Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. mai 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 85 - 7. mai 2002 15 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: DONG keypir Statoil út Danska orkufelagið DONG roynir nú at yvirtaka operatørloyvið hjá norska Statoil á trimum donskum olju- leiðum í Norðsjónum. Feløgini vilja ikki gera nakrar viðmerkingar til tíðindini, og sambært Berlingske Tidende hava bæði feløgini gjørt alt fyri at halda ætlan- ina loyniliga. Eftir ætlanini skal Statoil taka seg aftur av donsku oljuleiðunum Siri, Lulita og Stine Segment 2, sum allar eru har norðuri í danska partinum av Norðsjó- num. Tá feløgini hava hildið samráðingarnar loyniligar, er einki likið út um, hvat Statoil skal hava aftur fyri tey trý loyvini, men ein tals- maður hjá Statoil segði tó fyri danska útvarp- inum sunnudagin, at talan er um eina milli- ardaupphædd. Tá Statoil er farið av teimum trimum leiðun- um, eigur DONG mill- um 62 og 68 prosent av teimum. Leiðirnar verða mettar sum nakrar av teimum av teimum týdningar- mestu í danska partin- um av Norðsjónum. KT-feløg afturgongd Tað gongur illa hjá teimum stóru KT-fyri- tøkunum í Noregi. Ein uppgerð fyri tann fyrsta ársfjórðingin í ár vísir stóra afturgongd hjá teimum 18 KT-fyritøk- unum, sum eru skrá- settar á norska virðis- brævamarknaðinum. Samanborið við úr- slitið fyrsta ársfjórðing í fjør var inntøkan hjá fyritøkunum meiri enn 350 mió. krónur minni tríggjar teir fyrstu mánaðarnar í ár, og umsetningurin var 1,3 mia. krónur minni. Gongdin hjá fyritøk- unum sæst eisini aftur á partabrævavirðinum. Í fjør fall virðið á parta- brøvunum í teimum 18 fyritøkunum 35 pro- sent, og síðani 1. januar í ár er virðið fallið 16 prosent afturat. Úr Norðurlondum: Nýggj pass Donsku myndugleik- arnir hava gjørt av, at danir skulu hava nýtt pass, tí tað hevur víst seg, at verandi pass er alt ov lætt at eftirgera. Danir fingu annars nýtt pass í 1997, og tá var orsøkin júst tann, at tað gamla passið var ov lætt at eftirgera. Tá varð sagt, at tað bar ikki til at eftirgera tað nýggja passið, men danska løgreglan hevur sein- astu árini fleiri ferðir avdúkað, at menn hava gjørt donsk pass. Sam- stundis hevur tað víst seg, at nógvir danir missa passið burtur. Myndugleikarnir hava tí gjørt av at gera eitt nýtt pass, sum ætl- andi kemur í gildi 1. januar í 2005. Afturvaldur Tann 55 ára gamli for- maðurin í norska Høgra-flokkinum, utt- anríkisráðharrin Jan Petersen, varð aftur- valdur, tá flokkurin helt landsfund um viku- skiftið. Tveir aðrir ráð- harrar, Erna Solberg og Per-Kristian Foss, vórðu vald sum 1. og 2. næstformaður. Við hes- um er øll floksstjórnin mannað av stjórnar- og tinglimum. Annars plagar ein kommunal- poltikari at sita í floks- leiðsluni, men hesaferð varð vikið frá hesum. Búgva heima Ein kanning í Svøríki vísir, at nógv svensk ungfólk verða búgvandi heima hjá foreldrunum, eftir at tey eru farin upp um tey 20. Kanningin, sum umfataði fólk mill- um 20 og 23 ár, vísir, at triði hvør svii í hesum aldursbólkinum býr heima hjá foreldrunum. Ein tilsvarandi kann- ing fyri tveimum árum síðani vísti, at tá búði fjórði hvør svii millum 20 og 23 ár heima hjá foreldrunum. Bæði tann fyrra og tann sinna kanningin vísa, at verð- ur aldursmarkið sett til 27 ár, eru tey flestu flutt í egnan bústað. 57 prosent av donsku veljarunum taka undir við, at evran verður sett í gildi sum danskt gjaldoyra DANMARK Árni Joensen Ein meiningakanning, sum danska blaðið Børsen al- mannakunngjørdi í gjár, vísir, at 57 prosent av teim- um spurdu dønunum taka undir við, at evran verður sett í gildi sum gjaldoyra ístaðin fyri krónuna. Kanningin vísir sam- stundis, at bara 35 prosent eru ímóti, og so lítil hevur mótstøðan ongantíð verið, síðani danir á fólkaatkvøðu tann 28. september í 2000 søgdu nei til at seta evruna í gildi. Átta prosent ivast í, hvat tey høvdu svarað. Eisini avdúkar kanning- in, at mong av teimum, sum fyri hálvum øðrum ári síðani vóru serliga hart ímóti felags gjaldoyranum, hava broytt støðu. Talan er um tey lágløntu, kvinnur- nar og pensjonistarnar. Danska stjórnin hevur ikki viljað sagt nakað um, nær spurningurin um evr- una aftur verður lagdur fyri fólkið. Bæði núverandi stjórnin og tann undanfarna hjá Poul Nyrup Rasmussen hava alla tíðina sagt, at málið verður ikki lagt fyri fólkið aftur, fyrr enn vissa er fingin fyri, at svarið verður ja. Fyrrverandi uttanríkis- ráðharrin, Niels Helveg Petersen, segði við Børsen í gjár, at eftir hansara tykki eigur stjórnin at skipa fyri fólkaatkvøðuni næsta ár. Hann heldur, at evran hevur víst seg at rigga væl, og at danir sambært kanningini fegnir vilja taka lut í felags gjaldoyranum. Um alt Vesturevropa fegnast politiskir leiðarar um úrslitið av franska forseta- valinum sunnudagin FRAKLAND Árni Joensen At sitandi franski forsetin, Jacques Chirac, fekk meiri enn 82 prosent av atkvøð- unum á seinna valumfar- inum sunnudagin sigur ikki so nógv um, hvønn stuðul hann veruliga hevur millum franska fólkið. Úrslitið var heldur ein staðfesting av, at franska fólkið vil ikki vita av teimum víðgongdu sjón- armiðunum hjá mótvalevni hansara, Jean-Marie Le Pen. Undan valumfarinum sunnudagin spáddu summ- ar veljarakanningar, at Le Pen kundi fáa eini 25 prosent av atkvøðunum, og sjálvur setti hann alt upp á spæl, tá hann segði, at hann fór at meta tað sum ein ósigur, fekk hann minni enn 30 prosent. Tað var tí ikki so løgið, at hýrurin á Le Pen og viðhaldsfólki hansara var í botni, tá tað vísti seg, at hann bert hevði fingið góð 17 prosent ella lítið meiri, enn hann fekk í fyrra valumfarinum. Franskir fjølmiðlar vóru í gjár á einum máli um, at Le Pen og flokkur hansara Front National høvdu fingið eitt rungandi "NON" frá fronsku veljarunum. Fegnast um úrslitið Politiskir leiðarar uttan fyri Frakland vóru skjótir at ynskja Jacques Chirac tillukku við sigrinum og afturvalinum, men allir sum ein løgdu teir dent á, at úrslitið samstundis var eitt nei til tey víðgongdu sjón- armiðini hjá Le Pen. Amerikanski uttanríkis- ráðharrin, Colin Powell, var millum teir fyrstu at gera viðmerkingar til franska valúrslitið. Powell segði seg fegnast um, at fronsku veljararnir høvdu víst sjón- armiðunum hjá Le Pen frá sær. Tað sama gjørdi bretski forsætisráðharrin, Tony Blair. - Úrslitið er ein sigur fyri demokratiið og ein ósigur fyri tann víðgongda og stoytandi politikkin, sum Le Pen umboðar. Eg gleði meg til at samstarva við Chirac og at víðka tað sam- starv, sum vit longu hava, segði Tony Blair. Týski samveldiskanslar- in, Gerhard Schrøder, var eisini fegin um úrslitið í Fraklandi. - Franska fólkið hevur uttan himpr víst tí víð- gongda frá sær, segði Schrøder. Eitt rungandi "NON" Danir vilja hava evruna ístaðin fyri krónuna Jacques Chirac fekk meiri enn 82 prosent av atkvøðunum sunnudagin. Undirtøkan var tó meiri eitt tekin um mótstøðuna ímóti mótvalevninum Jean-Marie Le Pen Mynd: Reuters 15 14 Nr. 85 - 7. mai 2002 Tríggjar nýggjar barnabøkur til tríggj- ar aldursbólkar eru komnar út ÚTGÁVUR Bókadeild Føroya Lærara- felags hevur givið út tríggj- ar barnabøkur, smábarna- bókina Hvussu er veðrið, Fívil eftir David McKee, barnabókina Leiku liva, og stuttleika sær eftir Liss Joan Hansen, sum Kristina Tausen myndprýddi, og barnabókina Bara Tsatsiki eftir Moni Nilsson-Bränn- ström, sum Bergur Rasmus- sen týddi. Bókin Hvussu er veðrið, Fívil? er væl egnað til 0-2 ára gomul børn. Fívil er fittasti fílur í verðini – og tann einasti, ið er sum eitt klútateppi. Fívli dámar væl at vera úti, og í hesi bókini síggja vit Fívil í vindi, regni, toru og kava. Men allarbest dámar Fívil sól- ina. Bókin er 16 bls. í litum, prentað á haldgott papp. Hestprent stóð fyri prent- gerðini. Hvussu er veðrið, Fívil? kostar kr. 49 í bókahandlu- num. Beint fyri jól kom út bók- in: Leiku liva, tá eingin sær. Í tí bókini hittu vit Vættra- per, Músapól og Dunnu- anton, Brummibjarna og Apukarl. Hetta vóru leikuni hjá Torkili, sum býr í Funningsfirði. Her kemur so onnur bók- in í røðini um leikuni, sum liva, tá ið eingin sær. Í hesi bókini stuttleika leikuni sær óført, og tey fáa eisini ein nýggjan vin. Tá ið tey einaferð eru í Gøtu og vitja ommu Torkil, hitta tey Nikkolinu. Leikuni spæla, gera sær mat, og liva annars við í tí, sum Torkil og tey gera ymsar tíðir á árinum, á nýggjárinum, føstulávint, á páskum og um heystið. 8 kapitlar eru í bókini. Leiku liva og stuttleika sær er 72 bls. innbundin. Hestprent stóð fyri prent- gerðini. Bókin, sum er væl egnað at lesa upp fyri 3-7 ára gomlum børnum, kostar kr. 95 í bókahandlunum. Í 2001 gav Bókadeildin út fyrstu og aðru bókina í røðini av fýra um smá- drongin Tsatsiki, og í ár koma so hinar báðar. Í triðju bókini, sum eitur Bara Tsatsiki, fer Tsatsiki í triðja flokk, og nú hevur hann bæði mammu og pápa. Nei, bíða, hann hevur tveir pápar, Gøran við hús og Pápa høgguslokkafisk- ara í Grikkalandi. Orkestrið hjá Tsatsiki og Per Hammar er væl umtókt í skúlanum, og við kærleikanum gongur eisini strálandi, tí bæði Maria Grynwall og Sára vilja báðar ganga saman við Tsatsiki, og hann veit ikki síni livandi ráð, hvørja hann skal velja sær. Og meðan hinir dreingirnir fyr- st og fremst velja fótbóltin sum frítíðarítriv, hevur Tsatsiki valt skeykdansin. Bara Tsatsiki er 140 bls., heft. Hestprent stóð fyri prentgerðini. Bókin, sum er væl egnað til 8-12 ára gomul børn, kostar kr. 125 í bóka- handlunum. Til familjudeildina og smábarnadeildina, sum latnar verða upp í summar, søkir Før- oya Barnaheim eftir ellivu starvsfólkum umframt leiðara til stovnin BARNAHEIMIÐ Turið Kjølbro Í lýsing í bløðunum í dag søkir stýrið fyri Føroya Barnaheim eftir leiðara og 11 starvsfólkum. Í summar verður sett á stovn ein familjudeild, har foreldur og børn kunnu búgva í styttri tíðarskeið. Roknað verður við, at upp til fýra familjur kunnu vera á deildini í senn. Endamál- ið við uppihaldinum er at fáa greiði á, hvørja styrki og hvørjar trupulleikar, familjan hevur, og hvussu hon best kann stuðlast framyvir. Somuleiðis er endamálið, at foreldrini verða styrkt og stuðlað í tí at vera foreldur, og at familjan sum heild verður hjálpt at koma í betri menn- ing. Eisini verður nýggj smá- barnadeild latin upp í næst- um, sum skal taka ímóti børnum í aldrinum 0 til 12 ár. Umframt at taka ímóti børnum, sum hava bráð- feingis tørv á einum uppi- haldsstað, er deildin ætlað til styttri eygleiðingarupp- gávur. Endamálið við hes- um er fyrst og fremst at geva barnaverndini, ið inn- skrivar barnið á Barna- heimið, betri møguleikar at meta um menning barnsins og møguligan tørv á fram- haldandi hjálpartiltøkum. Tey tíggju størvini eru ætlað familjudeildini, með- an tað eina starvið er til ungdómsdeildina sum er. Eina starvið á familjudeild- ini er hálvtíðarstarv. Føroya Barnaheim er sjálvsognarstovnur, sum í løtuni hevur 6-7 børn á ungdómsdeildini og 7 starvsfólk. Verandi leiðari er fyribilssettur. Við um- sorgan, eygleiðing og við- gerð skal Barnaheimið virka fyri at skapa trygg og mennandi kor fyri børn, ung og foreldur, meðan tey eru á heiminum. Hetta skal gerast í tøttum samstarvi við familjuna, barnavernd, stovnar og fakfólk annars við tí endamáli at geva inn- skrivandi barnavernd betri møguleikar at meta um støðuna hjá barninum familjuni og møgulig fram- haldandi hjálpartiltøk. Freistin at søkja leiðara- starvið, sum skal setast 1. juli, er úti 27. mai, og freistin til hini 11 størvini er úti 3. juni. Føroya Fróðskapar- felag hevur givið út nýggja bók við fjøl- broyttum innihaldi ÚTGÁVA Eivindarmál eitur ný- komin bók frá Føroya Fróðskaparsetri. Hetta er heiðursrit til Eivind Weyhe, lektara á Fróð- skaparsetrinum, á seksti ára degi hansara 25. apríl við heilsanum og grein- um frá starvsfeløgunum og vinum víða hvar. Innihaldið í bókini er ógvuliga fjølbroytt, men meginparturin er av mál- frøðiligum slag og endur- speglar tey ymsu áhuga- økini hjá Eivindi Weyhe: navnagransking, mál- læru, málførafrøði, kvæði og tættir, ljóðføri og mál- søgu. Men eisini onnur øki eru umboðað, t.d. upprunafrøði, orðabóka- frøði og talumál. Við eru eisini greinir, sum snúgva seg um annað, t.d. siðsøgu, bókmentir og hugleiðingar. Av teim- um 39 greinunum í bók- ini eru 15 skrivaðar á før- oyskum, 8 á norskum, 6 á donskum, 5 á svenskum, 3 á íslendskum og 2 á en- skum. Stigið til útgávuna tók Føroyamálsdeildin, har Eivind Weyhe hevur sítt dagliga starv. Tey, ið rit- stjórnað hava, eru fýra starvsfelagar hansara á deildini: Anfinnur Johan- sen, Jógvan í Lon Jacob- sen, Zakaris S. Hansen og Malan Marnersdóttir. Eivindarmál – við ein- ari síðu úr kvæðahandriti Sjóvarbóndans eldra á permuni – er heilar 385 bls. og prentað á Dimma- lætting. Hon er 32. bók í røðini frá Føroya Fróð- skaparfelag við heitinum Supplementa til Fróð- skaparrit. Stuðlað útgávuni hava Føroya Banki, Tórshavn- ar kommuna, Málting, Mentunargrunnur Lands- ins og Vágs kommuna. Bókin fæst í bókasølu- num og kostar 330 krón- ur. Barnaheimið søkir eftir leiðara og starvsfólkum Eivindarmál Eivindi til heiðurs Leiku liva, Fívil og Tsatsiki Á mentunarstevnu í Keypmannahavn seint í mai, verður ljóskastarin settur á list og mentan í Føroyum, Grøn- landi og Íslandi MENTANARSTEVNA Turið Kjølbro Í døgunum 23. til 26. mai verður mentunarstevna í Keypmannahavn, Nord- atlantisk Kulturfestival, sum Føroyahúsið, Grøn- lendingahúsið og Jóns- hús, Íslendska Mentanar- húsið í Keypmannahavn skipa fyri. Á stevnuni verða nógv tiltøk. Tey verða ymsa staðni í dan- ska høvuðsstaðnum, men tey flestu í Huset í Mag- stræde. Listafólk og fólk úr mentunarlívinum í Før- oyum, Íslandi og Grøn- landi taka lut. Á skránni eru eitt nú nútíðarlist og bókmentir, filmir og sjón- leikur, tónleikur, sangur og dansur, fólkslig ment- an, matmentan og mangt, mangt annað. Vigdís Finnbogadóttir, fyrrverandi íslendskur forseti, letur stevnuna upp. Undir tiltakinum verður grønlendskur trummudansur, føroysk- ur dansur, sangur og tón- leikur. Millum luttakararnar úr Føroyum kunnu vit nevna Maluna Thomsen kvintet, kabarett við Eyðuni Johannesen og fleiri, filmin Bye Bye Bluebird, kappróður, kór- sang við eitt nú Húsa- kórinum, vísusang við Hanusi G. Johansen, og mín sann seyð og gæs úr Føroyum. Allar dagar verður møguleiki at keypa føroyskan, íslend- skan og grønlendskan mat, og síggja ymsar framsýningar, eitt nú meðan Henning Thom- sen arbeiðir við træ, Hanus Jensen smíðar bát og Nicolina Jensen Bed- er arbeiðir við ull. Somu- leiðis er frímerkjafram- sýning. Føroyingar, íslendingar og grønlendingar hittast C M Y K 14