
skov hevur ikki verið eins
positiv, og fekk tí einki til-
boð, sigur Jan Christian-
sen.
Jan Christiansen sigur, at
tað er ein einmælt sam-
gonga, ið hevur boðið Tór-
finni uppí samstarvið.
– Hetta skuldi stabiliser-
að samgonguna. Nú eiga
vit eisini fýra av fimm
nevndarlimum í nevndun-
um, sigur Jan Christiansen.
Hann heldur, at sam-
starvið í samgonguni hevur
riggað ómetaliga væl, og
tað styrkir bara um sam-
gonguna, at Tórfinn Smith
nú er vorðin limur.
Mikukvøldið
verður
eyka býráðsfundur, har
nevndirnar verða skipaðar
– í øllum førum partvíst –
av nýggjum. Samgongan
hevur fingið sjey nýggjar
nevndarsessir og andstøðan
hevur mist sjey. Tískil
skulu kortini blandast av
nýggjum.
Jan Christiansen:
Tórfinn hevur
verið positivur
– Hetta skuldi stabiliserað
samgonguna. Nú eiga vit eis-
ini fýra av fimm nevndarlim-
um í nevndunum, sigur Jan
Christiansen
– Hetta er skaðandi fyri
umdømið hjá Javnaðarflokk-
inum og skaðandi fyri sam-
starvið í andstøðuni. Vit eru
vald fyri Javnaðarflokkin og
skulu umboða flokkin, sigur
Elin Lindenskov