Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. mai 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 85 - 7. mai 2002 Nr. 85 - 7. mai 2002 13 Framførslur í Fríð- rikskirkjuni og í Vesturkirkjuni Ólavur Hátún Nú her í várhálvuni hevur Havnarkóri fyrireikað seg til framførslu av enn einum av musikksøgunnar megn- arverkum, og nú í morgin, mikudagin, og í ovurmorg- in, Kristi himmalsferðar- dag, verða konsertir í Fríð- rikskirkjuni og í Vestur- kirkjuni. Talan er um Magnificat eftir Johannes Sebastian Bach, sum saman við Jóhannespassiónini, Matteuspassiónini og H- moll messuni er at meta sum eitt av máttmikjlastu tónaverkum úr hansara hondum. Frá byrjan til enda mynd- ar Magnificat eftir J.S.Bach lovsong Mariu moy á hennara boðanardegi. Teksturin er beinleiðis úr Halgubók (Lukas 1, 46- 55), og tað eru byrjan- arorðini "Magnificat anima mea Dominum" (Sál mín hálovar Harranum), sum hava givið hesum fagn- aðarljómi sítt heiti. Eftir inngangandi 30 taktir við fullsettum orkestri - strúk- arar, floytur, oboir, trom- petir, cembalo og paukur - leggur 5-raddaða kórið í ovurgleði fyri við hesum orðum. 2. Við strúkarafylgispæli heldur yndisliga sopran- soloin fram við "Frøtt seg hevur andi mín í Gudi, frelsara mínum". Trídeilda taktin er eyðkend fyri Bach í slíkari gleðisstund. 3. Í prýðiligum tóna- arabeski við continuostuðli frá celloini umkransa sopranin og obo d´damore tekstarorðini "Tí hann hevur hugt til lítilsvirði tænastukvinnu sínar". 4. Uttan slit heldur megnar- kórið saman við træblás- arum og strúkarum fram í fjórða parti við: "Tí sí, frá hesi stund munnu allar ættir sæla meg prísa". 5. "Tí at stórverk hevur hann mær gjørt, hin alvaldi, og heilagt er navn hans", syngur nú bass- solisturin, og við endurtak- andi greiðum tónalag fylg- ir continuospælið honum á leiðini. 6. Í kenslubornari duett syngja alt og tenorur "Og miskunn hans varir ætt eftir ætt hjá teimum, sum óttast hann", meðan floytu- og strúkaratrio varisliga leggja sítt til í hesum friðsæla miskunnarljóði. 7. Við fullsettum orkestri og av fullum alvi gevur kórið nú ljóð fyri bíbliu- orðunum "Hann veldisverk hevur útint vid armi sínum og hevur spreitt sundur hini hástóru í hugsan hjarta teirra". 8. Tónamálandi við fall- andi lag boðar tenorsolist- urin ógvisliga frá orðunum "Høvdingar hevur hann rindað úr hásæti niður", men ber so at enda fródliga uppeftir aftur við "og lítis- verd setti hann hátt". 9. Eins og við fuglaljómi sveima floyturnar báðar yvir hugtakandi alt-soloini, sum boðar frá øllum tí góða, sum tey svøltandi hava í væntu, meðan eins- ligi pizzicato tónin í bass- inum til seinast helst ímyndar tómleikan, sum verður lutur teirra múgv- andi. 10. og 11. Yvir gitna kvinnukórinum "Suscepit Israel" hoyrist nú í oboini upprunaliga gregorianska lagið til magnificat-tekstin "Hann hevur tikið sær av Ísrael, tænara sínum, til tess at minnast miskunn sína", og mergjaða 5- raddaða fugan heldur fram "-eftir tí, sum hann talaði til fedra vára - móti Ábraham og avkomi hans allar ævir." 11. Upp í flestøll av sín- um størru tónaverkuman festi Bach at enda á blaðið orðini "Soli Deo gloria", og máttmikið endar hann hendan sín fagnaðarljóm við liturgisku tekstarorð- unum "Heiður veri faðiri, syni og halga anda", har hann við intensivum triol- um fyrst leitar uppeftir móti tí himmalska, men hann letur halga andan eins og dala niður frá í erva. Til seinastu orðini "Sum tað var í fyrstuni soleiðis eisini nú og allar ævir. Amen." skapar tónaskaldið eina heildarkenslu við broti úr inngangandi tónleikinum. Solistarnir Berghild Poulsen hevur læraraprógv frá Føroya Læraraskúla við tónleiki sum linjugrein. Tíðliga gav hon til sjóndar sínar sertsøku songgávur. Hon hevur sungið nógv í kóri og tey seinastu mongu árini í Havnarkórinum. Í hesum umhvørvi kom hon í sam- band við úrvaldar sanglær- arar sum André Orlowitz úr Póllandi og gitnu íslendsku operusangarinnuna Ólöf Kolbrún Harðardóttir. Í kórsins framførslum av størri verkum sum t.d. Skapanini eftir Haydn, Händels Messias og Ein deutsches Requiem eftir Johs. Brahms hevur Berg- hild Poulsen við sínum tón- listasinni og sínari kenslu- bornu rødd ikki smæðst burtur undir liðini á úr- valdum solistum uttan úr heimi. Ofta eru boð eftir Berg- hild til solouppgávur hjá øðrum ljómliðum eisini, og eitt serligt tilknýti hevur hon havt til Tórshavnar Kamartrio. Elsa Súsanna Dals- gaard tók diplomprógv í sangi á Det kgl. danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn. Sanglær- arar hennara vóru John Gutman og Anne Nyborg. Í Danmark starvaðist hon sum professionellur sangari í Radiokoret, Det kgl. Operakor og í Jysk Opera- kor. Síðan 2000 hevur hon havt fast starv í Den norske Operas Kor í Oslo. Elsa Súsanna hevur havt solokonsertir ymsa staðni í Danmark, og hennara ljóm- andi rødd hevur eisini verið at hoyra á solokonsertum í Føroyum eitt nú í sambandi vid Summartónar. Tá Havnarkórið til sínar oratoriiframførslur hevur havt tørv á alt-sangara, hevur tað verið sum ein sjálvfylgja at heita á Elsu Súsonnu - soleiðis eisini til framførsluna av Händels Messias fyri seinastu jól. Í komandi starvsári skal Elsa Súsanna Dalsgaard verða solistur í operunum Rigoletto og La Traviata eftir Verdi á Den norske Opera. Hans Iversen tók lær- araprógv á Føroya Lærara- skúla 1987 við m.ø. tón- leiki sum linjugrein. Fór undir víðari tónleika- útbúgving sama ár á Musikhögskolan í Göte- borg og tók tónleika- læraraprógv haðani í 1991 við sangi sum aðalgrein. Hann hevur síðani virkað sum tónleikalærari, fyrst á Skrevøy í Norðurnoregi og seinastu fimm árini í Molde, har hann undirvísir mest innan tónleikalinjuna á Molde Videregående skole. Hans hevur verið bary- tonsolistur í m.ø. "Förklädd Gud" eftir Lars Erik Larsson, "Requiem" eftir Gabriel Fauré og "Jólaora- toriinum" eftir J.S.Bach og hevur havt leiklutir í trimum operettum: Kongur í "Prinsesssen på ærten" í 1990, Sigismund í "Somm- er i Tyrol" í 1997 og Freddy í "My fair Lady" í 1999. Þorbjörn Rúnarsson byrjaði sum smádrongur í Skólakóri Garðarbæjar, helt fram í gitna framhalds- skúlakórinum Hamra- hlíðarkórinn og hevur sungið í mongum úrvals- kórum eftir tað. Sumrini 1989-1992 var hann eitt av umboðum Íslands í World Youth Choir, har gávuríkir ungir sangarar úr øllum heimin- um koma saman at syngja. Þorbjörn hevur 5-ára songútbúgving, og millum lærarar hansara teljast mk.a. Siguður Dementz og W. Keith Reed. Umframt dagliga at undirvís á stu- dentaskúlanum á Egils- stöðum hevur hann relgu- liga havt sínar operuleik- lutir, eitt nú sum Tamino í Gandafloytu Mozarts og Almaviva í Rakaranum úr Sevilla eftir Rossini, og nú í summar skal hann syngja lutverk Ferrandos í Mo- zartsa Cosi Fan Tutte. Þorbjörn Rúnarsson er í seinastum vorðin gitin sum oratoriisangari eisini og var m.a. aðal tenorsolistur, tá Havnarkórið fyri jól í 2000 framførdi Jólaoratorium J.S.Bachs í Gøtu Kirkju og í Norðurlandahúsinum. Orkestrið er sett saman av føroyskum musikarum, teir flestu lærarar og næmingar í musikkskúlan- um, og einstøkum tónleik- arum uttanífrá. M.a. er konsertmeistarin eingin minni enn Peder Elbæk, fyrrverandi konsertmeistari í Radiosymfoniorkestret í Keypmannahavn, nú pro- fessari á Det kgl. danske Musikkonservatorium. Onnur áhugaverd framførsla Umframt Magnificat, sum man vera eindømi í tón- leikasøguni um tætta framsagnarmegi og eldhug- aðan boðskap, verður eisini onnur áhugaverd fram- førslu at hoyra á hesum konsertum Havnarkórsins. Talan er um fyrstufram- førslu í Føroyum av trimum motettum, Veni Domine, Laudate pueri, og Surrexit pastor bonus, fyri kvinnu- kór og orgul eftir Felix Mendelssohn Bartholdy. Orgulfylgispælið hevur kendi danski tónleikarin Steen Lindholm. Havnarkórið við orkestri og solistum Hans Iversen Berghild Poulsen Elsa Súsanna Dalsgaard Þorbjörn Rúnarsson Brúktir bilar til sølu Sosialurin - 311820 www.ivan.fo www.ivan.fo VW Polo 1,9TD km. 120.000, árg. mai 1996 75.000,- Mazda 323 1,3 4h km. 211.000, árg. 1989 32.000,- Mazda 323 1,5 4h km. 130.000, árg. apr. 1997 75.000,- Citroen Xsara 2,0 HDi Stc. 5H km. 83.000, árg. juni 1999 140.000,- Citroen Xsara 1,9TD 5H km. 83.000, árg. des. 1998 120.000,- Citroen ZX 1,4i 5H km. 105.000, árg. aug. 1995 70.000,- Citroen Xantia II 2,0 HDi stc. 5H km. 120.000, árg. sept.1999 139.000,- Mitsubishi L300 2,5D km. 161.000, árg. juni 1994 70.000,- Mitsubishi Lancer 1,5 GLXi 5h km. 145.000, árg. mai 1992 52.000,- Hyundai Accent 1,3 LS 5H km. 65.000, árg. feb. 1999 75.000,- Peugeot 306 1,9D 4H km. 150.000, árg. apr. 1995 80.000,- Seat Cordoba 1,9SDi STC. 5h km. 35.500, árg. aug. 1999 115.000,- Toyota Camry 2.2 GL km. 143.000, árg. jan. 1993 80.000,- Ford Courier vøruv. km. 78.000, árg. feb. 1996 47.000,- Ford Escort STC. VAN km. 95.500, árg. mars 1997 53.000,- C M Y K 13 12 Leiðarin á Fiskiveiði- eftirlitinum heldur, at tað átti at verið borið so í bandi, at føroysku vaktarskipini ikki liggja, tá ið verkfall er. - Hetta er ein óheppin støða, siga bæði Elmar Højgaard og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen FISKIVEIÐIEFTIRLIT Vilmund Jacobsen Nú verkfall er, og bæði tey føroysku vaktarskipini, Tjaldrið og Brimil, liggja svínabundin við bryggju, frættist um onkrar søgur av fiskifeltinum. Ein er, at eitt føroyskt skip skal hava hoyrt golf- stream-flogfarið hjá donsku sjóverjuni kallað á eitt par á Føroya Banka, men partrolararnir svaraðu ikki. Keldan sigur, at hann sá skipini trola og tók myndir av teimum. Hvat spurdist burtur úr hesum, vita vit ikki. Eru skerdir Elmar Højgaard á Fiski- veiðieftirlitinum ásannar, at eftirlitið er skert, nú før- oysku vaktarskipini liggja, men hann hevur ikki hoyrt um hesa søguna, sum keldan hjá okkum veit at siga. - Tað er ikki óvanligt, at ymiskar søgur ganga undir slíkum umstøðum. Vit hava gott samstarv við donsku sjóverjuna, men hava einki hoyrt um hatta. Hann sigur, at eitt av teimum donsku vaktarskip- unum er í føroyskum sjógvi, og teir hava tyrlu, sum regluliga er á flogi. - Danska vaktartænastan hevur avmarkaðar "res- soursir" til vernd av okkara sjóøki, og vit vænta, at teir gera tað, sum møguligt er. Vit senda eisini tyrluna hjá Atlantsflogi út á fiskifeltið av og á, og tí meta vit, at eftirlitið er so frægt, sum tað nú einaferð kann vera undir verkfallinum. Men hetta er ein óheppin støða, sum ikki átti at komið fyri, sigur Elmar. Tá ið vit spyrja, um tað ikki hevði verið løgið, um løgreglan var í verkfalli, er Elmar púra samdur. - Jú, hetta er ein støða, sum ikki átti at komið fyri. Men hetta er ikki fyrstu ferð, at føroysku vaktar- skipini liggja, og hetta verður neyvan heldur sein- astu ferð, um vit ikki fáa eina aðra skipan, sum ger, at skipini hjá vaktar- tænastuni ikki verða rakt, tá ið trætur eru á arbeiðs- marknaðinum. Elmar vísir á, at umframt danska vaktarskipið og tyrluna, er golfstream-flog- farið hjá donsku sjóverjuni eisini á flogi yvir føroyska landgrunninum av og á. Eingin tikin Sum skilst, er einki skip tikið fyri ólóga veiði, síðan verkfallið hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag byrjaði, og Fiskiveiðieftir- litið hevur ikki varhugan av, at skiparar gera sær dælt av støðuni. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen, heldur eisini, at støðan er ógvuliga óheppin. - Tað er greitt, at fiski- veiðieftirlitið er skert, nú føroysku vaktarskipini liggja. Hevði tað ikki verið so, høvdu vit ikki havt brúk fyri teimum báðum skipun- um, sum nú liggja svína- bundin. Men tað hava vit, og tí vóna vit, at trætan skjótt verður loyst, soleiðis at Tjaldrið og Brimil kunnu fara útaftur. Jørgen Niclasen kundi eisini hugsaðsær eina skip- an, sum á ein ella annan hátt hevði við sær, at vakt- arskipini ikki vera rakt, tá ið trætur eru á arbeiðs- marknaðinum. LIST Vilmund Jacobsen Eivør Pálsdóttir er ikki bara umtókt sum songkvinna, men so sanniliga eisini sum listarkvinna. Leygardagin, 4. mai, læt hon upp listarframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði við 14 acryl-málningum. Hóp- ur av fólki var á fram- sýningin leygardagin, og sunnudagin vóru eisini nógv fólk inni á gólvinum. Mánamorgunin, tá ið vit tosaðu við Eivør, var hon á veg til Íslands. Hon var sera fegin um undirtøkuna. - Eg eri ovfarin og ógvu- liga glað. Av teimum 14 málningunum, eg havi við á framsýningini, er bert ein eftir, sum ikki er seldur. Framýningin er opin til 22. mai, men eingin máln- ingur verður tikin niður, fyrr enn framsýningin er latin aftur. So, enn ber til at síggja allar málningarnar hjá Eivør. Hugskotini úr Íslandi Eivør sigur, at flestu máln- ingarnir eru málaðir, með- an hon var í Íslandi. Bert einir tveir eru málaðir, síðan hon kom heimaftur. - Øll inspiratiónin er úr Íslandi. Eg svam hvønn dag, meðan eg var har yviri og sat nógv inni í damp- rúminum. Hugskotini til flestu málningarnar stava úr hesum rúminum. Fólk- ini, sum sótu í hesum rúm- inum, hugtóku meg ógvu- liga nógv, eitt nú mátin, tey sótu. Hóast rúmið ikki vera serliga litríkt við fyrsta eygnabráð, sá eg ymiskar litir, og eg ímyndaði mær ymiskt, sum eg ikki sá. Eivør sigur, at hon málar ikki abstrakt, men dámar kortini væl at brúka fanta- siin og hava ein "figur" sum tema í málarínum. - Tað eru serliga hesi fólkini, eg var saman við í svimjihylinum og tað, eg sá, sum er inspiratiónin til listaframsýningina, sigur listakvinnan. Rammurnar Eivør sigur, at hon hevur bæði størri og smærri málningar, og allar ramm- urnar eru gjørdar í Íslandi, men hon hevur designað og beisað tær sjálv. - Tað er ein timburmaður í Íslandi, sum ger ramm- urnar fyri meg. Eg vildi hava, at allar vóru eins í skapi, men ymiskar í stødd. Spurd, hvussu dýrir hennara málningar eru, sigur hon, at teir liggja millum 2.000 og 4.000 krónur. - Eg eri ógvuliga fegin um, at fólk hava keypt mínar málningar, men tað er ikki sørt, at hetta er við blandaðum kenslum. Nú allir uttan ein eru seldir, virkar tað eitt sindur tómt, tí hetta er eitt arbeiði, eg sjálv havi gjørt og kenni hvørja detalju í. Eivør Pálsdóttir hevur ongantíð havt málninga- framsýning sjálv, men hevur áður verið við á framsýningum saman við øðrum. Málningarnir hjá Eivør Pálsdóttir seldu sum heitt breyð Óheppið við skerdum fiskiveiðieftirliti