Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. mai 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Havnarfeløgini fingu beinanvegin skutin framum hini feløgini, sum kunnu roknast sum avbjóðarar í kappingini um FM SAMANUMTØKA Jóannes Hansen Fyrsta umfarið í fótbólts- kappingini er av. At allir fimm dystirnir vórðu spældir, var í sær sjálvum ein sigur fyri fótbóltskapp- ingina. Kappingarnevndin kendi seg noydda við stuttum skotbráði at býta fyrsta og sætta umfarið um, og feløgini vístu stórsinni. Tað kom illa við hjá fleiri, at tey ikki fingu at vita um broytingina fyrrenn miku- kvøldið ella hósmorgunin, men eingin setti føtur í spenni ímóti, og so er fyrsta umfarið farið. Spurningurin er nú, hvussu tað verður komandi dagarnar og vikurnar. Longu hósdagin er sam- bært skipanini annað umfar á skránni. Tá eru dystirnir hesir: EB/Strreymur–VB, TB–B68, HB–KÍ, Skála– B36 og NSÍ–GÍ. Karl Vidtfeldt er for- maður í kappingarnevndini og kappingarstjóri bæði í vaksnamanna deildunum og í yngru deildunum. Hann býr á Sandi og fæst í sínum dagliga yrki m. a. við mjólkaflutning. Tí kennir hann á egnum kroppi støðugt avleiðing- arnar av verkfallinum. – Vit eru í einari torførari støðu. Um verkfallið heldur fram í fleiri vikur, so verður støðan í útjaðaranum meiri ella minni katastrofal, sigur Karl Vidtfeldt, og um fótbóltin sigur hann: – Á fundi í síðstu viku gjørdu vit av at býta fyrsta og sætta umfarið um. Hetta gjørdu vit fyri at sleppa undan ferðing um Suður- oyarfjørð. Tá vit tóku ta avgerðina, gjørdu vit eisini av, at frá og við øðrum um- fari noyddust vit at halda okkum til løgdu skránna. Tað vil siga, at annað um- farið verður spælt hósdag- in, og at B68 skal suður til Tvøroyrar, og at VB skal norður til Eiðis. Vágbingar plaga at megna síni við- urskifti, og Niclas David- sen og toftamenn plaga ikki at vera ráðaleysir. Tað valdast sjálvandi, hvussu veðrið verður. Hann sigur hampuligt veður, og eg vóni, at dystirnir fara at verða spældir, sigur Karl Vidtfeldt, sum eisini veit at siga, at ferðslan fram við Sandoynni – bæði suður og norður gangandi – hevur verið nógv í vikuskiftinum. Havnarfeløgini skutin framum Á vøllinum gekk tað sera væl hjá B36 og HB. B36 var á útivølli í Klaksvík. Har hava teir vunnið fleiri ferðir síðstu árini. Tá ikki serliga sannførandi gongd- in síðstu vikurnar verður havd í huga, so var tað ivaleyst við eitt sindur av ampa, at B36 fór til Klaks- víkar, og tí vóru teir so mikið fegnari um, at tað eydnaðist at vinna alt. HB hevði heimavøll ímóti NSÍ. Í fjør gekk tað væl hjá HB í bólkaumfar- inum í steypakappingini. So gekk tað alt annað enn væl í landskappingini. Í fyrsta umfarinum í ár undirstrikaðu Ion Geolgau og hansara menn, at nú ætla teir sær at vera við, har tað gongur fyri seg. Sigurin á NSÍ var sannførandi. Hósdagin hevur HB heimavøll ímóti KÍ. Eftir taptið ímóti B36 eru klaksvíkingar longu eitt sindur kroystir, tá teir fara í Gundadal. HB er stórfavorittur. B36 skal aftur í øðrum umfari spæla á útivølli. Um teir fáa fulla úrtøku á Skála hava teir seks stig eftir tveir dystir á útivølli. Tí er møguleiki fyri sonnum toppdysti, tá B36 og HB fara at hittast í triðja um- farinum. Kappingarneytarnir snávaðu Umframt KÍ og NSÍ hevur verið roknað við, at VB, B68 og GÍ fóru at vera millum liðini, sum skuldu kappast um heiðursmerkini og harvið plássini í Europa Cup. Felags fyri øll hesi fimm liðini var, at tey komu ikki væl frá fyrsta umfarinum. Undantakið er GÍ. Teir fingu ikki fult á Svanga- skarði, men javnleikurin kann fara at vísa seg at vera eitt gott úrslit, sjálvt um GÍ tey seinnu árini ofta hevur vunnið á Toftum. NSÍ eigur hósdagin heimavøll ímóti GÍ, og Jógvan Martin Olsen og hansara menn eiga at kenna trýst á sær. B68 skal suður á Sev- mýri. TB fekk fult ímóti VB. VB skal norður til Eiðis, har heimaliðið hevur trý stig eftir sigurin á Skála. Tað er møguleiki fyri, at tvey av teimum, sum undan kappingini hava verið nevnd sum kandidatar til botnplássini, kunnu hava fulla úrtøku eftir tvey um- før, meðan tvey av liðun- um, sum hava verið nevnd sum møguligir kandidatar til fremstu plássini, kunnu standa uttan sigur eftir tvey umfør. Steypakappingin Størsta hóttanin hjá øllum feløgunum er í løtuni verk- fallið, men FSF hevur, sum omanfyri nevnt, gjørt av, at tað skal spælast sambært skránni. Skráin sigur, at steypa- dystir eru á skránni sunnu- dagin. Tá skulu NSÍ og B68 spæla fyrru hálvfinaluna. Hon verður í Runavík. Dysturin millum VB og EB/Streym varð ikki spældur, tá hann skuldi spælast. Eftir at VB hevur verið á Eiði hósdagin, skal EB/Streymur til Vágs sunnudagin at spæla fjórð- ingsfinalu. Vinnarin av tí dystinum skal spæla hálv- finalu ímóti HB. Nær teir dystirnir skulu spælast er ikki avgjørt enn, men tað er avgjørt, at finalan skal verða spæld á ólavsøku. Og so mugu vit – saman við Karl Vidtfeldt, fótbólts- feløgunum og øllum hinum – vóna, at verkfallið skjótt verður av, so allar forðingar fyri at halda seg til løgdu skránna detta burtur. Nr. 85 • týsdagur • 7. mai 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Verkfallið hongur yvir kappingini Rúni Nolsøe fegnast saman við Andrew av Fløtum um tað seinasta málið í 4-0 sigrinum á NSÍ. Saman við B36 kom HB væl frá byrjan í hesum kappingarárinum. TB er tað triðja liðið, sum vann sín fyrsta dyst Mynd: Álvur Haraldsen 17 16 Nr. 85 - 7. mai 2002 Í vikuskiftinum gjørdist greitt, at eingin nýggj sam- gonga verður skipað í bræði. Eftir at løg- maður hevði boðað Javnaðarflokkinum til realitetssamráð- ingar gjørdi andstøð- an av at skipa seg í bólk SAMGONGU- SAMRÁÐINGAR Jan Müller Eftir fundir við samgongu- flokkarnar og við allar and- støðuflokkarnar gjørdi løg- maður seinnapartin leyg- ardagin sína niðurstøðu. Hann skuldi mánamorgun- in fara í realitetssamráðing- ar við Javnaðarflokkin. – Hesa avgerð havi eg tikið við atliti til at fáa eitt breitt parlamentariskt grundarlag undir eitt landsstýri. Tað er neyðugt at fáa breiðan fólksligan uppbakning í tí politikki, sum skal rekast frameftir. Anfinnur Kalls- berg, løgmaður segði leyg- ardagin, at hann heldur tað vera ov veikt grundarlag bara at taka Miðflokkin við í hesar samráðingar. –Tað er øgiliga týdningarmikið nú at fáa “ró yvir feltið” sum løgmaður málbar seg og legði hann aftrat, at hann kennir seg hava skyldu til at royna tað. Løgmaður dylur ikki fyri, at Tjóðveldisflokkurin helst sá eina samgongu eisini saman við Miðflokkinum. Men tað verður so ikki talan um tað mánadagin. - Hetta eru helst sera truplar samráðingar sum standa fyri framman. Valið var so javnt, at tað er einki, sum er heilt upplagt. Um man ikki dugur sær hógv ella er passaliga diplomat- iskur og dugur at tillaga seg, so verður ringt at fáa eina arbeiðsføra samgongu upp at standa. Tað er okkara uppgáva sum politikarar at syrgja fyri at royna at gera tað so trygt og gott sum tað ber til. Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin gjørt alliansu Løgmaður upplýsti eisini leygardagin, at treytin fyri, at Fólkaflokkurin fer í eina samgongu er, at Sjálv- stýrisflokkurin eisini er við. - Fólkaflokkurin og Sjálv- stýrisflokkurin hava gjørt eina avtalu um at vera saman í samráðingunum um eina nýggja samgongu upplýsti Anfinn Kallsberg løgmaður. Hetta er gjørt fyri at tryggja, at hvørgin av flokkunum fer uttan um hin. Tvs. at fer Fólkaflokk- urin uppí eina samgongu, so merkir tað, at Sjálv- stýrisflokkurin verður við. Fer Sjálvstýrisflokkurin í eina samgongu, so verður Fólkaflokkurin við. Hetta merkir so aftur, at um talan verður um eina stóra sam- gongu millum Fólkaflokk- in, Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin við 22 tingmonnum, so verður Sjálvstýrisflokkurin eisini við. – Eg havi knýtt Sjálv- stýrisflokkin aftrat mær fyri at fáa stabilitet yvir samráðingarnar. Jú fleiri møguleikar eru tess størri útlit eru til at fáa størri taktiskt spæl og harvið minni realitetssamráðingar sum so. Hetta er gjørt fyri, at vit og Sjálvstýrisflokk- urin kunnu føla okkum meira fríar í samráðing- unum, sum koma segði løgmaður við Portalin og Útvarpið leygardagin. Løg- maður helt tað vera týdn- ingarmikið at forða fyri, at ein flokkur í samgongu kann spæla ein flokk út ímóti einum øðrum í einum øgiligum taktiskum spæli. –Við at gera hetta avmarki eg nakrar møguleikar fyri at gambla við flokkunum í býti av bæði einum og øðrum. Hetta høvdu allir aðrir møguleika at gera eftir valið segði løgmaður. Andstøðan saman Eftir at hetta kom fram tóku teir tríggir andstøðuflokk- arnir seg saman í ein bólk. – Vit kunnu als ikki góð- taka, at løgmaður setir allar demokratiskar spælireglur til viks í eini roynd at varðveita valdið, segði Jóannes Eidesgaard, við útvarpið leygarkvøldið. Jóannes Eidesgaard minti enn einaferð á, at vit hava havt løgtingsval. – Tað tykist, sum um løgmaður hevur gloymt tað. Hann arbeiðir sum um hann roynir at loysa eina sam- gongukreppu. Men tað er ikki veruleikin. Veruleikin er, at samgongan hevur mist meirilutan, tí kann løgmaður ikki uppføra seg soleiðis, segði Jóannes Eidesgaard. Jóannes Eidesgaard held- ur, at løgmaður eigur at virða løgtingsvalið. – Tá løgtingsval hevur verið, eiga vit at vaska talv- una reina og byrja av nýggjum. Men tað kunnu vit bara konstantera, at tað ger løgmaður ikki. Hevði tað verið soleiðis, at sam- gongan framvegis hevði meiriluta, so var støðan ein onnur. Um løgmaður ikki vil samráðast á einum demokratiskum grundar- lag, so heldur Jóannes Eid- esgaard, at løgtingsfor- maðurin eigur at fáa initiativið, so flokkarnir hvør í sínum lag kunnu peika á ein samráðingar- leiðara. Andstøðuflokkar nir sendu sunnumorgunin soljóðandi tíðindaskriv: Undirritaðu flokkar hava í dag sent løgmanni so- ljóðandi skriv: Fráboðan til løgmann 4. mei 2002 boðaði Út- varp Føroya frá, at løg- maður hevði tikið stig til veruligar samgongusam- ráðingar millum Fólka- flokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Javn- aðarflokkin. Í hesum sam- bandi boðaði løgmaður frá, at Fólkaflokkurin og Sjálv- stýrisflokkurin vóru ging- nir saman. Somuleiðis varð varaløgmaður endurgivin fyri at siga, at sitandi sam- gonga fer til samráðingar mánadagin sum ein blokkur upp á 16. Við virðing fyri løg- tingsvalinum 30. apríl 2002 og til tess at fáa javnar samráðingar um eina nýggja samgongu, boða undirritaðu flokkar løg- manni frá, at vit hava valt at standa saman sum ein blokkur, sum telur 16 ting- limir. Tórshavn 5. mei 2002 Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Miðflokkurin Blokkar forða fyri nýggjari samgongu Javnaðarmenn á fundi í Tinganesi Mynd: Finnur Justinussen Jenis og Bill á fundi við løgmann Mynd: Finnur Justinussen Sambandið á fundi við løgmann Mynd: Finnur Justinussen C M Y K 16