týsdagur 7. mai 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 85 - 7. mai 2002
25
Arvafíggindarnir TB
og VB møttust á
Sevmýri sunnudagin,
og tað endaði kanska
heldur óvæntað við
sigri til TB. Einar
Petersen fekk einasta
málið í einum dysti,
sum var merktur av
óskipaðum og
harðligum spæli
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
TB hevur ikki spælt í 1.
deild síðan kappingarárið
1998, tá liðið flutti niður.
Teir hava á hvørjum ári
verið millum favorittarnar
at flyta uppaftur, men tað
eydnaðist ikki fyrr enn í
fjør, tá teir vunnu 2. deild.
Hóast ein langan steðg frá
1. deildar fótbólti skuldu
TB-viðhaldsfólk ikki bíða
leingi eftir sigrinum.
Nógv vænta, at TB fer at
hava eitt torført kappingar-
ár, men TB hevur tó fingið
eina
dreymabyrjan,
tá
tvøroyrarmenn vunnu 1-0 á
arvafíggindanum úr Vági,
og roknast kann við, at hesi
trý stigini eru ógvuliga
kærkomin at fáa longu í
fyrsta dystinum.
Einar Petersen fekk ein-
asta málið í dystinum. Bólt-
urin datt heldur tilvildarliga
fyri føturnar á miðvallar-
anum, eftir at Dan Morten-
sen hevði lagt ein bólt
innfyri úr høgru, sum
Magni Jacobsen í VB-
verjuni ikki fekk beint
burtur. Einar var staddur í
málteiginum og hevði tí
lætt við at skumpa bóltin
inn til 1-0. TB fekk fyrsta
málið í 1. deild í fleiri ár
eftir bara eitt korter. Hetta
vísti seg eisini at vera vinn-
andi og avgerandi málið.
VB royndi at trýsta
Dysturin var rokmikil og
lítið av góðum fótbólts-
spæli var at síggja á vøll-
inum sunnudagin. Hetta
munnu fólk á Tvøroyri
leggja líka í, tí teirra lið fór
við sigrinum, og so kann alt
annað gera tað sama.
Ógvuliga fáir málmøgu-
leikar vóru í fyrra hálvleiki,
og málverjarnir høvdu tí
lítið at gera. VB hevði tó
bóltin meira, men tað gekk
striltið við at umseta leik-
ligu yvirvágina til mál-
møguleikar.
VB saknaði óivað Birgir
Jørgensen í álopinum, tí
hann hevði givið teimum
fleiri møguleikar í álops-
spælinum enn Gisli Svein-
bjørnsson
og
Robert
Cieslewicz, sum ikki fingu
serliga nógv burturúr henda
dagin.
Eftir steðgin fór VB at
stýra dystinum alt meira,
men hóast trýst varð lagt á
málið hjá Lars Müller, kom
lítið burturúr. VB legði
nógvar langar bóltar inn í
brotsteigin og hevði eisini
fleiri
hornaspørk,
men
einki spurdist burturúr.
At VB sendi nógv fólk
fram á vøllin, gav TB
møguleikan í skjótálopum,
og fleiri ferðir høvdu TB-
leikararnir møguleika at
skapa stórar málmøguleik-
ar, men vantandi neyvleiki
hevði við sær, at Bjarni
Johansen sjáldan noyddist
at toyggja seg.
Á VB-liðnum var stórur
saknur í Birgiri Jørgensen,
sum altíð er vandamikil, og
Tóra Holm. Teir spældu
báðir við 2. deild, sum tapti
3-2 í Sumba leygardagin.
Hesir báðir royndu leikar-
arnir høvdu ivaleyst styrkt
nógv um liðið. Marek
Viersbicki var heldur ikki
við vegna skaða í ryggin-
um. Undir dystinum noydd-
ust bæði Jón Pauli Olsen og
Magni Jacobsen av vøllin-
um venga skaða, og hetta
darvaði spælinum hjá VB
almikið.
Nenad kundi javna
VB hevði tó ein sera stóran
møguleika at javna í teim-
um seinastu minuttunum.
Ein av nýggju leikarunum á
liðnum, Nenad Zivanovic,
tók bóltin niður við bring-
uni staddur fimm metrar frá
málinum. Hann langaði til,
men bólturin fór framvið
málinum, tá tey flestu
frammanundan høvdu sæð
eitt mál til VB fyri sær.
At enda sendi venjarin
Predrag Zivkovic fram í
álopið, men hann kundi
einki gera við støðuna. VB-
ararnir kendu seg snýttar
fyri tvey brotsspørk í
seinna hálvleiki, men hes-
um taka TB-leikararnir
helst ikki undir við.
Annars
var
dysturin
merktur av, at hetta var ein
grannauppgerð
millum
arvafíggindar. Menn góvu
alt teir høvdu, og nógv hart
spæl var at síggja. Tó fullu
bert fimm gul kort, og
onkur vil vera við, at
dómarin kundi væl givið
fleiri kort í dystinum.
Hvørki TB ella VB kann
breggja sær av at hava spælt
góðan fótbólt leygardagin,
og kanska kundi man vænta
nakað meira av VB, sum
hevur styrkt seg við fleiri
leikarum undan hesum
kappingarárinum.
Hesin sigurin man vera
ógvuliga søtur hjá TB. Fyri
tað fyrsta eru trý stig fingin
til høldar í fyrsta dystinum,
men harafturat var mót-
støðuliðið VB, sum hevur
verið
fremsta
liðið
í
Suðuroynni í fleiri ár, eftir
at TB sum oftast hevur havt
hendan heiðurin. Sigurin
hjá TB sunnudagin var tó
ikki óuppiborin, tí teir
stríddust fyri stigunum.
Dysturin í tølum:
TB – VB 1-0 (1-0)
1-0: Einar Petersen
TB: Lars Müller – Tórur
Mortensen, Andras Nolsøe,
Vladimir Matijivic – Bárð-
ur Dimon, Rasmus Nolsøe,
Einar
Petersen,
Zoran
Mancic, Dan Mortensen –
Aleksandar Radosavljevic,
Allan Michelsen
VB: Bjarni Johansen –
Magni Jacobsen, Eyðun
Jacobsen, Predrag Zivkovic
– Mortan úr Hørg, Palli
Augustinussen, Slobodan
Madzar, Nenad Zivanovic,
Jón Pauli Olsen – Robert
Cieslewicz, Gisli Svein-
bjørnsson
TB – VB 1-0 (1-0)
TB vann
grannauppgerðina
B71, sum í fjør fór
ta tungu gongd
niður í 2. deild,
kom væl frá byrjan,
tá sandoyingar
vunnu 3-0 á NSÍ.
Jónsvein Thomsen
fekk øll trý málini,
og sigurin var fult
uppiborin
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
B71 hevur longu sett
kós ímóti bestu deildini,
eftir at fyrsti heimadyst-
urin er avgreiddur. B71
vann á heimavølli 3-0
móti NSÍ, og sagt verður
á Sandi, at sigurin var
fult uppiborin.
Dysturin
var
ikki
nógvar minuttir gamal,
tá Jónsvein fekk tað
fyrsta av sínum trimum
málum. Hann er hægstur
við nærmastu stong eftir
eitt innlegg úr vinstru
síðu og høvdar bóltin
inn. B71 kom væl frá
byrjan og var yvirhøvur
vandamiklari.
NSÍ royndi tó eisini at
bíta frá sær, og útiliðið
var nær við onkuntíð.
Ken
Nónklett
hevði
bestu royndina á málið
hjá Valdemar.
Hann
fluktaði bóltin fyrstu
ferð, men polski mál-
verjin fekk hendurnar á
bóltin.
Restin av fyrra hálv-
leiki gekk spælið báðar
vegir, og liðini høvdu
sínar royndir á málið,
men tað gjørdist ongan-
tíð veruliga vandamikið.
B71 dregur frá
Í seinna hálvleiki dró
B71 frá runavíkingum
við tveimum málum frá
Jónsveini Petersen, sum
var í hopla henda dagin.
Næsta mál hansara
fall eftir miðskeiðis í
seinna umfari. Aftur
hesuferð var tað eitt
innlegg úr vinstru síðu,
sum hann gjørdi sær
dælt av. Hesuferð fekk
hann fótin á bóltin, ið
smeyg sær framvið mál-
verjanum.
Seinasta málið kom
móti endanum av dyst-
inum, og tá hevði NSÍ
sligið seg til tols við
einum tapi. Jónsvein
kom tá at standa púra
leysur við opnum máli,
og hann hevði lætt við at
skumpa bóltin innum.
NSÍ hevði sum heild
ikki so nógvar hóttanir
móti málinum hjá B71,
sum hevði leikliga yvir-
vág.
B71 slapp væl frá
byrjanini í hesum kapp-
ingarárinum. Tey flestu
munnu vænta, at liðið
fer at vera við í odda-
stríðnum, tá kappingin
fer at halla seinni í ár,
men tað er kanska held-
ur tíðliga at útnevna
sandoyingar til favoritt-
ar, tí fleiri onnur sterk
lið eru við í kappingini í
ár.
Dysturin í tølum:
B71 – NSÍ 3-0 (1-0)
1-0: Jónsvein Knudsen
2-0: Jónsvein Knudsen
3-0: Jónsvein Knudsen
2. deild: B71 – NSÍ 3-0 (1-0)
Niðurflytarar
vunnu
VB royndi at leggja trýst á TB-málið í dystinum sunnudagin, og serliga eftir steðgin hevði liðið
bóltin meira, men einki spurdist burturúr. Her hevur Rasmus Nolsøe, vinstrumegin, gott tak á
Nenad Zivanovic hjá VB
VB sendi nógv fólk niðan á vøllin eftir steðgin, men tvøroyrarmenn megnaðu at halda fast um
leiðsluna. TB kann fegnast um fyrsta sigurin í ár
25
24
Nr. 85 - 7. mai 2002
Í einum rótutum
og til tíðir hart
leiktum dysti vann
FS Vágar uppiborið
á LÍF
FÓTBÓLTUR
Bjartur Nolsøe
Tað var LÍF sum legði
betri fyri í dystinum í
Lorvík leygardagin. Teir
royndu at leggja eitt
trýst á FS Vágar, og
eydnaðist hetta eisini í
ávísan mun. Lorvíkingar
komu fram til nakrar
hálvar málmøguleikar,
uttan tó at gerast serliga
vandamiklir.
FS Vágar hevði týðu-
liga ringt við á fóta sær á
vøllinum, og tí bleiv tað
ofta til skeivar avlever-
ingar, sum gav LÍF bólt-
in aftur.
Vágamenn tóku
yvir
Sum fyrri hálvleikur
leið, kom FS Vágar tó
betri við í dystin. LÍF
legði seg meiri aftur á
vøllin, tá teir sóðu at tað
trýst sum teir royndu at
leggja á vágamenn, ikki
førdi til nakað.
Tá eitt korter var farið
av dystinum, kemur
fyrsti veruligi málmøgu-
leikin í dystinum. Bólt-
urin
verður
spældur
ígjøgnum
miðverjuna
hjá LÍF, og har gerst
Bjarni Prior leysur og
skýtur á stongina og út.
5
minuttir
seinni
sleppur
Bjarni
aftur
leysur, men verður ó-
rógvaður so mikið at
dómarin dømir fríspark
á sjálvari brotsteigar-
linjuni, og gult kort til
lorvíkingin. Her slapp
LÍF heldur bíliga, tí tá
tað bleiv dømt fríspark
og vágamaðurin var
leysur ígjøgnum, átti
hetta at verið revsað við
meira enn gulum kortið.
Vágamenn fingu fleiri
møgleikar sum kundu
givið mál, men antin
vóru teir óneyvir ella
bjargaði málmaðurin hjá
LÍF.
Lorvíkingar
høvdu
okkurt langskot móti
málinum, uttan at teir tó
veruliga fingu roynt
málmannin hjá FS Vág-
um.
2 minuttir fyri hálv-
leik kemur so fyrsta
málið í dystinum. Eftir
hornaspark kemur Kim
Poulsen at standa leysur
og kann lætt skjóta
bóltin í mál til 1-0 til
vágamenn.
Hetta var hálvleik-
støðan og var tað fult
uppiborið at vágamenn
vóru á odda.
Seinni hálvleikur var
ikki meir enn byrjaður
so fáa vágamenn brots-
spark, sum Jens Erik
Rasmussen setur í mál
til 2-0.
Hart spæl
Vágamenn høvdu nú
uppbygt sær eina trygga
leiðslu, og kundu nú
leggja dent á at verja
hesa leiðslu. Tað var ilt
at síggja, hvussu lorvík-
ingar
skuldu
kunna
leggja trýst á vágamenn,
og harvið koma við aftur
í dystin.
Næsta løtan var merkt
av hørðum spæli við
nógvum fríspørkum og
gulum kortum.
Dómarin átti at havt
steðgað hesum nógv
fyrr, men í staðin fingu
spælararnir
loyvi
at
halda fram. Dómarin
hevði sum heild ringt
við at stýra dystinum
hesa løtuna.
Bæði Ari Thomassen
og Hannis Olsen hjá FS
Vágum noyddist út við
skaða
miðskeiðis
í
seinna hálvleiki, og ikki
er vist at teir verða klárir
aftur í bræði.
Móti endanum fór
leikferðin úr dystinum,
og var tað sum um at
liðini høvdu sligið seg
til tols við, at dysturin
var avgjørdur.
Eitt mál kom tó aftrat,
og varð tað aftur FS
Vágar sum skoraði. Bra-
siliumaðurin
Clayton
Soares, sleppur at renna
einsamallur frá miðum
vølli, og skorar framvið
Karsten i LÍF-málinum.
Hetta var tað síðsta
sum hendi í dystinum.
Ongin ivi er um, at betra
liðið vann, og vágamenn
vístu enn einaferð, at teir
koma at liggja heilt
frammi í kappingini í ár.
Dysturin í tølum:
LÍF-FS Vágar 0-3(0-1)
0-1: Kim Poulsen
0-2: Jens Erik Rasmus-
sen (brotspark)
0-3: Clayton Soares
B36 og HB fingu hvør
sítt stig í fyrsta dyst-
inum í landskapp-
ingini í ár. HB førdi
annars við tveimum
málum, og teir
munnu iðra seg um,
at teir ikki megnaðu
at halda fast um
leiðsluna. Ístaðin
reisti B36 seg aftur og
fekk annað stigið
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Fyrsti dysturin í lands-
kappingini í 2. deild lagaði
tað soleiðis, at grannarnir
brustu saman í fyrsta um-
fari.
HB stýrdi spælinum allan
fyrra hálvleik og legði seg
eisini framum við tveimum
málum, sum Rókur av
Fløtum Jespersen skoraði.
Hann var annars óheppin,
tá hann og ein verjuleikari
brustu
høvdini
saman.
Rókur mátti seymast aftur
við fýra pentum.
Fyrra málið kom eftir
gjøgnumbrot í høgru. B36-
ararnir steðgaðu á, tí teir
mettu seg eiga eitt klárt
fríspark, men dómarin lat
ikki við seg koma, og hes-
um gjørdu HB-ararnir sær
dælt av.
Ransin Djurhuus leggur
inn til Rók, sum er púra
leysur við málverjanum, tí
verjan svav hesa løtuna.
Hann er kaldur og trillar
framvið Magnusi í málin-
um.
Miðskeiðis í fyrra hálv-
leiki økir HB um leiðsluna.
Eitt fríspark verður sent
innfyri, og Bernhard Peter-
sen er hægstur við handaru
stong. Hann høvdar bóltin
inn aftur í málteigin, har
Rókur hevur lætt við at
skumpa bóltin tann seinasta
teinin innum.
B36 svarar aftur
Sigast kann um fyrra
hálvleik, at HB stýrdi
gongdini. Teir skaptu nógv
fleiri málmøguleikar, og
B36 hevði ilt við at fáa
fatur á bóltinum, sum
koyrdi væl ímillum leikar-
arnar í svørtum og reyðum.
B36 megnaði tó at svara
aftur fyri steðgin. Ein
høgur bólturin verður lyftur
uppum HB-verjuna, og har
liggur Bergur Midjord og
lúrir. Hann tekur bóltin
niður og skýtur spakuliga
framvið málverjanum.
Stutt eftir bríkslaði dóm-
arin fyri steðginum, og B36
hevði fingið mótið aftur, nú
munurin bara var eitt mál.
B36 legði út sum eitt
óløgi í seinna hálvleiki.
Hetta gav úrslit rættiliga
skjótt. Aftur er tað Bergur
Midjord, sum var vanda-
mikli maðurin. Hann dreg-
ur framvið fleiri verju-
leikarum hjá HB og roynir
seg við skoti. Pól Næs
Joensen hálvbjargar, men
Heini í Skorini er fyrstur á
bóltinum.
Hann dregur inni í mál-
teginum
framvið
fleiri
verjuleikarum, sum pa-
nikkslignir tveita seg fyri í
royndini at verja. At enda
setir Heini bóltin í netið til
2-2, sum var endaliga úr-
slitið.
Bæði liðini høvdu møgu-
leikan at leggja seg framum
eftir hetta, men bólturin
vildi ikki innum. HB hevði
kanska teir vandamiklaru
møguleikarnar, men áleyp-
ararnir vóru ikki nóg nær
lagdir.
Dysturin í tølum:
B36-HB 2-2 (1-2)
0-1: Rókur av Fløtum
Jespersen
0-2: Rókur av Fløtum
Jespersen
1-2: Bergur Midjord
2-2: Heini í Skorini
2.deild: LÍF – FS Vágar 0-3 (0-1)
Góður sigur
til vágamenn
2. deild: B36 – HB 2-2 (1-2)
Havnarliðini býttu stigini
Rani Christiansen í leysari luft frammanfyri Tórálvi Poulsen úr B36. Aftanfyri síggjast Jóannes
Jacobsen við stongina og málverjin Pól Næs Joensen
Mynd: Álvur Haraldsen
Vágbingurin luttók
um vikuskiftið í
súkklukapping í
fremstu deildini í
Fredrikshavn. Rógvi
kom á mál sum
nummar fjúrtan, og
tað er hann sjálvur
væl nøgdur við
SÚKKLING
Stefan í Skorini
Tað tykist sum Rógvi Jo-
hansen er við at koma fyri
seg aftur, eftir skaðan hann
fekk í heyst. Leygardagin
var hann við í kappingini í
Fredrikshavn, og hann kom
á mál á fimtanda plássi.
Hetta var ein kapping í A-
bólkinum, sum er fremsta
deildin í Danmark.
Rógvi var ógvuliga virk-
in har frammi allan vegin
gjøgnum kappingina, men
honum eydnaðist ikki at
vera við í tí rætta útbrot-
inum.
Føroyski súkklarin hevði
frammanundan gjørt av at
leggja nógv fyri í hesi
kappingini, so hann kundi
royna seg sjálvan, og
hvussu langt tað bar. Hetta
tók nógva megi frá honum,
men hann royndi allatíðina
at vera við í oddinum.
Hann var við í einum
útbroti, men tað vísti seg tá,
at Rógvi ikki hevði so nógv
veiggj eftir í beinunum, og
hann orkaði ikki at fylgja
við meira.
Hann royndi tó at fanga
henda bólkin aftur seinni,
men tað eydnaðist ikki.
Vinnarin av kappingini var
Søren Petersen, ið er full-
tíðar yrkissúkklari og koyr-
ir fyri amerikanska liðið
Saturn.
Rógvi
Johansen
var
nummar fimtan á mál, og
hetta úrslitið er hann sera
væl nøgdur við. Hann
heldur, at hann aftur er við
at koma aftur í venjing eftir
skaðan, sum hevur oyðilagt
honum venjingina í vetur.
Rógvi gongur framvegis
til
kanningar
á
eini
ítróttarlæknastovu, og hann
skal leggjast undir skurð í
november. Rógvi fær tó
súkkla sum vant, og hann
merkir ikki stórvegis til
skaðan.
Rógvi Johansen fekk stig
C
M
Y
K
24