týsdagur 7. mai 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 85 - 7. mai 2002
23
Eftir leiðslumálið
misti heimaliðið á
Svangaskarði takið,
og so stríddi illa
mannaða GÍ seg til
eitt stig
B68–GÍ
Jóannes Hansen
Toftamenn vilja fegnir vera
uppií har, sum tað gongur
fyri seg. Tað vil siga í
stríðnum um FM heitið og
Europa Cup plássini. Fyrsta
treytin, at tað skal bera til,
er at vinna heimadystirnar.
B68 fekk ikki meiri enn
1–1 í oyggjauppgerðini í
fyrsta umfarinum ímóti
gøtumonnum. Tá hugsað
verður um fyritreytirnar, so
kann ikki annað sigast, enn
at GÍ kom væl frá fyrstu
royndini. Súni Fríði Jo-
hannesen var so mikið
skaddur, at hann fekk ikki
spælt.
Popczynski
var
einsamallur í álopinum.
Hann tóktist vera so mikið
illa fyri, at hann ikki spældi
meiri enn við hálvari ferð,
og í vinstra borði var sera
lítið veiggj í álopspartinum
hjá GÍ.
Poul Henning Jacobsen
hevur ikki vant so nógv.
Hann var í 1. hálvleiki á
miðvøllinum. Eftir steðgin
kom veteranurin Jóan Petur
Olsen, sum hevur spælt
lítið seinastu árini, og sum
bara hevur vant tvær ferðir í
ár, inn á verjukenda mið-
vallarplássið. Hann hevur
royndirnar, hann hevur
góða grundkonditión, og
hann er bólttryggur.
Tað sigst, at Súni Olsen
og Henning Jarnskor skulu
spæla við GÍ. Høvdu teir
verið við á Svangaskarði,
so høvdu fyritreytirnar
verið til staðar fyri uppaftur
betri úrtøku til gestirnar.
B68 bragdligt
B68 var omaná fyrstu løt-
una. Tað riggaði væl á sen-
trala
miðvøllinum,
har
Fróði Benjaminsen og Jann
Ingi Petersen høvdu gott
tak á. Marlon Jorge bjóðaði
seg til í høgra borði, og tað
var tyngd í álopinum, har
Arnold Joensen var høgru
megin og Øssur Hansen
vinstrumegin. Anders Ny-
gaard var sentralur álops-
spælari. Hann hevði alla
tíðina sera raska Bartal
Eliassen ímóti sær.
B68 kom á odda eftir gott
álop, tá eitt korter var farið.
Teir fangaðu GÍ uppspæl
um miðstrikuna í høgru.
Øssur
Hansen
sneiddi
framvið tveimum, spældi
eitt tvey við Anders Ny-
gaard, kom í brotsteigin í
vinstru og smekkaði flatt í
handara síðunetið.
Eftir leiðslumálið var tað
fleiri ferðir um reppið, at
støðan uppstóð, sum kundi
havt økta leiðslu til heima-
liðið við sær, men tað eydn-
aðist ikki, og sum 1. hálv-
leikur leið, tók trýstið at
linka.
Troyskir gøtumenn
GÍ
hevur
nakrar
sera
støðugar lyklaspælarar. Teir
kenna ábyrgd, og teir
megna at bera liðið langt.
Her verður hugsað um
Magna Jarnskor og Sámal
Joensen á miðvøllinum,
Gidek, sum var verjukend-
ur miðvallari fyrra umfarið,
og sum stuðlaði einsamalla
álopsmanninum eftir stegð-
in, Bartal Eliassen í mið-
verjuni og so Hallur Han-
sen, sum er sera tryggur
millum stólparnar.
Síðstu
løtuna
undan
steðginum
vóru
fleiri
ábendingar um, at heima-
sigurin fór ikki at verða
lættvunnin. Og beinanvegin
eftir steðgin vóru fleiri
spentar støður frammanfyri
B68 málið. Eitt nú tvær frí-
sparksstøður á brotsteigar-
markinum. Gidek royndi
báðu ferðirnar ímóti málin-
um. Í tí fyrra førinum hálv-
bjargaði tryggi málverjin,
Michal Kokoszanek, sera
væl, og í seinna førinum fór
skotið væl omanfyri tvør-
træið.
Útjavnandi málið skoraði
Gidek. Eftir uppspæl í
høgru, kom hann í brots-
teigin, spældi eitt tvey við
Popczynski og var á rang-
støðumarkinum
(kanska
var hann rangstaddur), tá
hann kom leysur mitt fyri
og sendi framvið lands-
manninum í B68 málinum.
Síðstu løtuna var talan
meiri um stríð, enn tað var
um spæl. Nærdystirnir vóru
nógvir, og onkra ferðina var
tað mest sum áfast. Gøtu-
menn vóru nøgdir við javn-
leikin. Kanska iðraðu teir á
heimaliðnum seg um, at
teir ikki høvdu fingið fulla
úrtøku, men teir kendu ikki
sína vitjunartíð fyrsta hálva
tíman, og tí kundi heild-
armetingin ikki vera nógv
øðrvísi, enn at tað stóð á
jøvnum.
B68: Michal Kokoszanek –
Oleif Joensen, Hans Fróði
Hansen, Messias Perreira –
Marlon Jorge, Jann Ingi
Petersen,
Fróði
Benja-
minsen, John Heri Dam –
Arnold Joensen, Anders
Nygaard, Øssur Hansen
GÍ: Hallur Hansen – Ás-
lakur R. Petersen, Bartal
Eliassen, Leivur Hansen,
Magnus Skoralíð – Poul
Henning Jacobsen, Zdzis-
law Janik, Sámal Joensen,
Magni Jarnskor, Hans Pauli
Petersen, Krzystof Pop-
czynski
Sumbingar vunnu
eina sera tætta
grannauppgerð
móti vágbingum.
Sumba dró longra
stráið, tá Eirikur
Joensen fekk
vinnandi málið
FÓTBÓLTUR
Bjartur Nolsøe
VB er nýtt lið í 2. deild.
Frammanundan kapp-
ingini varð roknað við,
at VB verður eitt av
teimum liðunum sum
skulu berjast fyri at
sleppa undan niðurflyt-
ing.
Sumbingar
haraftur
ímóti hava vónir um
eina plasering í ovaru
helvt. Sumbingar vóru
tískil favorittar á heima-
vølli í fyrsta dystinum í
hesum kappingarárin-
um, móti teimum næst-
bestu úr Vági.
Og tað sást eisini
beinanvegin at Sumb-
ingar ætlaðu at vinna ein
greiðan sigur. Teir løgdu
hart út og løgdu trýst á
vágbingar.
Hetta gav eisini úrslit
tíðliga í dystinum, tá
Bergur Winther kom at
standa leysur og skeyt
bóltin í máli til 1-0.
Vágbingar royndu at
svara aftur og komu
eisini fram til onkrar
góðar málmøguleikar.
Men tað vóru sumbingar
sum fingu næsta málið.
Hesuferð var tað Eirikur
Joensen sum skoraði.
Henda støðan helt sær til
hálvleik.
Hvat vágbingar hava
tosað um í hálvleikinum
er ilt at siga, men teir
komu í hvussu út aftur
við einum heilt øðrum
vilja til seinna hálvleik.
Tað gingu bert heilt
fáir minuttir so hevði
Birgir Jørgensen minkað
um munin til 2-1. Hetta
setti veruliga ferð á VB,
og lítla løtu seinni fingu
teir sítt næsta mál og so
stóð 2-2. Aftur var tað
Birgir Jørgensen sum
skoraði.
Hetta var ein rætti-
ligur hvøkkur sum VB
gav sumbingum. Eftir at
hava havt eina trygga
leiðslu í hálvleikinum,
stóð nú knapliga á
jøvnum
og
dysturin
kundi fara báðar vegir.
Bæði liðini stríddust
nú fyri at fáa sum fræg-
ast burturúr. Sumbingar
vildu helst hava 3 stig,
meðan vágbingar kundu
liva við javnleiki.
Og
tað
eydnaðist
Sumba at fáa eitt mál
aftrat, sum skuldi vísa
seg at blíva sigursmálið.
Eirikur
Joensen
royndi seg langt úti frá
við einum góðum skoti,
og bólturin endaði í
málinum. Eitt gott mál
verður sagt.
Vágbingar royndu av
øllum alvi at koma inn
aftur í dystin, men
sumbingar hildu fast.
Sostatt fingu sumbingar
tann væntaða sigurin
móti uppflytaranum úr
Vági.
Dysturin gevur tó VB
mót uppá, at tað væl
kann lata seg gera at
standa seg í næstbestu
deildini.
Tað
koma
onkrir lættari dystir enn
hesin.
Dysturin í tølum:
Sumba-VB 3-2(2-0)
1-0: Bergur Winther
2-0: Eirikur Joensen
2-1: Birgir Jørgensen
2-2: Birgir Jørgensen
3-2: Eirikur Joensen
2.deild: Sumba-VB 3-2 (2-0)
Sumbingar
væl frá byrjan
B68 kendi ikki sína
vitjunartíð
Anders Nygaard fekk einki
mál í dystinum móti GÍ. B68
kendi ikki sína vitjunartíð,
og tað gav GÍ møguleikan at
fáa annað stigið heimaftur
av Toftum
Savnsmynd
23
22
Nr. 85 - 7. mai 2002
Eftir fyrsta dystin í 1.
deild nakrantíð iðra
skálamenn seg grønar
um mista stigið á
Mølini. Ein misskilj-
ing í verjuni hevði við
sær, at Pacek kundi
avgera dystin fimm
minuttir fyri leiklok
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
EB/Streymur hevði eitt sera
gott kappingarár í fjør, tá
liðið hóraði undan við
góðum
skoðsmáli
frá
eygleiðarum. Liðið endaði
triðaftast, men spælið var
mangan
gott,
og
EB/
Streymur argaði fleiri av
teimum stóru liðunum.
Skála er á nýggjum beiti
og skal fyri fyrstu ferð
royna seg í bestu deildini.
Hesin fyrsti dysturin var tó
ein uppliving, sum leikar-
arnir heldur vilja gloyma, tí
EB/Streymur fekk einasta
málið í teimum seinastu
minuttunum
eftir
eina
verjuvillu, sum ikki skal
henda.
Trygvi Mortensen hevði
til
henda
dystin
flutt
Andrzej Pacek fram í
álopið, eftir at hann fyri tað
mesta hevur spælt sum
verjuleikari, ta tíðina hann
hevur verið í Føroyum.
Hann kom tó væl frá upp-
gávuni og fekk sigursmál-
ið.
Pacek var á blettinum, tá
ein langur bóltur verður
sendur inn í brotsteigin hjá
Skála. Máverjin Eugen
Voda kemur út eftir honum,
og Dánjal Hansen er eisini
staddur hjá bóltinum. Tað
sá ógvuliga vandaleyst út,
men eingin teirra tók
bóltin, og tá sníkti Pacek
seg ímillum og skeyt bóltin
uppum málverjan á tvør-
stongina og inn. Hvør hevði
ábyrgdina av málinum er ilt
at siga, men málverjin má
kanska taka tað á sín kappa.
Hetta var ein sera dyggur
smeitur fyri skálamenn,
eftir at teir høvdu kempað
manniliga á útivølli og
hildið málið reint. Skála
hevði eisini sínar møgu-
leikar at skora, men áleyp-
ararnir høvdu ikki hepni
við sær.
Skála var væl við
Tað var tó Skála, sum hevði
tann fyrsta stóra málmøgu-
leikan í dystinum, og hetta
var ein møguleiki, sum ikki
skal brennast. Eftir eitt
innlegg kom Bogi Greger-
sen at standa væl fyri við
handaru stong. Hóast hann
stóð á málteiginum megn-
aði hann ikki fáa bóltin
framvið Gunnari á Steig,
sum aftur í ár verjir málið
hjá EB/Streymi.
Skála var ógvuliga væl
við ta fyrstu løtuna av
dystinum, men sum hálv-
leikurin leið, var tað alt
meira heimaliðið, sum fekk
leikliga yvirvág. Lítil ivi
var um, at Skála fór á vøllin
fyri at verja tað eina stigið
og síðani royna seg við
skjótálopum,
men
tað
eydnaðist ikki at verja
stigið. Skála hevur eitt sera
ungt lið, og bara tveir
spælarar eru eldri 24 ár, og
tí eru fleiri leikarar, sum
ikki hava nakrar royndir frá
fótbólti á 1. deildarstøði. Í
dag mátti venjarin klára seg
uttan Ronnie Hansen og
Aleksandur Johansen, sum
sótu uttanfyri við leikbanni.
EB/Streymur flutti spæl-
ið oman á hálvuna hjá
Skála, og nakrir møguleik-
ar spurdust eisini burturúr.
Hans
Pauli
Samuelsen
hevði ein risastóran møgu-
leika, tá hann kom at standa
væl fyri tætt undir málin-
um. Skotið fór to dygst
framvið handaru stong.
Knút Vesturtún hevði eisini
ein høvdara, sum rakti
tvørtræið.
Annars
vóru
liðini
hampuliga
jøvn
fyri
steðgin, men tá dómarin
bríkslaði í gongd aftur, var
tað
EB/Streymur,
sum
hevði yvirvág í spælinum.
Skála hevði lítið at bjóða
uppá eftir steðgin, og hevði
einans eitt skot á málið hjá
Gunnari.
EB/Streymur skapti nú
fleiri málmøguleikar. Sorin
Anghel var sekur í at
brenna tann størsta. Í fyrstu
atløgu høvdaði hann bóltin
á tvørstongina. Bólturin
støkk útaftur til Sorin, og tá
málverjin lá í málinum, var
lag á manni at seta bóltin í
netið. Men skotið hjá ru-
menanum fór uppum.
Júst tá tey flestu høvdu
sligið seg til tols við einum
javnleiki, lá Pacek framvið.
Hann hevði eina langa tá á
bóltinum, tá málverjin og
verjuleikarin ikki samskiftu
á nøktandi hátt. Hann skor-
aði sostatt einasta málið í
dystinum.
Hetta mundi koma dátt
við hjá skálamonnum, tí tað
hevði verið hugaligari at
farið av vøllinum við ein-
um stigi. Sagt verður av
Eiði, at EB/Streymur skapti
fleiri málmøguleikar og
serliga í seinna hálvleik
hevði liðið greiða yvirvág.
Málið kom tó eftir eina
verjuvillu og ikki eftir ein
av hinum stóru málmøgu-
leikunum.
Dysturin í tølum:
EB/Streymur – Skála 1-0
(0-0)
1-0: Andrzej Pacek
EB/Streymur:
Gunnar á
Steig – Hallur Jacobsen,
Knút Vesturtún, Alfred
Jacobsen, Kristian Carlsson
– Ronnie Samuelsen, Jákup
Martin Joensen, Marni
Djurhuus, Hans Pauli Sam-
uelsen – Sorin Anghel,
Andrzej Pacek
Skála: Eugen Voda – Bent
Djurhuus, Pauli Poulsen,
Dánjal Hansen, Arnold
Berg – Marius Joensen,
Kári Nielsen, Rúni Ras-
mussen, Pauli Hansen –
Jonhard
Frederiksberg,
Bogi Gregersen
EB/Streymur – Skála 1-0 (0-0)
Skála misti á
stokkinum
Andrzej Pacek og Pauli Poulsen dystast um bóltin. Pólverjin skeyt sigursmálið í sigrinum hjá EB/Streymi á Skála. Málið kom eftir
verjuvillu bert fimm minuttir áðrenn dystarlok
Mynd: Finnur Justinussen
Dysturin á Mølini sunnudagin var tættur. Tað vóru tó sundalagsmenn, sum drógu longra stráið, tá dómarin bríkslaði dystin av
Mynd: Finnur Justinussen
C
M
Y
K
22