mikudagur 8. mai 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 86 - 8. mai 2002
Nr. 86 - 8. mai 2002
3
Leys størv í
Føroyum & uttanlands
Fyritøkur og stovnar kunnu nú
keypa pláss til starvslýsingar
sínar á fø
føroyska portalinum -
www.portal.fo og í bla
í
ðnum
Sosialinum
Føroyski Portalurin, ið er nýggja
navnið fyri Oliv
fy
ant.fo hýsir
starvslýsingum hjá fyrit
fy
økum og
stovnum, sum hava áhuga í, at
í,
starvslýsingar teirra skulu røkka
enn fleiri lesarum. Vanliga vitja
Va
upp í 10.000 br
í
úkarar
www.portal.fo hvønn dag.
Lýsingarprísur pr
ís
. starvsl
r.
ýsing,
galdandi frá at lýsingin er løgd
út á fø
føroyska Portalin:
1 viku
kr. 1.000,
r.
-
2 vikur
kr. 1.500,
r.
-
til freistin er úti
kr. 2.000,
r.
-
Tekstur (word-f
Te
ílur) og
møguliga búmerki skal
sendast viðheft til
teldupostadressuna:
lysing@sosialurin.fo
Lýsi
sið
ýsingarnar s
singarnar síggjast
ggjast
Eru spurningar og/ella ivamál, eru tit altíð
vælkomin at senda teldupost til:
lysing@sosialurin.fo
ella ring til
Finnbjørg ella Anju
Sosialurin 311820
Føroyskir íleggjarar
hava tikið stig til at
seta á stovn eitt nýtt
privat framtaksfelag.
Við 26 mió. í skjáttu-
ni fer grunnurin í
holt við at gera íløgur
við vágafúsum kapi-
tali í føroyskt og út-
lendskt vinnulív
VINNULÍV
Heri á Rógvi
Tórshavn: Fyrsta privata
framtaksfelag av sínum
slag hevur sæð dagsins ljós
í Føroyum. Tað er Kaup-
thing Føroyar, sum hevur
tikið stig til at seta á stovn
hetta nýggja íløgufelagið.
– Hetta er nakað, ið vit á
Kaupthing hava arbeitt við
í næstan eitt ár. Føroya
Sparikassi hevur eisini lut-
tikið í arbeiðinun. Vit hava
varnast, at Framtaksgrunn-
urin hevur gjørt nakrar
spennandi íløgur, og vit
hildu hetta vera eitt gott
hugskot, uttan at vit royna
at eftirgera Framtaksgrunn-
in. Vit hava sæð, at tað eru
fleiri spennandi íløgur, sum
kunnu gerast, sigur Petur
Holm, stjóri fyri Kaupthing
Føroyar Virðisbrævamekl-
arafelag P/F.
Nýggja íløgufelagið kall-
ast fyri Notio, ið er latín og
merkir hugskot.
Stovnararnir av nýggja
felagnum eru Kaupthing
Føroyar, Sparikassagrunn-
urin, P/F Framherji, P/F
Tórshavnar Skipasmiðja,
P/F Varðin og P/F Poul
Michelsen.
Kaupthing og Sparikassa-
grunnurin
eru
størstu
íleggjararnir frá byrjan. Frá
byrjan eru 26,1 milliónir
tøkar hjá nýggja felagnum,
men miðjað verður ímóti at
hækka partapeningin til 75-
100 milliónir um eini 2-3
ár. Ætlanin er at fáa ein
breiðan skara av partaeigar-
um.
Hetta er samstundis fyr-
sta íløgan hjá nýggja Spari-
kassagrunninum, ið gjørd-
ist veruleiki eftir at Føroya
Sparikassi varð umgjørdur
til partafelag.
Tílík feløg eru kend frá
londunum rundanum okk-
um. Tey fyrstu tílíku feløg-
ini vóru til fyri umleið fim-
tan árum síðani, og hava
hesi sett sín dám á vinnu-
lívið í grannalondunum.
Støðugt síggja fleiri tílík
feløg eisini dagsins ljós.
Leisturin, ið Notio er
bygdur upp eftir, líkist eis-
ini almikið teimum leistum,
ið verða nýttir aðrastaðni.
Felagið verður umsitið av
Kaupthing Føroyar, sum er
eitt íløgufelag, sum tekur
av líknandi virksemi bæði í
Føroyum og uttanlands.
Tað er eisini vanligt, at tað
eru bankar ella aðrir tílíkir
stovnar, ið taka sær virk-
seminum hjá framtaks-
feløgum. Tað verður tó
nevndin, ið kemur at taka
einstøku avgerðirnar.
Spurdir, um tað ikki er ov
seint at komið við einum tí-
líkum felagi nú, sigur Wil-
helm Petersen, at tað fyri so
vitt er rætt, at tað kann
virka eitt sindur seint, tá tí-
lík feløg hava verið til
uttanlands í nógv ár.
– Tað hevur bara ikki ver-
ið siðvenja í Føroyum at
gera feløg á hendan hátt,
sigur Marner Jacobsen, for-
stjóri í Føroya Sparikassa.
Petur Holm frá Kaup-
thing Føroyar sigur, at tað
er ongantíð ov seint, tí tílík
feløg verða allatíðina til.
Talan er í roynd og veru
um vágafúsan kapital, ið er
savnaður í einum felag.
Wilhelm Petersen sigur, at
teir taka avgerðirnar á
vinnuligum grundarlagið.
Teir hava ongar ásetingar
ella avmarkingar aðrar enn
vinnuligar.
Ongar avmarkingar
Nevndarformaðurin, Wil-
helm Petersen, segði á tíð-
indafundi týsmorgunin, at
felagið ongar avmarkingar
hevur, tá hugsað verður um,
hvørjar íløgur, ið felagið
ætlar at gera.
– Vit ætla fyrst og fremst
at gera skilagóður íløgur,
har tað er ein markantur
vakstrarmøguleiki. Vit hava
ikki sett nakrar avmarking-
ar fyri, hvørji feløg ella
hvørjar verkætlanir, ið vit
ætla at gera íløgur í.
Tað er heldur ikki av-
markað til Føroyar ella før-
oyskt vinnulív. Tað eru ong-
ar avmarkingar, sigur Wil-
helm Petersen.
Ætlanin er heldur ikki at
kappast við verandi Fram-
taksgrunn.
– Vit kunnu lætt ímynda
okkum, at vit og Framtaks-
grunnurin fara at samstarva
um verkætlanir, sigur Wil-
helm Petersen, sum als ikki
sær nakran trupulleika við
at hava fleiri tílíkar grunnar
ella feløg.
Higartil hevur nýggja
felagið onkra verkætlanir
liggjandi, ið teir skulu taka
støðu til, men teir undir-
strika, at teir ongar avmark-
ingar hava.
Kend nevnd
Nevndin í nýggja felagnum
telur fleiri kend nøvn. Í
nevndini sita Anfinnur Ol-
sen, Kristoffur Laksá og
Wilhelm Petersen. Kristoff-
ur Laksá og Wilhelm Peter-
sen eru kendir úr Framtaks-
grunninum.
Stjórin fyri felagið verð-
ur Kristian Petersen, ið til
dagligt starvast hjá Kaup-
thing. Avgerðirnar, um
hvørjar íløgur, felagið skal
gera, tekur nevndinn sær
av. Tað verður sum sagt
Kaupthing Føroyar, ið fer
at standa fyri umsitingini
av felagnum.
Skrásetast
Ikki bert er ætlanin, at
nýggja íløgufelagið skal
hava nýggjan kapital, men
ætlanin er eisini, at felagið
skal skrásetast á einum
komandi føroyskum virðis-
brævamarknaði. Hetta gjør-
di nevndin greitt á tíðinda-
fundinum.
Marner Jacobsen, for-
stjóri í Føroya Sparikassa,
segði á tíðindafundinum, at
ein av orsøkunum til, at vit
ikki hava sæð hetta slagið
av íløgufeløgum áðrenn er,
at vit ikki hava ein virðis-
brævamentan ella royndir
av at keypa virðisbrøv
gjøgnum eina virðisbræva-
marknað.
Hóast eingin av teimum,
ið vóru til staðar, dugdi at
siga, nær ein føroysku virðis-
brævamarknaður
verður
veruleiki, so gjørdu teir
greitt, at nýggi íløgugrunn-
urin, Notio.
Hóast hann er farin
úr Framtaksgrunni-
num, so roynir
hann tó eydnuna
eina ferð enn í
nýggja framtaks-
felagnum Notio
VINNULÍV
Heri á Rógvi
Tórshavn: Wilhelm Peter-
sen hevur verið nógv
frammi í føroysku fjøl-
miðlunum seinastu tíð-
ina, og tað røkist fyri, at
hann ikki heilt hvørvur
enn. Hann fór fyri stutt-
um frá sum formaður fyri
Framtaksgrunn Føroya,
men hann heldur seg ikki
aftur av hesari orsøk.
Hann er nevnliga vorðin
formaður fyri nevndina í
nýggja
framtaksfelag-
num Notio.
– Eg varð spurdur í
apríl mánaði, eftir at eg
varð liðugur í Framtaks-
grunninum. Teir høvdu tá
longu arbeitt við hesari
ætlanin í longri tíð, og eg
helt, at hetta ljóðaði sum
ein spennandi uppgáva,
so eg valdi at siga til
møguleikan, sigur Wil-
helm Petersen.
Stovnararnir lótu held-
ur ongan iva vera um, at
teir vóru fegnir um, at
Wilhelm Petersen vildi
taka lut í arbeiðinum í
nýggja felagnum.
– Vit hava sett okkum
sum mál, at vit vilja ger-
ast til eitt týðandi íløgu-
felag, sigur Wilhelm
Petersen.
Hann hevur verið í
Framtaksgrunninum í trý
ár, og hann vónar at
kunna gera sær dælt av
teimum
royndum,
ið
hann hevur fingið hiðani-
frá.
– Vit vilja hava tað til
at virka væl. Vit vilja
fegnir samstarva við aðr-
ar íleggjarar – eisini uttan-
fyri Føroyar, sigur Wil-
helm Petersen at enda.
Wilhelm Petersen:
– Eg taki ímóti
avbjóðingini
Wilhelm Petersen er nú formaður fyri enn eitt framtaks-
felag. Hann hevur góðar vónir til nýggja felagið, Notio
Mynd: Jens Kristian Vang
Privatur framtaksgrunnur
stovnsettur
Petur Holm frá Kaupthing Føroyar og Marner Jacobsen og Petur Zachariasen úr Føroya Sparikassa greiddu frá
um nýggja framtaksfelagið, Notio, týsmorgunin.
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
3
2