týsdagur 7. mai 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 85 - 7. mai 2002
21
Tað gjørdist til stór-
sigur, tá ÍF tók ímóti
KÍ í Fuglafirði. Klaks-
víkingar fóru yvir
fjørðin við einum 8-1
tapi, og tað man raka
meint hjá KÍ. ÍF kann
hinvegin frøast um
eina avbera góða
byrjan í landskapp-
ingini
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Fuglfirðingar gjørdust júst
ov stuttir í fjør, tá liðið
endaði
á
triðja
plássi
aftanfyri TB og Skála. Í ár
er ætlanin hjá teimum at
enda hægri á stigatalvuni
enn í fjør.
Og byrjanin til hesa
kappingina kundi neyvan
verið betri. ÍF vann heili 8-
1 á KÍ, sum ikki hevði tað
stóra at bjóða uppá. Tó so
at sum fyrri hálvleikur
gekk, so hevði eingin var-
hugan av, at tað fór at enda
við stórsigri.
ÍF kom á odda eftir bert
tríggjar minuttir við máli
sum Eyðálvur Petersen
skoraði. Hann fekk fatur í
einum langum bólti úr
høgru síðu. Hann kom at
standa leysur í vinstru síðu
í brotsteiginum, og hóast
málverjin, sum var komin
út ímóti, fekk hondina á
bóltin, so sníkti hann seg
innum.
Eftir hetta leikaði javnt á
í báðum endum, men móti
endanum av fyrra hálvleiki
legði ÍF sjógv ímillum.
Verjuleikarin
Mortan
Thomsen økti til 2-0, tá
hann breyt ígjøgnum í
vinstru síðu. Hann fór
framvið tveimum verjuleik-
arum, áðrenn hann langaði
til, og bólturin fór inn við
nærmastu stong.
Tveir minuttir seinni
kundi Rúni Petersen økja
við brotssparki, og tá misti
KÍ mótið til seinna hálv-
leik.
Fýra mál í átta
minuttir
Tíggju minuttir inn í seinna
hálvleik økir Rúni Petersen
til 4-0. So kom stígur í
málskjótingina eina løtu,
men so bragdaði aftur
smáar tjúgu minuttir seinni.
Tá fekk ÍF fýra mál
innanfyri átta minuttir. Tey
málini skutu Heini Heina-
son (2), Rúni Petersen og
Eyðálvur Petersen. KÍ kom
tó á máltalvuna áðrenn
dystarlok. Tað var Olgar
Danielsen,
sum
hevði
síðsta fótin á og minkaði
um munin.
Hetta var tó bert eitt
troystarmál, og ÍF fekk
fyrsta sigurin í ár til høldar.
Hetta boðar frá góðum, og
kanska kann ÍF vera ein
kandidatur til uppflytingina
í ár. KÍ má hinvegin taka
sær um reiggj, um liðið
framhaldandi skal hava
umboðan í 2. deild.
Dysturin í tølum:
ÍF – KÍ 8-1 (3-0)
1-0: Eyðálvur Petersen
2-0: Mortan Thomsen
3-0: Rúni Petersen
4-0: Rúni Petersen
5-0: Heini Heinason
6-0: Eyðálvur Petersen
7-0: Heini Heinason
8-0: Rúni Petersen
8-1: Olgar Danielsen
2. deild: ÍF – KÍ 8-1
ÍF gav KÍ av grovfílini
Óli Johannesen var
ikki við, tá liðið hjá
honum tapti á
útivølli í Kolding, og
nú tykist Farum av
álvara at vera á veg í
superliguna
1. DEILD DANMARK
Jóannes Hansen
Óli Johannesen var ikki við,
tá felagið hjá honum, Hvid-
ovre IF, enn eina ferð legði
rygg til tap. Hesa ferð vóru
teir í Kolding, har heima-
liðið vann 3–1. Støðan í
hálvleikinum var 1–0.
Óli Johannesen hevur
verið plágaður av skaða í
fótinum, men nú verður
roknað við, at hann skjótt
verður tøkur aftur. Eingin ivi
er um, at Hvidovre hevur
brúk fyri Óla. Støðan er alt
annað enn góð, og álitið í
miðverjuni skal vera við til
at tryggja, at Hvidovre ikki
flytir niður.
At Køge og Farum fara at
flyta upp í bestu deildina
gerst alt meiri sannlíkt.
Køge hevur áður verið fleiri
ferðir í bestu deidlini, og teir
hava
eina
ferð
vunnið
meistaraskapin.
Farum
hevur ongantíð verið í bestu
deildini. Tað var ikki fyrrenn
nú so nógv umrøddi Peter
Brixtofte setti í seg, at bý-
urin hjá honum skuldi hava
eitt fótbóltsflaggskip í bestu
deildini, at tað fór at ganga
rætta vegin, og nú er Farum
á gáttini til superliguna.
Hesa ferð høvdu teir
vitjan av Randers Freja. Tað
var spenningur í alla tíðina,
og Farum vann bara 1–0.
Men tey trý stigini vóru
kærkomin.
Síðani nógvir av superligu
spælarunum hjá Lyngby
fluttu til Farum hevur fyrr-
verandi Lyngby venjarin,
Poul Hansen, verið ítróttar-
stjóri í Farum, meðan fyrr-
verandi
AB
og
FCK
venjarin, Christian Ander-
sen, hevur verið venjari. Tað
hevur ofta verið frammi, at
tað bara var ein spurningur
um tíð, áðrenn Poul Hansen
fór at gerast venjari, og at
Christian Andersen fór at fáa
sekkin. Men nú bendir ikki
serliga nógv á, at tað skal
gangast soleiðis. Donsku
fjølmiðlarnir vistu í gjár at
siga, at Poul Hansen er upp á
tal sum venjari hjá AGF. Um
hetta verður veruleiki er ikki
minst treytað av, um AGF
megnar at varðveita plássið í
bestu deildini.
Køge hevði vitjan av AC
Horsens. Úrslitið var 1–0, og
harvið er Køge framvegis
oddalið. Seinastu árini hava
teir onkra ferðina havt beina
kós ímóti bestu deildini, og
so hava teir kiksað í síðstu
løtu. Einki bendir á, at tað
hesa ferð skal gangast
teimum soleiðis.
Herfølge er framvegis á
aldukambinum, sum teir
hava riðið á síðstu vikurnar.
Hesa ferð vunnu teir 3–1 í
Århus ímóti AC Århus. B93
hevur fingið stig fleiri ferðir
upp í slag. Hesa ferð
megnaðu teir 1–1 í Odense
ímóti B1913. Tað var eitt
gott
úrslit
hjá
B1913.
Fredericia hevði vitjan av
hinum árstalsfelagnum í
Odense. B1909 legði rygg
til 3–0 tap ímóti Johan B.
Hansen og Fredericia.
HFK Sønderjyllandi og
Frem vóru leingi við í
uppflytingarstríðnum. Nú
eru vónirnar hjá hesum báð-
um feløgunum heilt kámar.
Frem vitjaði í Sønderborg,
og teir vórðu sendir aftur til
Valby við 2–0 tapi.
Hvidovre enn
eitt tap
21
20
Nr. 85 - 7. mai 2002
B36 fór við øllum,
eftir at Tróndur
Vatnhamar hevði
bjargað brotssparki
frá Hjalgími Elttør
KÍ–B36
Jóannes Hansen
Verður tað eitt stríð fyri at
sleppa burtur úr botninum.
Tað var spurningurin, sum
klaksvíkingar kundu seta
sær sjálvum, eftir at teir
høvdu verið vitni til fyrsta
heimadystin í landskapp-
ingini í ár. Teirra lið hevði
tapt. Teir hildu, at tað var
gott, at tapið var ímóti B36,
og at tað ikki hevði verið
ímóti Skála. Tað hevði ikki
verið at borið. Um tapið
ímóti B36 verður at bera,
valdast
sjálvandi
um,
hvussu tað fer at tørna út
komandi vikurnar.
Nú hevur KÍ tapt tríggjar
ferðir á rað í bólkaumfar-
inum í steypakappingini,
teir taptu síðsta sunnudag
venjingardyst ímóti LÍF, og
so taptu teir ímóti B36.
At tað ikki hevur hilnast,
sum tað varð vónað og
kanska eisini roknað við, tá
tilfarið verður havt í huga,
hevur havt við sær, at Kurt
Mørkøre hevur gjørt roynd-
ir, og uppstillingin hesa
ferð boðaði frá, at tað fram-
vegis verður eksperimen-
terað. Hesa ferð var Ove
Nysted fluttur úr miðverj-
uni og fram í álopið, meðan
Alexander Djordjevic, sum
bara hevur verið álopsspæl-
ari, síðani hann kom henda
vegin fyri einum ári síðani,
var miðverji. Og so var
Harley Bertholdsen ikki í
høgra, men í vinstra borði.
Alexander
Djordjevic
varð kosin besti KÍ spæl-
arin, men hann var uppií, tá
B36 fekk einasta málið í 1.
hálvleiki. Hann royndi at
spæla fram eftir miðásinum
og á Hjalgrím Elttør, men
John Petersen kom ímillum
og lyfti inn um KÍ verjuni
til Jákup á Borg, sum skor-
aði.
Endurtøkur
Tá B36 vann FM í fjør
hevði tað stóran týdning, at
teir fingu alt, tá teir í 16.
umfarinum vóru í Klaks-
vík. Ta ferðina vóru tað
Egil Zachariassen og John
Petersen,
sum
skoraði
málini í 2–1 sigrinum.
Egil og John vóru aftur
málskjúttar fyri B36 hesa
ferð, men fyrst javnaði KÍ
miðskeiðis í 2. hálvleiki.
Innleggið kom úr høgru, og
Heðin á Lakjuni, sendi úr
sjey metrum við høvdinum
upp í hornið aftanfyri
gamla liðfelagan, Trónd
Vatnhamar.
Eitt sera vakurt mál frá
Heðini, sum longu í 1.
hálvleiki sendi bóltin í
málið. Hann varð við dia-
gonalbólti úr høgru spæld-
ur púra leysur, streyk ímóti
málinum og skoraði, men
dómarin
bríkslaði
fyri
rangstøðu. Allan Mørkøre,
sum var passivur í høgru,
var í rangstøðu. Tað vóru
klaksvíkingar ikki glaðir
fyri.
Egil Zachariassen stútaði
B36 upp á 2–1. Magni á
Lakjuni
legði
fríspark
innfyri úr høgru, og mið-
verjin stóð púra einsamall-
ur, tá hann setti krúllin
undir bóltin.
John Petersen skoraði
eisini við høvdinum. Bárð-
ur Mortansson, sum varð
innskiftur eftir steðgin,
legði innfyri, og aftanfyri
handara stólpan setti John
høvdið undir bóltin, sum í
boga sigldi omanfyri mál-
verjan.
KÍ trýst
Klaksvíkingar góvu ikki
skarvin yvir, hóast støðan
var 3–1. Bárður á Lakjuni
varð skiftur inn. Hann
hevði eina góða roynd
dygst við síðuna av stólp-
anum, og so fekk hann
brotsspark, tá Egil Zacha-
rissen nært beinini hjá
honum.
Hjalgrím Elttør, sum
hesa ferð var sentralur mið-
vallari, sendi úr ellivu
metrum til høgru fyri seg
sjálvan, men Tróndur Vatn-
hamar lá flatur og bjargaði
frágera væl.
Kurt Mørkøre skifti seg
sjálvan inn fyri Allan
Mørkøre, sum var álops-
spælari og hevði havt fleiri
góðar royndir, og Kurt átti
sín lut í síðsta málinum.
Hann tamdi við bringuni til
Ova Nysted, sum heilflukt-
aði framvið B36 málverj-
anum. KÍ trýsti síðstu
løtuna, men B36 reið
stormin av.
Stóðu royndina
B36 sigurin var kærkomin.
Eftir lúsingin í fjórðings-
finaluni í steypakappingini
ímóti HB høvdu B36
menninir brúk fyri stað-
festing av, at tað ikki stóð
heilt illa til.
Uppstillingin var eitt
sindur øðrvísi, enn hon
plagar at vera, og tað rigg-
aði væl. KÍ var ágangandi,
men B36 hevði kanska
betri tak á spælinum. John
Petersen og Jákup á Borg
arbeiddu væl á miðvøll-
inum, og teir vóru støðugt
vandamiklir stuðlar hjá
Áka Mørk, sum var einsa-
mallur á toppinum.
Arnbjørn Danielsen var í
útgangsstøðuni í høgra
verjuborði, har setningurin
var at steðga Heðini á
Lakjuni. Tá Heðin eftir
steðgin varð settur í høgru,
býttu Magni á Lakjuni og
Arnbjørn Danielsen um
pláss, og hóast Heðin alla
tíðina var ein støðug hóttan,
so greiddi Arnbjørn sín
setning væl.
B36 hevði undan kapp-
ingarbyrjan bæði FM heitið
og steypasigurin at verja.
Tað er longu greitt, at teir
fara ikki at verja steypa-
sigurin. Um teir fara at
verja FM heitið valdast um,
hvussu tað fer at skerjast
tær næstu seytjan ferðirnar
í landskappingini. Men sig-
urin í Klaksvík var góður
botnur at sláa undir.
KÍ droymdi undan kapp-
ingarbyrjan um at vera við,
har tað gongur fyri seg. Teir
sleppa ikki í ólavsøku-
finaluna, sum teir vóru
annar parturin av í fjør.
Tapið ímóti B36 ger, at
klaksvíkingar mugu hugsa
um at koma á talvuna,
áðrenn teir fara at droyma
stórar dreymar.
KÍ: Meinhardt Joensen –
Erling
Fles, Alexander
Djordjevic, Allan Joensen,
Harley Bertholdsen – Atli
Danielsen, Hjalgrím Elttør,
Jan Joensen, Heðin á Lakj-
uni – Allan Mørkøre, Ove
Nysted
B36: Tróndur Vatnhamar –
Arnbjørn Danieslen, Fróði
Clementsen, Egil Zacha-
riassen, Jens Kristian Han-
sen, Magni á Lakjuni –
Jákup á Borg, Din Sando,
Kenneth Jacobsen, John
Petersen – Áki Mørk
KÍ kiksaði
enn eina ferð
Ove Nysted varð fluttur fram í álopið til dystin móti B36. Her er hann í nærdysti við Trónd Vatnhamar og Fróða Clementsen.
Málskjúttin Egil Zachariasen og Magni á Lakjuni fylgja við
Mynd: SáH
Kenneth Jacobsen eltir
Hjalgrím Elttør, sum brendi
brotsspark, tá støðan var 3-1.
Tá KÍ endiliga minkaði um
munin var tað ov seint
Mynd: SáH
C
M
Y
K
20