Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. mai 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 85 - 7. mai 2002 19 HB vísti NSÍ, hvussu fótbóltur skal spælast, tá liðini hittust í Gundadali sunnudagin. Endin var ein sannførandi sigur til havnarmenn, sum longu nú kunnu metast sum greiðir favorittar til meistaraheitið FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Eingin ivi var um, hvat betra liðið var sunnudagin, tá runavíkingar vóru á vitjan í Gundadali. HB stýrdi dystinum at kalla frá byrjan til enda, um NSÍ tó onkra hendingar ferð lá framvið hjá Bárði Johanne- sen í HB-málinum. Tað var sum ikki einaferð Uni Arge, sum sendi HB á rætta kós, tá hann skoraði eftir sera vakurt uppspæl í vinstru síðu. Jón Rói Ja- cobsen, sum henda dagin spældi í miðverjuni saman við Jóhannusi Joensen, fekk fatur í bóltinum í vinstru síðu á egnari hálvu. Hann dró framvið einum leikara, spældi síðani bandaspæl við Andrew av Fløtum, sum sendi bóltin oman í hornið, har Jón Rói sendi innfyri til Una Arge, ið setti innaru síðu á bóltin. Jens Martin hevði ongan møguleika at bjarga skotin- um. Hetta var álopsfót- bóltur eftir bókini, har leik- ararnir spældu fyrstu ferð. HB-leikararnir numu fýra ferðir við bóltin, og so sat hann í málinum. Hetta var eftir smáar tjúgu minuttir, men longu undan hesum hevði HB havt góðar málmøguleikar. Andrew var einaferð leysur við Jens Martini, sum bjargaði, men bólturin datt fyri føturnar á Una, ið langaði til, men hann rakti ein verjuleikara. NSÍ royndi at svara aftur beinanvegin. Sjúrður Ja- cobsen hevði ta naskastu royndina hjá NSÍ í øllum dystinum. NSÍ fekk eitt fríspark úr 30 metra fjar- støðu miðskeiðis fyri mál- inum. Sjúrður Jacobsen langaði til við sínum vandamikla vinstra beini, men bólturin brast í stong- ina og út aftur í spælið. Sera óheppið og handan royndin hevði uppiborið eitt mál. Lítla løtu seinni kom Sonni L. Petersen at standa væl fyri í brotsteiginum. Hann fór framvið einum verjuleikara og legði inn- fyri. Bólturin fór framvið Bárði Johannesen, men Jón Rói Jacobsen toygdi seg og beindi bóltin út til horna. Meira hevði NSÍ ikki at bjóða uppá í álopsspælin- um. Andrew økir Stutt fyri hálvleik fær Andrew av Fløtum møgu- leikan at økja um leiðsluna, men tað kom eftir eina grova verjuvillu. Arnfinn Langgaard spælir bóltin til Djóna N. Joensen, sum er síðsti maður. Temjingin hjá Djóna miseydnaðist, og tá var Andrew kvikur á bóltinum. Andrew var leys- ur við Jens Martini, og tá áleyparin roynir at fara framvið garvaða málverj- anum, verður hann feldur. Jens Martin fekk gult kort, men onkur vildi vera við, at tað av røttum skuldi vera reytt. Andrew tók sær sjálvur av brotssparkinum. Hann snýtti Jens Martin við at lyfta bóltin heilt spakuliga mitt í málið. Djóni N. Joensen má avgjørt taka hetta málið á sínar herðar. Støðan var sostatt 2-0 við steðgin, og tað tóktist ikki sum NSÍ hevði veiggið at venda dystinum. NSÍ fekk tann fyrsta møguleikan eftir steðgin, men eftir tað stýrdi HB dystinum. Helgi L. Petersen spældi á miðvøllinum, og hann var sera ágrýtin og íðin, men einki kom burturúr hjá honum, hóast hann royndi. Pól Thorsteinsson var eisini á miðvøllinum, men hann sást ikki nógv til. Einasti NSÍ-leikarin, sum kann vera nøgdur við sítt avrik, var Jens Martin Knudsen, hann hevði fleiri góðar bjargingar, og hann kundi lítið og einki gera við málini hjá HB. Sigast kann um HB, at liðið stóð ógvuliga væl á vøllinum og megnaði at steðga flestu royndunum hjá NSÍ í føðingini, so tað ongantíð gjørdist veruliga vandamikið. NSÍ hevði at kalla onga roynd á HB málið eftir steðgin. Í álopinum vóru Uni og Andrew allatíðina vanda- miklir, og teir fingu góðan stuðul frá miðvøllinum. HB sló sigurin fastan Ikki nógvir minuttir vóru farnir, tá HB aftur kundi økja og endaliga avgera dystin. Hesuferð var tað Hans á Lag, sum ikki júst er kendur fyri at gera mál. Hann vann bóltin langt frammi á vøllinum, og spældi banda við Andrew. Hans gjørdist leysur og legði bóltin til vinstru fyri Jens Martin í netið. Móti endanum fekk HB enn eitt mál. Rógvi Ja- cobsen varð spældur leysur av Pæturi Dahl, sum var komin inn. Jens Martin bjargar í fyrstu atløgu, men Rúni Nolsøe tekur ímóti og setir bóltin róliga í netið. HB hevði fleiri møguleikar í seinna hálvleiki, sum tó vóru misnýttir. Ein ruddi- ligur og uppiborin sigur til HB, sum kom væl frá byrjan, men spurningurin er eftir hetta avrikið, um NSÍ yvirhøvur fer at vera við í oddinum í ár. Dysturin í tølum: HB – NSÍ 4-0 (2-0) 1-0: Uni Arge 2-0: Andrew av Fløtum, br. 3-0: Hans á Lag 4-0: Rúni Nolsøe HB: Bárður Johannesen – Hans á Lag, Tór-Ingar Akselsen, Jóhannus Joen- sen, Jón Rói Jacobsen – Hallur Danielsen, Bjarni Jørgensen, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen – Uni Arge Andrew av Fløtum NSÍ: Jens Martin Knudsen – Brynjálvur Nielsen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacob- sen – Helgi L. Petersen, Kári Hansen, Pól Thor- steinsson, Jónstein Petersen – Sonni L. Petersen, Óli Hansen HB-NSÍ 4-0 (2-0) HB vísti tenn Andrew av Fløtum hevði ein góðan dag í álopinum. Umframt at leggja upp til okkurt málið, settið hann brotssparkið í netið. HB verður ein av oddafiskunum í ár, um hesin dysturin er eftirfarandi Mynd: Álvur Haraldsen Tór-Ingar Akselsen, høgrumegin, og Bjarni Jørgensen hjá HB høvdu gott tak á Jónstein Petersen og hinum í NSÍ, sum fingu eina vána byrjan uppá hetta kappingarárið Mynd: Álvur Haraldsen 19 18 Nr. 85 - 7. mai 2002 Men Peter Møller ásannar, at tað er torført at sleppa upp í part millum teir fyrstu ellivu, tá Todi spælir væl SUPERLIGAN Jóannes Hansen FCK fór sunnukvøldið úr Århus við øllum stigunum. Tað vóru ikki færri enn 14.368 eygnavitni, sum sóu tað. Tey flestu vóru so- vorðin, sum vóru komin á Århus stadion at stuðla heimaliðnum, sum av øll- um alvi stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting- ini. AGF er eitt av gomlu stórfeløgunum í Danmark. Í hesum umfarinum havav teir verið í bestu deildini síðani 1977. Men nú sær tað eitt sindur svart út. Tvey umfør eru eftir at spæla, og teir eru trý stig aftanfyri Vejle og Silkeborg, men teir hava framvegis møgu- leikan. Komandi sunnudag skulu teir í AGF spæla á útivølli ímóti Lyngby, sum teir eiga at hava góðar møguleikar ímóti, og annan sunnudag skulu teir spæla sannan gysara á heimavølli ímóti grannunum úr Silke- borg, sum eisini eru í vanda fyri at flyta niður. Millum áskoðararnar í Århus vóru eisini FCK við- haldsfólk. Og millum hesi vóru eisini nøkur av tí slag- num, sum einki fótbólts- felag vil vita av. Dýrandi fullir ófriðakroppar úr høvuðsstaðnum gjørdu so mikið um seg í Århus, at løgreglan kendi seg noydda at leggja uppí. Fýra vórðu handtikin undan dystinum, og tilsaman tjúgu FCK viðhaldsfólk vóru eftir í brummunum í Århus, tá hini høvuðsstaðarfólkini fóru til hús aftur. Møller sigursmálið Thomas Røll skoraði fyrra FCK málið, og leingi sá tað einki serligt út. Tað stóð á jøvnum, tá Hans Backe, venjarin hjá FCK, tíggju ellivu minuttir undan dystarenda gjørdi av at seta Peter Møller á vøllin fyri Toda Jónsson. Peter Møller hevði verið á vøllinum í stívliga fimm minuttir, tá hann hegnisliga lyfti bóltin í AGF málið, og so var av- gjørt, at FCK skuldi vinna øll stigini. Peter Møller var ovur- fegin, tá fjølmiðlarnir flokkaðust um hann. Støð- an var ikki ókend henni tvær vikur frammanundan, tá hann kom inn fyri Toda Jónsson og skoraði sigurs- málið, tá FCK 21. apríl í Parkini hevði vitjan av Silkeborg. Men eykamað- urin, sum tykist vera vorðin ein supersub, sum tey siga í Onglandi, hevði bæði beinini á jørðini: – Eg vil fegin vera við frá fyrsta bríksli hvørja ferð. Men tað er torført at vinna plássið, tí Todi Jónsson hevur spælt væl síðstu tíð- ina, staðfesti Peter Møller. Eina ferð var hann fastur maður í landsliðshópinum, men nú er eingin hugsn- ingur um hjá honum at sleppa við danska landslið- num til HM í Japan og Suðurkorea. Fyrsta takið hjá honum er at vinna sær pláss í FCK álopinum, men portrið er trongt, tí Todi Jónsson tykist eiga plássið undir liðini á Zuma. Todi Jónsson fær í donsku miðlunum átta ella miðal skoðsmál fyri sítt avrik ímóti AGF. Nú eru Todi, Peter Møller og allir hinir í FCK farnir undir fyrireikingarnar til sera spennandi og avgerandi dagar. Hósdagin skulu teir spæla steypafinalu í Parkini ímóti OB, og sunnudagin skulu teir í næstsíðsta um- farinum – eisini í Parkini – spæla so at siga finalu um meistaraskapin ímóti Brøndby. Í síðsta umfarinum, sum verður á skránni hósdagin í komandi viku skal FCK spæla á útivølli ímóti AaB, meðan Brøndby skal spæla á heimavølli ímóti Lyngby. Tað vil við øðrum orðum siga, at Brøndby verður heilt víst meistari, um teir vinna sunnudagin. Hjá FCK verður ein stór av- bjóðing afturat at vinna á. Men teir í FCK hava stórt sjálvsálit. Teir hava ikki tapt síðani vetrarstegðin. Oddaliðið klæddi- steypafinalistarnar úr OB av at skinn- inum sunnudagin, og AaB vann á heimavølli fyri fyrstu ferð í tveir mánaðir SUPERLIGAN Jóannes Hansen Eftir at tað hevur skinklað í tveir mánaðir, hava teir í Brøndby funnið stílin aftur. Nýggi venjarin hevur verið við til at geva íblástur og sjálvsálit, og áskoðararnir rokna við, at Brøndby fer at vinna meistaraskapin. Tað var sjón fyri søgn, tá Brønd- by sunnudagin hevði vitjan av OB. Brø'nby vann 4–1, og teir vóru so nógv tað betra liðið. FCK skal hósdagin spæla steypafinalu ímóti OB. Tí var tað sjálvsagt, at FCK hevði síni fólk millum teir 14.368 áskoðararnar. Og FCK eygleiðararnir áttu at fáa uppskriftina uppá, hvussu bilbukt skal fáast við OB. Brøndby spældi skjótt og ágangandi, og teir spældu seg ferð eftir ferð til upplagdar mál- møguleikar. Teir skor- aðu fýra mál, áðrenn OB slapp at pynta um. Peter Madsen, sum verður roknaður sum upplagt evni til HM hópin hjá Morten Olsen, skoraði tvey mál, og Thomas Lindrup, sum leingi hevur verið í aldudali, vísti síni góðu evni og skoraði tvey mál. Skandala í Vejle Christian Høgni Jacob- sen var á beinkinum allar 90 minuttirnar, tá Vejle hevði vitjan av Lyngby. Botnliðið hevur lagt rygg til eitt eyð- mýkjandi tap fyri og annað eftir. Hesa ferð var tað Vejle, sum átti tørn at vinna stórt, men Vejle fekk ikki sigurin, sum teir hava roknað sum sjálvsagdan. Lyng- by megnaði 2–2, og stóri kiksarin kann um tvær vikur vísa seg at verða avgerandi í royndini hjá Vejle at varðveita pláss- ið í bestu deildini. AaB hevði ikki vunn- ið á heimavølli í tveir mánaðar, tá teir sunnu- dagin fingu vitjan av grannunum úr Viborg. Tað sást aftur á áskoð- arafjøldini. Bara 5.118 áskoðarar møttu upp, og tað var ikki nógv, tá hugsað verður um, hvussu spent tey í Ål- borg eru í fótbólti. Men hesa ferð eydn- aðist hjá AaB, sum framvegis hevur møgu- leika at vinna bronsu- krónurnar. Teir vunnu 2–1. Mestu kappingina um bronsuna fáa teir í AaB frá FCM. Hesa ferð høvdu teir í Ikast vitjan av AB. Akademikararnir hava seinastu vikurnar verið í nánd av bronsu- krónunum, men nú eru teir dotnir burtur ímill- um í tí kappingini. Fyrst taptu teir trý stig á skriviborðinum, tí teir høvdu ov nógvar útlend- ingar á vøllinum í År- hus, og so taptu teir hesa ferð 2–0. Síðsti dysturin í triði síðsta umfarinum varð spældur í gjárkvøldið. Hann var millum Es- bjerg og Silkeborg. Úrslitið í tí dystinum hevði týdning fyri møguleikarnar hjá Vejle og Christian Høgna Jacobsen eisini komandi ár at spæla í bestu deildini. At Vejle ikki megnaði at vinna ímóti Lyngby var einki minni enn ein skandala. Tað eru teir í Vejle samdir við restini av danska fót- bóltsheiminum í. Komandi vikuskifti verður spælt soleiðis: Esbjerg–FCMidtjylland, FCK–Brøndby, Lyngby– AGF, OB–AaB, Silke- borg–Vejle og Viborg– AB. Brøndby er sera væl fyri Avloysarin hjá Toda skoraði sigursmálið C M Y K 18