Sosialurinarkiv
Sosialurin 1966-09-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 1966síða 3

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 i ' Y Í Um líknandi 3. september 1966 SOSIALURIN Sleipistoðarmálið , á Tvøroyri Tvøroyri var hitt fyrsta og i langa tid tad størsta sleipistødar- plássið i Feroyum. Men so kom ólag á. Tað sýntist, sum teir einstaku reiðararnir, sum áttu meginpartin av sleipistødini á Tvøroyri, — og her er kanska serliga talan um tann stórsta eigarin — hugsaðu meira um at fáa síni arbeiði bíliga gjørd enn um at reka sleipistødina forrættn- | ingsliga við víðkan av sleipistøda- kapacitetinum í hyggju samsvarandi tíðarinnar krøv eftir stórri og stórri fiskiskipum og styrkjan og grund- festing av virkisins figgjarstødu. Hetta ólagið í rakstrinum av sleipistødini hevur borið við sær, at hon kom at smokka heilt burturúr og farast í 6røkt og evnaloysi við minni og minni arbeiði, hóast meiri brúk kom at vera fyri sleipi- støðum í Føroyum. Í mótsetning til fyrr, tá ið stutt- ligt var at síggja eitt lið av vala skipstimburmonnum hvønn morgun og kveld koma og fara á sleipi- stóðini, komu færri og færri av hesum dugnamonnum fáa ar- beiði har, men máttu leita sær eftir øðrum arbeiði á plássinum ella fara burtur til onnur pláss í Føroyum ella út av landinum. Eitt ólag, sum var mikið at harm ast yvir. Hetta ólag fóru arbeiðarastatfini á fáa bøtt. Farið varð í samráðingar við væl- viljandi og sterkar kreftir í Dan- mark, fyrst og fremst statsmyndug- leikarnar. Millum teir privatu kunnu nevnast so mætar fyritøkur sum BÆW, og F. L. Smith, tvey tey at so menn við odda undir at størstu virkisfeløgini í øllum Dan- mark. Ætlanin var at fåa bygt eina | sleipistød og skipasmiðju, ið kundi taka upp øll okkara skip, eisini tey størstu. Við teimum mongu húsagangs- búgvunum aftan á verðaldarkríggið 1914——18 í minni, vóru plánirnir við hesum virki, at eingi lán skuldu takast at byrja við, men allur í- leggingarpeningurin skuldi verða fingin til vega sum partapeningur. krepputíðir = skuldu komið, sum tær nevndu aftan á fyrsta verðaldarkríggið, skuldi virk- ið standa skuldafrítt og kunna taka ta ringu tíðina uttan føstu byrðirnar, ið virkir vanliga hava av tí stóra lænta peninginum, tey hava verið noydd at taka, til sjálva | byggingina. | Talan var um eina kontanta í-| legging uppá stívar 3 milliónir. Ein veldugur peningur eftir tá-| tíðini. Hvussu kundi hesin peningur fá-| ast til vega sum partapeningur? Omøguligt, hildu tey flestu. Men so var ikki. Statsministari Buhl var sinnaður at leggja til brots fyri, at staturin | skuldi verða við við einari millión, | sum bidi var um. Men av tí at) vidurskiftini Føroya og Danmarkar ímillum ikki tå vóru komin aftur í Í stokkin. rættlag, helt Buhl sum statsminist- ari, at treytin fyri, at staturin var við við einari million, mátti vera, | at semja var um málið i Føroyum, og menn á plássinum og í Suður- oynni fyrst og fremst tóku undir við tí. | B & W gjørdi allar tekningar av |sleipistødini ókeypis og vildi taka ta teknisku ábyrgdina fyri virk- inum. Allir í samgonguflokkunum, javn aðarflokkinum, = sjálvstýrinum og sambandsflokkinum uttan Kristjan Djurhuus bundu seg við navns undirskrift at vera fyri, at tingið skuldi samtykkja at seta 400.000 kr í virkið við 100.000 kr. um árið. Frobiar sóknar kommuna samtykti | at vera við við einum partapeningi uppá 700.000, A. T. teknaði seg fyri 70.000 kr. — tá var felagið í vælmakt síni — og millum fólkið í Froðbiar sóknar kommunu var tekn að ein peningahædd, sum lá um tær 300.000 kr., sum fyri størsta partin vóru goldnar í hondina. Her aftrat komu sum fyrsta gjald fríar tekn- ingar frá B & W við lyfti um 6- keypis tekniska hjálp bæði í bygg- ing og leiðslu og kr. 250.000 frá felaginum F. L. Smith. Her var so statt longu í fyrstu atløgu tryggjaður ein partapeningur uppá slakar 3 milliónir. Nú skuldi alt verið í lagi fyri eini stórdrift undir kønastu leiðslu og fíggjarliga tryggjað betri enn talan hevði verið um hjá nakrari stórdrift í Føroyum áður. Men »misteltenin« spenti fót fyri hesa stórdrift, sum hevði haft al- stóran tydning fyri Føroyar, um hon var komin í lag. Í yDagblaðnume< løgdu sum Kjartan Mohr av grimdum út móti hesi drift sum ein deyðs- fíggindi, ið vildi, segði hann, oyða leggja tær smáu skipasmiðjurnar, sum vóru frammanundan í Føroy- um. Stýrið fyri sleipistødini á Tvør- oyri, ið tá var komin so langt nið- ur, at hon veruliga lá avtoftað fyri at siga tað sterkt ella soleiðis sum hon virkisliga lá í evnaloysi — stýr ið fyri hesi driftini var hvorki at høgga ella at stinga í um at vera við at taka hetta stórtakið. Eingin minni enn sjálvur stjórin fyri B & W — A. Hou-Møller var her uppi leingi fyri at fáa eitt samarbeiði millum ta gomlu og ta tilætlaðu menn nýggju sleipistødina yviri við Hellá | skila- var í lag. Men allar hansara royndir battu einki. Stýrið ikki einans ímóti, men mótmælti og helt fram, at tað var við at nú- timansgera sleipistøðuna inni á »Beddingini«. Men hetta var einki uttan »snakk« fyri at spenna fót fyri stórætlanini skipabygging og sleipi- stødararbeidi viðvíkjandi. Hetta fyri Føroyar av sonnum so týdningarmikla tiltak var komið á Men har varð tað mist. Óndar kreftir í Dagblaðnum við Kjartan Mohr á odda í fylking við ikki betri kreftum á sjálvum Tvør- oyri komu og kvettu á stokkinum. Ilir í huga móti samfelag, móti fólki og landi fyri ússaligar egin- og politiskar interessur at fremja, tóku teir knívin og kvettu samdrátt- kundi drigið hesa arlínuna, sum stórætlan í land. Hava menn gjørt ljótari gerð? Hava menn handlað sum ljótari »Føroya synir«, eitt heiti, sum summir av hesum »kvettingarmonn- um< plaga at prýða seg við? Hvat vildi tað ikki havt at týða fyri Føroyar, skipasmíð og sleipi- stødarvidgerd, um hetta stórvirki varð sett á stovn longu tá bætt aftaná kriggslok? Hvat vildi tað ikki havt at sagt fyri okkum føroyingar, um vit høvdu havt bygt okkara skip sjálv- ir, sum vit vegna trot uppá nýtandi sleipistødir og skipasmiðjur hava noyðst at bygt í fremmandum lond- um? Sleipistóðarmálið varð so upp- afturtikid, men hesa ferð í pinku- lingalíki, fyri at viðgerð av motor- bátum og fiskiskipum ikki heilt skuldi halda uppat á tí gamla sleipi stødarstadnum Tvøroyri. Styrid fyri sleipistødini vid Georg Thomsen å odda vendi sær til tå- verandi formann i kommununi, P. M. Dam, um at vera felagnum til hjålpar at fåa lån. Spurningurin varð lagdur fyri kommununa og sera væl undirtikin har. Egnsútviklingslógin var sett í gildi fyri Føroyar. Menn søktu hagar og fingu stór- lán. Stýrið fyri sleipistødina á Tvør- oyri søkti eisini. Kommunan tók sum nevnt væl undir og samtykti at seta 165.000 kr. sum partapening i endurreising av sleipistødini. Og i samråding vid kommununa varð eisini sekt til løgtingi3 um at seta tilsvarandi partapening í, tí virðini av ogn- unum í teirri gomlu sleipistødini, sum vóru settar í sum partapening- ur í endureisingarfelagið, vóru ikki tiknar fyri at hava meira virði, enn felagsins skuld var, altso uttan veru ligan týdning fyri endurreisingina. Men nú sá út sum allar royndir at fáa endurreist sleipistødina til eitt nýtiligt virki vóru kvaldar hjá landsstýrinum. So varð eftir uppskoti frá javn- aðarmonnum í sóknarstýrinum sam tykt at venda sær aftur til løgting og landsstýri. Hvussu ið gekkst við samráðing- unum við landsstýrið um sleipistød armálið er gjølla greitt frå í Sosi- alinum tá, og verður víst til hesa frágreiðing. Men {í stuttum kann sigast, at hóast landsstýrið at byrja við lætst at vera fyri, so bar tað seg undan í hvørji syftu, og samráðing- arnar endaðu við, at landsstýrið ikki vildi leggja málið fyri tingið. Sum løgtingsmadur legði so P. M. Dam málið á tingborð við upp- skoti um, at tingið gav kommununi loyvi at seta 165.000 kr. sum parta- pening í sleipistødarmålid og sjålvt setti aðrar 165.000 kr. eisini sum partapening í sleipistoðina. Hetta uppskot varð samtykt við atkvødum frá javnaðarmonnum, sambandsmonnum og nøkrum tjóð- veldismonnum, meðan landsstýris- menninir allir fólkaflokksmenninir og báðir gamla sjálvstýrismenninir vóru ímóti. Tá ið málið var samtykt, fleyg ødi í løgmannin Håkun Djurhuus. Hann reistist og sló neva í borðið og lovaði, at uppskotið ikki skuldi verða lýst í gildi. Men tað mátti hann so kortini gera seinri undir trýsti um at halda tingsins sam- tyktir. Men hann gjørdi tað ikki beinan vegin, tann góði løgmaður. Hann drálaði eitt langt og sjey breitt. Og tá ið hann og landsstýrið so enda- liga segði sóknarstýrinum frá ting- sins samtykt, aftraðu teir seg ikki við at víkja frá tingsins samtykt og leggja treytir á, sum einki stóð um í samtyktini. | Nr. 69 ———————————————————————————wi—iiiiiiiwiiChvwwi Meðan tingið hevði samtykt at geva sóknarstýrinum loyvi at seta 165.000 kr. sum partapening í sleipi støðina uttan við einum orði at skerja rættin hjá hesum partapen- ingi, legði landsstýrið uttan at hava minstu heimild til tess, ta treyt á sóknarstýrið, at tað, um tað vildi fáa loyvi at seta partapening í sleipistóðina, mátti tað fyrst sam- |tykkja, at hesin partapeningur ong- an atkvødurætt skuldi hava. Aftrat hesari eftir okkara tykki ólógligu gerð, loyvir landsstýrið (sær at gera eina ólógliga gerð aftrat við at samtykkja, at tann peningur, sum landskassin setti í somu sleipi- stød, heldur ikki skuldi hava nakr- an atkvødurætt. Hetta gjørdi lands- stýrið, hóast tað i tingsins samtykt ikki stóð eitt einasta orð um, at tingsins partapeningur skuldi ikki eiga atkvøkurætt. Tað verður forvitnisligt at síggja, um tingið hættir sær at lata vera at standa á landsstýrinum fyri hes- ar ólógligu gerðir. Í einum hverjum øðrum landi vildi eitt landsstýri, ið gjørdi tilik- ar ólógligar gerðir noyðst at lagt frá sær og síðani komið undir revs- ing fyri at hava misbrúkt almennar »midlar«. Spinnid i Gøtu tygum fáa gott tógv, og skjóta avgreiðslu. Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og selja øll sløg av føroyskum tógvi. TØTINGARVIRKID v/ Ólavur Gregersen — tlf. 20 í Gøtu tlf. 5043 3 mánaða uppsøgn vanlig konti kekk konti latin eftir seravtalu. Avgreiðslutíðin er: leygardag kl. 10 —1214 Deild: Leirvíkar Sparikassi Nordoya Sparikassi stovnaður 1919 Renta av innistandandi peningi: S% mp. a. 4 % p. a. 2 Fyri peningahæddir við longri uppsagnartíð verður renta vanligar gerandisdagar kl. 10—12 og kl. 131; —151%4 avgreiðslutíð: týsdag og friggjadag kl. tlf. 5043 % p. a. 1534——{17. FØROYA SPARIKASSI Av innsettum peningi verður renta latin á henda hátt: 3 mánaða uppsogn.... Uttan uppsøgn Kekk-konto peningahæddir vid Fyri sagnartid verdur renta latin eftir ser- avtalu. Opin hvønn dag kl. 10-1230 og 14-] 530 Leygardag kl, 93-12 Telefon 1400 Deild: NORDSTREYMOYAR SPARIKASSI VESTMANNA — Telefon 93 Stovnadur 18 Vøggugåvur S pa. ; lp ! 4 0 pa Hvort nyføtt barn í Føroyum fær frå 2 0 ; på: sparikassanum i fødingargåvu eina longri upp- á „ SPARIKASSABÓK UPPÁ 10 KR. Henda vøggugåva verður eftir ynski | foreldranna insett i: | | | | FØROYA SPARIKASSA Opin mánadag kl. 4-6, týsdag, mikudag og hósdag 10-12 og 2-4, fríggjadag kl.4-6 og leygardag kl. 10-12. NORÐOYA SPARIKASSA ella SUÐUROYAR SPARIKASSA Skúlasparing við sparimerkjum — SPARIÐ í SPARIKASSUNUM —